Tíðindablaðið - 29.01.1975, Side 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975
Tíðindablaóið
0tgevari og blaðstjóm:
Finnbogi Isaksen
Árni Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprís'ur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Samgongan
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Bert fyribils
Tað er helst ikki so nógv áhugavert við ti
uppskoti til hjálp fyri útróðurin, sum
landsstýrið legði fram mánadagin, uttan
tað at studningur tykist at vera størri
yvir styttri tíð enn fyrr. Tað verðu^ mett,
at eykastudningurin uppá 25 oyru til-
samans — harav 15 til mannin og 10 til
bátin — kemur at kosta landskassanum
umleið eina miljón í februar og mars, um
veiðunøgdin verður tann sama sum hesar
báðar mánarnar í fjør.
Hartil er at siga, at várróðurin roynd-
ist serliga væl í 1974, tað viðraði væl, og
fiskiskapurin var góður. Leita vit eini
tvey ár aftur í tíðina og nýta veiðutølini
fyri t.d. 1972 sum grund, kemur
studningurin ivaleyst at verða einar
200.000 kr. minni. Men kortini er hann
stórur.
Fyrst kom løgtingsvalið,
so kommunuvalini og sein-
ast fólkatingsvalið. Endin
á øllum var so landsstýris-
skipanin, hetta duldarfulla
virksemið, sum fólk bara
hevði snevilin av og næst-
an onki visti um. Kanska
má tað so vera; men hetta
svarar ikki rættiliga til ta
mynd, okkum verður givin
um tað opna fólkastýrið.
Síggja vit burtur frá
teimum litið politisku
kommunuvalunum, so er
høvuðsstrikan í myndini
tann styrki, sum Tjóðveld-
isflokkurin er komin burt-
ur úr valum og landsstýr-
isskipanini við, hóast um-
støðumar — sum øllum
kunnugt — ikki júst vóru
tær bestu.
Samgongumøguleikar-
nir vóru jú fleiri. «Sjálv-
stýrissamgonga» hevði
borið til; talað varð um
hana, men allarhelst mest
sum alibi. Eg royndi her i
blaðnum at vísa á tað
Meira áhugavert verður at fáa at vita,
hvussu uppskotið um heildarloysn verð-
ur, tá landsstýrið sum lovað kemur aftur
á tingborð við málinum í seinasta lagi 1.
apríl. Til ta tið skal landsstýrið hava
gjørt sær hugsanir um, hvussu eitt hald-
gott og varandi støði skal leggjast undir
raksturin av bátum og virkjum umframt
at tryggja monnum eina rímuliga úrtøku.
Og hesin spurningurin kann ikki vera
lættur at greiða.
Her spælir inn — sum nevnt í lands-
stýrisuppskotinum — hvussu eigaravið-
urskiftini á bátunum eru, og hvussu nógv
teir einstøku eigaramir higartil hava
spart í skatti uppá avskriving.
neyðuga i, at Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin funnu saman til
okkurt slag av samarbeiði,
við tað at hesir flokkar
standa hvørjum øðrum so
nær. Eg nevndi tá, at ein
samgonga millum hesar
flokkar og Sjálvstýris-
flokkin hevði verið nátúr-
lig, serliga eftir at summir
fólkafloksmenn í valagita-
tiónini høvdu brúkt orða-
lag, sum ikki júst hóskaði
til samvinnu við Javnað-
arflokkin og Tjóðveldis-
flokkin. Hetta varð illa
upptikið av nógvum. Eg
skal tí nevna her, at at-
finningar mínar ikki so
nógv vóru vendar móti
flokkinum sum slíkum —
DAGSINS MÁL
Hans Jacob Debes ger eina
meting av landsstýrissam-
gonguni og skrivar, at tað
eru fleiri fólk í javnaðar-
flokkinum og fólkaflokkin-
um, sum eru misnøgd við
samgonguna
tí eg veit væl, at Fólka-
flokkurin hevur ein stóran
skara av liberalt og demo-
kratiskt hugsandi fólki —
men móti vissum tendens-
um, sum stungu seg upp.
Kanska gjørdi eg nakað
nógv av. Tí seinni vísti tað
seg — tíbetur — at tær
liberalu kreftirnar hóast
alt ikki vóru troðkaðar til
viks, men vóru tær sterk-
aru undir landsstýrisskip-
anini.
Tá sjálvstýrisflokkurin
helt seg burtur, mundu
ikki vera aðrir realistiskir
møguleikar. Óttin fyri sum
ein lítil flokkur at verða
kroystur til deyðis millum
tveir flokkar, ið sigast
standa til vinstru, og iva-
leyst eisini trupulleikin at
finna landsstýrismann
mundu vera høvuðsorsøk-
irnar. Á hin bógvin bendir
støða hansara á, at flokk-
urin er meira upptikin av
stríðnum av at vera til enn
at fáa nakran politikk
framdan.
Vit fingu so hesa J-T-F
samgongu, sum eftir sam-
gonguskjalinum at døma
ætlar sær at fara rættiliga
radikalt til verka. Her er
veruliga talan um eina ný-
skipan í føroyskum poli-
tikki, ein nýskipan, sum
hevur kravt dirvi av teim-
um, ið evnaðu hana til.
Tí ikki er frøin líka stór í
øllum samgonguflokkun-
um. Tað tykist sum ein
partur — stórur ella lítil —
av Javnaðarflokkinum er
ímóti samgonguni. Hetta
man vera tann parturin,
sum eins væl kundi hoyrt
til Sambandsflokkin, men
heldur Javnaðarflokkin
hava størri hegni til at
kroysta miljónir burtur úr
Danmark, sum ein vissur
maður plagar at taka til.
Hesin partur man ræðast
samgonguna við tveir
sjálvstýrisflokkar, og eftir
skjalinum at døma verða
stig tikin á sjálvstýrisleið.
At eisini Javnaðarflokkur-
in nú fær framt fleiri av
sínum gomlu og nýggju
málum enn nakrantíð fyrr,
hevur neyvan áhuga hjá
hesum parti. Tann fyrsta
øðin í hesum partinum
mundi vera orsøkin til, at
Sambandsflokkurin gekk
fram á fólkatingsvalinum.
Kanska er hetta tó bert ein
sunn reinsing av flokkin-
um.
Tað er heldur onki loyn-
darmál, at nógvir fólka-
floksveljarar eru misnøgd-
ir við samgonguna. Hetta
er partvís tann gamli anti-
sosialistiski og konserva-
tivi parturin, við tilknýti
til handil og vinnulív; ein
partur, sum langt síðan
hevur gloymt tað national-
a innihaldið og heldur
ynskir samgongu við Sam-
bandsflokkin, og harum-
framt ein ungur reaktio-
nerur partur, sum hevur
mobiliserað eina ódn av
primitivari nationalistisk-
ari og anti-sosialistiskari
andstøðu. Men sum nevnt
tykist sum at tað er tann
liberala og demokratiska
miðjari i flokkinum, sum er
tann sterkasta og tann,
sum hevur maktina. Og
hugsast má um, at fólka-
floksmenn eru ikki bara
forrætningsmenn í Havn
og í Klaksvík, men runt
um landið sita fólkafloks-
veljarar í hundraðtali, sum
onga grund hava til at ótt-
ast samgongu við vinstra-
flokkar, men sum tvørtur-
imóti kunnu fáa gagn av
henni. Tað var tí djarvt av
leiðsluni í Fólkaflokkinum
at fara upp i hesa sam-
gongu, og hetta vísir ein
sannan vilja til at med-
virka í og taka ábyrgd av
landsins stýri. Á hin bógv-
in kann misnøgdin i Fólka-
flokkinum minna hinar
báðar flokkarnar á ikki at
provokera fólkaflokkin ov
nógv.
Tjóðveldisflokkurin man
vera tann flokkurin, sum
mest heilskapaður er farin
upp í samgonguna við tað
at allur veljaraskarin tyk-
ist standa aftanfyri hesa
søguligu samgongu. Av
Framhald á bls. 10
Lurtararnir
og útvarpið
Tað hevði verið áhugavert,
um eitt kjak nú tók seg
upp um útvarpið, skrivar
Jóhan Mortensen í Sosial-
inum:
IJtvarpið er alt, alt ov
eintáttað. Tað er tað, sum
fyrst og fremst fær ein at
argast. Alt ov fáar ymisk-
ar meiningar koma fram.
Ikki minst innan fyri polit-
isk mál, sum frammi eru í
tíðini. Alt ov sjáldan verða
SJONARMIÐ
viðmerkingar settar til
hendingar og annað, sum
fer fram og viðkemur øll-
um samfelagsins borgar-
um.
í hesum viðfangi kann
nevnast, at ikki so lítil
partur av sendingum
danska útvarpsins eru
gjørdar undir ávirkan og
eftir uppskotum frá lurtar-
um og lagdar til rættis við
hjálp teirra. Tað verður
ikki sagt, at vit skulu apa,
meri hóast alt kunna vit
læra okkurt av teimum, ið
royndirnar hava.
Eitt slag av
lokalpatriotum
Skiftandi blaðstjórar á
Norðlýsinum hava fingið
tað stempul, at teir eru
lokalpatriotar, skrivar
Norðlýsið:
Hyggja vit at bløðun-
um, sum vit vanliga nevna
landsbløð, so kemur okk-
um ikki til hugs, í fyrstu
syftu, at tey eru «lokal-
patriotisk», men munurin
ímillum tey og t.d. Norð-
lýsið er, at tey altíð ganga
út frá, at alt skal vera í
Havn. Kanna bert eftir.
Koma tiðindi og annað til-
far í hesi bløð aðrastaðni
frá enn úr Havn, so stend-
ur hetta altíð viðmerkt,
sum t.d. «Úr Klaksvík»,
«Úr Suðuroy», «Av Toft-
um» o.s.v. Meðan tiðindi
og annað tilfar úr Havnini
hava onga yvirskrift, tí tað
er jú ein sjálvfylgja, at so
leingi einki er viðmerkt við
feitum, er tað sjálvandi
«Verdens navle», tað heila
snýr seg um.
Hús og heim
I samgonguskjalinum hjá
nýggja landsstýrinum
verður sagt, at eisini fólk
við lágum inntøkum skulu
hava høvi at fáa sær hús
og at sita við teimum. Um
hetta skrivar 14. Septem-
ber:
Tað, sum vit her ser-
stakliga leggja okkum í
geyma, eru orðini «fólk við
lágum inntøkum». Soleiðis
sum umstøðurpar eru,
hava fólk við «lágum inn-
tøkum» í veruleikanum
eingan møguleika til at fáa
gagn og nyttu burtur úr
teimum lániskipanum, ið
vit hóast alt hava, m.a.
Húsalánsgrunninum. Upp
á fyrispurning okkara,
hvørji fólk, ið tað eru, sum
lána í Húsalánsgrunnin-
um, er svarið, at hin stóra
fjøld av lántakarunum er
úr teimum hægru miðal-
inntøkunum.
Yvirbjóða
ikki
I Tíðindablaðnum hevur J.
Fr. Øregaard havt grein
um støðuna hjá fiskivinn-
uni. I einari viðmerking í
Dimmalætting skrivar
Pauli Ellefsen:
Sambandsflokkurin hev-
ur ongatíð verið rumbul-
og yvirbjóðingarflokkur.
Núverandi tingbólkur
Sambandsfloksins ætlar at
gera sítt besta fyri at liva
upp til hesa flokstraditión.
Hevði okkara uppskot
um studning til feskfiska-
veiðuna ikki verið «sabo-
terað» av samgonguni,
høvdu vit nú mánadagin
eisini lagt fram eitt upp-
skot um bráðfengishjálp
øðrum vinnugreinum við-
víkjandi.
Man spurningurin ikki
vera um semju millum
samgonguflokkarnar, um
hvat skal gerast?
*