Tíðindablaðið - 15.01.1975, Síða 7
TÍDINDABLAPIÐ mikudagin 15. januar 1975
%
hugsa
um
Tað var týðuligt
at trolararnir
fiskaðu ólógliga
- sigur skiparin á Hvidbjørnen.
Kundu ikki seta fólk umborð,
av tí at veðrið var so ringt
Føroya rættur hevur gjørt úrskurð um, at
skiparin á Aberdeen Fisher, John Ogs-
ton, kann takast um hann kemur inn á
øki, sum Danmark hevur yvirvaldsrætt
yvir, og somuleiðis kann hald leggjast á
skipið, tá tað kemur inn á danskt øki.
val-
dømið
Tá landsstýrismenninir
vórðu valdir, vóru tað
bert 17 av teimum 18
monnunum hjá sam-
gonguflokkunum, sum
atkvøddu fyri, við tað at
Lann eini tinglimurin hjá
tjóðveldisflokkinum —
Ovi Mikkelsen — ikki
reisti seg. Um grundina
til, . at hann sat, tá
landsstýrið varð valt,
meðan hann kortini var
við til at velja løgmann,
sigur Ovi Mikkelsen:
- Eg svaraði upp á
hetta í útvarpinum. Eg
helt tað vera natúrligt at
eg var við til at velja
samgongu, eftirsum tað
var eg innan okkara
flokk, sum tók initiativið
til, at tjóðveldisflokkur-
in, sum hin fyrsti flokk-
ur fór til samráðingar
flokkanna millum. Um
ikki beinleiðis, so var eg
við í samráðingum alla
tíðina, og sjálvandi
hjálpti eg eins og aðrir
eftir førimuni til at fáa
samráðingarnar í gongd
aftur, tá tað stóð í botni,
hvat jú hendi fleiri ferð-
ir.
Idealistiskar
hugsjónir
- Upp á hin spurningin
hví eg so ikki var við til
at velja landsstýri, segði
eg til útvarpið, at hetta
var ein persónligur
spurningur. Hetta svar
^ var nú ikki heilt beint,
men eg helt, at tað var
best ikki at siga annað
fyri opnari mikrofon.
- Orsøkin til, at eg ikki
atkvøddi fyri landsstýr-
ismanna samansetingini
var nú ikki bara persón-
lig. Tað skal skilast til,
at eg havi ongantíð, og
heldur ikki hesa ferð,
handlað ímóti mínari
sannføring ella svíkt
mínar idealistisku hug-
sjónir — tí fór eg í Royal
Air Force undir kríg-
num. Og fyrst og fremst
havi eg mítt valdømi at
hugsa um.
- Hvat eru tað fyri
hugsjónir, sum tú ikki
vildi svíkja?
- Tað svari eg ikki upp
á — ikki nú — kanska
seinni um neyðugt.
Aberdeen Fisher var ein av
teimum trolarum, sum sjó-
verjuskipið Hvidbjørnen
kom fram á eystanfyri
Svínoynna annan jóladag.
Tá málið var fyri í
Føroya rætti leygardagin,
vóru tríggir av manningini
á Hvidbjørnen til avhoyr-
ingar. Skiparin, Hans
Fink-Jensen, orlogskap-
teynur, greiddi frá, at teir
lógu inni, tá teir jólakvøld
fingu boð um, at fleiri trol-
arar lógu og fiskaðu innan-
fyri fiskimark eystanfyri
Svinoynna.
Sóu seks ekkó
á radaranum
Sjóverjuskipið fór avstað
beinanvegin, og á radara-
num sóu teir seks ekkó
eystanfyri Svinoynna á
leiðini millum tríggjar og
seks fjórðingar innanfyri
12-fjórðinga markið, og
tað var týðuligt, at teir
fiskaðu. Meðan Hvid-
bjørnen sigldi eystureftir
hoyrdu teir týðuliga, at
trolararnir talaðu saman
sínámillum um, hvussu
nógvar kurvar teir høvdu
fingið í tí seinasta hálin-
um.
Teir siglđu fyrst til tann
næsta trolaran, og tá teir
komu til hansara settu teir
ljóskastaran á hann. Teir
sóu bæði navn og numm-
ar. Hetta var Aberdeen
Fisher.
Allir teir tríggir, sum
vóru til avhoyringar sóu,
at hann hevði trolið úti, og
at teir tókust við at taka
tað inn. Teir sóu fimm
mans arbeiða á dekkinum.
Lemmarnar sóu teir onki
til. Trolarin var tá 6,5
fjórðingar innanfyri fiski-
markið, og teir góvu hon-
um boð um at liggja still-
ur.
Kundu ikki seta
fólk umborð
Skiparin á Hvidbjørnen
segði í rættinum, at tað
fyrsta teir vildu gera var at
Hans Fink-Jensen, orlogs-
kapteynur
fáa navnið á so nógvum
trolarum sum gjørligt.
Teir tóku positiónina fimta
hvønn minutt, og frá Ab-
erdeen Fisher settu teir
kós ímóti tí ekkóinum,
sum var longst burtur,
t.v.s. næst fiskimarkin-
um.
- Hetta skipið setti ferð
á, tá vit høvdu verið hjá
Aberdeen Fisher. Vit
høvdu givið øllum trolar-
unum boð um at steðga,
men hann sigldi beint
eystureftir út um fiski-
markið og steðgaði ikki,
fyrr enn hann kom út um.
Hesin trolarin æt Glen
Coe, men orsakað av veðr-
inum kundu vit ikki seta
Boritorn til
500 m dýpi
Eitt virki í Japan byggir
ein boripall, sum eftir ætl-
anini skal kunna liggja
nakað undir vatnskorpuni,
meðan hann arbeiðir.
Hann verður liðugur i au-
gust í 1976.
Frá hesum boripalli skal
vera gjørligt at bora 9000
metrar niður i havbotnin,
og hann skal kunna brúk-
ast á upp til 500 metra
dýpi.
Hesin boripallur verður
bygđur av einum felag,
sum frammanundan hevur
fóik umborð á hann. Á
leiðini út til hansara sigldu
vit framvið Milwood. Sam-
stundis høvdu vit hildið
eyga við hinum trolarun-
um og sóu, at Aberdeen
Fisher sigldi í landsynning
við nógvari ferð. Av tí at
vit høvdu sjónlig prógv
fyri, at hann hevði trolað
innanfyri, gjørdu vit av at
fara aftan á honum.
Ønti ikki
aftur
- Klokkan var 1.20, tá vit
aftur settu kós ímóti Aber-
deen Fisher, sum framveg-
is var innanfyri fiskimark-
ið. Vit komu til hansara
ein tíma seinni og góvu
honum á ymsan hátt boð
um at steðga, men hann
vildi ikki.
- Tá tað var vorðið ljóst,
skutu vit nøkur skot tætt
við trolaran, og fyri at
ongin misskiljing skuldi
vera, brúktu vit eisini eina
djúpvatnsbumbu, men
skiparin ønti ongantíð aft-
ur.
- Vit vóru nú greiðir
yvir, at vit fingu ikki trol-
aran at steðga uttan farið
varð meira harðliga til
verka og fingu boð frá
landi um at gevast við
jakstranini.
í rættinum upplýsti
verjin hjá trolaranum,
Leivur Lútzen, at skiparin
á Aberdeen Fisher varð
koyrdur av, tá skipið kom
til Aberdeen og hann
sleppur ikki við aftur skip-
inum. Hann segði eisini, at
Aberdeen Fisher tann 28.
desember seldi 190 kassar
av fiski á marknaðinum í
Aberdeen.
gjørt tekningar til nógv av
teimum stóru boritornun-
um, sum verða brúkt á
høvunum.
Minking
Tey seinastu 10 árini er
australski útflutningurin
av fiskavørum øktur í
virði, men í fjør var aft-
urgongd. U tflutningurin
var um 70 milj. dollars
ella 6 milj. dollars minni
enn árið fyri. Orsøkin til
minkingina er, at humm-
araveiðan minkaði við
15%.
Síða 7
FILMUR
Tríði maðurin
Filmslistafelagið hevur
aðalfund í kvøld kl.
19.30 í fyrilestrarhølin-
um í nýggju evnafrøði-
ligu starvsstovuni á
Fróðskaparsetrinum.
Aftan á fundin verður
«Triði maðurin» sýnd-
ur.
Filmurin sigur frá
hendingum í Wien í
1950. Býurin var tá
hersettur av teimum
fýra stórveldunum.
Ungur amerikanskur
rithøvundur, Holly
Martins, ið skrivar
cowboy-søgur, kemur
til býin fyri at hitta
gamla vinmann sín frá
barnaárunum, Harry
Lime. Hesin hevði sent
boð eftir Holly og bjóða
honum starv. Stórliga
bilsin gerst hann, tá
hann frættir, at Harry
beint er deyður — hann
fær júst luttikið í jarð-
arferðini hjá vinmann-
inum.
Calloway majorur úr
bretsku deildini í mill-
umtjóða politinum
greiðir Holly frá, at
Harry Lime var tiltik-
in sum brotsmaður.
Hann hevði fyriskipað
tjóvari av pencillini frá
hermannasjúkrahúsum
og selt tað tynt til onn-
ur sjúkrahús, har stór-
ur tørvur var á slíkum
heilivági. Hetta veika
pencillini hevði verið
atvoldin til fleiri andlát
og givið øðrum mein
fyri lívið.
Holly fær seg illa at
trúgva tí, ið Calloway
hevur sagt honum og
roynir at fáa uppspurt
viðurskiftini í samband
við deyða vinmansins.
Nógv gátuført berst
honum fyri, og hann
: setir tað í seg, hóast
nógvar ávaringar, at
kanna málið til botns.
Harry sigst at vera
deyður av eini ferðslu-
vanlukku; varð yvir-
koyrdur av einum last-
bili og borin burtur frá
vegnum av tveimum
vinmonnum, barónin-
um Kurtz og rumenar-
anum Popescu. Hesir
báðir siga seg vera teir
einastu, ið bóru hann.
Portnarin hjá Harry, ið
eisini sá tilburðin, vil
vera við, at umframt
Kurtz og Popescu var
ein triði maður, ið
hjálpti til. Men einki
annað er komið fram
um hann. Hvør er
hann? Hvør er tann triði
maðurin?
Høvuðsleikarar eru
Joseph Cotton, Trevor
(Howard og Orson
Welles. Bretski ins-
truktørurin Carol Reed,
foddur i 1906, hevur
instruerað filmin. Mill-
um aðrar filmar, hann
hevur gjørt, kunnu
nevnast: «Vitnið»,
«Maður okkara í
Havana» og «Michel-
angelo».
Bretski rithøvundur-
in Graham Greene,
foddur í 1004, hevur
skf-ivað søguna um trið-
a mannin. Millum
kendastu skaldsøgur
hansara eru Brighton
Rock, Maður okkara í
Havana og Maskuspæl-
ið (The Comedians).
Filmurin verður
mettur sum ein av
teimum frægu av krim-
inalslagnum, spennandi
og undirhaldandi. An-
ton Karas hevur gjørt
tónleikin til filmin, og
hann eigur sín lut i, at
filmurin er so væl
dámdur. Filmurin er
eisini sermerktur við tí
frálíku svørt-hvítu foto-
graferingini.
i