Tímin


Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 3
Nr. 40. 4. árg. TIMIN 17. oktober 1946 Fyrilestur um Grønland Leygarkvøldið kl. 8 heldur Harald Olrik fyri- lestur í Sjóuleikarhúsinum um Grønland fyrr og nú. Algongumerki 1 kr. verða at fáa í H. N. Jacobsens Bóka- handli frá fríggjadegi kl. 12. Trolarar til sølu »Gylfi« 152 føtur og »Vørður« 145 følur við at venda sær til Ólafur Johannesson,■ Patreksfirði ella P.f N. Niclasen, Sørvági Kunngerð Valstýrið í Tórsliavn lýsir Iøglingsval í Tórshavnar val- dømi at verða fríggjadagin 8. november 1946 í tingstovuni í Tórshavn. Stemmað verður í tíðini frá kl. 10 f. p. til kl. 1 s. p. og frá kl. 3 s. p. til kl. 8 og verður tá givið uppal, so skjólt steðgur kemur í. Uttanfyri 2 km frá valstaðnum (lingstovuni) verða hesi pláss roknað at 'vera : Hvílanes, Hoyvík, Hoydalir eystanfyri Hoydalsá, Argir og einstok hús í Havnarđali og fyri innan Svartafoss. Fyri valstýrið i Tórshavn C. Nidasen, formaður Amerikanskir gunimistivlar (Vrlangir og stuttir) Arbeiðsskjúrtur (myrkabláar, ljósabláar og khaki) C. C. JOHANSEN nf. 30 SeySaskinn Styðjið føroyskt virkil Vil keypa seyðaskinn til garvingar. Vit geva besla prís og peningin í hondina. Sendið okkum skinnini. SKINNVIRKIÐ, Tórshavn, telf. 326 og 583 N.B. Tað er av størsta týdningi at skinn, ið skulu garvast, eru væl liaggreidd, og vit loyva okkum tí at geva hesar leiðbeiningar: Skinnið má heingjast upp ella breiðast út til at kølna. Síðan skal skinnið salt- ast væl, men skal tá heldur ikki ballast saman, fyrr enn einir 4 dagar eru gingnir. Um ileiri skinn verða saltaði í senn, kunnu tey leggjast í flógv við ullini niður eftir. Tað er neyðugt fyri góðskuna, at skinnið verður saltað so skjótl sum gjørligt, tá tað er kølnað, t. v. s. saltað sama dagin. Grind Seiuasla frfggjamorgun doyði grind í Hvalba. Hon var funnin um nátlina inni fyri sandinum; okkurl um 450 hvalir komu til skiflis. Við hesi grind eru um 1000 hvalir deyðir í Suðuroy í ár. Smiril førdi fleiri hundra íløt vió grind til Havnar týs- dagin. Úr Klakksvík Nakað av útróðri lievur verið í heyst, men fiskiskapurin er heldur vánaligur. Atlantsfarið fór lil Onglands við bátafiski sunnudagin og Carlton liggur til nú. Frá Barmi og Dragabergi, sum eru í íslandi, frællist frá góðum fiskiskapi. Skurðurin hevur roynst sum miðal og einstakir góðir seyðir hava verið fmillum. I Svínoy vá ein trævelur veður 83 pd. og 34 merkur vóru í honum. Nú fáasl teir ymsu flokkarnir við aL stilla upp til løgtingsvalið, og verða helst allir lidnir í kvøld. Baldur. Karlsefni eitur íslendskur trolari, sum A/S J. Dalil Gørðum f Vági hevur keypt. Hann hevur van- liga stødd, er 28 ára gamal, men nýliga klassaður. Prísurin sigst vera um 600.000 krónur. Karls- efni hevur verið á Vági eflir føroyskari manning og fór av Havnini mánadagin til Reykja- víkar, har hann skal skifta flagg. Skipari verður Niclas Hovgaard úr Vági. NAgvur Mur 1 íslandi Vánaveðrið í íslandi herfyri, sum tarnaði fiskiskapinum, er nú umskifl við góðveðri, sum her, og fiskur er nógvur at fáa. Frælt er frá trólarunum, at teir fiska nógv, soleiðis hevur Vesl- urvarði Hngið fullan farm í fáar dagar. Hann var á Sørvági ígjár á veg til Fleetwood. Hann lievði verið burlur í 9 dagar. Fossur og Leivur Øssnrsson eru .eisini á veg lil Onglands við fullum farmi. Eitt verilsi ynskist til leigu sum skjótasl. Prentsmiðj. vísir á. H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvogni og persónvogni Fiskisnørir Bummullssnørir í ymsum Ijúkđum av allarbesta eing- ilska slag. Prøvakort kann fáasí lá ið umbiðið verður heinanvegin. Kortið má sendast aflur sum skjótast. UNDIRKLETTI AGENTURIÐ Box 2 — Tórshavn Lýsing Skipaeigarum verður hervið kunngjørt, at ásamt er komið við bretska Ministry of Food um, at frá 1. okt. kunna øll føroysk skip landa ísfisk f Brellandi hettar árið út. Kravt verður tó at skipini hava út- flutlningsloyvi frá Útflutln- ingsnevndini og halda tær treytir, ið harí standa, tó so- leiðis al skipini kunna landa í hvørjari vanligari bretsku havn tey vilja, við undantak av trolarunum við A nr., sum mugu landa eftir nærri ásett- um lørni í Fleetwood, Grims- by, Hull og Aberdeen og har- av minst triðja hvønn túr í Fleetwoođ. Hvør einstak landing er av Ministry of Food strangliga treytað av, at fráboðað verður telegrafiskt gjøgnum Skarð- hamar, Aherdeen, minst 48 tímar áórenn skipið kemur í bretska søluhavn (eisini fiska- nøgd). Skipini skulu eisini fráboðast lil Utflultnings- nevndina hvørja ferð tey fara út at fiska (ella ferma) og tá selt er. Tórshavn 12. oktøber 1946. Útfluttningsnevndin Danska valutaskuldin í september mánaða vaks skuld Nationalbankans uttan- lands 51 milliónir krónur og er nú 522 milliónir. Valutaognir uttanlands vuksu um somu tíð 5 milliónir til 146 milliónir. Seðlamongdin vaks í septemher 7 milliónir til 1493 milliónir. XI. Olympiada Seinastu dagarnar hevur ein filmur verið vístur í Havnar Bio, sum skarar langt fram úrfilmum, vit eru vanir at síggja. Hesin filmur er tikin av XI. olympisku leikunum, sum vóru í Berlin 1936, og vísir hann eina frálíka mynd av liesi ftróttaslevnu har úrmælingar úr flestu heimsins londum vísti sín duguleika. Um- framt sjálvan ítróltin frøir ein seg yvir ta einastandandi góðu fotografering, sum er eitt vakurt minni um lað Týskland, sum nú er sundursorlað. Har sæst, at einki er spart til at fáa hesa stevnu í Berlin at vera tað beslu av sínum slag, ið verið hevur, og einki er at ivast í, al ílróttar- ungdómurin hevurikki haftbetri líkindi lil framsýningar enn her. Einsvæl hevur verið hugsað um búplássini, so at ítróttarfólkið hevur kunnað liva undir bestu umsløðum. Tó at ikki alt var so gott undan krígnum, sum ynskjandi var, kunna øll vera á einum máli um, at tað, ið hesin filmur avmyndar, var ikki neyðugt at oyða við einum kríggj. Filmurin var komin higar beint áðrenn vit vórðu hersett, og skuldi vera vístur sama dag, sum Onglendingar komu lil landið, men óvist av hvørji grund, varð ongantíð loyvt at vísa henda filmin í kríggstíðini. Nú hevur so Havnar Bio tikið hann fram aftur, og øll, sum hava sæð hann,mugu vera teim- um takksom fyri tað. Hugvekjandi var at síggja høvuðsmenninar fyri hesi stór- fyritøku, Hitler, Gøring, Gøbbels o. a., eins og vanligar menniskj- ur, sila og frøa seg ella hugtiknir fylgja við í kappingunum, meðan allar heimsins tjóðir fagna teim- um. Nú eru allir hesir dømdir, sum verstu ódjór, ið hava livað á foldini, og ígjáramorgunin vórðu teir seinastu hongdir fyri sfnar illgerðir móti heiminum og mannaættini yvirhøvur. Sic transit gloria mundi.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.