Tíðindablaðið - 05.02.1975, Page 1
Tíðindablaðið
Nr. 9 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr.
Landsdystur
Mikudagur 5. februar 1975
Telefon 1 48 49
Føroyska hondbólts-
landsliðið tapti dystin
imóti Svøríki i gjár,
úrslitið var 26—15.
Støðan í hálvleikinum
var 13—7 til Svøríki.
Jóan Pætur Midjord,
Sverri Jacobsen, Hanus
Joensen og Anfinnur
Rui)ek Nielsen skutu
hvør síni trý mál, Niels
Nattestad skjeyt tvey
mál og Kári Mortensen
eitt mál.
Dómur
í dag fellur dómur í sak-
armálinum millum Zak-
arias Wang og valevnir á
tjóðveldislistanum til
sreinasta løgtingsval.
Dómsviðgerðin var fyri
fýra vikum siðani.
Kom á
Fuglafjørð
Tann russiski trolarin
«Berisina», sum eldur
kom í mikudagin í siðstu
viku, tá hann var stadd-
ur í landnyrðing úr Før-
oyum, varð leygarkvøld-
ið sleipaður á Fuglafjørð
av einum øðrum russisk-
um trolara.
Síðu 5
HF-skeið
Nú kunnu fólk aftur
tekna seg til HF-skeið í
Havn, Klaksvík og Suð-
uroy. F.inasta formliga
krav fyri upptøku er, at
umsøkjarin hevur fylt 18
ár í seinasta lagi 1.
februar tað árið, tá próv-
tøkan verður tikin.
Síða 7
Kom sjálvur
til politiið
Maðurin við norska
skipinum Varderoy, sum
politiið eftirlýsti mána-
dagin, meldaði seg sjálv-
ur á politistøðini mána-
kvøldið. Skipið roynir
undir Føroyum og var
farið undan honum.
Maðurin fór yvir til
Noregs í gjár. Maðurin
var 17 ára gamal, og tá
hann ikki hevði verið
sæddur síðani sunnu-
kvøldið, varð farið at
leita eftir honum, m.a.
luttóku froskmenn í leit-
ingini.
Tríggir nýggir
tilburðir av
tuberklasjúku
- hetta er onki óvanliga stórt tal,
sigur Hanus D. Joensen, landslækni
Tað hevur Ijóðað, at nógvir nýggir tilburðir
av tuberklasjúku hava verið í Føroyum í
seinastuni. Landslæknin upplýsir fyri Tið-
indablaðnum, at síðani 1953 hava tilburðir-
nir av tuberklasjúku ligið millum 2—5
árliga, og tað seinasta árið og higartil í ár
hava verið 3 nýggir tilburðir. Harímóti sig-
ur hann, at tað hendir, at fólk, sum fyrr
hava havt tuberklasjúku, verða løgd inn
aftur við sjúkuni, av tí at tey ikki hava verið
til regluligt eftirlit, og so kann sjúkan
stinga seg uppaftur í samband við aðrar
sjúkur. Síða9
Eitt av teimum nýggju ídnaðarskipunum er Polarfisk
Keypiorkan er
atvoldin til
fallandi pris
Tey dýrastu ídnaðarskipini hava
ilt við at standa seg, tá prísurin
fer niður um 40 oyru fyri kilo
Frá sildavirkinum í Fuglafirði
siga teir, at tað er ikki gott
útlit fyri, at prísurin á fiska-
mjøli fer uppaftur teir fyrstu
mánarnar. Um atvoldina til
prísfallið verður sagt, at tað
kemur mest av tí veiku
keypsorkuni, men eisini tann
fallandi kjøtprísurin ger sítt,
tí fiskamjøl verður brúkt til
djóraføði í samband við kjøt-
framleiðsluna. Síða 5
Kanningar
verða um
alt landið
Hevur verið í Islandi
og kannað garnasótt
Landsdjóralæknin
Enn vita menn bert við
vissu um, at garnasótt
er í Vágum. Tað verður
hildið. at eini fýra-fimm
seyðir har høvdu garna-
sótt i fjør, men møgu-
leiki er fyri, at sjúkan
eisini finst aðrastaðni í
landir.um.
í íslandi hevur sjúkan
verið kend leingi, og
djóralæknin hevur verið
har yviri og fingið at
vita, hvussu teir bera
seg at við at avmarka
sjúkuna. í ár verða
kanningar gjørdar um
allar Føroyar.
Síða 4
Niðri og
tingast
um lán
Atli Dam løgmaður,
Finnbogi Isaksen, lands-
stýrismaður, Tummas
Arabo frá strandferðslu-
ni og Sólbjørn Jacobsen
frá telefonverkinum eru
niðri og tingast um lán.
Talan er um at taka eitt
lán millum 20 og 30
miljónir krónur.
l’eir lógu veðuríastir
vestu.ri í Vágum og
Juppu ikki niður fyrr
enn mánadagin. Sama
dag tingaðust teir við
Landmandsbankan um
lán. Sólbjørn Jacobsen
fór niður i g^ar. Teir
koma aftur í morgin ella
í ovurmorgin.
Um tiðindini at lanđs-
stýrið er hugað at keypa
Mortan Mols til suður-
oyarsiglingina siga teir,
at møguliga verður hugt
at hesi ferguni, meðan
teir eru niðri, men av-
gerð er ongin tikin um at
kevpa hana.