Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 10
Síða 10
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975
Framhald av bls. 2
samgonguskjalinum sæst,
at bæði á tí tjóðskaparliga
og tí sosiala/sosialistiska
økinum eru hinir flokkar-
nir gingnir Tjóðveldis-
flokkinum á møti. Við hes-
um hevur flokkurin endað
tilveru sína sum paria i
føroyskum politikki. Hann
er nú viðurkendur sum
politisk kraft. Hetta gevur
honum stórá ábyrgd; men
við teimum umboðum,
hann hevur fingið í lands-
stýrinum, men kann fara
at vísa, at stirðil er í hon-
um. Tann tíðin er eisini
farin, tá flokkurin kundi
standa og bólgna upp
uttan fyri tær stovur, har
avgerðirnar vórðu tiknar
og har ábyrgdin lá.
Samantikið kann sigast,
at leiðslurnar í øllum trim-
um samgonguflokkunum
hava víst góðan og ærligan
vilja til at fara undir tað,
teir kalla praktiskt upp-
byggingararbeiði í einari
tíð, tá tað av opportunist-
iskum grundum kanska
hevði Ioyst seg betur at
staðið uttanfyri. Sam-
gonguskjalið bendir veru-
liga á eitt nýtt perspektiv í
føroyskum politikki. Tað
at tað kunstiga og skaði-
liga markið millum «sam-
bandsflokkar» og «sjálv-
stýrisflokkar» — sum eg
nevndi í tí fyrru greinini —
kann leggjast niður, með-
an samarbeitt verður,
bendir á heilt nýggjar
virkismøguleikar.
Ongin uttan ein stirvn-
aður Sambandsflokkur
kann vera ímóti, at før-
oyingar sjálvir taka upp á
seg størri ábyrgd fyri stýr-
ingini av samfelagnum.
Allur annar politikkur er
ábyrgdarleysur og ónatúr-
ligur. At tað almenna økir
sina ávirkan gjøgnum ein
landsbanka heldur enn at
lata privat partafeløg —
fyri ein stóran part á út-
lendskum hondum — stýr-
a landsins búskapi skuldi
verið sjálvsagt. At skúlin
kemur á føroyskar hendur,
soleiðis at vit ráða yvir
honum sjálvir, skuldi held-
ur onki undarligt verið.
Ringt er at finna nakra
grund til at vera ímóti at
rudda upp i tí fløkta og
meiningsleysa lønarlagi,
vit hava. Og hvi skulu vit
ikki í fiskimarkspolitikki
okkara ikki fylgja tí leið,
sum uttan iva verður fram-
tíðar fiskimarkspolitikkur
millum lond? Soleiðis
kundi verið hildið fram.
Umleið tveir triðingar
av teimum føroysku velj-
arunum standa aftan fyri
ta samgongu, sum nú er
gjørd. Og fer hon til verka
út frá teimum sjónarmið-
um, sum sett eru fram í
samgonguskjalinum, man
okkurt fara at spyrjast
burturúr.
Verri er vorðið hjá and-
støðuni. Royndirnar hjá
Sambandsflokkinum at
leypa hvøkk á fólk hava
ikki eydnast, hóast hatta
fyrsta hirsið, flokkurin
gjørdi til fólkajtingsvalið.
Panikk-uppskotið um at
loysa kreppuna í útróðrin-
um við fimm oyrum meira í
prisstuđningi avdúkar tað
fullkomna politiska talent-
loysið. Hetta vísir eisini,
at flokkurin ikki er mentur
at vera so frægt sum yvir-
bjóðingarflokkur, men
flogið er so lágt, at alt
verður til undirbjóðingar-
politikk.
Hjá sjálvstýrisflokkin-
um er støðan álvarsom.
Hasar atkvøðurnar, hann
tók frá Sambandsflokkin-
um inni á Skálafjørðinum,
munnu vera svikaligar.
Tær hava sitið leysar fyrr.
Men hvat ið verri er, tað er
at flokkurin hevur mist
sina funktión sum tað uni-
versalklípið, sum passar í
øll glopp. Tann tið er allar-
helst farin, tá sjálvstýris-
flokkurin so at siga mátti
vera við. Tað verður neyv-
an vent aftur til ta støð-
una, av ti at tað gamla
samgongusystemið er upp-
loyst. Tað er næstan synd
at hugsa sær, at skúlin
ikki kundi yvirtakast, fyrr
enn sjálvstýrisflokkurin
var farin úr landsstýrin-
um. Hann, sum hevur ko-
ketterað við hesum máli til
hvørt val.
Samantikið mundi hetta
vera tað frægasta lands-
stýrið, vit eftir umstøðun-
um kundu fáa, og soleiðis
tykist hugsanin eisini at
vera yvirhøvur. Men
gloymast má ikki, at
sterkar kreftir virka ímóti
henni.
Hans Jacob Debes
STØVSÚGVARIN
er hitt besta tólið
og tað skal vera
NILFISK
pf Maria Poulsen & co
Tórsgøta 10 . Tlf. 1 2000 og 1 2001
røRom
BANKI
Tíðinda
blaðið
Skrivstovu-
og krambúðarfólk
Gerið eingin so illa móti arbeiðsfeløgum sín-
um og sær sjálvum, at hann ella hon fer í
skrivstovu- ella krambúðarvinnu uttan sam-
stundis at gerast limur í S&K.
S&K
Telefon
Jónas Broncksgøta 34 A . tlf. 130 95