Tíðindablaðið - 29.01.1975, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið Nr. 7 - 2. árg. - leysasøla 2,00 Mikudagur 29. januar 1975 Telefon 1 48 49 ■SjgHBSg mmmmmmmmBammmmmmmmmmmmmmammBmmmmmmmmmmSamnnMnHMna Rættleiðing til tíðindir í Tíðinda- blaðnum nr. 6 viðvíkj- andi arbeiðinum uppá Vesturk irkj una. í omanfyri nevnda nummari av blaðnum skriva tygum um arbeið- ið við at tætta lekar í takinum og enda tíðindi- ni soleiðis: «Lekarnir eru størstir í torninum, men annars lekur í støðum um alt takið. Tað er enn óvist, nær hetta arbeiðið kann byrja». Hesi tíðindi eru ikki bein. Arbeiðið við at um- væla tekjuna orsakað av leka var liðugt í sep- tember 1974. Snikkara- arbeiðið er byrjað, fyri meir enn 14 døgum síð- ani, og arbeiðið gongur væl. P.S. Sivertsen formaður fyri bygginevndina Prísirnir lækka Havsbrún lækkar nú aft- ur prísirnar á ídnaðar- fiski. Tað koma tvær lækkingar, onnur 1. feb- ruar og hin 15. februar. Frá 1. februar lækka prísirnir á 1. floks sild við fimm oyrum niður í 38 oyru fyri kg, og prís- urin á hvítingsbróður við seks oyrum niður í 27 oyru fyri kg. 15. februar lækka prísirnir aftur; prísurin á sild verður tá 34 oyru fyri kg og fyri hvitingsbróður 23 oyru fyri kg. Sáttmáli um sølu av sild Fiskasølan hevur gjørt sáttmála við Poland um sølu av 4.000 tunnum av sild við møguleika at selja 2.000 tunnur af- trat. Fíggjarlógin Fráfarna landsstýrið legði uppskot um fíggj- arlóg fyri 1975/76 fram. Hetta uppskot verður nú viðgjørt í tí nýggja landsstýrinum, sum ætlar at leggja tað fram í hesi vikuni av nýggj- um. Roknast kann við, at nakrar broytingar verða gjørdar. Kjartan Mohr: - Eitt reytt kabinett Bæði hesi mál vórðu beind til viðgerðar í fíggjar- nevndini, sum væntandi avgreiðir tey skjótt. Av tí sama varð nýggj fíggjar- nevnd vald á fundi seinna- partin í gjár, og formaður nú er Hákun Djurhuus úr fólkaflokkinum. Afturvirkandi Jógvan Olsen segði, at upphæddirnar í uppskot- inum hjá sambandsflokk- inum vóru ov lágar, og at bæði uppskotini høvdu tað Hilmar Kass: - Uppskotið eitt misfostur brek, at studningurin verður ikki hækkaður av sær sjálvum, so hvørt sum prísurin fellur. Hann fanst at, at eykastudningur bert verður latin til veiðu við húki, og at stórur toskur ikki fær lut í hesum studn- ingi. Hann mælti annars til, at lógin fær afturvirkandi kraft frá 15. desember. Ove Mikkelsen úr tjóð- veldisflokkinum helt tað vera løgið, at t.d. gama- veiðan ikki er nevnd, og helt, at ein fastur prísur Pauli Ellefsen: - Eitt van- skapt uppskot hevði verið betri enn bein- leiðis studningur. Útróðr- armenn kunnu ikki góð- taka hetta uppskot, segði Ove Mikkelsen og bað landsstýrið taka tað aftur ella tvífalda studningin til 50 oyru pr. kilo. Tað reyða kabinettið Hilmar Kass úr sjálvstýr- isflokkinum helt ikki, at 25 oyrað loysir kreppuna. Tá trol- og gamaveiða ikki fáa studning, so rímar hetta væl við tann politikk, sum tann eini landsstýrisflokk- urin førdi í andstøðu, nevniliga at vit bert skulu royna á heimaleið og við ó- effektivum reiðskapi. Hil- mar Kass kallaði upp- skotið frá landsstýrinum eitt misfostur. Kjartan Mohr helt, at sambandsflokkurin hevði lagt eitt skilagott uppskot fram. Hann mælti and- støðuni til at standa sam- Ove Mikkelsen; - 1 minsta lagi 50 oyru an ímóti tí reyða kabinett- inum og helt, at vit hava eitt slag av diktatorstøðu í Føroyum í dag. Fantasi- ríkari Jákup Frederik Øregaard úr javnaðarflokkinum visti á, at útróðrarmenninir hava biðið um ein fastan prís. Teir hava verið meira fantasiríkir enn landsstýr- ið, tí ein fastur prísur hevði verið tað sama sum ein broyting frá skipanini higartil; men málið kann ikki loysast frá einum degi til annan. Øregaard segði, at vit skulu rokna við at koma at liva við tí núver- andi fiskaprísinum og teimum núverandi út- reiðslunum hjá fiskivinn- uni. Hann visti annars ongan so fiskafátækan grunn sum tann føroyska og hevði ongantíð trúð, at vit kundu liva av útróðri. Pauli Ellefsen úr sam- bandsflokkinum helt landsstýrisuppskotið vera eitt makkverk. Petur Reinert landsstýr- ismaður segði, at teir spurningar, fiskivinnan hevur at dragast við, verða nú tiknir til viðgerðar sum heild. Landsstýrið skal eftir ætlanini leggja eitt upp- skot um heildarloysn fyri tingið um tveir mánar. Hevur ísland roknað skeivt Eitt bretskt blað skrivar, at íslend- ingar hava for- roknað seg, tá teir undirskrivað- u sáttmálan við bretar um veiðu undir íslandi. Síða 8 Meting av sam- gonguni í Dagsins máli ger Hans Jacob Debes eina met- ing av tí nýggju samgonguni. Síðu 2 Brots- verkini fleiri Løgreglan fexk í fjør fráboðan um 977 lógarbrot í- móti 597 í 1973. Síðu 9 Prísstudningurin má hækka so hvørt sum prísurin fellur segði Jógvan Olsen úr sam- bandsflokkinum um upp- skotini, sum eru fyri á tingi um útróðrarstudning Fyrrapartin í gjár hevði løgtingið fyri fyrstu ferð orðaskifti, síðani landsstýrið varð skipað. Á skránni vóru uppskotini frá sambandsflokkinum og frá lands- stýrinum um stuðul til útróðurin. Sá skjótt, at okkurt > \ var áfatt sigur eitt av ferðafólkunum, sum var við flogfarinum seinasta leygardag. Síða 5

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.