Tímin


Tímin - 15.02.1946, Blaðsíða 4

Tímin - 15.02.1946, Blaðsíða 4
Nr. 7. 4. árg. TIMIN 15. februar 1946 ftróttarungdómur... (Framhald frá 2. síðu) meir vælkomin eru lit. — Passar tað tykkum ikki, so íðkið hand- bólt í Neislanum, ella takið sum skjólast í brúk slóru barakkina, býráðið hevur lóvað tykkum, ella takið tykkum saman og rennið ein lúr niðan á Ternu- rygg tvær feróir um vikuna. — Oman aftur komnir fara tit inn í baðstovuna og taka tykkum heitt og kalt bað — liava tit fyrst gjørt hetta eina ferð, brell- ast tit eftir meir. Sigið mær frá, og eg skal koma við tykkum. Vit eiga øll í felag, ung og gomul, lærarir, býráð, løgting og ikki minst okkara bløð, at bera tað so í band, at ítróltar- lívið verður ein fólkarørsla, eins og hon er lað í grannalondum okkara. — Um degini sá eg mynd av íslendskum gentum, sum ruddaðu sær leikvøll til hondbólt. Tað hevur okkara ungdómur óivað eisini gjørt her og har av eintingum, men vit eiga at gera meira enn. Ung- dómurin má sjálvur ganga á odda og sýna, at tað er mergur og vilji í bonum. So kann eg ikki trúgva annað enn, at sam- felagið kemur við einari hjálp- andi hond. Løgtingið veitir ítrótt- inum 50.000 kr. um árið. Havnar Itróttarráð, ið saman- kallað hevur til henda fund, arbeiðir við stórum projekti yvir leikvøllar í Gundadali. Uppgávan er so stór og so góð, at vit mugu øll koma teimum til hjálpar á ymiskan hátt. Var rætti ítróttarandin gingin okkum í blóðið, søgdu vit: Heit á okk- um og vit skulu hjálpa, hvat vit kunna. Hesin teknar seg fyri at arbeiða ókeypis í 3 dagar, hasin teknar seg fyri 6 dagar. Genlur og đreingir á teimum ymisku arbeiðisplássum siga til arbeiðs- gevara teirra: tak eina krónu burtur av okkara vikuløn og set hana í ílróltargrunnin. Tit merkja tað ikki, men tá saman um kemur, er grunnurin vaksin við fleiri lúsund krónum o. s. fr. ítróttarmentan — lyndisávirkan. Mangir kappleikir eru her hjá okkum farnir fram gjøgnum líð- ina, sum betri vóru óspældir. vegna tess at bæði leikarar og áskoðarar hava sýnt eina ítrótt- armentan, sum liggur lægri enn tann, ið ikki'hevur sæð, kann trúgva. Her skal ikki takast upp dømi. Nógvir vakrir dystir eru eisini leikaðir. Til hetta óskil er at siga, at eftir míni hugsan er ein høvuðsatvoldin tann, at alt ov ringir dómarir eru nýttir, og fyrr enn f. S. F. hevur loyst dómaraspurningin batnar ung- fólki ikki á hesum øki. Eitt stórt gramt trøll hevur nú eina ferð sett sínar herviligu klør í okkara fólkasál. Har rívur og slítur tað í okkum og sígur mergin úr okkurn, tað eitur klandrið, og taó má fyri alt í verðini rekast út av leikvøll- inum, tí júst har skal tann andin nørast, ið verða skal klandrinum at bana. Teir ymisku ílróttir hava ikki allir somu ávirkan á manna- lyndið. í Onglandi — tað lanđ, ið hevur ta hægstu ítróttar- menlan — hava skúlarnir at kalla ongan ans fyri øðrum ítróttum enn teim, har eitt lið kappast við annað — har mill- um fótbólt — tí henda kapping er tann best hóskandi til ávirkan og uppaling av mannalyndinum lil dygđir, ið koma skulu fyrst einstaklinginum og síðan sam- felagnum lil góðar. Einhvør lærari, ið tekur upp- alingarstarv sílt í álvara og hev- ur evni á hesum øki, veit, at tá óvitar íðka ítrótt, er tað, og skal tað vera spælni. Men samstundis rekur hann hetta spælni á slík- an hátt, at tað verður honum eitt av teim ílastu uppalingar- amboðum, uttan at óvitarnir geva sær far um tað. Teir fáa at vila: 1. At eitt bóltlið er eitt pinka- lítið samfelag, har hvør ein- asti leikari hevur sína serligu uppgávu í felagsuppbygging- arstarvinum, og at aóalnevn- arin fyri fyri øllum teimum u))pgávum, ið álagdar verða leikararnar, heitir samvinna og aftur samvinna. 2. At akta minsla vink hædd- man nsins. 3. At teir mugu temja lyndi teirra til at leika fyri seg sjálvan. 4. At tann besti leikarin er hann, ið megnar at gera spælið lættari fyri partamtnn sinar. 5. At ein rættur ítróttarmaður er væl fagnaður bæði á leik- vøllum og í mannfelaginum. Vegna tess lyndiseyðkenni hansara eru: 1. Hann er orðhildin og álít- andi og møtir til dyst eins og á sínum arheiðsplássið í góðari tíð. 2. Viðvíkjandi venjing og hvíld býr hann seg út sum best til hvønn einasla dy'st og eirir seg ikki. 3. Hann er ligandi og høviskur í sínari ferð og reksar ikki upp umberingar, tá hann hevur tapt, men viðgongur mótpartsins dugnaskap. 4. Hann sigur eins og Eingilsk- menn: tapi og vinni við sami sinni. 5. Hann lagar seg iklci hert eftir leim skrivaðu, men eisini eftir teim óskrivaðu lógregl- um. 6. Hann eigur muru til at stríð- ast líka so manniliga,tá liann stendur til tap, sum lá hann er vió yvirlutan. Tað kunđi borið á, at ein og annar setti høvdið fyri seg og helt, eg eri ov alfinningarsamur og kannska ov bondskur. Hartil er at siga, al eingin skuldi verið fegnari enn eg, um rætli ítrótt- arandin hevði størri tak í okk- ara ungdómi, enn eg her vil vera við, og væl ber lil hjá ung- dóminum at reka meg aflur, tí enn er ikki ov seint at taka í brúk tað sindrið vit eiga og búgva seg út sum best til summarið. Martin Holm Vit kunna lata kjøt, flesk, pylsur og konserves 5. HOULBERG A.S Kødbyen — København UMBOÐ: OTTO JACOBSEN, Vestmanna, tlf. 21 & 41 KEYPIÐ motorin har tygum ætla at SELJA fiskin 120 - 160 — 200 - 240 hk. JENS AV REYNI TELF. 259 TRVflOINGARSAMBANDID FØROTAR Føroya Kríggstrvgging .. Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging .. - 372 Føroya Brunatrygging .. - 372 Føroya Vanlukkutrygging... Vit tryggja " bátar, skip, vørur, liús, innbugv, bilar o. a. .. - 221 Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Hava tygum KJØT til sølu av einum hvørjum slag; vit keypa altíð kjøt til hægsta dagsprís. Iíontant avgreiðsla. P.f Karl Fr. Johansen, telf. 131. Føroyskt mapgarin VITA No. 1 er gjørt úr besta ráevni Spyr eftir CHERRY BLOSSOM’S skó-creme MÁLING Oljirivið grønt — brúnt — reytt — svart — málarfernis oljuklæðsfernis — reyð og grøn jarnmáling — bolnmáling til jarn- og træskip. I heilsøln hjá N. S. fohannessens Eftf. Tlf. 192

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.