Tímin


Tímin - 13.06.1946, Page 1

Tímin - 13.06.1946, Page 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársíjórðingin. f leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 24 HÓSDAGIN 13. JUNI 1946 4. ÁRGANGUR Ør Býráðnum 11. juni 1946 Flesti málini á hesum fundi vóru umsóknir um grundstykkir °g byggiloyvir. Serliga nógvar umsóknir vóru um grundir á Danielsens trøð, sum Býráðið nýliga hevur keypt. Eisini vóru mangar umsóknir um inislað í teim nýggju húsunum hjá kommununi. Pf. lvimbil segði fiá í brævi al samtykt var at keypa Býráðsins partabrøv í felagnum fyri tær nevndu 115.000 kr. Ejrnæs ingeniørur, sum nú er í Danmark, hevði skrivað Bý- ráðnum bræv, hvarí hann bjóðar sær lil at fara lil Onglands og Norðurfrankaríki at kanna lær betongkislur, sum Havnanevnđ- in ætlar sær at keypa. Fyri eina hóskandi samsýning vil hann gera helta arbeiði, sum ætlanin annars var at maður hiðani skuldi gera. Ejrnæs helt annars at hetta var eitt skila- gott tillak, og at Havnanevndin fer at spara 11/2 mili. kr. av tí upprunaligu byggiætlanini við at keypa hesar betongkislur. Málið fór í nevnd. Sangaravitjan Leygardagin kom íslendska sangkórið við Drotningini. Ætl- anin var at konsert skuldi vera í Sjónleikarbúsinum; men helta varð av ongum, tí skipið kom á morgni og steðgaði ikki leingi. Um 11-tíðina sungu íslendingar á Tinghúsvøllinum og var stór mannamúgva komin har í tí frálíka veðrinum lil at lurta eftir hesum sjáldsama kóri, sum við so miklum heiðuri, bevur ferðast um øll Norðanlond. Sama dag fylti Chr. Guttesen dirigentur 50 ár, og lá Havnar Hornorkestur spældi fyri hon- um tíðliga um morgunin, komu sangararnir framvið, og lil lieió- urs fyri føðingardagsbarninum, sungu teir nakrar sangir. Grind Hósdagin doyði grind á Ivlakks- vík, nakrir og trýs hvalir lcornu til skiflis. Tað sindrið, sum varð selt fyri skaða, kostaði 10—35 kr. skinnið. Brúðleyp í kvøld verða vígd í Havn frgv. Hanna Michelsen og Ing- var Olsen radioleknikari bæði úr Havn. Til Grønlands Leygardagin kom á Havnina ein motorbálur hjá Grønlands- stýri, sum skal fara á vísindaligl arbeiði í Grønlandi. Hann eitur Adolf S. Jensen, og fór av stað hvítusunnumorgun. Skipari er Jacob Mortensen av Tvøroyri. Hvalaveiðan Fyrstu dagarnar, ið hvalabál- arnir við Áir royndu, vóru teir illa tarnaðir av mjørka. Men seinaslu dagarnar hevur gingist belri, og hava teir nú fingið hvør sínar 2 hvalir. Tann fyrstb ið Sirra fekk, var ein stórur augustur. íiróttur 2. hvítusunnudag var fótbólts- dystur á Tvøroyri millum II. B. og T. B. H. B. vann 1—0. Hondbóltsleikur var eisini millum Havnargentur og Tvør- oyragentur. Úrslitið var 8—0 til Tvøroyragentur. Sama dag var V. B. í Klakks- vík og royndi seg móti K. í. Klakksvíkingar vunnu við 4—0. Nýtt.skip Hvítusunnumorgun hom tað fyrsta av teimum 80-tons skip- umim, sum A.S Færøske Fiske- skibe, hevur bygt í Danmark. Hetta er bygt í Nykøbing Mors og eilur Snekkjusteinur. Eigarir eru eitt felag í Vík. Skipari er Magnus P. Hansen og ætlanin er at fara á trolveiðu beinan- vegin. Skipið er ógviliga snoti- ligt, og sterkl bygt av allarbesta lilfari. Telf. 62 Koyring við vøruvogni Fiskasølan Norðberg 204 ks. 88 pd. st., Keldan 507 ks. 638, Sigurfarið 868 ks. 723, Norðsteinur 405 ks. 716, Urd 1.964 Ids. 4.276, Leivur Øssurson 2.608 kls. 1.834, Norð- búgvin 2704 kts. 1965, Skála- berg 2018 kls. 1660, Marilana 690 kts. 420, Royndin Fríða 1236 kls. 193, SilverBelle 617 kts. 104, Sanna 194 ks. 677, Sæborg 641 ks. 935, Nelly 417 ks. 1277, Hav- søkið 47 ks. 181, Viðoy 4700. Umboðsmaðurin sigur annars frá at trolaraskiparar og stýri- menn í Aberdeen hava avgjørt at streika um verkfallið fer at standa við sunnan fyri. Um so verður, fer Norðsjósfiskur at tróta hósdagin og annar fiskur um einar 14 dagar. Bløðini í Aberdeen gera mun á føroyingum og øðrum útlend- ingum, sum belta petti úr Aber- deenblaðnum Press and Journal sigur: »Aberdeenarir hava ongan ill- vilja móti føroyingum; teir vóru einastur av tjóðum, sum reglu- Iiga førdi fiskafarmar higar í kríggsárunum, og vit liava held- ur ikki gloymt al mangir av teimum lótu lívið í hesum virki. Men Aberdeenarum dáma einlci helta slóra tal av svensk- um, íslendskum og donskum skipum, sum nú fylla markn- aðan og fyrst byrjaAu at føra fisk higar lá kríggið var av.« Hvat verðnr endin? Mannaættin hevur fingið tað tráliga júkað inn í seg hesi sein- astu árini, at tá hetta kríggið var at enda komið og vunnið at teim Sameindu, skuldu friður og semja ráða á jørð, tí tá var hin illi preusiski andin køldir út í verðini; sum kunnigt sigst liann hava íbirt oll kríggj á jørð, sum menn vita um. Tó at meira enn ár er liðið, síðan kríggið endaði í Europu, tykist einki úrslit verða fyri friðarslandi sigurharranna mill- um. Sum viluligt var, hildu fólk, at lá friður var komin, fóru teir kríggsførandi at minka ella taka heilt av øll kríggstiltøk, men annað er nú at hoyra frá slórveldunum, sum so trúliga stóðu saman í farna bardaga. Russarnir boða frá, at teir gera alt, sum gerast lcann, til at PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER økja um kríggsmegina, tí vandi kann vera fyri, at ein stórur og sterkur fígginđi leggur á teir nær sum helst. Onglanđ heldur sløðuna í heiminum vera so vorðna, at teir mugu altíð vera klárir at møta hvørjum álopi, sum kann væntast móti teimum, og lí má kríggsstyrkin slanda við og økj- ast enn meira. U. S. A. hevur lagt sína ætlan klárt fram; leir rokna seg at vera tað slerkasta ríki í heim- inum, og skulu lí vita at gera ley lilløk, sum fylgja við ábyrgd- ini al hava valdið I heiminum; tí hava teir her og flota, sum er nógv størri, enn nakað annað land hevur. Haraftrat hava teir størsla flúgvuflotan I verðini og ikki at gloyma atombumbuna og mong verri loynivápn. Hetta eru jú ikki lystilig tíð- indi hjá smáum og smærri at hoyra. Tann gamla prógvaða søgan tekur seg uppaftur, at tað er megin, sum ræður. Lýsing Vallistarnir fyri Tórshavnar kommunn til fólkaatkvøðu 1946 fara at liggja frammi til al- menna eftirhyggjan á býráðs- skrivstovuni frá 17. til 27. juni h. á., báðir dagar uppírokn- aðir, frá kl. 10 til 18. Mótmæli móti gildi vallist- anna skal verða sent býráðn- um skrivliga innan 1. juli h.á. Tey mótmæli, sum kunnu verða móti vallistunum, lekur býráðið upp til avgerðar á fundi, sum hildin verður í býráðssalinum 5. juli h. á; til henda fund verður boðað teimum persónum, sum hava flutt fram kærumál, og eisini teimum, sum mótmæli er gjørt ímóti. Tórshavnar býráð, tann 7. juni 1946

x

Tímin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.