Tíðindablaðið - 29.01.1975, Síða 1
Tíðindablaðið
Nr. 7 - 2. árg. - leysasøla 2,00
Mikudagur 29. januar 1975
Telefon 1 48 49
■SjgHBSg
mmmmmmmmBammmmmmmmmmmmmmammBmmmmmmmmmmSamnnMnHMna
Rættleiðing
til tíðindir í Tíðinda-
blaðnum nr. 6 viðvíkj-
andi arbeiðinum uppá
Vesturk irkj una.
í omanfyri nevnda
nummari av blaðnum
skriva tygum um arbeið-
ið við at tætta lekar í
takinum og enda tíðindi-
ni soleiðis:
«Lekarnir eru størstir
í torninum, men annars
lekur í støðum um alt
takið. Tað er enn óvist,
nær hetta arbeiðið kann
byrja».
Hesi tíðindi eru ikki
bein. Arbeiðið við at um-
væla tekjuna orsakað av
leka var liðugt í sep-
tember 1974. Snikkara-
arbeiðið er byrjað, fyri
meir enn 14 døgum síð-
ani, og arbeiðið gongur
væl.
P.S. Sivertsen
formaður fyri
bygginevndina
Prísirnir
lækka
Havsbrún lækkar nú aft-
ur prísirnar á ídnaðar-
fiski. Tað koma tvær
lækkingar, onnur 1. feb-
ruar og hin 15. februar.
Frá 1. februar lækka
prísirnir á 1. floks sild
við fimm oyrum niður í
38 oyru fyri kg, og prís-
urin á hvítingsbróður við
seks oyrum niður í 27
oyru fyri kg. 15. februar
lækka prísirnir aftur;
prísurin á sild verður tá
34 oyru fyri kg og fyri
hvitingsbróður 23 oyru
fyri kg.
Sáttmáli um
sølu av sild
Fiskasølan hevur gjørt
sáttmála við Poland um
sølu av 4.000 tunnum av
sild við møguleika at
selja 2.000 tunnur af-
trat.
Fíggjarlógin
Fráfarna landsstýrið
legði uppskot um fíggj-
arlóg fyri 1975/76 fram.
Hetta uppskot verður
nú viðgjørt í tí nýggja
landsstýrinum, sum
ætlar at leggja tað fram
í hesi vikuni av nýggj-
um. Roknast kann við,
at nakrar broytingar
verða gjørdar.
Kjartan Mohr: - Eitt reytt
kabinett
Bæði hesi mál vórðu beind
til viðgerðar í fíggjar-
nevndini, sum væntandi
avgreiðir tey skjótt. Av tí
sama varð nýggj fíggjar-
nevnd vald á fundi seinna-
partin í gjár, og formaður
nú er Hákun Djurhuus úr
fólkaflokkinum.
Afturvirkandi
Jógvan Olsen segði, at
upphæddirnar í uppskot-
inum hjá sambandsflokk-
inum vóru ov lágar, og at
bæði uppskotini høvdu tað
Hilmar Kass: - Uppskotið
eitt misfostur
brek, at studningurin
verður ikki hækkaður av
sær sjálvum, so hvørt sum
prísurin fellur. Hann fanst
at, at eykastudningur bert
verður latin til veiðu við
húki, og at stórur toskur
ikki fær lut í hesum studn-
ingi.
Hann mælti annars til,
at lógin fær afturvirkandi
kraft frá 15. desember.
Ove Mikkelsen úr tjóð-
veldisflokkinum helt tað
vera løgið, at t.d. gama-
veiðan ikki er nevnd, og
helt, at ein fastur prísur
Pauli Ellefsen: - Eitt van-
skapt uppskot
hevði verið betri enn bein-
leiðis studningur. Útróðr-
armenn kunnu ikki góð-
taka hetta uppskot, segði
Ove Mikkelsen og bað
landsstýrið taka tað aftur
ella tvífalda studningin til
50 oyru pr. kilo.
Tað reyða
kabinettið
Hilmar Kass úr sjálvstýr-
isflokkinum helt ikki, at 25
oyrað loysir kreppuna. Tá
trol- og gamaveiða ikki fáa
studning, so rímar hetta
væl við tann politikk, sum
tann eini landsstýrisflokk-
urin førdi í andstøðu,
nevniliga at vit bert skulu
royna á heimaleið og við ó-
effektivum reiðskapi. Hil-
mar Kass kallaði upp-
skotið frá landsstýrinum
eitt misfostur.
Kjartan Mohr helt, at
sambandsflokkurin hevði
lagt eitt skilagott uppskot
fram. Hann mælti and-
støðuni til at standa sam-
Ove Mikkelsen; - 1 minsta
lagi 50 oyru
an ímóti tí reyða kabinett-
inum og helt, at vit hava
eitt slag av diktatorstøðu í
Føroyum í dag.
Fantasi-
ríkari
Jákup Frederik Øregaard
úr javnaðarflokkinum visti
á, at útróðrarmenninir
hava biðið um ein fastan
prís. Teir hava verið meira
fantasiríkir enn landsstýr-
ið, tí ein fastur prísur
hevði verið tað sama sum
ein broyting frá skipanini
higartil; men málið kann
ikki loysast frá einum degi
til annan. Øregaard segði,
at vit skulu rokna við at
koma at liva við tí núver-
andi fiskaprísinum og
teimum núverandi út-
reiðslunum hjá fiskivinn-
uni. Hann visti annars
ongan so fiskafátækan
grunn sum tann føroyska
og hevði ongantíð trúð, at
vit kundu liva av útróðri.
Pauli Ellefsen úr sam-
bandsflokkinum helt
landsstýrisuppskotið vera
eitt makkverk.
Petur Reinert landsstýr-
ismaður segði, at teir
spurningar, fiskivinnan
hevur at dragast við, verða
nú tiknir til viðgerðar sum
heild.
Landsstýrið skal eftir
ætlanini leggja eitt upp-
skot um heildarloysn fyri
tingið um tveir mánar.
Hevur
ísland
roknað
skeivt
Eitt bretskt blað
skrivar, at íslend-
ingar hava for-
roknað seg, tá
teir undirskrivað-
u sáttmálan við
bretar um veiðu
undir íslandi.
Síða 8
Meting
av sam-
gonguni
í Dagsins máli
ger Hans Jacob
Debes eina met-
ing av tí nýggju
samgonguni.
Síðu 2
Brots-
verkini
fleiri
Løgreglan fexk í
fjør fráboðan um
977 lógarbrot í-
móti 597 í 1973.
Síðu 9
Prísstudningurin
má hækka so hvørt
sum prísurin fellur
segði Jógvan Olsen úr sam-
bandsflokkinum um upp-
skotini, sum eru fyri á tingi
um útróðrarstudning
Fyrrapartin í gjár hevði løgtingið fyri
fyrstu ferð orðaskifti, síðani landsstýrið
varð skipað. Á skránni vóru uppskotini
frá sambandsflokkinum og frá lands-
stýrinum um stuðul til útróðurin.
Sá skjótt,
at okkurt
> \
var áfatt
sigur eitt av ferðafólkunum, sum var við
flogfarinum seinasta leygardag.
Síða 5