Tímin - 13.09.1945, Page 1
Símitt
NUMMAR 36
HÓSDAQIN 13. SEPTEMBER 1945
UTQEVARI:
HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin.
i leyssølu: 15 oyr. eintakið.
3. ÁRGANGUR
POLITISKUR DÓMUR
A. Ziska fcer 60 dagar fyri at vera opin-
skáradur í tingsalinum
Kl. 10 í gjáramorgunin varð
rætturin settur í Klubbanum til
at døma Andrias Ziska, sum av
aimenna klagaranum (bráðfengis
fúta Vagn-Hansen) var slevndur
fyri at hava rópt quislingar og
lanđsforredarar eftir leim 13
tingmonnum, sum hin 23. au-
gusl vóru sitanđi eflir á tingi;
eisini skuldi hann hava brolið
tingfriðin.
Hin klagaði játtaði beinan
vegin, at hann hevði nj'tt besi
orðini og vildi við eini verjurøðu
vfsa, at hann helt seg hava
nýtt hesi orð við fullum rætli.
Hann las síðan upp verjurøð-
una, sum var væl undirbygd, og
prógvaði, at hesir rnenu, sum
vóru valdir av fólkinnm til at
verja tess interessur, við sínum
atburði at taka tað fíggjarligu
megina undan Føroyatjóðini,
høvdu fultúl uppiborið tey nøvn
hann hevði nýtt. Hann helt hesa
sak vera beinleiðis millum Dan-
mark og Føroyar og ivaðist tí
í, um Danskarar vóru førir til
at døma í henni.
Hin setti verjarin (L. Waag-
stein) kravdi hin klagaða frí-
kendan fyri at hava brotið ting-
friðin, meðan í hinum førinum
eingin grund var hjá tí almenna
klagaranum at leggja sak, tað
kundi hægst vera lalan um
privat sakarmál. Mest løgið helt
hann tað vera at hin almenni
klagarin helt grund vera til at
reisa sak n ú móti einum manni
fyri at liava nýtt óhøvisk orð
um politikkarar, tá ið mong
dømi vóru frá hesum seinastu
árunum, um hvussu tingmenn
og politikkarar bæði í talu og
skrift høvdu nýtt verri orð enn
hesi um mótstøðumenn, uttan
at hin almenni klagarin lætst
um Yón. Hann nevndi her at
A. Samuelsen formaður sam-
bandsins á opnum tingfundi
1. dec. 1942 hevði skírt mót-
støðumenn sínar wlandsfor-
redarir« »reindyrkaðir landsfor-
redarir« o. s. fr. umframt øll
tey nógvu ótrúligu orð sum
staðið liava í »Dimmalætling«
um Fólkaflokkin og Th. Peter-
sen, og onnur dømi. Tá hevði
hin almenni klagarin ikki hildið
tað verið neyóugt at tala at.
Almenni klagarin segði nú, at
her var eitt heilt øðrvísi múl,
tí helta var fleirtali av lí fólka-
valda tinginum, sum var so illa
viðfarið.
Verjarin lielt at tað var løgið
al eitl fólkavall minnital ikki
skuldi hava sama rætt sum eitl
fleirtal; rnen lá vildi klagarin
vera við at hann hevði ikki
sagt so.
Stðan var dómurin feldur av
bráðfengisdómara K. T. Andrea-
sen og Ziska varð đømdur til 60
daga fongsul og 40 kr. í útløgum.
Hin dømdi feklc 4 vikur at
umráða seg í viðvíkjandi appel.
Føroya fólk spj'r enn: hví
var ikki alment kærumál reist
móti teimum monnum, sum
brutu galdandi lóg og hótfi
dómaran, fyri einum tveimum
árum síðan?
Úr Býráðnum
11. september 1945
Ein hópur av umsóknum um
húsagrundir á Mtillarstrøð og
Dreyaratrøðni við Grønlands-
vegin vórðu játtaðar; prísurin
var 6 kr. fyri hvønn m2.
Til »Fonden til Fædrelandets
Vel«, sum í hesum døgum savnar
inn pening og hevði heitt á bý-
ráðið, vórðu játlaðar 5000 kr.
I slaðin fyri K. T. Andreasen,
fyribils sorinskrivara, sum segði
seg frá sum limur av verjuráð-
num, varð Edw. Mitens løgtings-
skrivstovustjóri valdur.
Til plássið sum hjálparmann
við elektricitetsverkið vóru 4
umsóknir komnar: Sigmund
Hoydal, Havn, Andr. Andreasen,
Strondum, J. A. Arge, Havn og
Tr. Bendtsen, Havn. Við at-
kvøðugreiðslu fekk Sigm. Hoy-
dal plássið við 6 atkvøðum.
Devald Hansen segði upp sátt-
málan við býráðið til 1. decem-
ber, tá liann ællaði sær av land-
inum. Samstundis sum hann
takkaði fyri ley 10 árini hann
hevði haft pláss hjá kommun-
uni, um ikki allíð í semju, legði
hann býráðnum lag á nm hósk-
andi arbeiðshátt í framtíðini
serliga viðv. uppmálingararbeið-
inum.
Til prísansara í Havn var
seltur Henry Djurhuus politistur.
Sum lim í teknisku nevndina
fyri Jens av Reyni varð Ewald
Arge valdur.
I Havnarnevndina, har Jens
av Reyni eisini var limur, valdu
teir Hans Sundstein.
Fiskasøla
Polarstjørnan 4.850 (bátafisk-
ur), Sigurfarið 3100, Polo 6700,
Norðfarið 4000, Silverspray 4300
(4 túrar í Norðsjónum), Njarð-
lingur 2400, Galvur 2100, Hoy-
vík 1000, Hjalmar 860 og Norð-
steinur 1100 (hesi 6 seinastu hava
verið í Norðsjónum).
Skipatiðindi
Tjaldur, sum ætlandi skuldi
verið komið higar longu, er nú
aftur foróað, so at lað kemur í
fyrsta lagi seinasl í hesum mán-
aða. Smiril skal til Danmarkar
til umvælingarleygardagin. Norð-
farið skal sigla fyri liann, meðan
hann er burtur. Bussard er
komin úr Noreg við tómum
sildatunnum og skal hava farm
av kolagrúsi við sær til Dan-
rnarkar. Falken, trýmastrað
skonnart kom fgjár við vøru til
Skipafelagið. Baranda kom úr
Onglandi leygardagin og sama
dag fór Mogens til Danmarkar.
Norðstjørnan, ið hevur verið
á sildaveiðu, fer nú til Islands
við línu. Vón, ið eisini hevur
verið í sildini, fer nú til Islands
við troli. Silverspray fór í gjár
aftur f Norðsjógvin, har hon
hevur roynt eina tíð. Marshall
kom í gjár á Vág úr íslandi,
PERSÓNKOVRING
TELEFON 216
HUQO ØSTBR
PERSÓNKOYRING
TELF. 19
ELIESER NOLSØE
har hon hevur roynt við línu.
Keldan og Fimm systrar, ið hava
roynt við línu og snøri í íslandi,
komu báðar á Klakksvík í gjár
við fullum farmi. Polo fór aftur
til íslands í gjár.
Telegram úr Islandi
Reykjavík, 7. sept.
Teir trettan í Tinghúsinum
■ynskjast til lukku við av-
reiðingini av Føroyingum.
Føroyskir fiskimenn í íslandi
ítrótt
Seinasta sunnudag var B. 36 í
Sørvági til 2. steypadyst móti
S. í. Úrslilið var at B.36 vann
2—0. Hin fyrra dystin vann
B. 36 við 1—0. Triði dysturin
skal vera á uttanveltaðum vølli.
Sama dag spældi Neistin í
Vestmanna móti hondbóltsgent-
unum har. Neistin vann 8—3.
Rættleiðing frá Prísráðnum
viðv. kunngerð um hámarksprísir á matvørum 11. sept. 1945
Av misgáum er komið at standa:
Blandingsbreyð pr. kg. 115 oyru.
Tað skal vera: Blandingsbreyð pr. 1,4 kg 115 oyru.
PRÍSEFTIRANSINGARRÁÐ FØROYA, tann 12. sept. 1945
P. Petersen. J. P. av Reyni. M. Lamhauge.
Minnist tíl, at vit altíð ern keyparar av
slaktineytum, kálvum, livandi lombum og kroppum.
Tit íáa pengarnar alt fyri eitt.
Tlf. nr. 47 — 48 — 49 — 101 SMÆRAN