Tímin


Tímin - 13.09.1945, Blaðsíða 2

Tímin - 13.09.1945, Blaðsíða 2
f Nr. 36. 3. árg. TIMIN 13. september 1945. W imt n lNr:36! Hósdagin 13. september 1945. Útgevari: Havnar Framburðsfelag. ÁbjTrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm á forsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsing'ar eftir avtalu). Mannagongdin við lógarnppskotinum frá amtinum (donsku ríkistjórn- ini) til at avtaka tað føroyska pundsvirði og beina okkum pen- ingaliga aftur i danska leypin. § 1- Kursen for de paa Færøerne anvendte Kroner er herefter lig med Kursen for de i det øvrige Kongerige anvendle Kroner, for Tiden 19 Kr. 34 Øre lig med 1 Pund Sterling. Den i §§ 8 og 9 i Kundgø- relse Nr. 48 af 18. December 1940, jfr. Kundgørelse Nr. 19 af 26. April 1941, omliandlede Af- gift til Kursreguleringsfonden samt den i § 8 i Kundgørelse Nr. 9 af 16. Marts 1942, fjr. § 7 i Kundgørelse Nr. 61 af 23. December 1942, og af § 2 i Kundgørelse Nr. 39 af 23. De- cember 1943 omhandleđe Afgifl lil Forsikringsformaal borlfalder. § 2. De i det øvrige Kongerige gylđige, av Danmarks National- bank udstedte Pengesedler (»de nye Nationalbanksedler«) er lov- ligt Belalingsmiddel paa Fær- øerne lige med de af Amt- manden paa Nationalbankens Vegne udstedte Pengesedler. § 3. Det bestaaende Forbud mod Overførsel af Betalinger til det øvrige Kongerige og mod Ind- og Udførsel af danske Penge- sedler og Skillemønt opbæves. Forsaavidt angaar andre Be- lalingsmidler samt Værdipapirer kan Tilladelse lil Ind- og Ud- førsel meddeles af Amtet. § 4. De af Bestemmelserne i §§ 1—3 følgende Ændringer i Over- enskomsl af 27. Marts 1941 om Regulering af de finansielle For- hold mellem Storbritannien og Færøerne er tiltraadt af den britiske Regering. § 5. Nærværende Bestemmelser træder i Kraft Jtraks. 18. august fekk Løgtingið hetta uppskotið til lóg frá amtinum saman við avskrift av brsevi frá ríkjsstjórnini, har hon heldur fram, al tað føroyska klónuvirði suin skjótast má verða sett eins við hitt danska, og at danski staturin vil lata allar Føroyingar uttan Sjóvinnubankan fáa 22.40 kr. fyri tey sterlingpund, teir bava á hondum, og vinna teir á benda bátt 3 kr. uppá pundið. Bræviðskilar til, at málið hastar, og amtið biður um at fáa tað viðgjørt sum skjótast og við- leggur lelegram til danska sendi- mannin í Lonđon um beinan vegin at fáa liesa broytan í lag, t. v. s. fáa avtiknan tann før- oysk-bretska sáltmálan um pen- ingavirði og samhandil av 27. marts 1941, hóast hann skal verða uppsagdur við 1 mánaða ávarðing. 22. august luavdu s a m b a n d s m e n n og j a v n a ð a r m e n n á tingi málið til viðgerðar dagin 'eflir. Her kom fram f dagin tann skammargerð móti føroyskum sjálvstýri, sum P. M. Dam og Louis Zacbariasen liøvdu ráð- lagl í Keypmannahavn kallaðir bagar av donsku stjórnini. Um belta lógaruppskot kom í gilđi, átti 1) Føroyingar ikki longur olckara egna sterlingvirði og ein eftir okkara førumuni ógvuliga stóran pening í útlendskari valuta, 2) føroyskur samhandil var fluttur, sum hann var fyri bardagan, mest allur til Danmarkar, og 3) tað mest umráðandi í løtuni: fyri Bretlandi vóru vit tá aflur al rokna fyri Dapir og ikki Føroyingar, ein serstøk sjálv- ráðandi Ijóð, sum Brelar bava roknað okkum at vera í bardaga- tíðini, og hvørja kvotu fáa vit so? A. Samuelsen, sum var tann triði maðurin í ráðlegginini í Keypmannahavn, hevur allá tíðina barst ímóti føroyskum sjálvstýri og sjálvræði, hinir báðir hava látisl at verið sjálv- stýrismenn. Nú eru teir av- đúkaðir til muns sum danskir ørindasveinar. Teir 2 sjálvsfýrismenjiinir og 10 fólkaflokksmenninir á tingi bøvdu bert eitt at gera. Skuldu vit forða hesum at koma í gildi, máttu vit vísa útheiminum, at her í Føroyum var stór mól- støða móti hesari roynd, at binda veruligl føroyskt sjálvslýri niður fyri alla framtíð. Vit noktaóu tí at viðgera eilt mál, sum á henda hátt vildi lemja møguleikan fyrt at taka veruligt sjálvstýri, áðrenn fólkið bevði fingið bøvi at taka støðu, um tað ynskir at ráða sjálvt í Før- oyum og troyta teir møguleikar, sum vit hava vunnið í bardaga- tíðini. Vit fóru tí av tingi og kravdu val, tað valið sum skuldi bavt verið beinanvegin, friðurin kom, eg4 sum Th. Petersen og Poul Petersen f Landsnevndini í miðjum mars mánaði víslu á, var einasti farandi vegur. Nú skuldi ein Irúð, at tað sameinđa sambandið, teir 13, sum sótu eftir á tingi, framdu málið í ein liast. Men gakk. Okkurt annað mátti vera, sum forðaði, enn vil 12, sum vóru farnir. Til onga nyttu prógvaðu bæði P. M. Dam, Louis Zacba- riasen og Trygve Samuelsen, at Føroyingar onga úllendska va- luta eiga ella Iiava ált, Danir eiga hana og hava átt bana, siga leir, so vit mugu takka til, tá ið vit kunna vinna 3 kr. uppá pundið frá teimum — hví Danskurin knappliga er vorðin so gávumildur, spyrja teir ikki um, ella vilja kanska ikki siga fólkið tað. 27. august løgdu hesir menn fram nevndarálit, sum mælir tinginum til at laka við hesi stóru gávu frá Danmark og samlykkja frammanundan nevn- da lógaruppskot. Einki hendi. So knappliga 5. september frælt- ist, at lógaruppskolið var sam- tykt og pundini avreidd. Dagin eftir kom lað í spargament, at tann ætlan, hesir 13 donsku ørindasveinar høvdu havt, var brostin. Bretland var komin í vegin og bevði víst á, at okkara sáltmáli við teir er í gildi, tað einasta sum kundi loyvast teim- um, var al broyta krónuvirðið. § 2 og 3, lær mest umráðandi í lógaruppskotinum vóru tf í efslu stund tiknar burtiir, og tann avkutaði vanskap- ningur, sum stóð lýstur í næst- seinastu Dimmu., samtyklur. Bretland goymir okkum okkara pund, um vit sjálvir vilja bava tey. Ránið eydnaðist ikki. Ørinda- sveinarnir sita eftir við skom- mini. Nú slendst til Føroya fólk at gera upp við teir. Men eitt er víst: vóru vit 12 ikki farnir av tingi sum mótmæli móli besi roynd at taka føroyskt sterling- virði av, áðrenn vil sum fríir menn kunna samráðast við Bret- land, so bøvdu Bretar ilcki vitað, at ein stórur partur av Føroy- ingum ynskir tann føroysk bretska sátlmálan al standa við, og bøvdu latið øll sterlingpundini fara á danskar henđur, sum tær Iríggjar sambandsverjurnar liava barst fyri síðani tær komu aflur úr Keypmannabavn. Rikard Long Av býttleika ella óreinheit? P. M. Dam og Louis Zacha- riasen hava í teirri neyð, teir eru komnir í, av tí Bretland hevur forðaó teimum at handa Danmark tej' hálvatriðju millión Sterlingpund, sum slanda í Ong- landi, vunnin í bardagalíðini av Føroyingum í erligari vinnu, funnið eitt brot í Landsnevndar- gerðabókini, sum skal laða eitl sinđur upp undir leir á teirra ridlingarsomu sløðu. Teir taka úr frásøgn frá fundi 4. juli 1945, har A. Samuelsen, P. M. Dam, Johan Poulsen og undirritaðu vóru tilsteðar, betla pettið: »Samtykt varð at biðja prís- ansingarráðið skipa fyri, at "tað fyribils ikki í príssetan á tær vørur, sum koma frá Danmark, verður roknað við einum kurs- niuni uppá 15 pct., sum gjørt er, men al roknað verður við al krónurnar slanda á jøvnum.« P. M. Dam og Louis Zacha- riasen vita óivað, at Prísansing- arráðið hevur ongan myndug- leika at seta krónuvirði, hvørki á danskan ella annan útlendskan pening, og um teir trúgva tí, skilur ein betur tann dygga kjaftfískin, teir hava fingið sær í peningavirðismálinum. Her var lalan um eina prís- ásetan á danska vøru, komna við teim fyrstu skipunum úr Danmark aftaná bardagatíðina. Gjaldstovan legði útfyri 25 pcl. fyri toll og prísansingarráðið loyvdi 15 pct. útyvir vøru- prfsin lil at møta einum møgu- ligum tapi, tá ið danskl krónu- virði varð ásett. Tá var einki danskt krónuvirði ásett yvirfyri Føroyum. Vil gingu tá undir, at innflutningsmenninir fingu ikki loyvi at roluia sær hesi 15 pct. (amtmaðurin, sum var á fundinum, lovaði al gjaldslovan skuldi fráfalla luavið um25pct.), soleingi einki kursvirði var ásett đ donsku krónuna, og at orðið fyribils skuldi merkja: til danskt krónuvirði varð ásett. Helta er ein onuur søga, og skomm fáa teir, sum vilja villa fólk við aðrari frásøgn. Poul Petersen. Rikard Long. Ráðharrafundnr t London U11anríkisráðharra rnir úr 0ng- • landi, U.S.A., Russlandi, lyina og Frankaríki eru nú komnir á fund í London. Hval teir skulu samráðast um er ikki beilt greitl enn, men amerikanski uttan- rilysráðbarrin Bvrnes, sigur at alombumban og Týskland eru tvey mál sum ikki koma við í samráðingarnar besa ferð. Eitt bøvuðsmáli skalverða um stjórn- anina og ognarræltin til tær stóru áir og kanalir í Europu, sum bava stóran týdning- fyri samferðsluna í liesum verðins- parti. Annars skulu tejr gera enda- ligar friðarsáttmálar við Italiu, Finnland, Ungarn og onnur smálond í Europa. Russurin setur týska stjórn Úr London frættist at Russar- nir hava sell týska ríkisstjórn í tí partinum av Týsklandi, sum er á russiskum bondum. Helta hevur Russurin gjørt ultan at hava tala við makkararnar, og Onglendingar siga,at hetta stríðir móti Potsdamsáttmálanum, sum sigur at allir teir Sameindu skulu samráðast, lá broylingar av stýrinum í teimum ymsu landslulunum skulu gerast.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.