Tímin


Tímin - 30.05.1946, Blaðsíða 4

Tímin - 30.05.1946, Blaðsíða 4
Nr. 22. 4. árg. TlMfN 30. mai 1946 Russarnir op Vestanmenninir Tað varð klái;t at skilja lijá øllum, sum góvu sær far um tað, at fundurin í Paris mundi vera væl meira ófriðaligur, enn tíðindi søgdu frá í fyrsluni. At mesta ósemjan hevur verið mill- um Russland øðrumegin og Ong- land-Ameriku hinumegin, sigur Molotov frá nú. Hann hevur í røðu mánadagin gjort hvast álop á sínar stall- brøður fyri vestan; har segði hann, at Ongland og Amerika Iøgdu seg í bugtina hvørja ferð eitt uppskot kom frá Russarum á Parisarfundinum, og tí kom eingin greiði á slík mál, sum um marknaðartrqetuna millum Italiu og Yugoslaviu, siglingina á Donau og italsku hjálondini í Afriku. Mololov helt fram, at Vestanveldini týðiliga hygdu upp eina sløðu fulla av illvild móti Russlandi, tó at Russarnir aldri høvdu givið leimum orsøk til illgruna. Tað mátti vera hvørj- um mannsbarni f verðini klárt, at U. S. A. og Onglanđ ætlaðu at leggja á Russland áðrenn langt leið frá, tí høvdu hesi lond bygt sær sterkar krígs- stuðlar um alla verðina; at Russ- land ikki ætlaði at loypa á hinar, sást av lí, at tað eingi slík liltøk hevði gjørt meðan Amerika legði sær eina við al byggja eina sterka kríggsmiðstøð í íslandi. Hann helt al Vestanveldini vístu ringan atburð móti Russlandi, og við hetta lag var ikki nakar varandi friður í eygsjón. Morrison og Churchill Aftaná ferð sína til U. S. A., har hann skuldi fáa amerikan- ararnar til at lata meira av mati til eingilska parlin av Týsklandi, hevur Morrison greill frá í Undirhúsinum um tað úrslit, hann hevði fingið. Hann læt ógviliga væl at, og segði at úr- slilið v’ar betri, enn hann hevði roknað við; amerikanska stjórnin hevði lovað al hjálpa so mikið, at eingilski parturin í Týsldandi skuldi hava somu rasjónir, sum amerikanski. Tá Morrison hevði setl seg niður, reistist Churchill úr sæti og haó Morrison greiða frá við tølum, hvussu stórar nøgdir, ið amerikanararnir høvdu lovað onglendingum. Hertil svaraði Morrison at tað var hvørki neyðugt ella gagnligt at nevna tøl. Churchill svaraði so til aftur, at Morrisons tala var bert agn, og ætlanin við lienni var at villføra fólk. Morrison lovaói al koma seinri við einari gjøllari frágreiðing, sum skuldi klárliga leggja fram fyri fólk hansara virki í Ameriku. Sama dag sum hetta hendi, komu boð úr Washington, sum avsannaði Morrisons frásøgn um hjálp frá U. S. A. Hetta førdi við sær, at Morrison sigur seg ikki vera føran fyri at geva ta lovaðu frágreiðing, fyrr enn við- urskiftini Ongland og Ameriku millum eru balnað, tey eru ikki so góð í løtuni, sigur hann. Churchill segði eisini í sínum atfinningum, at Morrisons flokk- ur tók matin frá onglendingum lil at geva týskarum og tað hell hann vera ógViliga galið. Ejnar tveir dagar aftaná Churchills atfinningar mátti malministarin Ben Smith fara frá, lí al hann ikki hevði verið førur fyri at økt eingilsku rasjónirnar. í hans- ara stað er komin varaformað- urin í flogministeriinum. Churchill hevur vist ikki ligið fyri einki yviri í Amerika teir mánaðarnar, hann var í »feriu«, og arbeiðaraflokkurin fær manga heiska løtuna, nú hann er heim- aftur komin, tí hann heldur seg óivað væl føran fyri at kunna stýra eingilska ríkinum einaferð aftrat. Lýsing Nýggj útflutningsloyvir eru nú send út lil allar reiðarar- nar, ið hava sent inn upp- lýsingar um teirra skip, sum sigla við ísfiski. . Um nakar ikki hevur fingið slíkt loyvi til skipið, má hann sum skjótast venda sær lil útflutningsnevndina við neyð- turvuligum upplýsingum. Tað er umráðanđi at hvør reiðari beinan vegin fær flýggjað tey úlsendu loyvini umborð í skipini, tí nú sigst brelska valdið at krevja útflut- ningsloyvi fyrivíst, tá skipið skal landa ísfisk. Samstundis verður aftur mint á at leygardagin 8. juni (victory day) eru allir bretskir fiskamarknaðir stongdir, og væntandi heilt ring landing- arlíkindir um hvítusunnuna frá 6. lil 11. juni. Tórshavn, 25. niai 1946. Utflutningsnevndin Vit kunna lata kjøt, flesk, pylsur og konserves 5. HOULBERG >1.5 Kødbyen — København UMBOÐ: OTTO JACOBSEN, Vestmanna, tlf. 21 & 41 LANDSPRENTSMIÐJAN TELF. 143 - JÓNAS BRONCKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNINGAR - BRÆVPAPPÍR- KONVOLIJTTAR Kvikasta prenting P.f Skála Sklpasmlðja Telefon nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sín egna kavara. skipafelagið telefonir 209 føroyar - 171 tórshavn Føpoyskt margarin VITA No. 1 er gjørt úp besta ráevni TRYGGINGARSAMBANDID FØROYAR Føroya Kríggstrygging Føroya Sjóvátrygging Føroya Brunntrygging Føroya Vanlukkutrygging... vit tryggja bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, bilar o. a. .. Tlf. 372 .. - 372 .. - 372 .. - 221 Føroyingar eiga at tryggja í landsirrs egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Minnist til Barnahjálpina

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.