Tímin - 23.12.1943, Qupperneq 2
Nr. 43. 1. árg.
TIMIN
23. december 1943
Hósdagin 23. december 1943.
Útgevari: Havnar Pramburðsfelag.
Ábyrgdarmaður:
Einar Joensen
Avgreiðsla: Telefon nr. 259.
Prentsmiðja: B. Z. Jensens.
Halđaragjald: 2 kr. ársfjórðingiff,
í leyssølu: 15 oyru eintakið.
Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm
á forsíðuni, aðrastaðni: lOoyru.
(Avsláttur fyri fastar lýsingar
eftir avtalu).
Hnmbugs útgjar.
Á hvørjum ári seta javnaðar-
menn fram ein hóp av uppskot-
um, sum teir frammanundan
vita, ikki kunna verða' samlykl,
men súm teir so tað komanđi
árið júka fyri veljarunum: Hatta
vildu vit fáa í lag! og hatta
køvdi afturhaldið! Hugsið um
hetta, veljarar.
Afturhaldió, tað eru tey, ið
ikki gloypa øllum tí ørvitisskapi,
sum P. M. Dam ogLouis Zacha-
riasen finna upp, annaóhvørt
taó nú er 200% í skatt uppá
►jarðasølu ella annað. I ár vóru
ørvitisuppskotini nógv, og tey
hava longu verið nevnd í Social-
demokratinum: Hyggið her,_alt
hetta hevur tjúgu manna veldið
felt.
Tjúgu manna veldið! Helta
er nógv fyri at hoyra. Javnað-
armenn lálast her at slanda
einsamallir ímóti sjálvstýris-
monnum, fólkaflokksmonnum
og sambandsmonnum. Og so er
sannleikin tann, at tá ið á hevur
staðið, í teim grundleggjandi
málum, hava sambandsmenn
og javnaðarmenn í ár eins og
árini fyri gingið saman, og hava
hildið uppi ta uppsitarastøðu,
sum hevur forkomið Før-
oyum higarlil og sum fer at
forkoma okkum framvegis. I
øllum millumtinganevndum og
serliga í Landsnevnđini hava
teir fleirtal og harvið ræði, eins
og hesir báðir flokkarnir hava
havt ræðið og ábyrgdina alla
tingtíðina, tí teir hava verið 13
móti 12.
Sjálvandi.sambandsmenn ha va
ikki fylgt javnaðarmonnum í
teirra verstu ørvitisuppskolum.
Og so er tað javnaóarmenn
tosa um 20 manna veldið, sum
fellir øll hesi uppskotini lí
minna manninum til*bjargingar,
sum javnaðarflokkurin sigur seg
at liava sell fram.
Eilt er nú at seta hesi upp-
skot fram og oyða nógvar ting-
dagar uppá tey og vinda seg
upp í øði yvir kapitalistarnar,
ið vilja drepa hin fálæka mannin.
Hatta er golt til valagn eisini,
men at líta veljarunum so lítið
til, at teir tora prenta hesi upp-
skotini øll sum tey eru, man
fara at vísa seg at 4vera býtt;
um væl ein partur av fólkinum
gloypir øllum í heilum líki,
bert P. M. Dam og hansara líkar
koma fram við tí, so man tann
slørri parturin av okkara fólki
duga so frælt at lesa og hugsa,
at tej' við vamli venda sær frá
hesum villleiðandi monnum.
I seinasta Socialdemokrati er
alt uppskotið til skamtan av
seyði prentað, so har kann hvør
maður lesa tað%og øtast við, at
javnaðarmenn ikki bert seta
eitt so púra ørt uppskot fram,
men eisini oyða tingsins tíð við
at halda nógvar og drúgvar
røður um tað.
Uppskotið er í stullum soleiðis:
Hagastýrið, bøndurnir ella jarða-
eigafarnir skulu siga prfseftir-
ansingarráðnum,frá (ikki er sagt
nær, ió helta skal verða gjørl),
»hvussu nógvan skurðseyð (av-
deyða) og (geldseyð) hvør ja«j)a-
eigari annaðhvørl hevur fingið
ella enn hevur rætt til, og
hvussu stórl liúski hjá hvørjum
hesum jarðaeigara, uppíroknað
arbeiðsfólk er. Frágreiðsluskyldu
hava ikki jarðaeigarar, ið herl
hava rætl til 3 skurðseyðir.«
Tej% ið vilja keypa seyð og
ikki sjálv, liava gjørt avtalu
við nakran seljara, kunna skriva
til príseftiransingarráðið, at
fáa seljura ávístan. Umsóknin
skal verða skrivaó á serlig út-
fyllingarbløð og verða váttað av
sóknarstýrinum, hvussu nógv
fólk 8r í húsinum. Síðan skal
príseftiransingarráðið býta seyð-
irnar út, hasin keyparin skal
fáa frá hasum seljaranum, hetta
skál so skrivast teimum, og teir
skriva so aftur sína millum um
hvussu tungl lambið skal vera
ella um tað skal vera gamal-
seyður og nær ið hann skal
verða latin. Peningurin skal
verða goldin frammanundan,
og er goldið ov nógv ella ov
lítió, skal verða javnað. úlaftur.
Hetta verður eitl evindaligl
stríð, ikki bert fyri bøndur og
ognarmenn, men eisini fyri keyp-
ararnar, sum ikki allir kunna
vera so skrivikønir og skrivifúsir
sumteir, ió smíðaóu helta lógar-
uppskotið. >Men stríðið er ikki
endað við hesum. Príseftirans-
ingarráðió niá hava meira fólk
til alla hesa skriving, løgtingió
má lala prenta og útbýta øll
hesi oyðibløðini, sum seyðalalið
skal gevust upp á ella sum bønar-
bræv um seyó skal skrivasl á,
og so skulu endaliga vigararút-
nevnast í hvørjari bygd til at
viga seyðin, til al gera av um
keyparin hevur goldið ov nógv
ella ov lítið. Teir skulu ætlandi
hava fasta løn. Einki verður
sagt í lógaruppskotinum, hvør
ið gjalda skal útreiðslurnar av
øllum hesum, um tær skulu
leggjast á keyparan ella tær
skulu takasl av skallinum. Løgið,
at javnaðarmenn ikki hava
fingið henda koslnaðin upp í ta
hálvaaóru millión, sum teir og
eftirsnakkari teirra Louis Zacha-
riasen nú vilja billa fólki inn er
fíggjarhallið av hesi løgtingsselu.
At hetta uppskotið ikki varð
samlykt, var ikki- av illvild til
fiskimenn ella arbeiðárar, sum
Socialdemokratið vil gera tað
til. Tað var tí, tað var púra ørt.
Og javnaðarmenn á tingi vóru
eisini foyir, tá ið teir fingu upp-
lisió taó viðmæli.sum leirra hand-
gingni maður, H. J. Jacobsen
húnaðarráðgevari hevói givið í
málinum, at hann mælti frá at
gera nakra roynd. uppá at út-
bj'ta livanđi seyð, tí lað læt
seg ikki gera í Føroyum.
Um nøkur úlbýlan skuldi
verið av seyílakjøti, sum skil
skuldi verið í, *o var bert ein
vegur at gingið: at lata bønd-
urnar hairf ein ávísan part eftir
til husbrúk og síðan at býtl
hitt uppá fólkió eins og
sukur og kaffi, so og so mikið
uppá býtisseðilin, lá var taó
ræltvíst og tá kundi eingin
funnist at øórvísi eftir hesum
uppskoti við einum sum fekk
ein nørt uppá 15 pund meðan
granni hansara fekk eitt vala-
lamb uppá 45 pund. Men at
skamta seyðakjøtið eftir bý'tis-
seðlum letur seg heldur ikki
væl gera utt*i í teim slóru
bygdum, har fastir kjøts^ølumenn
eru. So búnaðarráðgevarin hev-
ur rætt, og lá ið sjálvslýrismenn,
fólkaflokksmenn og sambands-
menn iklci góvu alkvøðu fyri
hesum øra uppskoti, 20 gjørdu
tað, sum skilamenn máltu gera
við eitt ørvilisuppskot. Nú kann'
Sosialdemoluatið egna við hes-
um gloypibita, fyri hugsandi
fólk man hetta agnið kortini
vera lieldur moyrt og óvandað.
Koncertir
Sunnudagin lielt Tofta Sang- -
kór koncert í Sjónleikarhúsinum.
At nógv fólk høvdu glett seg t»l
at hoyra hetla kórið, sást av tí
stóru mannamúgvu, ið komin
var saman lil al fáa sær a;-
gongnmerki; men ikki var pláss
til meira enn helftina. Tey, ið
hoyrdu hesa koncert, flngu
eina hugtakandi stund, ið tey
leingi vilja minnast aflur á. Við
at hoyra henda fagra song fram-
bornan av børnum og ungdómi
fekst aflnr prógv fyri, al lilfar
trýlur ikki í okkara fólki, um
vit bert hava rættar undangongú-
menn.
Seinri sama dag hevði Havnar
Sang og Musikfelag koncerl. Hon
var eisini ógvuiiga væl fagnað.
Dekksgløs
Logg og logglínur
Flagglinur
Skipsbtokkar
Eldsløkkjarar við eykafylling
Klótur
Blusskannur
Rakettir og stengur
Oljufrakkar, gular og svartar
Dndirklæði til. menn
Gular og bláar kyndarabúnar
Alla vanliga skipa- og bátaútgerð
fáa tygum í
Skipshandlfnum
a Kaiini. Telefon 345.
PERSÓNKOYRING 39' f
• WILLIAM SLOAN
Rikard Long.
Kjøtbúdin
ynskir øllum, sum á ein ella annan
hált háva stuðlað okkum við at keypt
' ella selt, eini gleðilig jól og eitt golt nýáj'
J. Reinert
Havnar ArbeiSsmannafelag
heldur ársaðalfund tórsdagin hin 30. desember Id. 8 sp.
í avhaldshúsinum við dagsskrá : l.Eftir lógini. 2. Ymist.
Nevndin.
JÓLAGÁVUR
H. N. JAGOBSENS BÚHAHANDIL
Telefonir 36 & 436 Tórshavn
Silvurvornr
Leðurvørur
Krystal
Keramik
Bøkur
Leikutoy
Jólatræspynf
Fyllipennar