Tímin


Tímin - 23.05.1946, Blaðsíða 4

Tímin - 23.05.1946, Blaðsíða 4
Nr. 21. 4. árg. TIMIN 23. mai 1946 Danmark og Tískland Danski nasionalbankin hevur fyri kortnm sent út ársfrágreið- iug fyri 1945, og síggjast har tey øgiligu tøl, ið hankiu eigir hjá Týsklandi. Tá ið kríggið endaði, átti bankin lijá Týsklandi 7900 milli- ónir krónir. Harav vóru reinar kríggsútreiðslur 5000 milliónir, meðan 2900 milliónir eru yvir- skot av clearingini. Á clearing- konlo hevui' nasjonalbankin krfggsárini goldið út 6963 mill. kr. og fingið inn 3980 mill. Av hesum eru 5999 milliónir fyri vørur, sum Týskland hevur keypl úr Danmark og 3786 fyri vørur, sum Danmark hevur keypl úr Týsklandi. Danskir ar- beiðarar í Týsklandi hava sent 218 mill. kr. heim. Av teimum 5000 mill. í kríggs- útreiðslum, hava Týskararnir fingið 2400 mill. í reinum pen- ingi; hesar pengar veit bankin einki um, hvussu leir eru nýttir, meðan 2900 milliónireru goldnar út á checli til danskarar, sum bankin soleiðis hevur greiði á. fir Týsklandi Týskir arkitektar hava gjørt eina stórætlan, til at byggja BerlMi uppaflur eftir. Henda ætlan er góðtikin av russiska yvirvaldinum, og eftir henni skal Berlin um 10 ár verða upp- aftur bygdur við 6 milliónum av fólki; lnisini skulu mest vera »skýskravarir«; tó verðurroknað við at Berlin verður ikki aftur- komin á føtur lil fullnar fyrr enn um 50 ár. 1 rættarsakini í Núrnberg hev- ur Baeder fyrrverandi admir- alur verið fyri. Hann fór heldur illa við eftirmanni sfnum, Do- nitz, sum hann skuldsetti fyri at hava troðkað seg fram. Gðr- ing hell hann lílið um. Baeder hevói í verjuskrivi sfnum prógv fyri at Ongland ætlaði á várið 1940 al taka hæði Noreg og Svøríki. Hesi ællan lievði týska kríggsministeriið fingið fatur á. Onglendingar vildu taka Noreg og Svøríki serliga fyri at fáa fatur á jarminunum har og forða Týsklandi al fáa málm frá teimum. Formaður týska socialista- flokksins lielt røðu í Hamhurg fyrst í vikuni. Har segði hann, at Týskland var atvold í sein- asta kríggi, og tí var einki at siga til, at kríggsídnaðurin skuldi oyðast, men hann vildi so høn- liga biðja teir Sameindu um at fáa loyvi til at byggja týska friðarídnaðin upp aftur, lí tað var einasta leið hjá Tj'sklandi at halda, um teir skuldu sleppa undan hungur og neyð. Á Pa risarfundinum kom Byr- nes við lí uppskotið, at ein nevnd skuldi gera uppskot til endaligan friðarsáttmála við Týskland; henda nevnd skal hava uppskolið liðugt til 15. juni, tá teir slóru skulu hittast aftur. Síðan skal friðarfundurin við Týskland verða 12. novem- ber, tá skal verða avgjørt með alla, hvussu landið skal skipast í framtfðini. Onglendingar og Amerikanarar vilja hava at Týskland skal vera ein fíggjar- lig heild og vilja helst hava eina landssljórn skipaða sum skjót- ast, men Russland og Franka- ríki eru fmóli hesum. Úr Noregi Skanke, sum var undirvísing- arministari hjá Quislingi, varð týsdagin dømdur til deyða. Meðan týskararnir hersettu Noreg gjørdu teir eina dokk í Bogen, har heilt stór skip kundu takasl upp og umvælast. Aftaná kríggið hevur norska stjórnin ætlað at føra hana longur suður til ein størri bý. Nú hava allar sóknirnar á Finn- markini tikið seg saman og við umsókn heitt á ríkissljórnina, at dokkin má verða verandi har hon er, lá tað óivað verður brúk fyri henni seinri, um ikki nú í løtuni. Henda dagin varð eitt nýlt slag av bili roynt í Noreg; hann hevur helti at ganga á, fstaðin fyri hjól, og ætlanin er við hon- um at føra ferðafólk til slík støð, har eingir vegir eru. Royndin fór fram frá gistingar- húsinum á Finse, og bilurin vann vegin fram f øllum góð- um heilt niðan á Hardanger- jøkulin; ló al ferðin var heldur nógv omanaftur, halda teir, sum við vóru, at hesin vognur fer at lætta teim ferðandi mong sporini. 27. mai skulu Norðmenn hava stóran fund í Trondheim, har øll mál viðvíkjandi fiskiskapi skulu umrøðast. Eina mesl skal dentur verða lagdur á al fmna nýggj støð at selja tann nógva fisk, ið kemur á land nú. Vit kunna lata kjøt, flesk, pylsur og konserves 5. HOULBERG ÆS Kødbyen — København UMBOÐ: OTTO JACOBSEN, Vestmanna, tlf. 21 & 41 LANDSPRENTSMIÐJAN TELF. 143 - JðNAS BR0NCKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNINGAR- BRÆVPAPPÍR- KONVOLUTTAR Kvikasta prenting P.t Skála Skipasmiðja Telefon nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sln egna kavara. skipafelagið føroyar telefonir 209 - 171 tórshavn Føroyskt mapgapin VITA No. 1 er gjørt úr besta ráevni TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Kríggstrygging .. Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging .. - 372 Føroya Brunatrygging .. - 372 Føroya Vanlukkutrygging... Vit tryggja bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, bilar o. a. .. - 221 Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Minnist til Barnahjálpina

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.