Tímin


Tímin - 13.09.1945, Síða 3

Tímin - 13.09.1945, Síða 3
Kr. 36. 3. árg. TIMIN 13. september 1945. Avreiðingin misejdnaðist Einki sterlingpund, sum er vunnið av Før- oyingum í bardagatíðini fer úr Bretlandi fyri fyrst til aðrar enn Føroyingar Føroyski - bretski sáttmálin av 27. mars 1941 stendnr við makt Tað vóru glómur t teimum 13 á Løgtingi, tá ið teir frætlu orðaljóðið av tí telegrammi, sum endiliga 4. sept. bar svarið frá bretsku ríkisstjórnini til áheitanina frá amtinum, styðjað av donsku ríkisstjórn og teim 13 trúgvu tænarunum á tingi og telefonstjóranum sum 14da manni. Kortanei til at lata tey av Føroyingum vunnu pundini upp í hendurnar á Dønum. Koitanei til at lata danskar peningaseðlar galda f Føroyum. Kortanei til at loyva at flyta pening úr Danmark til Føroya og úr Føroyum til Danmarkar. Men um vit endaliga vilja seta føroyskt pundsvirði javnt við danskt, so tit um tað, sigur Bretland, og heldur fram: »Okk- ara sáttmáli við Føroyar er ikki uppsagdur og stendur við rnakt, og Føroyar eru eftir sáttmála við Danmark undantiknar tí dansk-bretska sáttmálanum.« Har stóðu teir sum Kánus. Verst var skilið á lelefonstøðini. Ein maður fall í óvit. Hevði hann ikki skrivað sama dag, tað sum nú var í prenting til at lesa í Tingakrossi, Føroya fyrr- verandi sjálvslýrisblað: »atundir størri viðurskiftum enn her lala menn altíð teir serkønu taka sær av peningagerðunum, tað er ikki nakað, sum fólk yvirhøvur hevur skil á.« Og so kemur Bretlanđ og undirkennir hann sum serfrøðing í peningamálum, hann sum sjónligt fyri øllum Føroyingum hevur haft infla- tión á heilanum í 5 árl Bumsl Á Løgtingi kom alt upp í ein hurlivasa. Hvat var nú at gera? Danir fáa eingi pund. Munna teir so fara at halda sílt lyfti um at veita styrk uppá 3 kr. fyri hvørt bundið sterligpund? Um nú A.T. hevur millum 1700 og 1800 slerlingpund, lað verður ein vinningur uppá 51000 og 54000 kr. Tað er vert at taka við. Lat so onkun annan tapa. Fiskaprísurin má falla. Tað gongur ikki. So fáa vit útróðrar- mannin ímóti okkum. Á, skitt, vit geva studning, 15% 01 n)'8gj" árs. Vøruprísirnir falla. Lønir- nar falla. Tað skuldi helst ikki verið. Hvussu skulu vit greiða hesa flølcju? Út unđir luanan at køla høvdið. So kemur úrs- litið, kunngjørt í Føroya Social- demokrati 8. sept.: TingiÓ hevur samtykt: 1) at útróðrabátafiskur skal ikki fara niður til (?) nýggjár, 2) at gjalda 15 % av tí, ið goldið verður lítróðramonnum fyri fisk í tíðini til nýttár, 3) at seta allar vøruhandilsins vørur 15 % niður heinan vegin, 4) atáleggja prísansingarráðnum skjótast gjørligt at gera tað sama yvir fyri øðrum vørum, 5) at ávarpa (?) heilsølumonn- unum al gera lað sama sum vøruhandilin. Hetta virkar longu: Vøruprísurnir eru farnir niður beinan vegin. Eftir teimum prís- lækkingum, sum kuungjørdar vóru longu ígjár, fert tú ikki nógv skeivur, um tú gitar, al prístalið 1. oldober fer at vera o. u. 200. Lønirnar lækka so samsvarandi. í næstseinasta So- cialđemokrati uggar P. M. Dam í fiskimannalíki við, at nú verð- ur hópurin av arbeiði, meir enn hevur verið. Hevði tað verið so væl. Golt er, at prísirnir lækka, so livikoslnaðurin verður minni, serliga hjá honum, ið einki vinnur. Men spurningurin er, um landið sum lieild ikki tapir við at prísirnir verða rendir kunstiga niður. Tí fyri at fáa teir niður hava sambandsmenn og javnaðarmenn 1) bundið Løgtingið til at veila stóran studning til útróðurin, 2) áførl Landshandlinum eilt tap fyri- bils upp á 200—250.000 kr., 3) áført heilsølumonnum stórl tap. Hesin peningur hvørvur hurtur úr vinnulívi okkara, ogfyri punkt 1) og 2) má hann verða tikin inn aftur við nýggjum skatti. Altso her verður givið við aðrari hondini og tikið aflur við hinari. Landshandilin má nú selja summar av teim vørum, hann hevur fingið seinast heim, við munandi tapi. Tað eydnaðist ikki sambands- samgonguni at fáa øll pundini yvir til Danmarkar. Nú tykist hon at vilja gera skattabyrðir- nar so slórar, at tær skulu forða fólki at hugsa um sjálvstýri. Tann sterka »krónan« skuldi ført lægri slcatt vió sær og ikki hægri. Ætlanin er skillig: Vit skulu bindasl niður lil at vera somu neyðardýrini, vit vóru fyri kríggið. Og so fáa ein studn- ingsbita frá Danmark tveittan av og á. Rikard Long Rættarpnjđ i Danmark Seinastu dagarnar hava nógvir embætismenn verið fyri rælli- num í Danmark, illgrunaðir fyri at. bava verið nazisinnaðir í kríggstíðini. í fyrradagin var soleiðis politi- meistarin í Svendborg Krarup klagaður fyri naziatburð. Hin almenni klagarin kravdi politi- meistaran dømdan til al missa embætið og verða frákoyrdan uttan eftirløn, tí at hann hevði talað nazistiskt við politistarnar og harumframt hevði hann givið 10 krónur til tey eftirsitandi hjá einum fallnum nazisti. Vitnini prógvaðu øll somul, at politimeislarin ongantíð hevði roynt at ávirka nakran við nazi- tosið, ei heldur visti nakar nakað ilt at siga um hann. Verjarin segði, at øll klagan móti politi- meistaranum var ógrundað, og at tær 10 krónurnar vóru givnar av góðum hjartalag til fólk, ið vóru í neyð. Sakin fór síðan til dóms, og verður hann áhugaverdur, tí hetta er fyrsta sakin av mongum og verður hon fyridømi fyri tær komandi av sama slag. Ein maður sum hevði lisið 5 fyridrøg í radio fyri týskararnar, fekk 3 ára fongsul. Fer Ongland á húsagang? P. M. Dam stúrir fyri tí í seinasla Sociali er Dam farin al ræða fólk við eingilska pund- inum, hvørs virói hann heldur, nær sum helst kann hvørva »som Dug for Solen«, eins og Fraklands frankur og Týsklands markur aftaná hitl kríggið. Hesar ringu vónir tykist bann, merkiligt nokk, nú fyrstani hava fingið, tá hansara partamenn hava fingið ræðið í Onglandi. Haraflurímóti heldur hann tað vera ein sjálvfylgja at vit eiga at taka danska krónu, sum okkara pening^ tí hon er væl so mikið tryggari. Men hvaðan danska krónan, sum jú skal heimta megi sína frá útflutningi til Onglands, skal fáa líkindi til al vera álitispeningur, hevur Dam í skundinum gloyml at siga frá. Det gaar tilbage Gamla Dimmasum ikki plagar at hava ilt við at vinda burtur úr sær, hevur í gjár hálvan- annan teig um Óla Onghamar, har hon greiðir frá at liann fór oman í fjøruna í dimmalætting at hjálpa sær sjálvum.men girdi ilcki upp um seg aftur fyrr enn liðió var út á dagin. Fyri at ÓIi ikki skal vera í vanda fyri at fáa lungabruna av at sita so leingi berur, leggi eg honum tey ráð at fara inn á apotekið og keypa sær nakrar spónar av amerikanskari olju. Tað vil lcanska eisini bøta um hansara »mentala tilstand«. Knátaøkil Atombumban aftur Onglendingum dámar illa al U. S. A. skal hava einarætt til at gera Alombumbur. Teir frykta fyri at Amerikanarar skulu tako ræðió í allari verðini, helst tí al Amerika sigur seg vilja taka tey pláss í Kyrrahavinum, sum teir hava brúk fvri. Úr U. S. A. frættist, at teir nú kunna hava atombumbur við hangarskipum, og haóani lata flogfør bera tær á mál. \ Nú er ovseint! Dimma grælur so sárliga leygardagin um verðsins ónd- skap og tekur so til: »Den britiske Foragt for dem, som efler at Storbritannien havde sikret sig Sejren, blev overfaldet af Kærlighed og Hengivenhed og Opofrelse til dette Land, er stor.« Ja, tað mundi meg líða, Ong- lendingar eru ikki býltari enn Dimma sjálv. Hví vendi hon ikki kápuni fyrr? Øklaknútir Tøkk fyri yávuna Føroyingar á Fjóni, saml- aðir til ólavsøkufund í Gra- sten á Thurø, senda feløg- unum í Føroyum góða løkk fyri tubbakki, vit hava fingið. Tað kom sera væl við. Blíðar heilsur frá Føroyingum á Fjóni og á Ærø Førojra Forngripafelag hevur aðalfund 10. okt. kl. 15 á Føroya Amts Bókasavni við hesari dagsskrá: 1. Frágreiðing frá yrki felagsins. f 2. Roknskapur. 3. Ymist. Genta, ið ætlar sær á handilsskúla í Havn ynskir eitl lsett pláss fyrrapart av degi. Prentsmiðjan v. á. DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30.

x

Tímin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.