Tímin - 13.09.1945, Qupperneq 3
Kr. 36. 3. árg.
TIMIN
13. september 1945.
Avreiðingin misejdnaðist
Einki sterlingpund, sum er vunnið av Før-
oyingum í bardagatíðini fer úr Bretlandi
fyri fyrst til aðrar enn Føroyingar
Føroyski - bretski sáttmálin av
27. mars 1941 stendnr við makt
Tað vóru glómur t teimum
13 á Løgtingi, tá ið teir frætlu
orðaljóðið av tí telegrammi,
sum endiliga 4. sept. bar svarið
frá bretsku ríkisstjórnini til
áheitanina frá amtinum, styðjað
av donsku ríkisstjórn og teim
13 trúgvu tænarunum á tingi
og telefonstjóranum sum 14da
manni.
Kortanei til at lata tey av
Føroyingum vunnu pundini
upp í hendurnar á Dønum.
Koitanei til at lata danskar
peningaseðlar galda f Føroyum.
Kortanei til at loyva at flyta
pening úr Danmark til Føroya
og úr Føroyum til Danmarkar.
Men um vit endaliga vilja seta
føroyskt pundsvirði javnt við
danskt, so tit um tað, sigur
Bretland, og heldur fram: »Okk-
ara sáttmáli við Føroyar er ikki
uppsagdur og stendur við rnakt,
og Føroyar eru eftir sáttmála
við Danmark undantiknar tí
dansk-bretska sáttmálanum.«
Har stóðu teir sum Kánus.
Verst var skilið á lelefonstøðini.
Ein maður fall í óvit. Hevði
hann ikki skrivað sama dag, tað
sum nú var í prenting til at
lesa í Tingakrossi, Føroya fyrr-
verandi sjálvslýrisblað: »atundir
størri viðurskiftum enn her lala
menn altíð teir serkønu taka
sær av peningagerðunum, tað er
ikki nakað, sum fólk yvirhøvur
hevur skil á.« Og so kemur
Bretlanđ og undirkennir hann
sum serfrøðing í peningamálum,
hann sum sjónligt fyri øllum
Føroyingum hevur haft infla-
tión á heilanum í 5 árl Bumsl
Á Løgtingi kom alt upp í ein
hurlivasa. Hvat var nú at gera?
Danir fáa eingi pund. Munna
teir so fara at halda sílt lyfti
um at veita styrk uppá 3 kr.
fyri hvørt bundið sterligpund?
Um nú A.T. hevur millum 1700
og 1800 slerlingpund, lað verður
ein vinningur uppá 51000 og
54000 kr. Tað er vert at taka
við. Lat so onkun annan tapa.
Fiskaprísurin má falla. Tað
gongur ikki. So fáa vit útróðrar-
mannin ímóti okkum. Á, skitt,
vit geva studning, 15% 01 n)'8gj"
árs. Vøruprísirnir falla. Lønir-
nar falla. Tað skuldi helst ikki
verið. Hvussu skulu vit greiða
hesa flølcju? Út unđir luanan
at køla høvdið. So kemur úrs-
litið, kunngjørt í Føroya Social-
demokrati 8. sept.:
TingiÓ hevur samtykt:
1) at útróðrabátafiskur skal ikki
fara niður til (?) nýggjár,
2) at gjalda 15 % av tí, ið goldið
verður lítróðramonnum fyri
fisk í tíðini til nýttár,
3) at seta allar vøruhandilsins
vørur 15 % niður heinan
vegin,
4) atáleggja prísansingarráðnum
skjótast gjørligt at gera tað
sama yvir fyri øðrum vørum,
5) at ávarpa (?) heilsølumonn-
unum al gera lað sama sum
vøruhandilin.
Hetta virkar longu:
Vøruprísurnir eru farnir niður
beinan vegin. Eftir teimum prís-
lækkingum, sum kuungjørdar
vóru longu ígjár, fert tú ikki
nógv skeivur, um tú gitar, al
prístalið 1. oldober fer at vera
o. u. 200. Lønirnar lækka so
samsvarandi. í næstseinasta So-
cialđemokrati uggar P. M. Dam
í fiskimannalíki við, at nú verð-
ur hópurin av arbeiði, meir
enn hevur verið. Hevði tað
verið so væl.
Golt er, at prísirnir lækka, so
livikoslnaðurin verður minni,
serliga hjá honum, ið einki
vinnur. Men spurningurin er,
um landið sum lieild ikki tapir
við at prísirnir verða rendir
kunstiga niður. Tí fyri at fáa
teir niður hava sambandsmenn
og javnaðarmenn 1) bundið
Løgtingið til at veila stóran
studning til útróðurin, 2) áførl
Landshandlinum eilt tap fyri-
bils upp á 200—250.000 kr., 3)
áført heilsølumonnum stórl tap.
Hesin peningur hvørvur hurtur
úr vinnulívi okkara, ogfyri punkt
1) og 2) má hann verða tikin
inn aftur við nýggjum skatti.
Altso her verður givið við aðrari
hondini og tikið aflur við hinari.
Landshandilin má nú selja
summar av teim vørum, hann
hevur fingið seinast heim, við
munandi tapi.
Tað eydnaðist ikki sambands-
samgonguni at fáa øll pundini
yvir til Danmarkar. Nú tykist
hon at vilja gera skattabyrðir-
nar so slórar, at tær skulu forða
fólki at hugsa um sjálvstýri.
Tann sterka »krónan« skuldi
ført lægri slcatt vió sær og ikki
hægri. Ætlanin er skillig: Vit
skulu bindasl niður lil at vera
somu neyðardýrini, vit vóru fyri
kríggið. Og so fáa ein studn-
ingsbita frá Danmark tveittan
av og á.
Rikard Long
Rættarpnjđ i Danmark
Seinastu dagarnar hava nógvir
embætismenn verið fyri rælli-
num í Danmark, illgrunaðir fyri
at. bava verið nazisinnaðir í
kríggstíðini.
í fyrradagin var soleiðis politi-
meistarin í Svendborg Krarup
klagaður fyri naziatburð. Hin
almenni klagarin kravdi politi-
meistaran dømdan til al missa
embætið og verða frákoyrdan
uttan eftirløn, tí at hann hevði
talað nazistiskt við politistarnar
og harumframt hevði hann givið
10 krónur til tey eftirsitandi hjá
einum fallnum nazisti.
Vitnini prógvaðu øll somul,
at politimeislarin ongantíð hevði
roynt at ávirka nakran við nazi-
tosið, ei heldur visti nakar nakað
ilt at siga um hann. Verjarin
segði, at øll klagan móti politi-
meistaranum var ógrundað, og
at tær 10 krónurnar vóru givnar
av góðum hjartalag til fólk, ið
vóru í neyð.
Sakin fór síðan til dóms, og
verður hann áhugaverdur, tí
hetta er fyrsta sakin av mongum
og verður hon fyridømi fyri tær
komandi av sama slag.
Ein maður sum hevði lisið 5
fyridrøg í radio fyri týskararnar,
fekk 3 ára fongsul.
Fer Ongland á húsagang?
P. M. Dam stúrir fyri tí
í seinasla Sociali er Dam farin
al ræða fólk við eingilska pund-
inum, hvørs virói hann heldur,
nær sum helst kann hvørva
»som Dug for Solen«, eins og
Fraklands frankur og Týsklands
markur aftaná hitl kríggið.
Hesar ringu vónir tykist bann,
merkiligt nokk, nú fyrstani hava
fingið, tá hansara partamenn
hava fingið ræðið í Onglandi.
Haraflurímóti heldur hann
tað vera ein sjálvfylgja at vit
eiga at taka danska krónu, sum
okkara pening^ tí hon er væl so
mikið tryggari. Men hvaðan
danska krónan, sum jú skal
heimta megi sína frá útflutningi
til Onglands, skal fáa líkindi til
al vera álitispeningur, hevur
Dam í skundinum gloyml at
siga frá.
Det gaar tilbage
Gamla Dimmasum ikki plagar
at hava ilt við at vinda burtur
úr sær, hevur í gjár hálvan-
annan teig um Óla Onghamar,
har hon greiðir frá at liann fór
oman í fjøruna í dimmalætting
at hjálpa sær sjálvum.men girdi
ilcki upp um seg aftur fyrr enn
liðió var út á dagin.
Fyri at ÓIi ikki skal vera í
vanda fyri at fáa lungabruna av
at sita so leingi berur, leggi eg
honum tey ráð at fara inn á
apotekið og keypa sær nakrar
spónar av amerikanskari olju.
Tað vil lcanska eisini bøta
um hansara »mentala tilstand«.
Knátaøkil
Atombumban aftur
Onglendingum dámar illa al
U. S. A. skal hava einarætt til
at gera Alombumbur. Teir frykta
fyri at Amerikanarar skulu tako
ræðió í allari verðini, helst tí
al Amerika sigur seg vilja taka
tey pláss í Kyrrahavinum, sum
teir hava brúk fvri. Úr U. S. A.
frættist, at teir nú kunna hava
atombumbur við hangarskipum,
og haóani lata flogfør bera tær
á mál.
\
Nú er ovseint!
Dimma grælur so sárliga
leygardagin um verðsins ónd-
skap og tekur so til:
»Den britiske Foragt for dem,
som efler at Storbritannien havde
sikret sig Sejren, blev overfaldet
af Kærlighed og Hengivenhed
og Opofrelse til dette Land, er
stor.«
Ja, tað mundi meg líða, Ong-
lendingar eru ikki býltari enn
Dimma sjálv. Hví vendi hon
ikki kápuni fyrr?
Øklaknútir
Tøkk fyri yávuna
Føroyingar á Fjóni, saml-
aðir til ólavsøkufund í Gra-
sten á Thurø, senda feløg-
unum í Føroyum góða løkk
fyri tubbakki, vit hava fingið.
Tað kom sera væl við.
Blíðar heilsur frá
Føroyingum á Fjóni og á Ærø
Førojra Forngripafelag
hevur aðalfund 10. okt. kl. 15
á Føroya Amts Bókasavni við
hesari dagsskrá:
1. Frágreiðing frá yrki
felagsins. f
2. Roknskapur.
3. Ymist.
Genta,
ið ætlar sær á handilsskúla í
Havn ynskir eitl lsett pláss
fyrrapart av degi.
Prentsmiðjan v. á.
DYNAMITT
og annað spreingievni.
C. C. JOHANSEN,
Tórshavn — telf. 30.