Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 1

Tíðindablaðið - 23.08.1974, Side 1
Tíðindablaðið * ♦ Nr. 40-1. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 23. august 1974 Telefon 1 48 49 Studningur heldur enn minstuløn Útróðrarmenn fáa ikki minstuløn í hesum um- fari. Landsstýrið hevði lagt eitt uppskot frá einari nevnd fyri tingið, har tað m.a. varð skotið upp, at útróðrarmenn á deksbátum skuldu fáa minstuløn fyri teir dag- ar, teir eru úti, og tá teir egna. Ein samlað fiskivinnu- nevnd hjá løgtinginum heldur, at henda skipan, sum er mett at kosta 150.000 kr., er lítil bati fyri útróðrarmenninar. Hon finst eisini at, at minstalønin ikki er gald- andi fyri opnar bátar. F iskiv innunevndin mælir tí frá, at uppskot- ið um minstuløn verður samtykt. I staðin mælir hon til, at prísstudning- urin verður hækkaður úr 15 upp í 25 oyru, men hann skal fella við 1 oyra, hvørja ferð prísur- in hækkar 10 oyru. Tó skal prísstudningurin ongantíð fara niður um 15 oyru. Vinir og skyldfólk Hjá føroyingum og øð- rum, búsitandi í Dan- mark, er møguligt at fáa Tíðindablaðið sendandi tvær ferðir um vikuna við flogfari - uttan eyka- kostnað. Hava tygum vinir ella skyldfólk niðri, kunnu tygum lata tey fáa blaðið ókeypis sum eina roynd til 1. oktober. Nýtið seð- ilin á síðu 12 Evnaveik Landsfelagsskapurin evnaveikum at bata, Javni, er viðurkendur sum sjálvstøðugur limur í Norðurlandafelagnum, sum arbieðir við áhuga- málunum hjá teimum evnaveiku. slðu 4 Fyrireikingar til flakavirki í Vági verður skjótt far- ið undir at fylla út uttan fyri bryggjuna, har Ják- up Joensen i Lopra ætlar at byggja eitt stórt flakavirki. Síðu 5 ídnaðarskip eru ónøgd við prís- og landingar- viðurskifti í Fuglafirði Sildavirkið í Fuglafirði Umboðsmenn fyri 19 ídnaðar- fiskiskip hava á fundi í Havn stovnað eitt felag. Teir siga, at ídnaðarskipini hava ikki verið nøgd við avreið- ingarprísin í Fuglafirði. Nú hevur virkið eisini ásett prísin eftir góðskuni, t.v.s. at fyri fisk, sum er 9-12 stig heitur, verða latin 34 oyru fyri kilo, meðan hesin prísur lækkar við 15%, tá fiskurin er 12 til 15 stig, og við 30%, um hann er heitari enn 15 stig. Er hann haraftur- ímóti kaldari enn 9 stig, hækkar prísurin við 15%. ídnaðarskipini eru m.a. ó- nøgd við, at skipararnir ikki altíð fáa nakað at vita um, hvønn prís teir fáa, fyrrenn av- rokningin kemur nakrar dagar seinri. Menn siga annars, at fiskurin er 13 stig heitur, tá hann verður veiddur hesa árs- ins tíð. Felagið ídnaðarskip hevur sum høvuðsendamál at røkja áhugamálini hjá skipum I trol- veiðu eftir ídnaðarfiski. Tað skal tryggja skipunum fyrsta honds virðið við sølu og annars sølumøguleikar. í nevndini sita Hilmar Kass, Jóhan Christiansen og Ás- mundur Justinussen. Nótaskipini gjørdu fyri nøkr- um árum síðani felagið Silda- skip, sum yvirtók ein stóran part av ognunum í sildavirki- num í Fuglafirði. Hønur hava fingið fríari lív nú Eggini rulla eftir flutningsbandi í Rytuvík, har teir nú víðka virkið. Með- an hønurnar higar- til hava verið 3 í hvørjum búri, eru tær nú 500. Tær eta 2 tons um sam- døgrið. Síða 7 Kruschev: Skuldu ikki havt nakran censur Pasternak (á mynd- ini) slapp ikki av landinum at taka ímóti Nobel-virðis- lønini. Kruschev iðraði seg seinri um, at hann ikki gav hon- um loyvi. Síðu9

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.