Tíðindablaðið - 29.01.1975, Síða 10

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Síða 10
Síða 10 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Framhald av bls. 2 samgonguskjalinum sæst, at bæði á tí tjóðskaparliga og tí sosiala/sosialistiska økinum eru hinir flokkar- nir gingnir Tjóðveldis- flokkinum á møti. Við hes- um hevur flokkurin endað tilveru sína sum paria i føroyskum politikki. Hann er nú viðurkendur sum politisk kraft. Hetta gevur honum stórá ábyrgd; men við teimum umboðum, hann hevur fingið í lands- stýrinum, men kann fara at vísa, at stirðil er í hon- um. Tann tíðin er eisini farin, tá flokkurin kundi standa og bólgna upp uttan fyri tær stovur, har avgerðirnar vórðu tiknar og har ábyrgdin lá. Samantikið kann sigast, at leiðslurnar í øllum trim- um samgonguflokkunum hava víst góðan og ærligan vilja til at fara undir tað, teir kalla praktiskt upp- byggingararbeiði í einari tíð, tá tað av opportunist- iskum grundum kanska hevði Ioyst seg betur at staðið uttanfyri. Sam- gonguskjalið bendir veru- liga á eitt nýtt perspektiv í føroyskum politikki. Tað at tað kunstiga og skaði- liga markið millum «sam- bandsflokkar» og «sjálv- stýrisflokkar» — sum eg nevndi í tí fyrru greinini — kann leggjast niður, með- an samarbeitt verður, bendir á heilt nýggjar virkismøguleikar. Ongin uttan ein stirvn- aður Sambandsflokkur kann vera ímóti, at før- oyingar sjálvir taka upp á seg størri ábyrgd fyri stýr- ingini av samfelagnum. Allur annar politikkur er ábyrgdarleysur og ónatúr- ligur. At tað almenna økir sina ávirkan gjøgnum ein landsbanka heldur enn at lata privat partafeløg — fyri ein stóran part á út- lendskum hondum — stýr- a landsins búskapi skuldi verið sjálvsagt. At skúlin kemur á føroyskar hendur, soleiðis at vit ráða yvir honum sjálvir, skuldi held- ur onki undarligt verið. Ringt er at finna nakra grund til at vera ímóti at rudda upp i tí fløkta og meiningsleysa lønarlagi, vit hava. Og hvi skulu vit ikki í fiskimarkspolitikki okkara ikki fylgja tí leið, sum uttan iva verður fram- tíðar fiskimarkspolitikkur millum lond? Soleiðis kundi verið hildið fram. Umleið tveir triðingar av teimum føroysku velj- arunum standa aftan fyri ta samgongu, sum nú er gjørd. Og fer hon til verka út frá teimum sjónarmið- um, sum sett eru fram í samgonguskjalinum, man okkurt fara at spyrjast burturúr. Verri er vorðið hjá and- støðuni. Royndirnar hjá Sambandsflokkinum at leypa hvøkk á fólk hava ikki eydnast, hóast hatta fyrsta hirsið, flokkurin gjørdi til fólkajtingsvalið. Panikk-uppskotið um at loysa kreppuna í útróðrin- um við fimm oyrum meira í prisstuđningi avdúkar tað fullkomna politiska talent- loysið. Hetta vísir eisini, at flokkurin ikki er mentur at vera so frægt sum yvir- bjóðingarflokkur, men flogið er so lágt, at alt verður til undirbjóðingar- politikk. Hjá sjálvstýrisflokkin- um er støðan álvarsom. Hasar atkvøðurnar, hann tók frá Sambandsflokkin- um inni á Skálafjørðinum, munnu vera svikaligar. Tær hava sitið leysar fyrr. Men hvat ið verri er, tað er at flokkurin hevur mist sina funktión sum tað uni- versalklípið, sum passar í øll glopp. Tann tið er allar- helst farin, tá sjálvstýris- flokkurin so at siga mátti vera við. Tað verður neyv- an vent aftur til ta støð- una, av ti at tað gamla samgongusystemið er upp- loyst. Tað er næstan synd at hugsa sær, at skúlin ikki kundi yvirtakast, fyrr enn sjálvstýrisflokkurin var farin úr landsstýrin- um. Hann, sum hevur ko- ketterað við hesum máli til hvørt val. Samantikið mundi hetta vera tað frægasta lands- stýrið, vit eftir umstøðun- um kundu fáa, og soleiðis tykist hugsanin eisini at vera yvirhøvur. Men gloymast má ikki, at sterkar kreftir virka ímóti henni. Hans Jacob Debes STØVSÚGVARIN er hitt besta tólið og tað skal vera NILFISK pf Maria Poulsen & co Tórsgøta 10 . Tlf. 1 2000 og 1 2001 røRom BANKI Tíðinda blaðið Skrivstovu- og krambúðarfólk Gerið eingin so illa móti arbeiðsfeløgum sín- um og sær sjálvum, at hann ella hon fer í skrivstovu- ella krambúðarvinnu uttan sam- stundis at gerast limur í S&K. S&K Telefon Jónas Broncksgøta 34 A . tlf. 130 95

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.