Tíðindablaðið - 23.08.1974, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
*
♦
Nr. 40-1. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 23. august 1974
Telefon 1 48 49
Studningur
heldur enn
minstuløn
Útróðrarmenn fáa ikki
minstuløn í hesum um-
fari. Landsstýrið hevði
lagt eitt uppskot frá
einari nevnd fyri tingið,
har tað m.a. varð skotið
upp, at útróðrarmenn á
deksbátum skuldu fáa
minstuløn fyri teir dag-
ar, teir eru úti, og tá teir
egna.
Ein samlað fiskivinnu-
nevnd hjá løgtinginum
heldur, at henda skipan,
sum er mett at kosta
150.000 kr., er lítil bati
fyri útróðrarmenninar.
Hon finst eisini at, at
minstalønin ikki er gald-
andi fyri opnar bátar.
F iskiv innunevndin
mælir tí frá, at uppskot-
ið um minstuløn verður
samtykt. I staðin mælir
hon til, at prísstudning-
urin verður hækkaður úr
15 upp í 25 oyru, men
hann skal fella við 1
oyra, hvørja ferð prísur-
in hækkar 10 oyru. Tó
skal prísstudningurin
ongantíð fara niður um
15 oyru.
Vinir og
skyldfólk
Hjá føroyingum og øð-
rum, búsitandi í Dan-
mark, er møguligt at fáa
Tíðindablaðið sendandi
tvær ferðir um vikuna
við flogfari - uttan eyka-
kostnað.
Hava tygum vinir ella
skyldfólk niðri, kunnu
tygum lata tey fáa blaðið
ókeypis sum eina roynd
til 1. oktober. Nýtið seð-
ilin á
síðu 12
Evnaveik
Landsfelagsskapurin
evnaveikum at bata,
Javni, er viðurkendur
sum sjálvstøðugur limur
í Norðurlandafelagnum,
sum arbieðir við áhuga-
málunum hjá teimum
evnaveiku.
slðu 4
Fyrireikingar
til flakavirki
í Vági verður skjótt far-
ið undir at fylla út uttan
fyri bryggjuna, har Ják-
up Joensen i Lopra ætlar
at byggja eitt stórt
flakavirki.
Síðu 5
ídnaðarskip
eru ónøgd
við prís- og
landingar-
viðurskifti
í Fuglafirði
Sildavirkið í Fuglafirði
Umboðsmenn fyri 19 ídnaðar-
fiskiskip hava á fundi í Havn
stovnað eitt felag.
Teir siga, at ídnaðarskipini
hava ikki verið nøgd við avreið-
ingarprísin í Fuglafirði. Nú
hevur virkið eisini ásett prísin
eftir góðskuni, t.v.s. at fyri
fisk, sum er 9-12 stig heitur,
verða latin 34 oyru fyri kilo,
meðan hesin prísur lækkar við
15%, tá fiskurin er 12 til 15 stig,
og við 30%, um hann er heitari
enn 15 stig. Er hann haraftur-
ímóti kaldari enn 9 stig, hækkar
prísurin við 15%.
ídnaðarskipini eru m.a. ó-
nøgd við, at skipararnir ikki
altíð fáa nakað at vita um,
hvønn prís teir fáa, fyrrenn av-
rokningin kemur nakrar dagar
seinri. Menn siga annars, at
fiskurin er 13 stig heitur, tá
hann verður veiddur hesa árs-
ins tíð.
Felagið ídnaðarskip hevur
sum høvuðsendamál at røkja
áhugamálini hjá skipum I trol-
veiðu eftir ídnaðarfiski. Tað
skal tryggja skipunum fyrsta
honds virðið við sølu og annars
sølumøguleikar.
í nevndini sita Hilmar Kass,
Jóhan Christiansen og Ás-
mundur Justinussen.
Nótaskipini gjørdu fyri nøkr-
um árum síðani felagið Silda-
skip, sum yvirtók ein stóran
part av ognunum í sildavirki-
num í Fuglafirði.
Hønur
hava
fingið
fríari
lív nú
Eggini rulla eftir
flutningsbandi í
Rytuvík, har teir nú
víðka virkið. Með-
an hønurnar higar-
til hava verið 3 í
hvørjum búri, eru
tær nú 500. Tær eta
2 tons um sam-
døgrið.
Síða 7
Kruschev:
Skuldu
ikki
havt
nakran
censur
Pasternak (á mynd-
ini) slapp ikki av
landinum at taka
ímóti Nobel-virðis-
lønini.
Kruschev iðraði
seg seinri um, at
hann ikki gav hon-
um loyvi. Síðu9