Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 4
Síða 4
Missiónsvika
í hesum døgum er miss-
iónsvika í Leirvík.
Byrjað var týskvøldið,
og møtini halda fram til
sunnukvøldið.
Talvkapping
Talvsamband Føroya
hevur boðað frá, at
føroyameistarakapp-
ingin fyri einstaklingar
byrjar leygardagin 22.
februar. Luttakarar
skulu melda til í sein-
asta lagi 25. januar.
Møtir
! missiónshúsinum við
Landavegin verður
møti í kvøld kl. 20.
1 Filadelfia verður
systramissión í kvøld
kl. 20.
Frelsunarherurin
hevur møti í kvøld kl.
20.
í Evangeliihúsinum
verður bíbliulestur og
bøn i kvøld kl. 21.
í Ebenezer verður
møti í kvøld kl. 20.
Hundagalskapur
tætt við markið
! Danmark bera teir
ótta fyri at hundagal-
skapur kann fara at
gera um seg í Suðurjyll-
andi. Seinastu dagar-
nar eru nakrir revar við
hesi sjúku skotnir norð-
anfyri Kiel. Framman-
undan hava teir funnið
nógvar revar við hesi
sjúkuni longri suðuri.
Myndugleikarnir í
Týsklandi mæla til, at
allir hundar verða vaks-
ineraðir fyri sjúkuna.
Kunnu klára
seg sjálvi
í eini frágreiðing frá
OECD verður sagt, at
tey ikki-kommunistisk-
u ídnaðarlondini kunnu
klára seg sjálvi við orku
um 10 ár. Frágreiðingin
nevnir kjarnorku og at
tað verður neyðugt at
ansa eftir, at minni
orka fer til spillis enn
nú. Men sagt verður, at
tað verður ikki í bræði,
at munandi orka kann
fáast frá havinum og
sólini.
Sildalandingar
uttanlands
í fjør landaðu føroysk
kraftblokkaskip 47.702
tons uttanlanda fyri
75,7 miljónir krónur.
Samanborið við árið
fyri var veiðunøgdin
góð 700 tons minni,
men í peningi var
vøksturin umleið 11,5
miljónir krónur.
í desember mánað í
fjør landaðu kraft-
blokkaskipini 1.958
tons uttanlanda fyri 2,7
miljónir krónur. Land-
ingarnar vóru 27 í tali.
Landað vórðu 870 tons
av silđ til ídnað í Dan-
mark fyri 2,1 miljón,
800 tons av sild til íd-
nað og 287 tons av
makreli.
Útvarpið
I samband við 75 ára
føðingardag William
Heinesens hevur
útvarpið i kvøld drúgva
sending um William.
Tað eru Eyðun Johann-
esen og Steinbjørn B.
Jacobsen, sum hava
lagt sendingina til rætt-
is, og hon er bygd upp
av nógvum smáum inn-
sløgum, har prátað
verður við fólk, sum á
ein ella annan hátt hava
havt tilknýti við Willi-
am.
Eftir tíðindini í ann-
aðkvøld kemur fram-
haldssøgan Landa-
strokini eftir Knut
Hamsun.
Tannklinikkin
flutt
Tannklinikkin i Klaks-
vík er flutt í nýggj hølir
við Gerðagøtu.
Aðalfundur
Tvøroyrar Bóltfelag
hevur eykaaðalfund i
TB-húsinum í kvøld kl.
19 og kl. 20 verður aðal-
fundur.
Fundurin
útsettur
Tórshavnar Býráð hev-
ur fyribils útsett tann-
regluliga býráðsfundin,
sum skuldi verið í ann-
aðkvøld.
Tingfundur
Eftir at tingið hevur
valt landsstýrið í síðstu
viku boðaði løgtings-
formaðurin frá, at ting-
fundur verður aftur
mánadagin tann 27.
januar. Á skránni verð-
ur framløga.
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975
Landsstýrið hevur ikki fyrr verið so talsterkt. Frá vinstru:
Jákup Lindenskov, Finnbogi Isaksen, Demmus Hentze, Atli
Dam, Petur Reinert og Dánjal Pauli Danielsen
Ein nýggj tíð er byrjað
í føroyskum politikki
Við tí samgongu millum javnaðarflokk-
in, tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin,
sum varð úrslitið av drúgvum tinging-
um, eru garðar lagdir niður í føroyskum
politikki. Henda samgonga er millum
flokkar, ið ikki hava myndað landsstýri
fyrr, og sum tað heilt upp til dagin í dag
hevur verið óhugsandi at fáa saman.
Samgongurnar hava fyrr
mestsum altíð verið skip-
aðar við sambands- og
sjálvstýrisspurninginum
sum grundarlag. Tað hev-
ur tí verið mest nátúrligt,
at javnaðarflokkurin hevur
leitað saman við sam-
bandsflokkinum, og at
tjóðveldisflokkurin hevur
hildið saman við fólka-
flokkinum. í veruleikanum
hevur hetta seinasta bert
hent einaferð fyrr — tá
sjálvstýrislandsstýrið sat
frá 1962 til -66.
Tvær ferðir fyrr hevur
tað hent seg, at fólkaflokk-
urin hevur latið sjálvstýr-
ismálini ligið, tá lands-
stýrið varð skipað. Tað var
í 1950 og 1954, tá flokkurin
gekk saman við sambands-
flokkinum.
í tveimum førum er tal-
an hesaferð um nýggja
leið. Fólkaflokkurin og
javnaðarflokkurin hava
verið fíggindar, men eru
nú gingnir saman. Og tjóð-
veldisflokkurin hevur
funnið saman við javnað-
arflokkinum, hóast hesin
seinni vanliga hevur verið
roknaður sum sambands-
flokkur.
Yvirtøkur
Tað gongur fram av tí
samgonguskjali, sum Atli
Dam løgmaður kunngjørdi
í tinginum, tá hann var
valdur, at tjóðveldisflokk-
urin og fólkaflokkurin hav-
a ikki slept øllum sjálv-
stýrismálum, hóast teir
eru gingnir saman við
j avnaðarflokkinum.
Skrúðgongan á ólavsøku. 1
ár verður nýtt landsstýri
og fleiri nýggjir løgtings-
menn við
I skjalinum verður sagt,
at postverkið skal yvirtak-
ast alt fyri eitt. Longu í
1948 varð samtykt í ting-
inum, at postverkið skuldi
yvirtakast, men tey skift-
andi landsstýrini hava
onki gjørt við málið. Yvir-
tøkan var eisini á skránni,
tá sjálvstýrislandsstýrið
sat, men heldur ikki í hes-
um 4 ára skeiði hendi
nakað.
Umsitingin av øllum
skúlum skal eisini y virtak-
ast. Hetta — bert at yvir-
taka umsitingina, men ikki
gjalda sjálvt málsøkið —
kann gerast sambært grein
9 í heimastýrislógini. Tað
hevur bert verið gjørt í ein-
um einstøkum føri. Løg-
tingið samtykti í fjør at
yvirtaka umsitingina av
sosialum málum, og henda
yvirtøka kemur í gildi 1.
apríl i ár.
Tað triðja yvirtøkumálið
í samgonguskjalinum er
undirgrundin, herundir
havbotnurin. Undirgrund-
in hoyrir undir B-málini í
heimastýrislógini, og
t.v.s., at tey kunnu bert
yvirtakast eftir samráð-
ingar við rikisstjómina. I
praksis verður tingast,
hvørja ferð ein yvirtøka
skal fremjast.
Tað kann væntast, at
tað tekur tíð at fáa framt
hesar yvirtøkurnar, og
neyvan verður postverkið
yvirtikið so skjótt, at tey
føroysku frimerkini ikki
koma út fyrst. Tey koma
31. i hesum mánað.
Fiskivinnan
Tey mál, sum flokkarnir
hava verið mest ósamdir
um tey seinastu árini, eru
felagsmarknaðurin og fisk-
imarkið. Um tað fyrra
verður sagt í skjalinum, at
støðan er grundáð á løg-
tingssamtyktina frá 25.
januar í fjør um, at heima-
stýrið ikki kann mæla til
føroyska luttøku í EF.
í fiskimarksmálinum
eru flokkamir komnir á-
samt um at arbeiða fyri
útflyting, men ongin ávís-
ur útflytingardagur er á-
settur. Á ST-ráðstevnuni
skulu føroyingar taka und-
ir við uppskotinum um 200
fjórðinga mark, men sam-
stundis skal virkast fyri,
at lond sum Føroyar skulu
eiga framihjárættindi at
veiða innan fyri 200 fjórð-
inga búskaparliga markið
hjá londum, sum eru betri
fyri vinnuliga enn Føroy-
ar.
Føroyingar skulu lut-
taka i øllum samráðingum
í fiskivinnu- og havrættar-
málum, og um veiðurætt-
indi okkara á fjarleiðun-
um, herundir Norðsjónum,
verða munandi skerd av
einvísum tiltøkum, so skal
samgongan taka slíkar av-
leiðingar av hesum, at
føroyingar ikki gerast eft-
irbátur í útflytingarmál-
um.
Um fiskivinnuna sigur
samgongan annars, at hon
miðjar ímóti at útbyggja
heimaflotan meira.
Tað almenna
! samgonguskjalinum tyk-
ist javnaðarflokkurin at
hava lagt størstan dent á
at fáa heimild til størri al-
menna luttøku í vinnulívs-
og útbyggingarmálum.
Tað skal førast ein bygda-
menningarpolitikkur, og
landið skal kunna ganga á
odda í teimum førum, tá
tað privata ikki røkkur til.
Fyri at virki, sum hava
serligan arbeiðsskapandi
týdning, ikki skulu steðga
orsakað av kreppu, skal
tað almenna hava heimild