Tímin


Tímin - 13.09.1945, Síða 1

Tímin - 13.09.1945, Síða 1
Símitt NUMMAR 36 HÓSDAQIN 13. SEPTEMBER 1945 UTQEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. i leyssølu: 15 oyr. eintakið. 3. ÁRGANGUR POLITISKUR DÓMUR A. Ziska fcer 60 dagar fyri at vera opin- skáradur í tingsalinum Kl. 10 í gjáramorgunin varð rætturin settur í Klubbanum til at døma Andrias Ziska, sum av aimenna klagaranum (bráðfengis fúta Vagn-Hansen) var slevndur fyri at hava rópt quislingar og lanđsforredarar eftir leim 13 tingmonnum, sum hin 23. au- gusl vóru sitanđi eflir á tingi; eisini skuldi hann hava brolið tingfriðin. Hin klagaði játtaði beinan vegin, at hann hevði nj'tt besi orðini og vildi við eini verjurøðu vfsa, at hann helt seg hava nýtt hesi orð við fullum rætli. Hann las síðan upp verjurøð- una, sum var væl undirbygd, og prógvaði, at hesir rnenu, sum vóru valdir av fólkinnm til at verja tess interessur, við sínum atburði at taka tað fíggjarligu megina undan Føroyatjóðini, høvdu fultúl uppiborið tey nøvn hann hevði nýtt. Hann helt hesa sak vera beinleiðis millum Dan- mark og Føroyar og ivaðist tí í, um Danskarar vóru førir til at døma í henni. Hin setti verjarin (L. Waag- stein) kravdi hin klagaða frí- kendan fyri at hava brotið ting- friðin, meðan í hinum førinum eingin grund var hjá tí almenna klagaranum at leggja sak, tað kundi hægst vera lalan um privat sakarmál. Mest løgið helt hann tað vera at hin almenni klagarin helt grund vera til at reisa sak n ú móti einum manni fyri at liava nýtt óhøvisk orð um politikkarar, tá ið mong dømi vóru frá hesum seinastu árunum, um hvussu tingmenn og politikkarar bæði í talu og skrift høvdu nýtt verri orð enn hesi um mótstøðumenn, uttan at hin almenni klagarin lætst um Yón. Hann nevndi her at A. Samuelsen formaður sam- bandsins á opnum tingfundi 1. dec. 1942 hevði skírt mót- støðumenn sínar wlandsfor- redarir« »reindyrkaðir landsfor- redarir« o. s. fr. umframt øll tey nógvu ótrúligu orð sum staðið liava í »Dimmalætling« um Fólkaflokkin og Th. Peter- sen, og onnur dømi. Tá hevði hin almenni klagarin ikki hildið tað verið neyóugt at tala at. Almenni klagarin segði nú, at her var eitt heilt øðrvísi múl, tí helta var fleirtali av lí fólka- valda tinginum, sum var so illa viðfarið. Verjarin lielt at tað var løgið al eitl fólkavall minnital ikki skuldi hava sama rætt sum eitl fleirtal; rnen lá vildi klagarin vera við at hann hevði ikki sagt so. Stðan var dómurin feldur av bráðfengisdómara K. T. Andrea- sen og Ziska varð đømdur til 60 daga fongsul og 40 kr. í útløgum. Hin dømdi feklc 4 vikur at umráða seg í viðvíkjandi appel. Føroya fólk spj'r enn: hví var ikki alment kærumál reist móti teimum monnum, sum brutu galdandi lóg og hótfi dómaran, fyri einum tveimum árum síðan? Úr Býráðnum 11. september 1945 Ein hópur av umsóknum um húsagrundir á Mtillarstrøð og Dreyaratrøðni við Grønlands- vegin vórðu játtaðar; prísurin var 6 kr. fyri hvønn m2. Til »Fonden til Fædrelandets Vel«, sum í hesum døgum savnar inn pening og hevði heitt á bý- ráðið, vórðu játlaðar 5000 kr. I slaðin fyri K. T. Andreasen, fyribils sorinskrivara, sum segði seg frá sum limur av verjuráð- num, varð Edw. Mitens løgtings- skrivstovustjóri valdur. Til plássið sum hjálparmann við elektricitetsverkið vóru 4 umsóknir komnar: Sigmund Hoydal, Havn, Andr. Andreasen, Strondum, J. A. Arge, Havn og Tr. Bendtsen, Havn. Við at- kvøðugreiðslu fekk Sigm. Hoy- dal plássið við 6 atkvøðum. Devald Hansen segði upp sátt- málan við býráðið til 1. decem- ber, tá liann ællaði sær av land- inum. Samstundis sum hann takkaði fyri ley 10 árini hann hevði haft pláss hjá kommun- uni, um ikki allíð í semju, legði hann býráðnum lag á nm hósk- andi arbeiðshátt í framtíðini serliga viðv. uppmálingararbeið- inum. Til prísansara í Havn var seltur Henry Djurhuus politistur. Sum lim í teknisku nevndina fyri Jens av Reyni varð Ewald Arge valdur. I Havnarnevndina, har Jens av Reyni eisini var limur, valdu teir Hans Sundstein. Fiskasøla Polarstjørnan 4.850 (bátafisk- ur), Sigurfarið 3100, Polo 6700, Norðfarið 4000, Silverspray 4300 (4 túrar í Norðsjónum), Njarð- lingur 2400, Galvur 2100, Hoy- vík 1000, Hjalmar 860 og Norð- steinur 1100 (hesi 6 seinastu hava verið í Norðsjónum). Skipatiðindi Tjaldur, sum ætlandi skuldi verið komið higar longu, er nú aftur foróað, so at lað kemur í fyrsta lagi seinasl í hesum mán- aða. Smiril skal til Danmarkar til umvælingarleygardagin. Norð- farið skal sigla fyri liann, meðan hann er burtur. Bussard er komin úr Noreg við tómum sildatunnum og skal hava farm av kolagrúsi við sær til Dan- rnarkar. Falken, trýmastrað skonnart kom fgjár við vøru til Skipafelagið. Baranda kom úr Onglandi leygardagin og sama dag fór Mogens til Danmarkar. Norðstjørnan, ið hevur verið á sildaveiðu, fer nú til Islands við línu. Vón, ið eisini hevur verið í sildini, fer nú til Islands við troli. Silverspray fór í gjár aftur f Norðsjógvin, har hon hevur roynt eina tíð. Marshall kom í gjár á Vág úr íslandi, PERSÓNKOVRING TELEFON 216 HUQO ØSTBR PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE har hon hevur roynt við línu. Keldan og Fimm systrar, ið hava roynt við línu og snøri í íslandi, komu báðar á Klakksvík í gjár við fullum farmi. Polo fór aftur til íslands í gjár. Telegram úr Islandi Reykjavík, 7. sept. Teir trettan í Tinghúsinum ■ynskjast til lukku við av- reiðingini av Føroyingum. Føroyskir fiskimenn í íslandi ítrótt Seinasta sunnudag var B. 36 í Sørvági til 2. steypadyst móti S. í. Úrslilið var at B.36 vann 2—0. Hin fyrra dystin vann B. 36 við 1—0. Triði dysturin skal vera á uttanveltaðum vølli. Sama dag spældi Neistin í Vestmanna móti hondbóltsgent- unum har. Neistin vann 8—3. Rættleiðing frá Prísráðnum viðv. kunngerð um hámarksprísir á matvørum 11. sept. 1945 Av misgáum er komið at standa: Blandingsbreyð pr. kg. 115 oyru. Tað skal vera: Blandingsbreyð pr. 1,4 kg 115 oyru. PRÍSEFTIRANSINGARRÁÐ FØROYA, tann 12. sept. 1945 P. Petersen. J. P. av Reyni. M. Lamhauge. Minnist tíl, at vit altíð ern keyparar av slaktineytum, kálvum, livandi lombum og kroppum. Tit íáa pengarnar alt fyri eitt. Tlf. nr. 47 — 48 — 49 — 101 SMÆRAN

x

Tímin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.