Tíðindablaðið - 23.08.1974, Qupperneq 16
Síða 16
TÍÐiNDABLAÐIÐ fríggjadagin 23. aiigust 1974
MÍN MEINING
Heldur tú, at tað er
rætt av landsstýrinum
at geva loyvi til at bora
eftir olju nú?
Finnur Johansen, verk-
frøðingur:
Tað er undir ongum
umstøðum rætt at
sleppa endanum. Olju-
boringar eru ógvuliga
dýrar, men vistu vit, at
olja var undir Føroy-
um, áttu føroyingar
sjálvir at staðið fyri
sjálvari boringini.
Um oljuboring verð-
ur veruleiki, er stórur
vandi fyri dálking og
nógv fremmandafólk
fara uttan iva at koma
inn í landið.
Frank Poulsen, bilfør-
ari:
Eg haldi, at loyvið er
givið ov tíðliga, tí ong-
ar nærri kanningar eru
gjørdar, um fiskivinnan
kemur í vanda av t.d.
dálking. Fólkið hevur
eisini fingið ov lítið at
vita um allan spurn-
ingin um oljuboring við
Føroyar.
Heri Olsen, studenta-
skúlanæmingur:
Størsti spumingurin
er oljufeløgini. Eg hald-
i, at landið skal hava
alla umsiting um hendi,
so feløg uttanlanda ikki
fáa ov stórt vald. Har-
afturat kemur, um tað í
heila tikið loysir seg at
framleiða olju í Føroy-
um, tí so hvørt sum
aðrar orkukeldur fáa
størri týdning, minkar
oljan í virði. Spurning-
urin um samfelagsligar
avleiðingar má eisini
kannast gjølla.
BEL.TIO MA -SPlEMNA-Sr IMN
SPEGILS-
MYNDIN
í døgunum frá 28.
august til 7. sept-
ember skal Har-
monikafamiljan úr
Danmark vitja Før-
oyar. Hetta eru eini
hjún við fýra syn-
um, ið ferðast runt
í norðurlondum og
spæla ókeypis fyri
gomlum, sjúkum
og evnaveikum
fólki.
Tey vendu sær til
landsstýrið, sum
hevur stuðlað ferð-
ina, men tað er
Javni, sum leggur
vitjanina til rættis.
Harmonikufamilj-
an skal spæla á
sjúkrahúsunum í
Havn, Klaksvík og
Tvøroyri, á Ellis-
heiminum I Vágum
og spesialskúlan-
um í Havn.
Umframt hetta
verða ætlandi tvær
almennar konsertir
í Havn og í Hvalba.
Tey spæla mest
fólkamusikk úr
ymsum londum.
Tað, sum tey spæl-
a, røkkur líka frá
klassiskum til heilt
lættan tónleik.
Kissinger etur
uttan íhald
' Tá Henry Kissinger
hevði fyrsta fundin við
tann nýggja forsetan,
talaðu teir ikki so nógv
um politikk, men talaðu
meira um, hvussu utt-
anríkisráðharrin skuldi
lætna nøkur pund. Tað
verður sagt um amerik-
anska uttanríkisráð-
harran, at honum dám-
ar ógvuliga væl góðan
mat'. Tá hann hevur
mest um at vera, etur
hann uttan støðg.
Hann fitnaði átta pund,
tá hann ferðaðist ímill-
um Damaskus, Jerusa-
lem og Kairo fyri at fáa
eina vápnahvild í lag,
og tá hann gekk og
umhugsaði, um hann
skuldi mæla Nixon til
at leggja frá sær, át
hann uttan íhald.
Kona hansara, Nanc-
y Kissinger, hevur eins
og forsetin mælt honum
til at ansa eitt sindur
eftir sær, men so leingi
hann hevur so nógv tor-
før mál at taka sær av,
fer hann neyvan at lurt-
a eftir hesum ráðum.
Hjálparmenn hjá hon-
um siga, at hann hevur
altíð sjokolátu við
hondina, og at hann
neyvan hugsar um, at
hann etur nógva sjoko-
látu, tá mest stendur á
honum.
Brendi
krakk
Ein drongur í Frankfurt
sum hevði fingið krakk,
ætlaði at hevna seg við
at koyra á húsini hjá
foreldrunum hjá gent-
uni við einum 10 tons
oljubili. Politiið jakstr-
aði hann, og tað førdi til
eina villa koyring á
náttartíð gjøgnum gøt-
umar í býnum. 28 polit-
ibilar jakstraðu hann,
og teir fingu ikki hend-
ur á mannin, fyrr enn
hann hevði koyrt seg
fastan í eini blindgøtu.
LEYST
OG
EAST
Ein hørð
nøt
Vesturtýski samveldis-
kanslarin hevur sent
einum andstøðupolitik-
ara eina tong at bróta
nøtur við. Hesin and-
støðupolitikarin hevði
skrivað eina grein í eitt (
franskt blað, og i grein-
ini segði hann millum
annað um Helmut Sch-
midt, at samveldis-
kanslarin verður ein j
hørð nøt at bróta til
komandi val.
í hernað móti
drykkjuskapi
Forsetin í Tanzania,
Julius Nyerere, er farin
í hernað ímóti drykkju-
skapinum. Stjómin
hevur sett menn kring
alt landið at ansa eftir,
at reglurnar um loyvi at
skeinkja rúsdrekka ikki
verða brotnar. Nyerere
hevur boðað frá, at allir
drykkjumenn verða
koyrdir burturúr stjór-
nini og flokkinum.
Menn, sum drekka,
kunnu ikki brúkast til
at vera leiðarar, sigur
hann.
Syngur um
brotsgerð
Bretski tokrænarin,
Ronald Biggs, fer at
geva eina plátu út, har
hann syngur um tað
stóra tokránið. Eitt
amerikanskt tónaskald
hjálpir honum-við tón-
leikinum. Undir einum
tokráni í Onglandi í
1963 rændi Biggs sám-
an við 14 øðmm 2,5
milj. pund, men hann
sigur, at tað er ikki eitt
reytt oyra eftir av peng-
unum, hann fekk tá.
Við grammofonplátuni
ætlar hann at útvega
sær tann pening, sum
neyðugur er til eitt sak-
armál, sum skal avgera
um hann kann fáa polit-
iskt friðskjól í Brasilia.
K
N
A
S
S
I