Tímin


Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 1
Símtn UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr, eintakið. NUMMAR 40 HÓSDAGIN 17. 0KT0BER 1946 4. ÁRGANGUR Samrøða við J, WAAGSTEIN Fyri kortum kom Waagstein lónaskald og málari aftur ur Danmark, har hann hevur søkl heilsubót; vit hitta hann og fregnast eftir hvussu ferðin hev- ur gingist, og hVussu nó gongst við hansara listarvirki. Her koma vit at nevna hitt nógv umrødda lagið til hiri norska sangin: »Til dem der falt« av Gunnar Frøishagen. Waagstein svarar: Tit mugu minnast til at ferð mín fyrst og fremst var fyri heilsubót; men sjálvandi fylgir man við tí, ið inleresserar ein. — Her vísir Waagstein okkum eitt interview í Berl. Tidende, har hansara lag til norska sangin verður umrøtt. Tá eg gjørdi hetta lag hugsaði eg ikki um, at tað skuldi verða so víða kent. Tað kom mest fram av teim hugskotum eg fekk av stríði Norðmanna í kríggsár- unum. Tað mátti jú hava sterka ávirkan á okkum, fyrst at síggja norska kríggsskipið »Frithiof Nansen« leggja til bryggju her eftirfylgt av bátum við flýggj- andi, sum livandi myndir av tí sterka norska frælsisanda, sum ikki vildi lata seg kúga. Hvør minnist ikki teir smáu norsku hvalabátarnar, ið gjørdir til vakt- avskip ferðaðust dagliga land- anna millum, ultan at firnast vandan frá flogførum og kav- bátum, men tvørturímóti stóðu teir ofta í blóðigum stríð móti fíggindanum. Ikki bert vit, men heila verðin gav Norðmonnum stóran heiður fyri teirra virki í krígnum. — Helta lag sum nú verður sungið um alt Noreg, passar til sang H. A. Djurhuus: Til teir ið fórust. — Hvussu er ansurin fyri song- og kvæðaløgum í Dan- mark? — Eg kann ikki siga annað, enn at øll Norðanlond hava víst stóran ans fyii okkara mentun- arlívi. Eg havi ið hvussu er haft ta gleði at merkja at míni song- løg og mín uppteknan av goml- um sálmaløgum hava verið væl móttikin í øllum norðanlondum, Líka áðrenn kríggið brast á fór triðja nordiska kirkjumusikar- stevnan fram í København, og vóru Føroyar umboðaðar við 3 av okkara gomlu kirkjuløgum sungin í Københavns dómkirkju við dansk-íslendsk-føroysku kon- sertina. Tíverri kundi eg ikki móttaka bjóðingini at virka við vegna heilsubrek, men mín partur var í góðum hondum, Elsa Sigfus sang.við dómorga- nisti PáH ísólfsson við orglið. Svøríki hevur víst okkara gomlu og nýggju løgum stóran ans og ivaleyst verða vil umboðaðir við næstu kirkjumusikarstevnu. Við eina musikmatine 17. mars { ár í ráðhúsinum vórðu millum annað 2 av mínum songløgum sungin av Badiofoniens Barne- kor undir leiðslu av direktrisu LisJacobsen, og fór hon á eina musikturnó víða hvar í Dan- mark. Eisini hevði eg ta gleði, at vera boðin í samkomu við mæt- um utlendskum lislarmonnum. Fyrrverandi sljóri á Det konge- lige Teater A. Garde var við, og ynskti hann at hoyra før- oyskt mál framborið. Har vóru so tríggir av mínum sangum lisnir upp við umseting til danskt og eingilskt. Hesin stás- maðurin Garde varð so hug- tikin, at hann beinanvegin takk- aði við at siga fram ein sjón- leik, hann hevði leikað í, um Johs. Ewald og Arendse Hule- gaard. Eisini hevði eg ta fragd at hoyra løg míni spæld av elitu- orkestri í København. ísland hevur á sama hátt víst áhuga og framført føroysk løg í radio. — Vit spyrja Waagstein um hitt nýggja heflið, sum nýliga er útkomið, hevur vunnið nógva framgongd her heima? — Jú, upplagið fyri Føroyar er skjólt útselt. — Vit spyrja víðari: Hava tygum nakran nj'ggjan musik at senda út? — Jú, løgtingskantatan, tann vokali parlurin, mannskór, verð- ur prentaður skjótt. Kgl. kapel- musikus Stig Heinesen, hevur lovað at pátaka sær tann instru- mentala partin. Fyrsti partur av »Gomul Sálmaløg« er fyri langt síðan útseldur og kemur væl skjótt nýtt upplag. Annar partur av Gomul Sálmaløg, hevði væl verið prentaður, um ikki Jákup Dahl próstur, sum hevur umsett sálmarnar, fall frá. Chr Matras doktari, hevur nú lovað at hjálpt við umsetingararbeiðinum. Nú er at vóna, at taun skikkur, sum fleslu lond aftaná kríggið hava tikið, at skifta kórferðir sínámillum, eisini má koma til okkara. Okkara mannskór má kunna fara ut og vísa føroyskt andlit. — Hvussu er við tygara máln- ingaframsjhiingum ? — Eina serliga áheitan havi eg í hesum døgunum fingið frá Onglandi um at halda fram, har sum eg útstillaði undir krígnum, men man kann jii ikki røkka alt. — , * Próstur settur Sóknarpreslurin «í Suður- slreymoy, J. Joensen, er sellur sum próslur eftir J. Dahl sála. PERSÓNKOYRIM TELEFON 216 HUGO ØSTER Fiskasøla Justa 248 ks. 781 slpd., Royn- din 307 ks. 948, Grønholmur 203 ks. 610, Eyðbjørg 248 ks. 752, Akranes 169 ks. 512, Vester- land 124 ks. 381, Vesturleið 208 ks. 622, Vestmanna 107 ks. 237, Gloltin 324 ks. 835, Jórun 152 ks. 505, Nellie 179 ks. 503, Blá- fossur 194 ks. 702, Elsa 384 ks. 893, Njarðlingur 118 ks. 427, Eystnes 263 ks. 937, Norðberg 182 ks. 602, Silver Spray 180 ks. 430, Norðsleinur 120 ks. 483, Trekroner 83 ks. 352. Fyrilestur um Grønland Leygarkvøldið kl. 8 heldur danskarin Harald Olrik fyrilestur um Grønland fyrr og nú í Sjón- leikarhúsinum. Olrik Jievur verið í tænastu í Grønlandi og man tí kenna væl til viðurskiftini har. Óivað verður tað tí ein áhugaverdur fyrilestur at hoyra. Atgongumerkir fáast í H. N. Jacobsens Bókahandli frá kl. 12 fríggjadagin. Gudstænastur 18. sunnudag e. trin. prædikar J. Joensen, prestur í Kirkjubøar kirkju kl. 12. Sama dag kl. 5 s. p. verður gudstænasta í Havnar kirkju vegna 50-ára dag Meinigheits- hússins. J. Joensen, prestur, prædikar. Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK 06 KONSERVES i'"«««i allar bestu kvalitetum. UMBOÐ: 0TT0 JACOBSEN Vestmanna 77/. 1 & 41 S. H0ULBER6 7s Fedevarer- Pø/ser- Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØDBYEN KØBENHAVN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.