Tímin - 23.12.1943, Blaðsíða 2

Tímin - 23.12.1943, Blaðsíða 2
Nr. 43. 1. árg. TIMIN 23. december 1943 Hósdagin 23. december 1943. Útgevari: Havnar Pramburðsfelag. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 259. Prentsmiðja: B. Z. Jensens. Halđaragjald: 2 kr. ársfjórðingiff, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm á forsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Hnmbugs útgjar. Á hvørjum ári seta javnaðar- menn fram ein hóp av uppskot- um, sum teir frammanundan vita, ikki kunna verða' samlykl, men súm teir so tað komanđi árið júka fyri veljarunum: Hatta vildu vit fáa í lag! og hatta køvdi afturhaldið! Hugsið um hetta, veljarar. Afturhaldió, tað eru tey, ið ikki gloypa øllum tí ørvitisskapi, sum P. M. Dam ogLouis Zacha- riasen finna upp, annaóhvørt taó nú er 200% í skatt uppá ►jarðasølu ella annað. I ár vóru ørvitisuppskotini nógv, og tey hava longu verið nevnd í Social- demokratinum: Hyggið her,_alt hetta hevur tjúgu manna veldið felt. Tjúgu manna veldið! Helta er nógv fyri at hoyra. Javnað- armenn lálast her at slanda einsamallir ímóti sjálvstýris- monnum, fólkaflokksmonnum og sambandsmonnum. Og so er sannleikin tann, at tá ið á hevur staðið, í teim grundleggjandi málum, hava sambandsmenn og javnaðarmenn í ár eins og árini fyri gingið saman, og hava hildið uppi ta uppsitarastøðu, sum hevur forkomið Før- oyum higarlil og sum fer at forkoma okkum framvegis. I øllum millumtinganevndum og serliga í Landsnevnđini hava teir fleirtal og harvið ræði, eins og hesir báðir flokkarnir hava havt ræðið og ábyrgdina alla tingtíðina, tí teir hava verið 13 móti 12. Sjálvandi.sambandsmenn ha va ikki fylgt javnaðarmonnum í teirra verstu ørvitisuppskolum. Og so er tað javnaóarmenn tosa um 20 manna veldið, sum fellir øll hesi uppskotini lí minna manninum til*bjargingar, sum javnaðarflokkurin sigur seg at liava sell fram. Eilt er nú at seta hesi upp- skot fram og oyða nógvar ting- dagar uppá tey og vinda seg upp í øði yvir kapitalistarnar, ið vilja drepa hin fálæka mannin. Hatta er golt til valagn eisini, men at líta veljarunum so lítið til, at teir tora prenta hesi upp- skotini øll sum tey eru, man fara at vísa seg at 4vera býtt; um væl ein partur av fólkinum gloypir øllum í heilum líki, bert P. M. Dam og hansara líkar koma fram við tí, so man tann slørri parturin av okkara fólki duga so frælt at lesa og hugsa, at tej' við vamli venda sær frá hesum villleiðandi monnum. I seinasta Socialdemokrati er alt uppskotið til skamtan av seyði prentað, so har kann hvør maður lesa tað%og øtast við, at javnaðarmenn ikki bert seta eitt so púra ørt uppskot fram, men eisini oyða tingsins tíð við at halda nógvar og drúgvar røður um tað. Uppskotið er í stullum soleiðis: Hagastýrið, bøndurnir ella jarða- eigafarnir skulu siga prfseftir- ansingarráðnum,frá (ikki er sagt nær, ió helta skal verða gjørl), »hvussu nógvan skurðseyð (av- deyða) og (geldseyð) hvør ja«j)a- eigari annaðhvørl hevur fingið ella enn hevur rætt til, og hvussu stórl liúski hjá hvørjum hesum jarðaeigara, uppíroknað arbeiðsfólk er. Frágreiðsluskyldu hava ikki jarðaeigarar, ið herl hava rætl til 3 skurðseyðir.« Tej% ið vilja keypa seyð og ikki sjálv, liava gjørt avtalu við nakran seljara, kunna skriva til príseftiransingarráðið, at fáa seljura ávístan. Umsóknin skal verða skrivaó á serlig út- fyllingarbløð og verða váttað av sóknarstýrinum, hvussu nógv fólk 8r í húsinum. Síðan skal príseftiransingarráðið býta seyð- irnar út, hasin keyparin skal fáa frá hasum seljaranum, hetta skál so skrivast teimum, og teir skriva so aftur sína millum um hvussu tungl lambið skal vera ella um tað skal vera gamal- seyður og nær ið hann skal verða latin. Peningurin skal verða goldin frammanundan, og er goldið ov nógv ella ov lítió, skal verða javnað. úlaftur. Hetta verður eitl evindaligl stríð, ikki bert fyri bøndur og ognarmenn, men eisini fyri keyp- ararnar, sum ikki allir kunna vera so skrivikønir og skrivifúsir sumteir, ió smíðaóu helta lógar- uppskotið. >Men stríðið er ikki endað við hesum. Príseftirans- ingarráðió niá hava meira fólk til alla hesa skriving, løgtingió má lala prenta og útbýta øll hesi oyðibløðini, sum seyðalalið skal gevust upp á ella sum bønar- bræv um seyó skal skrivasl á, og so skulu endaliga vigararút- nevnast í hvørjari bygd til at viga seyðin, til al gera av um keyparin hevur goldið ov nógv ella ov lítið. Teir skulu ætlandi hava fasta løn. Einki verður sagt í lógaruppskotinum, hvør ið gjalda skal útreiðslurnar av øllum hesum, um tær skulu leggjast á keyparan ella tær skulu takasl av skallinum. Løgið, at javnaðarmenn ikki hava fingið henda koslnaðin upp í ta hálvaaóru millión, sum teir og eftirsnakkari teirra Louis Zacha- riasen nú vilja billa fólki inn er fíggjarhallið av hesi løgtingsselu. At hetta uppskotið ikki varð samlykt, var ikki- av illvild til fiskimenn ella arbeiðárar, sum Socialdemokratið vil gera tað til. Tað var tí, tað var púra ørt. Og javnaðarmenn á tingi vóru eisini foyir, tá ið teir fingu upp- lisió taó viðmæli.sum leirra hand- gingni maður, H. J. Jacobsen húnaðarráðgevari hevói givið í málinum, at hann mælti frá at gera nakra roynd. uppá at út- bj'ta livanđi seyð, tí lað læt seg ikki gera í Føroyum. Um nøkur úlbýlan skuldi verið av seyílakjøti, sum skil skuldi verið í, *o var bert ein vegur at gingið: at lata bønd- urnar hairf ein ávísan part eftir til husbrúk og síðan at býtl hitt uppá fólkió eins og sukur og kaffi, so og so mikið uppá býtisseðilin, lá var taó ræltvíst og tá kundi eingin funnist at øórvísi eftir hesum uppskoti við einum sum fekk ein nørt uppá 15 pund meðan granni hansara fekk eitt vala- lamb uppá 45 pund. Men at skamta seyðakjøtið eftir bý'tis- seðlum letur seg heldur ikki væl gera utt*i í teim slóru bygdum, har fastir kjøts^ølumenn eru. So búnaðarráðgevarin hev- ur rætt, og lá ið sjálvslýrismenn, fólkaflokksmenn og sambands- menn iklci góvu alkvøðu fyri hesum øra uppskoti, 20 gjørdu tað, sum skilamenn máltu gera við eitt ørvilisuppskot. Nú kann' Sosialdemoluatið egna við hes- um gloypibita, fyri hugsandi fólk man hetta agnið kortini vera lieldur moyrt og óvandað. Koncertir Sunnudagin lielt Tofta Sang- - kór koncert í Sjónleikarhúsinum. At nógv fólk høvdu glett seg t»l at hoyra hetla kórið, sást av tí stóru mannamúgvu, ið komin var saman lil al fáa sær a;- gongnmerki; men ikki var pláss til meira enn helftina. Tey, ið hoyrdu hesa koncert, flngu eina hugtakandi stund, ið tey leingi vilja minnast aflur á. Við at hoyra henda fagra song fram- bornan av børnum og ungdómi fekst aflnr prógv fyri, al lilfar trýlur ikki í okkara fólki, um vit bert hava rættar undangongú- menn. Seinri sama dag hevði Havnar Sang og Musikfelag koncerl. Hon var eisini ógvuiiga væl fagnað. Dekksgløs Logg og logglínur Flagglinur Skipsbtokkar Eldsløkkjarar við eykafylling Klótur Blusskannur Rakettir og stengur Oljufrakkar, gular og svartar Dndirklæði til. menn Gular og bláar kyndarabúnar Alla vanliga skipa- og bátaútgerð fáa tygum í Skipshandlfnum a Kaiini. Telefon 345. PERSÓNKOYRING 39' f • WILLIAM SLOAN Rikard Long. Kjøtbúdin ynskir øllum, sum á ein ella annan hált háva stuðlað okkum við at keypt ' ella selt, eini gleðilig jól og eitt golt nýáj' J. Reinert Havnar ArbeiSsmannafelag heldur ársaðalfund tórsdagin hin 30. desember Id. 8 sp. í avhaldshúsinum við dagsskrá : l.Eftir lógini. 2. Ymist. Nevndin. JÓLAGÁVUR H. N. JAGOBSENS BÚHAHANDIL Telefonir 36 & 436 Tórshavn Silvurvornr Leðurvørur Krystal Keramik Bøkur Leikutoy Jólatræspynf Fyllipennar

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.