Tíðindablaðið - 15.01.1975, Qupperneq 10
Síða 10
TÍÐINPABLAÐIP mikudagin 15. januar 1975
Fara Egyptaland og
Iran at samarbeiða
fyri at vinna á mál
Tað verður hildið, at vitj-
anin, sum shahurin av Ir-
an í síðstu viku gjørdi í
Egyptalandi, kann fáa
týðandi avleiðingar fyri
støðuna í Miðeystri.
Hetta er fyrstu ferð síð-
ani 1939, at shahurin vitj-
ar Kairo, og henda vitjanin
er eitt týðuligt tekin um,
at Iran ger seg støðugt
meira galdandi millum
londini í Miðeystri, Ojj
skuldi tað hent, at ein
samgonga verður gjørd
millum Kairo og Teheran,
so kemur hon fullkomiliga
at broyta maktjavnan í
Miðeystri.
Ein økt samvinna mill-
um Iran og Egyptaland er
óivað í fyrstu atløgu mest
vend ímóti Sovjetsamveld-
inum, men heldur ikki
amerikanarar eiga át vera
so glaðir fyri hana. Stór-
veldunum . dámar ongar
avtalur, sum gera, at
teirra vald í Miðeystri
verður skert.
Peningalig
styrki
Iran hevur seinastu árini
gjørt seg meira og meira
galdandi sum stórveldi.
Tað byrjaði, tá iranarar
hersettu tríggjar smáar
oyggjar í Hormuz-sundin-
um í samband við, at
Bretland tók herfólkk sítt
úr emiratunum har suðuri.
Iran brynjaði seg væl út tá
og gjørdi ein flota, sum
neyvan kundi hava annað
endamál enn at leggja upp
i á tí arabisku hálvoynni.
Síðani hevur Iran týðu-
liga víst sín vilja til at
brúka sína peningaligu
styrki til at fremja politisk
mál við, og í fjør byrjaði
landið at veita teimum
arabisku londunum hjálp,
sum vóru illa fyri bú-
skaparliga. Hesar hjálpar-
veitingar hava vundið
uppá seg. Nú hevur Persia
lovað Egyptalandi eina
hjálp upp á 850 miljónir
dollarar, og Jordan hevur
fingið lyfti um eina deild
av F-5 jagarum, sum Iran
hevur keypt úr USA.
Fløskuhálsur
Eitt annað dømi um tey
politisku málini hjá Iran
er, at landið fyri stuttum
gjørdi ein sáttmála við sul-
tanin í Oman um flota-
samarbeiði í Hormuz-
sundinum og í Indiska
havinum. Hetta ger, at
Iran fær uppaftur betri tak
á ti fløskuhálsinum, sum
oljan skal ígjøgnum, og
sum amerikanararnir eisini
mugu koma ígjøgnum, um
teir skulu leggja upp í við
hervaldi, um arabaramir
steðga oljuflutninginum
undir einum komandi
kríggi við Israel.
Egyptaland kann av
meira enn einari grund
hava hug til at økja um
samarbeiðið við Iran. Lan-
dið er fátækt og hevur
harðliga brúk fyri teimum
hjálparveitingum, sum Ir-
an kann geva, men tað
hevur verið at merkt í sein-
astuni, at fólkið i Egypta-
landi er misnøgt.
USA er komið aftur við í
myndina og veitir Egypta-
landi hjálp sambært sátt-
málan, sum gjørdur var, tá
Nixon í summar var í
Egyptalandi, men egyptar
rokna ikki amerikanarar at
vera at lita á, so leingi
stríðið við Israel ikki er
loyst, og teir hava ikki
vilja latið Sadat fingið tey
vápn, sum hann so inniliga
hevur biðið um fyri at
koma yvir tann missin,
sum landið hevði í seinasta
krígnum.
Stjórnirnar i Teheran og
Kairo hava eitt felags
ynski um at minka um
valdið hjá stórveldunum í
Miðeystri, og tess meira
tey kunnu spæla uppá á-
hugamálini hjá øðrum
londum, tess nærri kunnu
tey koma sínum egna máli.
SHOWIÐ INTERNAT10NAL
SVEND BJERRE
p«rodist og koniersncier.
við
sangarinnuni
Anniqa
hermaranum
Svend Bjerre
trøllmanninum
John Mailand
og
Rico kvintettini
verður í
ANNIQA
í Læraraskúlahøllini í Havn 15.1. og 16.1. fyri børnum kl. 17 og vaksnum kl. 19. Kvintettin við
Anniqu og Svend Bjerre spæla í diskotekinum í Havnar klubba 15. og 16.1.
Atgongumerkir fáast við inngongdina.