Tíðindablaðið - 23.08.1974, Qupperneq 9
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. august 1974 Síða 9
Kruschev sigur:
Mao ætlaði at
herseta Sibiria
- uttan kríggj!
Stutt eftir, at fyrrverandi sovjettiski
forsætisráðharrin og floksleiðarin Nikita
Kruschev var deyður í september 1971,
fingu tveir amerikanskir tíðindamenn
fatur á nøkrum bondum, sum Kruschev
hevði talað inn á, stutt áðrenn hann
doyði. Serfrøðingar í USA hava kannað
bondini og siga, at onki er at ivast í, at
málið er Kruschevs.
Bondini hava týdning fyri søguligar
hendingar og siga eisini nakað um
hugsunarháttin hjá Kruschev.
Teir báðir amerikansku tíðindamenn-
inir fingu bondini frá einum russara, sum
var giftur við fosturdóttir Kruschevs.
í teimum brotunum, vit prenta í dag,
talar Kruschev um kjarnorkuvísinda-
mannin Sacharov, um rithøvundin Boris
Pasternak, um Kina og Mao.
Kruschev í valmaktstíðini í tí eyðkenda sovjett-
iska búnanum. Aftanfyri hann sæst kona
hansara, Nina, sum saman við manninum ferðað-
ist víða um heimin
Sacharow var lítið hugaður
fyri hemaðarligari gransk-
ing. Eg hitti ofta Sachar-
ow, og eg meti hann sum
ein ógvuliga vitugan og
hugtakandi mann.
Bókstaviliga ein ella
tveir dagar, áðrenn vit
fóru undir eina nýggja røð
av brintbumburoyndum,
kom Sacharow til mín og
segði, at hann hevði eina
bøn at bera fram fyri meg.
Hann heitti á stjómina og
bað hana útseta. royndar-
sprongingamar. Hann
segði: «Sum vísindamaður
og sum tann, ið hevur
framleitt brintbumbuna,
veit eg, hvønn skaða hesar
sprongingar kunnu volda
mannaættini.»
Eg svaraði: «Sacharow
kammirátur, tygum mugu
skilja støðu mina. Tann á-
byrgd, sum eg havi átikið
mær, loyvir ikki, at eg
avlýsi royndimar. Flokkur
okkara og stjórn okkara
hava fleiri ferðir gjørt tað
greitt, at vit vildu ikki
ynskt nakað annað enn, at
kjarnorkuroyndimar hildu
uppat með alla. Leiðsla
okkara hevur longu eina-
ferð einsíðugt steðgað
royndunum og heitt á
USA og øll onnur lond at
fylgja okkara dømi, allari
mannaættini til gagns.
Men onki svar kom, amer-
ikanarar lurtaðu ikki eftir
okkara uppskoti. Sum vís-
indamaður vita tygum eis-
ini, at amerikanarar hava
hildið fram við sínari
royndarrøð. Royna vit ikki
okkara bumbur, hvussu
skulu vit so vita, um tær
rigga ella ikki?»
Sacharow var ikki nøgd-
ur við hetta, vit skuldu
ikki hava nakra royndar-
røð.
Brotsgerð móti
statinum
Eg vildi vera heilt ær-
ligur við hann: «Trúgvið
mær, Sacharow kammirát-
ur, eg styðji tygara sjónar-
mið, men eg havi ábyrgd-
ina av landsins trygd, og tí
kann eg ikki eftirlika tyg-
um. Tað hevði verið ein
brotsgerð móti stati okk-
ara, um eg avlýsti roynd-
irnar. Tygum vita, hvørjar
liðingar raktu fólk okkara
undir seinna heimsbardag-
og vit kunnu ikki aftur lata
livið hjá landsmonnum
okkara koma í vanda við at
geva teimum fríar hendur,
sum eru ímóti at framleiða
nýggj oyðingartól. Skilja
tygum ikki tað?»
Míni argument vóru ikki
før fyri at sannføra hann,
og hansara argument
broyttu ikki mína meining;
men tað var at vænta.
Sacharow vildi á ein hátt
hjálpa landi sínum og
verja tað ímóti imperialist-
iskum ágangi, men hin-
vegin stúrdi hann fyri at
síggja bumbuna bresta,
eftir at hann hevði verið
við til at gjørt hana. Eg
hugsi, at hann' stúrdi fyri,
at navn hansara kanska
fór at verða knýtt at tí
skaða, ið bumban kundi
volda. Ella við øðrum orð-
um: Vísindamaðurin í Sac-
harow ásannaði sína fost-
urlandsskyldu og gjørdi
hana, men friðarmaðurin í
honum fekk hann at ivast.
Broytti støðuna
til Sacharow
Eg havi onki ímóti frið-
armonnum - ella í hvussu
so er fari eg onki at siga
imóti teimum, tá vit eina-
ferð hava skapt eina støðu,
har kríggj er ómøguligt.
Men so leingi vit liva i
einum heimi, har vit noyð-
ast at hava bæði eyguni
opin fyri ikki at verða
gloyptir av imperialistun-
um, so leingi er pasifisman
ein hættislig kensla.
Henda ósemjan millum
Sacharow og meg broytti
viðurskiftini okkara mill-
um. Fyri mær var hetta
prógv um, at hann hevði
ikkifultút skilt, hvat altíð
gagnaði statinum best, og
i tiðini aftaná hevði eg ikki
fult álit á honum. Kanska
kemur einaferð tann løta,
tá eisini Sacharow kammi-
rátur ásannar, at mín
støða var røtt.
Hóast eg var ymiskur á
máli við einstakar vísinda-
menn í slikum spuming-
um, hugi eg ikki, at teir
teknologisku serfrøðingar-
nir høvdu lyndi til at
leggja seg út í tey fløktu
samfelagsligu viðurskift-
ini, serliga tey hugsjónar-
ligu. Nógv torførari er tað
við teimum, sum kunnu
kallast teir skapandi ser-
frøðingarnir. Teir, sum
hoyra til henda bólkin, líða
meira undir skipan okkara
enn nakar annar. Materielt
gongur tað teimum betur
enn øðrum bólkum, men
andliga hava teir tað ringt.
Rithøvunda-
arbeiðið
Tað skapandi arbeiði,
serliga rithøvundaarbeiðið
má næstan altíð krossa tað
politiska arbeiðið, ti satt
at siga er tað ein partur av
slikum listarligum arbeiði
at kanna viðurskiftini mill-
um fólk, haruppií viður-
skiftini millum teir ráðandi
øðrumegin og arbeiðarar-
nar hinumegin. Rithøv-
undar takast alla tíðina við
filosofiskar og ideologiskar
spumingar, spurningar
sum ein og hvør ráðandi
flokkur - teirra millum
tann kommunistiski - held-
ur seg hava einkarrætt til.
Eftir deyða Stalins ætl-
aði Boris Pastemak at al-
mannakunngera skaldsøgu
sína «Zivago doktari». Tað
bleiv eitt øðiligt stríð um
hesa skaldsøgu og hvussu
spumingurin skuldi við-
gerast.Eg fekk frágreiðing
í málinum, og í roynd og
veru hevði eg kunnað á-
virkað avgerðina, um bók-
in skuldi kunngerast ella
ikki, men eg gjørdi onki.
Eg havi allar grandir til at
halda, at eg hevði fingið
undirtøku, um eg •. hevði
sagt meg verið fyri at al-
mannakunngera bókina.
Men, sum sagt, eg gjørdi
onki, og nú iðri eg meg um
tað.
Pastemak hevur lagt
nógv arbeiði í Zivago dokt-
ara. Handritið varð smugl-
að av landinum. Uttan-
landa varð tað prentað og
vakti ans. Skaldsøgan
varð viðurkend. Pastemak
fekk Nobel-heiðurslønina,
sjálvt um eg ikki dugi at
siga, hvussu væl hann
hevði hana uppiborna.
Men hóast alt: Pastemak
hevði vunnið Nobel-heið-
urslønina, meðan vit
framdu tiltøk ímóti honum
í Sovjetsamveldinum.
Censurur skuldi
ikki verið til
Umsitingarlig tiltøk i-
móti andans monnum era
altið oyðandi og at rokna
sum afturstig. Bók hans-
ara varð niðurfryst. Av-
gerðin at lata politiið
leggja uppí gjørdi, at alt
málið kom í ringt ljós, og í
drúgva tíð aftaná kendist
ein ringur smakkur í
munninum. Um allan heim
varð mótmælt, at Paster-
nak ikki slapp av landinum
at taka ímóti heiðursløn-
ini.
Eg skjeyt tí hetta upp:
«Latið okkum heldur al-
mannakunngera bókina,
so kann Pastemak eisini
fara av landinum og fáa
heiðurslønina undir einari
móttøku. Vit geva honum
ferðaloyvi og nakað av
hørðum valuta til ferðina».
Men tá boðaði Pasternak
púra óvæntað frá i einari
frásøgn, at hann aetlaði
sær als ikki av landinum
og ikki hugsaði um at
søkja um loyvi.
Eg havi ikki enn í đag
lisið bókina og kann tí ikki
meta um hana. Fólk, sum
Sacharov, sum mótmælir brintbumburoyndum