Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 2

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Tíðindablaóið 0tgevari og blaðstjóm: Finnbogi Isaksen Árni Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprís'ur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Samgongan Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Bert fyribils Tað er helst ikki so nógv áhugavert við ti uppskoti til hjálp fyri útróðurin, sum landsstýrið legði fram mánadagin, uttan tað at studningur tykist at vera størri yvir styttri tíð enn fyrr. Tað verðu^ mett, at eykastudningurin uppá 25 oyru til- samans — harav 15 til mannin og 10 til bátin — kemur at kosta landskassanum umleið eina miljón í februar og mars, um veiðunøgdin verður tann sama sum hesar báðar mánarnar í fjør. Hartil er at siga, at várróðurin roynd- ist serliga væl í 1974, tað viðraði væl, og fiskiskapurin var góður. Leita vit eini tvey ár aftur í tíðina og nýta veiðutølini fyri t.d. 1972 sum grund, kemur studningurin ivaleyst at verða einar 200.000 kr. minni. Men kortini er hann stórur. Fyrst kom løgtingsvalið, so kommunuvalini og sein- ast fólkatingsvalið. Endin á øllum var so landsstýris- skipanin, hetta duldarfulla virksemið, sum fólk bara hevði snevilin av og næst- an onki visti um. Kanska má tað so vera; men hetta svarar ikki rættiliga til ta mynd, okkum verður givin um tað opna fólkastýrið. Síggja vit burtur frá teimum litið politisku kommunuvalunum, so er høvuðsstrikan í myndini tann styrki, sum Tjóðveld- isflokkurin er komin burt- ur úr valum og landsstýr- isskipanini við, hóast um- støðumar — sum øllum kunnugt — ikki júst vóru tær bestu. Samgongumøguleikar- nir vóru jú fleiri. «Sjálv- stýrissamgonga» hevði borið til; talað varð um hana, men allarhelst mest sum alibi. Eg royndi her i blaðnum at vísa á tað Meira áhugavert verður at fáa at vita, hvussu uppskotið um heildarloysn verð- ur, tá landsstýrið sum lovað kemur aftur á tingborð við málinum í seinasta lagi 1. apríl. Til ta tið skal landsstýrið hava gjørt sær hugsanir um, hvussu eitt hald- gott og varandi støði skal leggjast undir raksturin av bátum og virkjum umframt at tryggja monnum eina rímuliga úrtøku. Og hesin spurningurin kann ikki vera lættur at greiða. Her spælir inn — sum nevnt í lands- stýrisuppskotinum — hvussu eigaravið- urskiftini á bátunum eru, og hvussu nógv teir einstøku eigaramir higartil hava spart í skatti uppá avskriving. neyðuga i, at Javnaðar- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin funnu saman til okkurt slag av samarbeiði, við tað at hesir flokkar standa hvørjum øðrum so nær. Eg nevndi tá, at ein samgonga millum hesar flokkar og Sjálvstýris- flokkin hevði verið nátúr- lig, serliga eftir at summir fólkafloksmenn í valagita- tiónini høvdu brúkt orða- lag, sum ikki júst hóskaði til samvinnu við Javnað- arflokkin og Tjóðveldis- flokkin. Hetta varð illa upptikið av nógvum. Eg skal tí nevna her, at at- finningar mínar ikki so nógv vóru vendar móti flokkinum sum slíkum — DAGSINS MÁL Hans Jacob Debes ger eina meting av landsstýrissam- gonguni og skrivar, at tað eru fleiri fólk í javnaðar- flokkinum og fólkaflokkin- um, sum eru misnøgd við samgonguna tí eg veit væl, at Fólka- flokkurin hevur ein stóran skara av liberalt og demo- kratiskt hugsandi fólki — men móti vissum tendens- um, sum stungu seg upp. Kanska gjørdi eg nakað nógv av. Tí seinni vísti tað seg — tíbetur — at tær liberalu kreftirnar hóast alt ikki vóru troðkaðar til viks, men vóru tær sterk- aru undir landsstýrisskip- anini. Tá sjálvstýrisflokkurin helt seg burtur, mundu ikki vera aðrir realistiskir møguleikar. Óttin fyri sum ein lítil flokkur at verða kroystur til deyðis millum tveir flokkar, ið sigast standa til vinstru, og iva- leyst eisini trupulleikin at finna landsstýrismann mundu vera høvuðsorsøk- irnar. Á hin bógvin bendir støða hansara á, at flokk- urin er meira upptikin av stríðnum av at vera til enn at fáa nakran politikk framdan. Vit fingu so hesa J-T-F samgongu, sum eftir sam- gonguskjalinum at døma ætlar sær at fara rættiliga radikalt til verka. Her er veruliga talan um eina ný- skipan í føroyskum poli- tikki, ein nýskipan, sum hevur kravt dirvi av teim- um, ið evnaðu hana til. Tí ikki er frøin líka stór í øllum samgonguflokkun- um. Tað tykist sum ein partur — stórur ella lítil — av Javnaðarflokkinum er ímóti samgonguni. Hetta man vera tann parturin, sum eins væl kundi hoyrt til Sambandsflokkin, men heldur Javnaðarflokkin hava størri hegni til at kroysta miljónir burtur úr Danmark, sum ein vissur maður plagar at taka til. Hesin partur man ræðast samgonguna við tveir sjálvstýrisflokkar, og eftir skjalinum at døma verða stig tikin á sjálvstýrisleið. At eisini Javnaðarflokkur- in nú fær framt fleiri av sínum gomlu og nýggju málum enn nakrantíð fyrr, hevur neyvan áhuga hjá hesum parti. Tann fyrsta øðin í hesum partinum mundi vera orsøkin til, at Sambandsflokkurin gekk fram á fólkatingsvalinum. Kanska er hetta tó bert ein sunn reinsing av flokkin- um. Tað er heldur onki loyn- darmál, at nógvir fólka- floksveljarar eru misnøgd- ir við samgonguna. Hetta er partvís tann gamli anti- sosialistiski og konserva- tivi parturin, við tilknýti til handil og vinnulív; ein partur, sum langt síðan hevur gloymt tað national- a innihaldið og heldur ynskir samgongu við Sam- bandsflokkin, og harum- framt ein ungur reaktio- nerur partur, sum hevur mobiliserað eina ódn av primitivari nationalistisk- ari og anti-sosialistiskari andstøðu. Men sum nevnt tykist sum at tað er tann liberala og demokratiska miðjari i flokkinum, sum er tann sterkasta og tann, sum hevur maktina. Og hugsast má um, at fólka- floksmenn eru ikki bara forrætningsmenn í Havn og í Klaksvík, men runt um landið sita fólkafloks- veljarar í hundraðtali, sum onga grund hava til at ótt- ast samgongu við vinstra- flokkar, men sum tvørtur- imóti kunnu fáa gagn av henni. Tað var tí djarvt av leiðsluni í Fólkaflokkinum at fara upp i hesa sam- gongu, og hetta vísir ein sannan vilja til at med- virka í og taka ábyrgd av landsins stýri. Á hin bógv- in kann misnøgdin i Fólka- flokkinum minna hinar báðar flokkarnar á ikki at provokera fólkaflokkin ov nógv. Tjóðveldisflokkurin man vera tann flokkurin, sum mest heilskapaður er farin upp í samgonguna við tað at allur veljaraskarin tyk- ist standa aftanfyri hesa søguligu samgongu. Av Framhald á bls. 10 Lurtararnir og útvarpið Tað hevði verið áhugavert, um eitt kjak nú tók seg upp um útvarpið, skrivar Jóhan Mortensen í Sosial- inum: IJtvarpið er alt, alt ov eintáttað. Tað er tað, sum fyrst og fremst fær ein at argast. Alt ov fáar ymisk- ar meiningar koma fram. Ikki minst innan fyri polit- isk mál, sum frammi eru í tíðini. Alt ov sjáldan verða SJONARMIÐ viðmerkingar settar til hendingar og annað, sum fer fram og viðkemur øll- um samfelagsins borgar- um. í hesum viðfangi kann nevnast, at ikki so lítil partur av sendingum danska útvarpsins eru gjørdar undir ávirkan og eftir uppskotum frá lurtar- um og lagdar til rættis við hjálp teirra. Tað verður ikki sagt, at vit skulu apa, meri hóast alt kunna vit læra okkurt av teimum, ið royndirnar hava. Eitt slag av lokalpatriotum Skiftandi blaðstjórar á Norðlýsinum hava fingið tað stempul, at teir eru lokalpatriotar, skrivar Norðlýsið: Hyggja vit at bløðun- um, sum vit vanliga nevna landsbløð, so kemur okk- um ikki til hugs, í fyrstu syftu, at tey eru «lokal- patriotisk», men munurin ímillum tey og t.d. Norð- lýsið er, at tey altíð ganga út frá, at alt skal vera í Havn. Kanna bert eftir. Koma tiðindi og annað til- far í hesi bløð aðrastaðni frá enn úr Havn, so stend- ur hetta altíð viðmerkt, sum t.d. «Úr Klaksvík», «Úr Suðuroy», «Av Toft- um» o.s.v. Meðan tiðindi og annað tilfar úr Havnini hava onga yvirskrift, tí tað er jú ein sjálvfylgja, at so leingi einki er viðmerkt við feitum, er tað sjálvandi «Verdens navle», tað heila snýr seg um. Hús og heim I samgonguskjalinum hjá nýggja landsstýrinum verður sagt, at eisini fólk við lágum inntøkum skulu hava høvi at fáa sær hús og at sita við teimum. Um hetta skrivar 14. Septem- ber: Tað, sum vit her ser- stakliga leggja okkum í geyma, eru orðini «fólk við lágum inntøkum». Soleiðis sum umstøðurpar eru, hava fólk við «lágum inn- tøkum» í veruleikanum eingan møguleika til at fáa gagn og nyttu burtur úr teimum lániskipanum, ið vit hóast alt hava, m.a. Húsalánsgrunninum. Upp á fyrispurning okkara, hvørji fólk, ið tað eru, sum lána í Húsalánsgrunnin- um, er svarið, at hin stóra fjøld av lántakarunum er úr teimum hægru miðal- inntøkunum. Yvirbjóða ikki I Tíðindablaðnum hevur J. Fr. Øregaard havt grein um støðuna hjá fiskivinn- uni. I einari viðmerking í Dimmalætting skrivar Pauli Ellefsen: Sambandsflokkurin hev- ur ongatíð verið rumbul- og yvirbjóðingarflokkur. Núverandi tingbólkur Sambandsfloksins ætlar at gera sítt besta fyri at liva upp til hesa flokstraditión. Hevði okkara uppskot um studning til feskfiska- veiðuna ikki verið «sabo- terað» av samgonguni, høvdu vit nú mánadagin eisini lagt fram eitt upp- skot um bráðfengishjálp øðrum vinnugreinum við- víkjandi. Man spurningurin ikki vera um semju millum samgonguflokkarnar, um hvat skal gerast? *

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.