Tímin


Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 2
Nr. 41. 4. árg. TIMIN 24. oktober 1946 limi n J Hósdagin 24. oktober 1946. Útgevari: Havnar Frambnrðsfelag. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm áforsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar effir avtalu). Móti avgerSini Til at orsaka harðskapin, dan- ska ríkisstjórnin brúkti yvir fyri Føroyum, tá ið hon læl kong taka Løgtingið av og legði alt Løgtingsins vald í hendtir danska amlmansins ber, hevur amtmað- urin sent bløðunum eina frá- greióing frá ríkisstjórnini. Næst- seinasla Dimma var full til tremur av jubelsangi yvir hesa orsakan, onnur bløð hava ikki heft seg slórvegis við baiia. Tó er vert at kanna sumt í henni eitt sindur nærri lil at kláileggja, hvat ið nú fer fram f Føroyum. í frágreiðingini verður tikið til: »1 Uđtalelsen af 22. September fastslog Regeringen, at Vedtag- elsen af Prolokoltilførslen var ugyldig, og at en eventuel Ved- tagelse af de 12 Medlemmers Forslag til Lagtingsbeslutning vilde være ugyldig, saml at de Organer, der maatle blive skabt i Henhold til en saadan Beslut- ning, vilde være ulovlige. Allige- vel vedlog Lagtinget den 23. d. M. Forslaget til Lagtingsbeslut- ning og nedsatte det omlalte Udvalg. Som det fremgaar af Regeringens Redegørelse af 24. d. M. er Laglingsopløsningen udelukkende begrundet i, at Laglinget trods Regeringens Ad- varsler har fortsat med de mod Lovgivningen stridende Vedta- gelser og har bebudet Forlsæt- telse heraf.« Tveir grundleggjandi ólógleikar eru ■ í viðurskiftum Danmarkar og Føroya. Tann fyrri var, tá ið danski sendiharrin Bourke á fi iðarsamráðingunum í Kiel í 1814 fekk Sviar at trúgva, at Føroyar vóru danskl land og ikki norskt (afturfyri varð hann gjørdur geheimekonferensraad og í 1819 greivi). Annar ólóg- leikin er tann, at danska fólkið, tá ið kongur í 1848 hevði givið If landaræltin (suverenitetin) aftur, tók tann landarætt, sum Føroyingar høvdu givið kongi upp í hendur, og sum teir áttu at fingið sjálvir, og legði hann undir seg. Hetta var, lá ið Danir í 1850 uttan at spyrja Føroy- ingar, løgdu okkum undir danska grundlóg. At fáa henda ólóg- leikan avtiknan lievur verið kjarnin í øllum sjálvstýrisstríði í Føroyum frá 1906 og til tað kom at enda 14. september, tá ið Føroyingar valdu seg leysar frá grundlógini. Tveir vóru kostirnir í at velja: annaóhvørt geva seg undir danska grundlóg ella verða leysir. Føroyingar valdu tað seinra. Hvussu var nú statsrættarsløða Føroya, tá ið fólkaatkvøðan fór fram? Tá ið vit vóru hersettar av Bretum og Danir av Týsk- arum í 1940, var avkvett okkara millum. Tá vóru somu viðui- skiflir Danmarkar og Føroya millum, sum millum Danmarkar og Noregs í 1807, tá ið alt sam- band millum hesi lond av kríggs- ávum var avkvett og Noreg mátti fáa egið landaslýri og egið dómsvald. Tá var í roynd og veru landarætturin fallin aftur til Føroya fólk, og tað var eisini Løgtingið, sum 9. mai 1940 ásetti ta stjórnarskipan sum vit hava havt síðan og høvdu, til danska rfkisstjórnin við harð- skapsboðum kvetti hana av og lók Løglingið av. Tað var Før- oya Løgting, sum gav amtmann- inum tað útinnandi vald, hann hevur havt síðan 1940. At Louis Zachariasen og P. M. Dam og leirra menn, sum hava kallað seg sjálvstýrismenn, lá sviku sjálvslýrishugsanina og góvu amtmanninum alt tað vald út- eftir, sum vit Føroyingar av røtlum áttu, og sum tá sjálvandi skuldi verió fallió aflur lil okk- ara, man eina ferð fara at verða roknaósum ein hin syndarligasta henđing í okkara søgu, men gjørd gerning fær ikki vend. Tað stendur fast, at undir hesari stjórnarskipan liava vit livað alla bardagalíðina, og tá ið friðurin kom, varð hon ikki avtikin. Sjálvandi mátti Løg- tiugið, sum hevði fingið lóggávu- vald, sjálvt samtykkja nýggja stjórnarskipan. Danska ríkis- stjórnin kundi tí heldur ikki taka stjórnarskipanina av — hon royndi tað heldur ikki, tí hon visti, at tað løgting, sum valt var í 1945, samlykti ikki ta stjórnarskipan hon vildi hava: Føroyar aftur undir danska grunđlóg og alt tað sjálvræði, vit hava havt í bardagatíðini, burtur. Tað stelidur fast, at Sanibandsflokkurin á Løgtingi í 1945 setti fram uppskot um at „genforene Færøerne med Dan- mark.“ Sjálvstýrismenn og fólkaflokks- menn vildu hava atkvøðu fyri og ímóti danska stjórnarupp- skotinum um al leggja okkum aftur undir danska grundlóg. Taó varð okkupi beinanvegin noktað. í staðin fór uppskotið til fólkaatkvøðu við teimum treytum, sum danski ríkisstjórin og danslci ríkisdagur góðkendu: antin taka lit hesa støðu undir grundlógini ella verður leyst. Føroyingar valdu loysingina og søgdu seg harvið undan danskari grundlóg. Tá ið hetta var hent, mátli sjálvandi næsta stig vera at broyta okkara núverandi bráð- fengis stjórnarskipan samsvar- andi og síðan taka samráðingar við Danir um endaliga skipan. At hesar samráðingar ikki kundu vera, uttan Føroyingar fyrst høvdu atkvøtt seg leysar, er hvørki komið í lag av sjálvstýr- ismanna ávum ella fólkaflokks- manna ávum. Danska ríkis- stjórnin hevur sjálv orsakað helta, villleidd av teimum monn- um, sum hon nú aftur slyðjar seg til í Føroyum. Vit sjálvstýr- ismenn ynsktu ikki al kvelta við Danmark, um vit í lagalig- heit kundu fáa landaræði aftur til okkara sjálvs. Vit mótmæltu hesari alkvøðu og spáddu, at Danir kundu koma til, annað- hvørt at loysa móti sínum vilja ella til at kunngera útheiminum, at teir høvdu borið okkum følsk boð: teir høvdu als ikki meint tað, sum teir høvdu latið Før- oyafólk skilt: um tit ikki laka við okkara tilboð undir donsku grundlógini, so vilja vit einki vita av tykkum. Danir hara valt tað seinasla. Syndarligt, at teir góðu menn, sum skipa Dan- markar ríkissljórn skuldu lala seg gera minnimenn fyri al vera monnum til vildar sum siga seg vera teirra vinir, men sum hava forrátt teir so, al teir mugu hald- asl at vera mesti skaðamenn viðurskiftum Føroya og Dan- markar viðvíkjandi. At hesir somu menn síðan fáa ríkisstjórnina til aftral at nýla harðskap, taka Løgting, landsnevnd og alt Løgtingsins fyrisæti av til at kolivelta fólka- atkvøðuna er syrgiligt. Men tað er eisini uppøsandi, og svar okk- ara Føroyinga má vera eittans: Setið Løgting av nýggjum, sum førir Føroyingum til ognar landa- ræltindi okkara, sum vil hava vunnið okkum aftur av røltum. Meirilutin á Løgtingi hevur ongan ólógleika gjørt; hann hevur nýtt tingsins lóggávurætt á lógligan hátt. Sambandsmenn, Javnaðarmenn og Louasarmenn hava harímóti á tingi ferð eftir ferð lóggivið móti grundlógini og Hilbert amtmaður hevur játtað. Finki hevur verið gjørt við teir. Tað fyrsta, danska ríkisstjórnin skuldi havt gjørt, lá ið sam- ferðsla aftur var Danmarkar og okkara milllum, var at sett nevnd til at kanna gjølla, landa- stýrið okkara í bardagaárunum og tað, sum politisk hevur farió fram. Hetta sum hevur setl ilt blóð, knndi verið bøtt um, um her hevði verið gjørt rætt og skjal, og ikki hevði verið hildið fram eflir somu leiðini, og đanska samfelagið framvegis liildið óvitandi um tey veruligu viður- skiftini. Rikard Long. Brúðleyp í dag verða vígd í Havn frgv. Gunhild Eklund úr Havn og harri Fred Iínowls úr Man- chester, Onglandi. Politiskur fandur „paa bnnden Liste“ Seinasta sunnukvøld vóru P. M. Dam og Louis Zachariasen í Vestmanna og hildu fund. Hvat teir søgdu kann einhvør ætla, sum kennir ræltar sambands- menn. Hin stóri demokraturin P. M. Dam og sambandssjálv- týrissmaðurin L. Z. høvdu eis- ini frágreíðing um demokratiið, og hvussu tað skuldi gjøgnum- førast. Tað galt um at forða diktaturinum at sleppa fram at, og sum livandi dømi vístu teir tað í gerð við at nokta mótstøðu- monnum loyvi at tala longur enn 10 minuttir. Fundurin var setlur kl. 8 og endaði kl. 1 og vardi soleiðis í heilar 5 tímar. L. Zachariasen og P. M. Dam losaðu fyrst 1 tíma hvør, og segði Hans Nolsøe, sum var orð- stýrari, at nú var orðið frílt og var tíðin setl at vera lOminult- ir til hvønn talara. Valevni nr. 2 á lista A í Vesl- manna hevði millum aðrar eis- ini biðið um orðið, men hesin fundur endaði ultanal maóurin slapp at siga eilt einasta orð. P. M. Dam og L. Z. fóru so- leiðis fram, at teir háðandi sín- ar mólstøóumenn, seltu fram spurningar og kravdi teir eftir svari samstundis sum teir høvdu setl bann fyri, at teir skuldu fáa oróið. Slíkt er demokratiskur siður! Tað er at harmast yvir, at slíkir menn skulu tíðliga og seint kasta orðið »diktatur« eftir øðr- um monnum, men samstundis kunnu vit ikki gera annað enn læa at teimum, tá teir siga, aftaná at hava slaðið og tosa í 4 tfmar, at um teirra mótsløðu- menn fáa meirilula, so kemur Føroya fólk at fiska í gruggut- um sjógvi, sum áður. Aftaná at hava hoyrt L. Z. og P. M. Dam tosa 4 tímar, hevði fólk fingið fulla kenslu av hvat teirmeintu vió lí. b. Nýkomin trolari í gjár kom á Havnina Mið- vágstrolarin »Varðherg,« sum er keyptur úr Onglandi og um- vældur í Aalborg. Hann er av vanligari stødd og sær ógviliga væl út. A vegnum úr Aberdeen fann hann Aberdeentrolarin »Starbank« við brotnari maskinu 70 fjórðingar úr Akrabergi, og sleipaði hann til Havnar. Aber- deenarin hevði fingið 900 kassar. COOPERS SEYÐAVASK Betri fæst ikki EINASØLA JAC0B LOTZEN TELF. 14

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.