Tímin


Tímin - 11.04.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 11.04.1946, Blaðsíða 3
Nr. 15. 4. árg. TIMIN 11. aprfl 1946 „Nær knnna vit aftur senda nll til Danmarkar at spinna?“ í Føroyalíðindi nr. 14 stendur lietta marghátiliga neyðarróp við einum X undir. Orsøkin er ein grein í danska Korshærbladet, har sagt verður frá, at tey 2500 kilo av ull, sum føroyingar góvu Danmark í fjør, kostaðu 10.000 kr. al virka til tógv. Hesin prísur, 2 kr. pundið, færX til at síggja, at ikki verður stýrislagið gott Iier á landi, fyrr- enn vit hava fmgið spunnið okkara ull í Danmark, tt sum nú er, er prísurin fyri spinning 2—3-dupultur lier ; haraflral liggja spinnaríini inni vió so nógvari ull, at ein má bíða ára- vís eftir henni. Av liesum skilið heldur X, at nóg mikil grund er til at læa al teimum dárum, sum tosa um Føroyar sum land. At prísirnir fyri spinning eru høgir, mátti X ikki funnisl so nógv at, tí hella ger jú tað, at hann fær fleirđupultan prts fyri eilt virkað plagg, afturímóli fyrr, so hann hevur ongan miss av tí. Al spinnaríini hava ovnógv al gera, kemur av tí, al X og aðrir hava ikki torað at. selt pening í fleiri ullvirkir, sum vil liava havt brúk fyri, so ut ikki hevði verið neyðugt at senda ullina út av landinum til virk- ingar, og harvið taka arbeiðið frá okkara landsmonnum. Eilt annað dømi um Xs borg- aravirði eru hesi orð: »Og nú gleði eg meg til al kunna senda ull til Danmarkar . . .«, so al tað sindri av arbeiði ikki skal stimbra okkara egna land, men koma fremmandum til góðar, bert hann kann vinna nakrar krónur av tí. Eini ráð kunna vit leggja X, tey eru.at Iiann sendir seg sjálv- an avstað saman við ullini og ikki kemur aftur. Tó ikki er at rokna við, at hann verður leiugi lilfriðs við stýrið í sínum kæra Danmark, tí óivað er ullin nógv bíligari at spinna aðrastaðni enn har í løtuni. Fiskasøla Skálaues 4300, Vesturleiki 970, Vióoy2600, Vestursøki 630, Vest- urvarði 6.344, Tórfinnur 5300, Havfrúgvin 3300, Hanna 1800, Ribeiro 1.634, Docea 2800, Polo 3500, Albert 2700, Álaker 3.350 (bátafisk), Svínoy 2400, Keldan 1.437, Kittywake 2800, Jolianna 2000, Stanley 1300, Ørvur 760. Ur Norðsjónum: Egholm 550, Galvur 250, Oddur 700, Alvi 500, Vón 1900. Persónvognur Hotel Djurhuus hitt fasla savningarstað hjá ferðafólki í Havn hevur nú eisini tikið til nýtslu nýggju húsini f Tróndargøtu, sum geva ferða- fólki alla núlímans viðferð. Bað og W. C. er ein sjálvfylgja. Malur fæst allan dagin. — Alt til sámiligar prísir. MORTAN SIMONSEN, telf. 62 Nýtt hotel Sum nevnl f okkara býráðs- tíðindum er eitt partafelag í umbúna, sum ætlar at byggja eitt stórt nútímans holel í Havn; ætlandi eini 40—50 rúm á stødd. Grund var umbiðin á frúutrøð, men lá býráðið longu hevði gjørt byggiællan fyri hetta økið, royndi tað at fáa grund á Glas- heyggi frá búnaðarráðnum ístaó- in, men her var eisini grundiu ætlað til annað. Skipasambandið við útheimin fer nú skjótt at vera sum undan krígnum. Drottningin kom mánadagin, Barjama úr Leilh er í sjónum, Tjaldrið fer úr København leyg- ardagin og Viima úr Fleetwood týsdagin. Nýtt verjuskip Undau krígnum vóru donsk verjuskip gestir her við lanđið, og frøddu ley mangt genlu- hjarta. Núsiga donsk bløð, atfregattin Thetis, sum keypt er úr Ong- landi, slcal vera verjuskip her við landið frá 3. mai til 20. november í ár. Heimdal kom sunnudagin á Havuina, og vóru teir í eingilsk- dansi mánakvøldið. Síðan fóru teir lil Grønlands til at vera verjuskip har. Landskapping I fimleiki var í Iílakksvík sunnuđagin millum Havnar Fimleikarfelag og Klakksvíkar Fimleikarfelag. Úrslilið varð, at bæði liðini úr Havn vunnu: Konufólkalið H. F.s fekk 57 puntar og K. F.s 36. Mannfólk- ini úr Havn fingu 61 Vs puntar og Klakksvíkingar 47 l/í,- Trolararnir Leivur Øssurson kom á Tvør- oyri mánakvøldið við 4000 kurv- uiii úr íslandi; hann segði frá nógvum fiski, men ringum veðri. Stella Argus, Urd og Norðbúgvin eru enn f íslandi. Vesturvarði, ið hevur reinska ketil á Sør- vági, er nú klárur al fara til Islands. Tórflnnur kom í gjár- kvøldi úr Onglandi. Danskt flúovnsamband við Grønland Oslo radio segði í gjár, at danska flogfelagið ællar at liava fasta flúgving millum Køben- havn og Julianehaub í summar. Ferðin ætlasl al vara 16 tímar og gongur knnska um Reykjavík. Hjúlp til U.N.R.R.A Á fundinum í London, sum skal skipa fyri mathýlinum í Europa, hava Noreg, Danmark og Portu- gal lovað U.N.R.R.A at selja fisk til tey svøltanđi londini. Svøríki lieviir eisini boðið 20.000 tuunir av sild frá sær. Atommegin til friðarbrúks Úr Amerika frættist, al teir byggja nú tað fyrsta kraftverkið, sum skal brúka atommegina til al dríva maskinir við. Um eitt ár halda teir verkið vera liðugt, og tá verður skjólt, at verk av hesum slag kunna setast upp um alla verðina. Val i Japan í gjár var val í Japan, og var so stór luttøka sum ongantíð fyrr, tó vóru ilcki meira enn 60 pct. á vali. Hetta er høgt tal, lí valhugurin plagar ikki at vera so stórur hjá japanarunum. Við helta val fingu kontifólkini fyrstu ferð valrælt. tslendskt skip Ebba merkt til Reykjavíkar, he- vur ligið á Havnini nakrardagar, fyri veður. Tað er ein skonnart o. u. 150 lons slór, á veg‘ úr Svøríki til íslands vió viðafarmi. Hon koslaði 60.000 kr. við goml- um molori, men var nú eilt sindur umvæld og hevói fingið nýggjan motor. Fleiri nýggir snurriváðsbátar, bygdir i Svøríki, vóru inni á Havnini í gjár á veg til íslands. Danskir rithøvundar Dansk Forfatlerforening hevur fyri korlum hildið rættargongd til at kanna limanna atburð í hersetingartíðini. Úrslitið varð, at 13 limir vórðu útkoyrdnr úr felagnum, tí at teir høvdu havt lyndi til landasvik í roynd og veru. Teir 14 eru: Svend Fleuron, .1. Bech Nygaard, Aage Jørgen- sen, Poul G. Ernsl, Niels Meyn, Thorkil Barfod, Xenius Rostock, Karl Einarsson, Minna Wester- gaard og Ingvald Lieberkind. Harumframt høvdu 3 melda seg út, sum eisini skuldu koyrast út: Yaldemar Rørdam, Edvard Nielsen-Stevns og Sara Nielsen Stevns. F'yribils útkoyrdir eru K. J. Almquist, J. Anker Poul- sen, Anders Thuborg og Niels Anesen. Fyri almennum rætti eru í løtnni Haruld Bergstedt, Svend Borberg, Erling Bache og Knud Nordentoft. Millum hesi nøvn eru teir størstu donsku høvundar, sum undan krígnum gjørdu Danmark víða kent. Donsk bløð siga frá einum kendum lækna, at meginparturin av teimum núverandi landa- svíkjarum eru andaliga van- skaplir. Finskir ofjiserar fingu fyri nøkrum mánaðum síðan boð frá ríkisstjórnini um at siga seg úr lænasluni. Teir vóru einir 40 í tali, sum Russunum ikki đámdu, og lí máttu fara, men6avteimum noktaðu, teirra millum vóru 2 generalar. Nú skal stjórnin taka til umrøðu, hvat, ið skal gerast við hesar treisku menn. Sjálvur høvuðsmaóurin fyri finska flotanum hevur flngið feriu. Bnmbino ú Heløolandf Onglendingar fara nú í holt við at oyða allar lær týsku kavbáta- goymslurnar á Helgolandi. Sam- líðis skulu leir royna ymis sløg av sterkum bumbum m. a. eina sum vegar 11 lons. Eisini skulu teir nýta fyri fyrstu ferð raketbumbur, sum vega 2l/a tons. Teir hava boðið Amerikanar- unum við, og teir senda 10 risa- flogfør, sum eisini skulu royna nýggjar bumbur. DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30. Lastbilkoyring telf. 457.455

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.