Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið Nr. 9 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Landsdystur Mikudagur 5. februar 1975 Telefon 1 48 49 Føroyska hondbólts- landsliðið tapti dystin imóti Svøríki i gjár, úrslitið var 26—15. Støðan í hálvleikinum var 13—7 til Svøríki. Jóan Pætur Midjord, Sverri Jacobsen, Hanus Joensen og Anfinnur Rui)ek Nielsen skutu hvør síni trý mál, Niels Nattestad skjeyt tvey mál og Kári Mortensen eitt mál. Dómur í dag fellur dómur í sak- armálinum millum Zak- arias Wang og valevnir á tjóðveldislistanum til sreinasta løgtingsval. Dómsviðgerðin var fyri fýra vikum siðani. Kom á Fuglafjørð Tann russiski trolarin «Berisina», sum eldur kom í mikudagin í siðstu viku, tá hann var stadd- ur í landnyrðing úr Før- oyum, varð leygarkvøld- ið sleipaður á Fuglafjørð av einum øðrum russisk- um trolara. Síðu 5 HF-skeið Nú kunnu fólk aftur tekna seg til HF-skeið í Havn, Klaksvík og Suð- uroy. F.inasta formliga krav fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur fylt 18 ár í seinasta lagi 1. februar tað árið, tá próv- tøkan verður tikin. Síða 7 Kom sjálvur til politiið Maðurin við norska skipinum Varderoy, sum politiið eftirlýsti mána- dagin, meldaði seg sjálv- ur á politistøðini mána- kvøldið. Skipið roynir undir Føroyum og var farið undan honum. Maðurin fór yvir til Noregs í gjár. Maðurin var 17 ára gamal, og tá hann ikki hevði verið sæddur síðani sunnu- kvøldið, varð farið at leita eftir honum, m.a. luttóku froskmenn í leit- ingini. Tríggir nýggir tilburðir av tuberklasjúku - hetta er onki óvanliga stórt tal, sigur Hanus D. Joensen, landslækni Tað hevur Ijóðað, at nógvir nýggir tilburðir av tuberklasjúku hava verið í Føroyum í seinastuni. Landslæknin upplýsir fyri Tið- indablaðnum, at síðani 1953 hava tilburðir- nir av tuberklasjúku ligið millum 2—5 árliga, og tað seinasta árið og higartil í ár hava verið 3 nýggir tilburðir. Harímóti sig- ur hann, at tað hendir, at fólk, sum fyrr hava havt tuberklasjúku, verða løgd inn aftur við sjúkuni, av tí at tey ikki hava verið til regluligt eftirlit, og so kann sjúkan stinga seg uppaftur í samband við aðrar sjúkur. Síða9 Eitt av teimum nýggju ídnaðarskipunum er Polarfisk Keypiorkan er atvoldin til fallandi pris Tey dýrastu ídnaðarskipini hava ilt við at standa seg, tá prísurin fer niður um 40 oyru fyri kilo Frá sildavirkinum í Fuglafirði siga teir, at tað er ikki gott útlit fyri, at prísurin á fiska- mjøli fer uppaftur teir fyrstu mánarnar. Um atvoldina til prísfallið verður sagt, at tað kemur mest av tí veiku keypsorkuni, men eisini tann fallandi kjøtprísurin ger sítt, tí fiskamjøl verður brúkt til djóraføði í samband við kjøt- framleiðsluna. Síða 5 Kanningar verða um alt landið Hevur verið í Islandi og kannað garnasótt Landsdjóralæknin Enn vita menn bert við vissu um, at garnasótt er í Vágum. Tað verður hildið. at eini fýra-fimm seyðir har høvdu garna- sótt i fjør, men møgu- leiki er fyri, at sjúkan eisini finst aðrastaðni í landir.um. í íslandi hevur sjúkan verið kend leingi, og djóralæknin hevur verið har yviri og fingið at vita, hvussu teir bera seg at við at avmarka sjúkuna. í ár verða kanningar gjørdar um allar Føroyar. Síða 4 Niðri og tingast um lán Atli Dam løgmaður, Finnbogi Isaksen, lands- stýrismaður, Tummas Arabo frá strandferðslu- ni og Sólbjørn Jacobsen frá telefonverkinum eru niðri og tingast um lán. Talan er um at taka eitt lán millum 20 og 30 miljónir krónur. l’eir lógu veðuríastir vestu.ri í Vágum og Juppu ikki niður fyrr enn mánadagin. Sama dag tingaðust teir við Landmandsbankan um lán. Sólbjørn Jacobsen fór niður i g^ar. Teir koma aftur í morgin ella í ovurmorgin. Um tiðindini at lanđs- stýrið er hugað at keypa Mortan Mols til suður- oyarsiglingina siga teir, at møguliga verður hugt at hesi ferguni, meðan teir eru niðri, men av- gerð er ongin tikin um at kevpa hana.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.