Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Blaðsíða 9

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Blaðsíða 9
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Síða 9 Kruschev sigur: Mao ætlaði at herseta Sibiria - uttan kríggj! Stutt eftir, at fyrrverandi sovjettiski forsætisráðharrin og floksleiðarin Nikita Kruschev var deyður í september 1971, fingu tveir amerikanskir tíðindamenn fatur á nøkrum bondum, sum Kruschev hevði talað inn á, stutt áðrenn hann doyði. Serfrøðingar í USA hava kannað bondini og siga, at onki er at ivast í, at málið er Kruschevs. Bondini hava týdning fyri søguligar hendingar og siga eisini nakað um hugsunarháttin hjá Kruschev. Teir báðir amerikansku tíðindamenn- inir fingu bondini frá einum russara, sum var giftur við fosturdóttir Kruschevs. í teimum brotunum, vit prenta í dag, talar Kruschev um kjarnorkuvísinda- mannin Sacharov, um rithøvundin Boris Pasternak, um Kina og Mao. Kruschev í valmaktstíðini í tí eyðkenda sovjett- iska búnanum. Aftanfyri hann sæst kona hansara, Nina, sum saman við manninum ferðað- ist víða um heimin Sacharow var lítið hugaður fyri hemaðarligari gransk- ing. Eg hitti ofta Sachar- ow, og eg meti hann sum ein ógvuliga vitugan og hugtakandi mann. Bókstaviliga ein ella tveir dagar, áðrenn vit fóru undir eina nýggja røð av brintbumburoyndum, kom Sacharow til mín og segði, at hann hevði eina bøn at bera fram fyri meg. Hann heitti á stjómina og bað hana útseta. royndar- sprongingamar. Hann segði: «Sum vísindamaður og sum tann, ið hevur framleitt brintbumbuna, veit eg, hvønn skaða hesar sprongingar kunnu volda mannaættini.» Eg svaraði: «Sacharow kammirátur, tygum mugu skilja støðu mina. Tann á- byrgd, sum eg havi átikið mær, loyvir ikki, at eg avlýsi royndimar. Flokkur okkara og stjórn okkara hava fleiri ferðir gjørt tað greitt, at vit vildu ikki ynskt nakað annað enn, at kjarnorkuroyndimar hildu uppat með alla. Leiðsla okkara hevur longu eina- ferð einsíðugt steðgað royndunum og heitt á USA og øll onnur lond at fylgja okkara dømi, allari mannaættini til gagns. Men onki svar kom, amer- ikanarar lurtaðu ikki eftir okkara uppskoti. Sum vís- indamaður vita tygum eis- ini, at amerikanarar hava hildið fram við sínari royndarrøð. Royna vit ikki okkara bumbur, hvussu skulu vit so vita, um tær rigga ella ikki?» Sacharow var ikki nøgd- ur við hetta, vit skuldu ikki hava nakra royndar- røð. Brotsgerð móti statinum Eg vildi vera heilt ær- ligur við hann: «Trúgvið mær, Sacharow kammirát- ur, eg styðji tygara sjónar- mið, men eg havi ábyrgd- ina av landsins trygd, og tí kann eg ikki eftirlika tyg- um. Tað hevði verið ein brotsgerð móti stati okk- ara, um eg avlýsti roynd- irnar. Tygum vita, hvørjar liðingar raktu fólk okkara undir seinna heimsbardag- og vit kunnu ikki aftur lata livið hjá landsmonnum okkara koma í vanda við at geva teimum fríar hendur, sum eru ímóti at framleiða nýggj oyðingartól. Skilja tygum ikki tað?» Míni argument vóru ikki før fyri at sannføra hann, og hansara argument broyttu ikki mína meining; men tað var at vænta. Sacharow vildi á ein hátt hjálpa landi sínum og verja tað ímóti imperialist- iskum ágangi, men hin- vegin stúrdi hann fyri at síggja bumbuna bresta, eftir at hann hevði verið við til at gjørt hana. Eg hugsi, at hann' stúrdi fyri, at navn hansara kanska fór at verða knýtt at tí skaða, ið bumban kundi volda. Ella við øðrum orð- um: Vísindamaðurin í Sac- harow ásannaði sína fost- urlandsskyldu og gjørdi hana, men friðarmaðurin í honum fekk hann at ivast. Broytti støðuna til Sacharow Eg havi onki ímóti frið- armonnum - ella í hvussu so er fari eg onki at siga imóti teimum, tá vit eina- ferð hava skapt eina støðu, har kríggj er ómøguligt. Men so leingi vit liva i einum heimi, har vit noyð- ast at hava bæði eyguni opin fyri ikki at verða gloyptir av imperialistun- um, so leingi er pasifisman ein hættislig kensla. Henda ósemjan millum Sacharow og meg broytti viðurskiftini okkara mill- um. Fyri mær var hetta prógv um, at hann hevði ikkifultút skilt, hvat altíð gagnaði statinum best, og i tiðini aftaná hevði eg ikki fult álit á honum. Kanska kemur einaferð tann løta, tá eisini Sacharow kammi- rátur ásannar, at mín støða var røtt. Hóast eg var ymiskur á máli við einstakar vísinda- menn í slikum spuming- um, hugi eg ikki, at teir teknologisku serfrøðingar- nir høvdu lyndi til at leggja seg út í tey fløktu samfelagsligu viðurskift- ini, serliga tey hugsjónar- ligu. Nógv torførari er tað við teimum, sum kunnu kallast teir skapandi ser- frøðingarnir. Teir, sum hoyra til henda bólkin, líða meira undir skipan okkara enn nakar annar. Materielt gongur tað teimum betur enn øðrum bólkum, men andliga hava teir tað ringt. Rithøvunda- arbeiðið Tað skapandi arbeiði, serliga rithøvundaarbeiðið má næstan altíð krossa tað politiska arbeiðið, ti satt at siga er tað ein partur av slikum listarligum arbeiði at kanna viðurskiftini mill- um fólk, haruppií viður- skiftini millum teir ráðandi øðrumegin og arbeiðarar- nar hinumegin. Rithøv- undar takast alla tíðina við filosofiskar og ideologiskar spumingar, spurningar sum ein og hvør ráðandi flokkur - teirra millum tann kommunistiski - held- ur seg hava einkarrætt til. Eftir deyða Stalins ætl- aði Boris Pastemak at al- mannakunngera skaldsøgu sína «Zivago doktari». Tað bleiv eitt øðiligt stríð um hesa skaldsøgu og hvussu spumingurin skuldi við- gerast.Eg fekk frágreiðing í málinum, og í roynd og veru hevði eg kunnað á- virkað avgerðina, um bók- in skuldi kunngerast ella ikki, men eg gjørdi onki. Eg havi allar grandir til at halda, at eg hevði fingið undirtøku, um eg •. hevði sagt meg verið fyri at al- mannakunngera bókina. Men, sum sagt, eg gjørdi onki, og nú iðri eg meg um tað. Pastemak hevur lagt nógv arbeiði í Zivago dokt- ara. Handritið varð smugl- að av landinum. Uttan- landa varð tað prentað og vakti ans. Skaldsøgan varð viðurkend. Pastemak fekk Nobel-heiðurslønina, sjálvt um eg ikki dugi at siga, hvussu væl hann hevði hana uppiborna. Men hóast alt: Pastemak hevði vunnið Nobel-heið- urslønina, meðan vit framdu tiltøk ímóti honum í Sovjetsamveldinum. Censurur skuldi ikki verið til Umsitingarlig tiltøk i- móti andans monnum era altið oyðandi og at rokna sum afturstig. Bók hans- ara varð niðurfryst. Av- gerðin at lata politiið leggja uppí gjørdi, at alt málið kom í ringt ljós, og í drúgva tíð aftaná kendist ein ringur smakkur í munninum. Um allan heim varð mótmælt, at Paster- nak ikki slapp av landinum at taka ímóti heiðursløn- ini. Eg skjeyt tí hetta upp: «Latið okkum heldur al- mannakunngera bókina, so kann Pastemak eisini fara av landinum og fáa heiðurslønina undir einari móttøku. Vit geva honum ferðaloyvi og nakað av hørðum valuta til ferðina». Men tá boðaði Pasternak púra óvæntað frá i einari frásøgn, at hann aetlaði sær als ikki av landinum og ikki hugsaði um at søkja um loyvi. Eg havi ikki enn í đag lisið bókina og kann tí ikki meta um hana. Fólk, sum Sacharov, sum mótmælir brintbumburoyndum

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.