Tímin


Tímin - 23.05.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 23.05.1946, Blaðsíða 2
Nr. 21. 4. árg. TIMIN 23. mai 1946 <Ll t ttt i tt I Nr:21J j Hósdagin 23. mai 1946. Útgevari: Havnar Frambnrðsfelag. Ábyrgđarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm á forsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Veidiføpini I'ann sum ger seg Uunnigan vió Løglingslíðindi frá leim sein- aslu 15 árum, sær eitt mál ganga aftur ár undan ári, vindandi uppá seg sum árini líða: endur- nýggjanin av skipaflotanum. Fyri bardagan var tað átroðk- andi neyðugt at finna vegir til at fáa nútíðarhóskandi før í staðin fyri tey nógvu gomlu og illa úlgjørdu, smáu skipini, sum illa hóskaðu til sallfiskavinnu, sum tá var uppstøða og niður- løga í føroyskum vinnulívi. So kom bardagatíðin, lá ið hvørt far var nýtiligt, gullið fløddi inn men ikki ókeypis: tá ið avfjaraði, var fjórða hvørt farið burturtýnt og mangt dýrmett mannalív viðteimum. Nú var ueyðin lann sum skjótast og besl al fáa nýlilig skip fyri tey, ið mist vóru, og síðan nýggj afturat til tað fólkið, sum má ganga farleyst, tí hæði er fólkatalió økt, skipatalið fæk- kað og færri manns enn áður við tlestum skipum. A Løgtingi vóru allir flokkar samdir um, at skip, nútíma veiði- før, máltu verða útvegað bæói skjólt og hrátt, og at heldur mátti verða givið meiri fyri tey, berl tey fingust (illandiðsum skjótast. Hvussu hevur so eydnast at end- urnýggja veiðifaraflolan ? Eitt ár er nú umliðið síóan friðardagin, og hesa tíðina er okkara fiski- farafloti broyttur til muns, so- leiðis sum hetta yvirlit yvir før, ið komin eru higar av nýggjum ella sum eru at kalla heilt um- hygd, prógvar: Trolarar Fyri bardagan Nýkeypt Suðuroy 1 4 Sandoy 0 1 Vágar 1 2 Norðstreymoy 0 0 Suðurstreymoy 2 4 Eysluroy 0 2 Norðuroyggjar 1 2 5 15 Smærri trolskip (o. u. 100 t.) Umbygd Nýkeypt Suóuroy 6 1 Sandoy 0 0 Vágar 0 4 Norðstreymoy 2 1 Suðurslreymoy 2 0 Eysturoy 5 1 Norðuroyggjar 3 0 18 7 Snurriváðsfør Suðuroy 2 7 Sandoy 0 1 Vágar 0 1 Norðslreymoy 1 2 Suðurslreymoy 2 7 Eysturoy 0 3 Norðuroyggjar 0 1 5 22 Framstigið er stórt. Vit høvdu fyri bardagan 10 trolarar. Tá ið bardagin hæsaði av, vóru 5 eftir. Nú eru 15 keyptir aftrat, hóast ikki allir eru heimkomnir, ann- aðhvørl teir slanda á barka- slokki (3 stórir) ella teir eru til umvælingar. Um alt gongur væl, kunna vit rokna við, at í ár verða fleiri trolarar keyptir, so okkara trolarafloti um árslok verður munandi støiri enn teir, vit nú kunna telja. Vit høvdu í bardagatíðini í Føroyum 2 minni trolskip, um 100 lons. Nú eru 18 umbygd og 7 nýkeypt, allso ein fram- munur uppá 25 skip, útbúgvin til nútíma veiði. Vil høvdu eini fimm snurriváðsfør, vit hava fingið 22 nýggj, umframt fleiri, sum eru á barkastokki í Dan- mark. Hvussu henda veiðan fer at eydnast, er enn ikki gott at siga. Fáa vit somu sølullkindi í Brellandi, sum vit hava hafl hesi seinastu árini, er ikki so mikið at stúra fyri, men um so verður, at stongt verður fyri hesum førum har, verður ikki so væl vorðið, tí illa hóska ley til aðra veiði, ið hvussu er tey flestu. Rokna vit, at hesir nýkeyptu trolarar kosta um leið 500.000 kr. hvør, teir 3 nýbyggingarnir undantiknir, verða til hesi 15 skip brúktar 8 milliónir av krónum. Tey 18 umbygdu skipiui kunna verða selt til 150.000 kr. fyri hvørt, altso til samans 2.700.000 kr. Rokna vit fyri tey 22 snurri- váðsførini 160.000 kr. uppá hvørl, sum ikki er ov lágt setl, verða her 3.500.000—4.000.000 kr. Tey sje)' nýggju trolførini 250.000 kr. hvørl kosta 1.750.000 kr. tilsam- ans. Umframt 3 skonnartir uppá o. u. 500 tons, fyri o. u. 300.000 kr. hvør, altso knøpp millión. Tilsamans veróur hetta ein keypipeningur uppá 17 til 18 milliónir. Og nú kemur tað, sum mátti fingið hjartað at orna í hvørjum Føroyingi, allur hesin peningur er útvegaður úr Føroyum. Vinnulánsgrunnurin, t. v. s. Føroyaland, hevur veitt 5.600.000 kr., sumt við láni úr sparikøssum og bankum, reslin av keypspeninginum hava bank- arnir og keypararnir sjálvir latið. Hesi skip eru at kalla øll komin ella koma lil landið utt- an eitt oyra í stuðul úr Dan- mark. Til tey førini, sum enn standa á barkastokki í Dan- mark vil danski »F'iskeribanken« lata lán og studning, verður sagt. Umframt verður boðið okkum úr Danmark tey 8 80 tonsa skipini og 14 30 tonsa skipini, sum A.S Færøske Fiske- skibe har letur byggja og til hesi frálíka væl bygdu og við øllum høgindum útbúnu skip, sum munandi økja um okkara flota av nútímans veiðiførum, er byggipeningurin fyri størsta partin fingin til vegar í Dan- mark. Tann føroyski keyparin skal sjálvur útvega 15 pct., fyri øll skipini tilsamans 660.000 kr., og Vinnulánsgrunnurin skal taka ábyrgdina fyri tey seinastu 20pcl. av lánipeninginum 880.000 kr. Sama pening (20 pct.) letur staturin sum studning, so hesi skipini, so væl bygd og úlgjørd sum neyvan nøkur onnur av somu slødd, verða uppá seg væl bíligari, enn nógv av teimum brúktu, hóast herl fá ára gomlu skipini, sum í ár eru keypl úr Danmark. Vit eru komin væl á leið at útvega okkum veiðifør. Enn lør- varokkum ísvirkir, frystingarhús og fiskavirkingarhús o. t. uppi á landi. Og so tað, sunl er grundin undir øllum: góð sølulíkindir. Um fey svíkja, tá er tann góði reiðskapurin til onga nýttu. Pen- ing til virkini á landi vóna vit at luinna fáa til láns í úllandinum, soleiðis sum samtykt varð á seinasta tingi, at royna í Bret- landi. Sølulíkindini mugu vit royna at kanna so gjølla sum møguliga, og fara fram soleiðis, at vit einki gera til al styggja teir frá okkum.sum hava roynsl okkum hollir. Og so lað, sum er tað mesl umráðanđi, líta á okkum sjálvar sum mest, og stimbrasl av hvørjum føroyskum framtaki og ikki kódna í øvund og klandri. Rikard Long 60 ár I dag fyllir Oliver Øster, keyp- maóur á Eiói 60 ár. Nær kertiur annað skil á? Víða hvar í londunum, har kríggið hevur herjað, her ikki altíð so væl til at byggja upp- aflur tað, sum sorlað er. Men her heirna, hvar vil sluppu tol- uliga væl undan skaóa uppi á landi, sýnist vera komin ein andi, sum mest hugsar um at hróta niður taó, sum heilt er. Hygg al skansa Magnus Ileina- sonar: lær tvær stóru kanónir- nar — gávan frá Bretum — tykj- ast bert vera leikir hjá fjákutum ungfólki, sum kvøld eflir kvøld gartera har, og oyðileggja frá hond; fýrurin fær nóg illa frið, fiag og girðingar verða rivin upp. Hvar er ábyrgdin? Hvar er politiið? (Er skansin kanska herl til fyri at hava eilt danskt splitlfiagg á?) Okkara býráð vildi ivaleyst einki liavt ímóti at lærarar úr kommunuskúlanum (og hinir skúlarnir, í sínum lagi, hava væl einki ímóli tí) fóru við hørnun- um í søgulímanum yviráskansa og greiddu frá søgu hansara. (Al børnunum tørvar harðliga eitt spælipláss her í býnum, eigur hýráðið eisini at minnast til.) Tað vildi kanska givið ungfólki kærleika og vii'ðing fyri forn- minnum. Borgari Behendtgørelse fra D. F. D. S. Ekspedition Passagerer som er indtegnet til Rejse med M.S »Dronning Alexandrine« i Sommermaanederne bedes hemærke følgende Ændringer i de forventelige Afgange: Rejserne fra Thorshavn til København : 27. Maj rykkes frem lil 26. Maj. 17. Juni rykkes frem til 15. Juni. I Juli Maaned bliver hegge Rejser forandret saaledes: Afgang fra Thorshavn lil Køhenhavn ca. 1. Juli. — - — - — ca. 19. Juli. I August Maaned forandres Afgangene som følger: Afgang fra Thorshavn lii Køhenhavn ca. 5. AutjUSt. — - — - — ca. 23. August, medens Rejsen 9. Seplember er uforandret. Af Hensyn til Forskydningerne i Afgangene i Juli og August Maaned anmodes alle indlegnede Passagerer, haade de hvem Plads er reserveret og de paa Venteliste opførte, om omgaaende at indsende skriftlig fornyet Anmeldelse, der klart angiver hvilken Rejse der ønskes Billet til. Bekræftelsesanmeldelsen maa være os i Hænde inden 1. Juni. For Rejserne 26. Maj og 15. .Tuni, heliøves ikke fornyet Anmeldelse. Thorshavn, den 20. Maj 1946. Det Forenede Dampskibs-Selskabs Expedition i Thorshavn

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.