Tímin


Tímin - 30.05.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 30.05.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 22 HÓSDAGIN 30. MAI 1946 4. ÁRGANGUR Úr Býráðnum 28. mai 1946 Kassanevndin hevur fyri kort- um bjóðað P/f Kimbil Býráðsins. partabrøv (15.000 kr.) í felagnum fyri 150.000 kr. Nú var bræv komið aftu frá Kimbil, sum vildi keypa fyri 100.000 kr. Býráðið samtykti á fundinum at selja Kimbili parta- brøvini fyri 115.000 kr., um Amtið gav loyvi til tað. Treyt- irnar eru ló lær, at Býráðið hevur rætt lil at keypa brøvini aftur fyri sama prís, um felagið heldur uppat innan 1 ár frá í dag. P/f Sælingahellá, hilt nýstovn- aða trolarafelagið, hevði biðið Býráðið um at styðja teir við at tekna partapening í felagnum. Eftir tilr6ðing frá kassanevndini samtykti Býráðið at tekna 100.000 kr., um Kimbil keypti tey fyrr- nevndu partabrøv fyri 115.000 kr. Til tey tvey plássini sum kommunalir politistar vóru 10 umsóknir komnar. Við atkvøðu vórðu Ove Gram og J. A. Arge valdir, og skulu teir taka við starvinum 1. juni. Traðirnar hjá Óla Højgaard og Sofus Jacobsen, niðan fyri Planlasjuna, sum ætlaðar eru til skúlagrund, samtykti Býráðið at keypa fyri 3 kr. ma ella gott og væl 25.000 kr. tilsamans. Eflir lilráðing frá elektricitets- nevndini varð samtykt al út- byggja elektricilelsverkið og gera loftverkið í býnum av nýggjum. Til at gera hetta arbeiðið varð samtylit at lieila á.firmaið P. A. Petersen í København, sum av fyrstantíð gjørdi verkið og síðan hevur gjørt nýggj arbeiðir á verkinum. Til at kanna arbeiðið nærri, vildi firmaið senda ein verkfrøðing um miðjuna av juni. Tá fyrrverandi verkstjórin Bach hevði bjóðað sær til at hjálpa Býráðnum við nýskipan av verk- inum, helt P. A. Pedersen, al hentast var at læna Bach til at standa fyri arbeiðinum, tí teir kundu allíð fáa ein annan verk- frøðing í plóssið hjá honum so leingi. Frá fleiri bileigarum vóru um- sóknir um pláss at seta vognar 4 í arbeiðstíðini; tað tykist at vera eitt vaksandi trot av støðu- plássum, so lekniska nevndin fser nógmikið at gera við at finna tílík pláss, sum eru fá frammanundan, nú biltalið økist dagliga. Ein rúgva av umsóknum um byggigrundir varð játlað. Boknskapur P/f Kimbils fyri 1945 varð framlagdur; hann vísli eina inntøku av lýsi og fiski uppá 2.071.000 kr., av hesum vóru goldnar í lønum 903.000 kr., til reiðskap, kol og olju fóru 367.000 kr., avlopið var 542.000. Gudstænastur Krisls himmalsferðardag verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama dag prædikar J. Joen- sen prestur í Nólsoyar kirkju. 6. sunnud. e. páskir prædikar J. Joensen prestur í Havnar kirkju kl. 11. Skriftarmál kl. 1040. KI. 3 s. p. sama dag prædikar J. Joensen preslur í Kirkjubøar kirkju. Mortan í Hvannasundi deyður í seinaslu viku frættist, at Urd hevði sett inn í Noreg við skip- aranum Mortani í Hvannasundi, illa sjúkum av heilabløðing. Týsdagin komu boð úr Stork- marknes at hann var andaður. Mortan í Hvannasundi, sum varð 62 ór, var ein av okkara dúgligaslu skiparum, bæði við slupp og trolara og yíða kendur sum ein dámligur og fryntligur maður. Hann hevur ført Skála- berg langa tíð undir krígnum og var nú skipari á Heiðatrol- aranum Urd. Fiskasøla Justa 364 ks. 693 pd. st., Vest- ursøki 470 ks. 979, Kitlywake 654 ks. 857, William Marlin 717 ks. 876, Henry Freeman 840 ks. 1677, Carl 861 ks. 1169, Hav- søki 278 ks. 838, Haraldur 1296 ks. 2234, Gudrun 605 ks. 519, Ellen 852 ks. 873, Bjørgvin 870 ks. 618, Agnes Louise 694 ks. 572, Ósi 184 ks. 524 og fyri 213 ks. av bátafiski 328, Fugloy 800 ks. 987,~Njarðlingur 351 kassar 992 pd. st. Úr Klakksvík Útróðrarbátarnir koma í heil- um við góðum fongi. Leygar- dagin kom Støðin aftur við 38000 pd. og Kvik við 27000 pd. avavhøvdaðum fiski; hesirbáðir bátar høvdu verið um eina viku úti. Atlantsfarið liggur til. Hiðani eru 5 skip við snøri á Eyslurlandinum, men einki er frælt enn um fiskiskap. Trolarin, sum Kjølbro hevur keypl í Onglandi, verður um- vældur har, og væntast at koma higar fyrst í juli. Enn er ikki trolarakeypið hjá Fiskivinnufel- agnum komið í lag, men teir samráðast. Úr íslandi hava Bethuel Jo- hannesen o. 11. keypt bát o. u. 25 tons stórur, og eru teir á heim- Ieið við honum. Sum fyrr frásagt hevur ein útsloppin revur volt skaða á ymsan hátt á Kallsoynni. Tó at roynl var eftir honum, eydnað- ist ikki at fáa lívið av honum við tað sama. Um miðjan henda mánaðan var hann sæddur á Trøllanesi, og maður av húsi fór av stað at týna honum. Við at gera manngarð róku teir hann undan sær, og fingu skotið hann norðast á oynni. Hann hevði dripið so mikið av lomb- um og høsnum, at hann kom ikkifyri at eta alt, men gróv niður til seinri. Baldur Óhapp Leygardagin hendi tað óhapp á maskinsnikkarínum hjá Zach. Bech úti í Bæltara, at meislarin sjálvur fekk hondina í ein fres- ara og skaddi hana so illa, at ytsta liðið av einum ílngri mátti selast av á Hospitalinum. PERSÓNKOYRING Vognur fæsí d náttartíð TELEFON 216 UUGO ØSTBR Telf. 62 Koyring við vøruvogni Stevnuskrá íyri Norðoyastevnuna 1946 Leygardagin 1. juni: Kl. 6 Kappróður. 8 Kappsvimjing. 8 Leikmyndaframsýn- ing (bio). ' - 8.30 Fótbóltsleikur. Føroyskur og enskur dans- ur lil midnátt. Sunnudagin 2. juni: Kl. 12 Gudstænasta. 1 Skrúðgonga og rað- sigling við motor- bátum. Fólkafundur. - 2.30 Tennis. - 3.15 Fólbóltsleikur. 4 Framsýuing á vev- skúl. úti í Grøv. 5 Hondbóltsleikur. 6 Kapprenning — Tog- togan. 7 Leikmyndaframsýn- ing (bio). Føroyskur og enskur dansur. Kappróðrarbátarl Sigið frá til telf. 48. NEVNDIN Vágastevnan 1946 Ætlanin er at endurnýggja Vágaslevnuna. I ár verður hon at fara fram í Miðvági, leygardagin tann 13. og sunnudagin tann 14. juli. Fullfíggjað stevnuskrá verður kunngjørd seinri. Hesar kappingar ætlast at fara fram: Kappróður, kappríðing, toglogan. Tey ið ætla sær at luttaka í teim ymisku kappingum, vera biðin um at venda sær til H. M. Thomasen, Miðvági, telf. 10. Ncvndin fyri Vágastevnuni

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.