Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 8
Síða 8 TÍÐIIMDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 ÚTLENDSK SJÓVINNA Fyrstahonds- virðið upp Veiðunøgdin og útflutn- ingsvirðið hjá norð- monnum minkaði mun- andi í fjør, meðan fyrsta- hondsvirðið til fiskimenn hækkaði. Fiskivinnan er miðalnøgd við úrslitið, sigur Eivind Bolle fiski- málaráðharri. Hann roknar við, at sølumøguleikarnir fyri frystan fisk fara at batna til heystar aftur, meðan tað er torførari at siga nakað um saltfiskaút- flutningin. Fiskimálaráðharrin er ikki nøgdur við, at veið- ukvotan í Barentshavin- um í ár er sett til 800.000 tons, men hann heldur hetta vera eina frægari avmarking enn onki, tí annars høvdu møguliga verið veidd 1,2 milj. tons. Norðmenn veiđdu í fjør 2,3 milj. tons ella 14% minni enn í 1973. Fyrstahondsvirðið er hækkað við 10% til 2,2 miljardir kr., meðan út- flutningsvirðið er mink- að úr 3,2 miljardum kr. til 2,8 miljardir kr. Tá útflutningstølini eru so lág, kemst hetta av, at goymslumar av frystum fiski, saltfiski og herme- tikk eru stórar. Ikki 50 fjórðingar í 1975 Norski havrættarráð- harrin Jens Evensen sig- ur, at tað er ikki hugs- andi, at norðmenn fara at flyta fiskimarkið við Norðurnorra út fyrr enn annar partur av hav- rættarfundinum hjá ST er av í Geneve 10. mei. Norra fer_ skjótt undir samráðingar um útflut- ingina, og Jens Evensen skal i hesum mánanum leggja eitt uppskot fyri stjómina um, hvussu tingingarnar skulu før- ast. Tær tríggjar trolfriu leiðirnar koma i gildi 15. januar. Jens Evensen sigur seg rokna við, at teir noyðast at brúka alt hetta árið til tingingar um 50 fjórðinga markið. Samráðingar verða við 8 til 10 lond um torførar spumingar, og tað kann taka fleiri vikur at sam- ráðast við bert eitt land. Veruligar tingingar kunnu ikki væntast fyrr enn eftir 10 mei. Syrgiligur lærdómur Rættarkanningin í Bret- landi av spurninginum, hví trolarin Gaul sakk við Norðurnorra, er lið- ugt, og rætturin kom til hesa niðurstøðu: Fleiri brotasjógvar løgdu seg yvir hekkutrolaran Gaul úr Hull, og trolarin tolvdist. Hann kom at liggja við síðuni móti brotasjógvunum og varð raktur av fleiri brota- sjógvum aftrat, so hann ikki kundi rætta seg uppaftur. Ein av sakførarunum, Barry Sheen, segði, at ein syrgiligur lærdómur av kanningunum er, at teir, sum hava sítt starv á sjónum, úti á víðum havi, eiga ongantíð at undirmeta havsins megi. Vitnisførslur, sum stýrimenn og skiparar góvu í rættinum, vístu, at hesir, ið høvdu fingið sín dugnaskap og sjó- mansskap umborð á síð- utrolarum, hildu tað ver- a óneyðugt av brúnni á einum hekkutrolara at vísa havinum somu virð- ing. Allir skiparar skiltu fullvæl, at tað var neyð- ugt at leggja skipið uppí, tá tað ikki var fisk- iveður. Men kanningin vísti, at skiparar á hekk- utrolarum plagdu at Nýtt slag av bjargingarbelti Ein fyrrverandi bretskur skipari hevur gjørt ein búna, sum er vælegnað- ur hjá sjómonnum, tá kalt er í veðrinum, og samstundis er búnin eitt frálíkt bjargingarbelti. Hugskotið til henda búnan fekk hann eina- ferð hann sá fólk á vatn- ;skí í sínum búnum. Bún- in minnir um frosk- venda skipinum undan ættini og síðani at venda aftur við stevninum móti ættini fyri at halda seg yvir fiskinum. Hetta ger, at skipið kemur i eina veika støðu — við vindinum inn á síðuna. Lensiportrini á Gaul luku tey krøv, ið verða sett til bretskt skip, men verkfrøðingurin George Donaldsson, ið stóð fyri byggingini av trolaran- um, segði í rættinum, at hann sá onga grund vera til, at tey ikki vórðu gjørd størri. Hann helt, at allir trolarar áttu at havt eina skansaklædn- ing, sum var leysur frá dekkinum. Trý systir- skip hjá Gaul hava seinni fingið støtri lensi- portur. Eisini varð sagt, at eyka fiskiútgerð, sum verður stúvað á dekkin- um, forðar vatninum í at sleppa til lensiportrini. Verur eyka fiskiútgerð goymd á dekkinum er tað uppaftur meira neyð- ugt at hava størri lensi- portur, varð sagt í rætti- num í Bretlandi. mannabúnar, men tilfar- ið i honum er nakað øðr- vísi og hann er so væl isoleraður, at hann verð- ur hildin serliga vælegn- aður um veturin. Roynd- ir hava verið gjørdar við hesum búnanum norðuri í íshavinum, ein maður lá á sjónum í hesum búna í 20 minuttir, men hann kendi ikki til kulda burtursæð frá hondun- um. Um føroýingar fara at veiða brugdu, so kemur tann gamla hvalastøðin við Áir at vera me'ra brúkt enn higartil Møguliga føroysk brugduveiða í ár Tað eru fleiri føroyingar, sum hugsa um at fara und- ir brugduveiðu í ár — ein fiskiskapur, sum norð- menn dríva nokkso fitt, meðan føroyingar onki hava gjørt av tí fyrr. Tað er nakað av brugdu til við Føroyar, og seinasta ár vóru fleiri norskir bátar her og royndu. Teir lótu hampuliga væl at fiski- skapinum. Onkur bátur, sum var inni í Føroyum, og hevði eftir trimum døgum fingið 45 brugdur, og onkur annar segði seg hava 27. Við Áir Um so er at brugduveiðan byrjar, verður hvalastøðin við Áir tikin meira í brúk. Tað mesta av støðini hevur ligið óbrúkt, síðani føroy- ingar góvust við stórhval- aveiðuni. Tó hevur felagið Alv brúkt umsitingarhús- ini í sínum arbeiði, og í somu húsum hava eisini verið frítíðarlegur. Tey seinastu árini er ein partur av støðini blivin brúktur til sílaaling i sambandi við hyljarnar í Skálafirði og Sundalagnum. Hvalastøðin hoyrir und- ir tað almenna, og bygn- ingarnir hava verið hildnir hampuliga væl við líka. Sum tað sær út í løtuni, fara føroyingar neyvan undir stórhvalaveiðu av týdningi aftur í fyrstu framtíð. Menn, sum hava áhuga fyri brugduveiðu, ætla at nýta eitt kókari og tveir tangar á støðini. Prísfall Tann avgerandi spurning- urin fyri, um nøkur brugd- uveiða verður, er prísurin. Livurin á brugduni verður smeltað, og tað er hetta arbeiði, sum skal gerast við Áir. í Norra fingust í fjør 9,80 kr. fyri kilo av livur, men enn kann onki sigast um prísin í ár. Tingingar verða í februar og mars millum keypararnar og Brugduveiðufelagið, og tá- staðni fæst at vita, hvussu prísurin verður. Tað frættist, at prísurin i Norra var óvanliga góður seinasta ár, og at menn ikki vænta so høgan pris aftur í hesum árinum. Kravt verður eisini, at framleiðslan verður havd undir nossligum umstøð- um, at ráevnið er feskt, og at onki annað verður blandað uppí. Bæði í Havn og suðuri í Vági eru menn hugaðir fyri at fara undir brugduveiðu. Vendi aftur Ólavur Halgi, sum fór eystureftir ein túr, vendi fyrst i vikuni aftur. Hann var tá komin til Norður- norra. Orsøkin var, at ein dynamo brendi saman. Skaðin kemur tilsamans at kosta Fuglafjarðar-fel- agnum, sum eigur trolar- an, einar 100.000 krónur. Møguliga útseting Næmingar á studentaskúl- anum hava fyrr biðið landsstýrið um eitt svar í málspurninginum i sein- asta lagi i dag, annars ætlaðu teir sær í verkfall, fyri fyrst í ein dag. Eftir at nýtt landsstýri nú er skipað, og landsstýr- ismenninir ikki enn hava havt høvi til at seta seg inn i tey ymisku málini, fara næmingarnir á studenta- skúlanum møguliga at út- seta verkfallið. Bíligari fyri pensjo- nistarnar Tað verður nú biligari at ferðasl við strandfaraskip- unum hjá fólkapensjonist- um. Ein skipan er gjørd, sum gevuir fólkapensjon- istum loyvi at ferðast fyri hálvan prís allar gerandis- dagar, men ikki fríggjadag og sunnudag. Ætlanin er, at pensjo- nistarnir skulu hava eitt kort at visa fram, sum gevur teimum avsláttur. Frammanundan fáa summi fríar ferðir við strandfaraskipunum, m.a. skúlanæmingar, ítróttar- fólk og løgtingsmenn. 9 9

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.