Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 2
TÍDINDABLADID mikudagin 6. februar 1975
Tíðindablaóið
Útgevari og blaðstjórn:
Árni Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Uttanbíggjajørð
í samgongusáttmálanum verður skrivað
um bygdamenningarpolitikk, og lands-
stýrið lovar at kanna eftir, hvat virksemi
er best hóskandi í bygdum og økjum i
landinum, har lítið arbeiði er.
Tað er onki at ivast í, at skipast kann
fyri onkrum virksemi í bygdum, har onki
arbeiði er, men leingi hevur tað verið so,
at jørðin hevur verið ein týðandi partur
av tilverugrundarlagnum hjá einum stór-
um parti av bygdafólkinum.
Eina aðrastaðni í samgonguskjalinum
lovar landsstýrið at virka fyri, at búnað-
arjørð verður í nýtslu hjá jarðarbrúkar-
unum á staðnum, og tí skal spurningurin
um uttanbíggjajørð takast til umhugsun-
ar. Tann veika formuleringin av hesum
parti av samgongusáttmálanum kundi
bent á, at tað ikki hevur eydnast flokkun-
um undir samráðingunum at semjast um,
hvat ið gerast skal við uttanbíggjajørð-
ina.
Tað rætta má vera, at jørðin kemur
aftur til teirra, sum á bygdunum búgva
og ger tað meira liviligt hjá teimum. Tað
finnast eisini menn á stórplássunum, sum
høvdu viljað farið út á bygdimar, um teir
høvdu havt jørð at farið til. Her eigur tað
almenna at leggja upp í leikin við at
keypa ta sundurpettaðu jørðina upp og
leggja hana saman í størri eindir, sum
kunnu leigast monnum, ið áhuga hava.
Harvið hevði eisini meira fingist burt-
urúr henni.
Tann dýri peningurin
Tað er synd at siga, at árið
1975 tykist búskapi okk-
ara vinarligt sinnað. Janu-
ar er farin og ein fíggjar-
kreppulóg er samtykt í
tinginum. Hvat nú restin
av árinum ber í sær av
góðum og ringum, tað fer
at vísa seg. Kanna vit,
hvat eyðkennir fíggjarvið-
urskiftini í dag, so er tað
greitt, at talan er um eina
kostnaðarkreppu, ein kost-
naðarhækking, sum er
komin inn í búskap okkara
frá útherminum. Hetta er
vert at leggja sær i geyma,
tí innanlendis figgjarligu
viðurskfti okkara eru ikki
skuld i hesum, men eru tey
nógv ávirkaði harav.
Spurningurin í fíggjar-
kreppum er: Hvør skal
gjalda, hvussu kann gjald-
megi útvegast, og hvat
kostar hetta. Sæð frá ein-
um heildarsjónarmiði er
tørvurin: Útvegan av
gjaldorku og kostnaðurin
fyri hana. Peningamarkn-
aðurin gevur svarið. Her
heima er einki at tosa um,
tí lánitørvurin hjá stovn-
um, virkjum og borgarum
er tað størri enn útlánsork-
an hjá peningastovnunum,
at neyðugt er at sýta fyri
flestu lániumsóknum í
dag. Tá kreppa er íkomin,
er tí neyðugt at kanna,
hvørji tiltøk kunnu fremj-
ast, so at vunnið verð-
ur á kreppuni. 1 hesum
taka tvey viðurskifti seg
fram:
1. Ber tað til at lána, og
eru ráð at rinda og renta
hetta?
2. Kann framleiðsluúr-
tøkan broytast samsvar-
andi so mikið at neyðugur
vinningur verður varð-
veittur?
Hesi viðurskifti eru av
lika stórum týdningi fyri
DAGSINS MAL
/ Føroyum er lánitørvurin í
dag størri enn útlánsorkan
hjá peningastovnunum, og
tað er neyðugt at umhugsa
møguleikan at taka uttan-
landalán; lángevarin vil
seta sínar treytir, men
undir øllum umstøðum
verða rentu- og aftur-
gjaldstreytirnar betri enn
tær, ið føroyskir ella
danskir peningastovnar
kunnu bjóða, skrivar Kris-
toffur Thomasen, fulltrúi
lántakara sum fyri lángev-
ara.
Tá Danmark fór uppí
EF, var serliga umrøtt, at
tann lága rentan í lima-
londunum fór at fáa ta
høgu rentuna í Danmark
munandi niður, at bíligur
peningur fór at floyma inn
í landið. Men rentan í Dan-
mark fall ikki, hon fór upp.
Orsøkin er inflatiónin.
Danmark er eitt tað land-
ið, har inflatiónin er vorðin
serliga høg. Og tað fær av-
leiðingar fyri rentuna.
Rentan er prísurin fyri
pening og verður sum aðrir
prísir sett av útboði og
eftirspurningi. Útboðið
kemur frá teimum, sum
hava spart upp, og eftir-
spurningurin frá teimum,
ið vilja lána. Tá prisurin
alla tíðina fer upp, ávirkar
hetta bæði útboð og eftir-
spurning. Veit lángevarin,
at ogn hansara missir virði
vegna inflatiónina, so
krevur hann enn meira
gjald fyri útlán sítt, og er
lántakarin greiður yvir, at
skuld hansara alla tíðina
verður lættari at bera
vegna inflatiónina, er hann
fúsur at lata hetta eyka-
gjald. Príshækkingarnar
fáa ta avleiðing, at teir, ið
bjóða út pening, og teir, ið
leita eftir peningi, hittast
við eina rentuupphædd, ið
er munandi hægri enn um
støðan var tann, at prís-
legan var føst. Um inflati-
ónin var eitt fíggjarligt
fyribrigdi bert i Danmark,
er eingin ivi um, at EF
sáttmálagerð teirra hevði
fingið rentu teirra niður.
Men inflatiónin er altjóða í
dag, og fór tí útlandarent-
an eisini upp.
Fyri at venda aftur til
kostnaðarhækking i vinn-
ulívi, so er tað greitt, at
um okkara framleiðsluvør-
ur, ið eru kostnaðir fyri
keyparar, koma so høgt í
gjaldvirði, at annað keyps-
evni er biligari, minkar
sølan, og útsøluprísurin
má fara niður eftir markn-
aðarreglunum. Ásannandi
at heimligi peningamarkn-
aðurin í veruleikanum ong-
a orku hevur til taks nú
koma kann á at standa, er
neyðugt at umhugsa møg-
uleikan at taka uttan-
landalán.
Oljukreppan hevur íbirt
eina prís- og fíggjanar-
kreppu, serliga i Europa.
Tað var at vænta, at teir
nógvu Petrodollars fóru í
heimspeningamarknaðin
alt fyri eitt, men tað hendi
ikki i fyrsta umfari. Fyrst
umfluttu arabaralondini
innskot teirra í stórbank-
unum. Hetta kom stovn-
unum illa við og kom allur
altjóða útlánsmarknaðurin
í ólag, við teirri fylgju, at
teir vanligu investerarnir
(sparipeningur, ætlaður til
innskotsiløgu) hildu aftur
og framvegis halda aftur
við at veita lán. Nú eru
arabaralondini so smátt
byrjaði at leggja pening
ymsastaðni, og frætt er
um stórar ætlanir um inn-
anlendis íløgur hjá teimum
sjálvum. Men ivasamt er,
um hesi lond fáa tamar-
hald á egnum búskapi, og
eru longu altjóða metingar
um, at tann vaksandi
inflatiónin í arabaralond-
unum verður torfør at
basa.
í dag meta serkønir um
altjóðaútlánsstøðuna, at
um eina tíð, kanska mitt í
1975, fer hesin marknaður-
in at lættna, og er tá útlit
til fallandi rentu. Havast
má í huga, at trot er ikki á
útlánspeningi, men tað eru
investerararnir, ið hava
hildið aftur. So mikið er í
hesum metingum, at út-
lánsrentan er fallandi í
smáum um alt Europa.
Tað er beinast at siga, at
vanligi altjóðapeninga-
marknaðurin ikki hevur
torað at virka leingi. Al-
tjóða gjaldoyramarknað-
urin hevur verið meint
raktur, fleiri bankar eru
stongdir og nógvir hava
mist. Hesin marknaður, ið
er ringur at stýra, er fyri
Framhald á bls. 9
Einki at eta
Dagblaðið skrivar, at tað
nýggja landsstýrið kom
beinanvegin í ódnarveður
viðvíkjandi spurninginum
um at uppihalda skipum
og manning teirra í fiski-
vinnuni:
Spurningurin er vorðin
aktuellur, tí at útróðrar-
menn hava tikið seg saman
í meginfelag og hava kravt
at fáa tryggjað síni viður-
skifti gjøgnum landskass-
an. Tað vil við øðrum orð-
um siga, at hetta vanda-
mál longu hevur verið
SJÓNARMIÐ
aktuelt undir fyrra lands-
stýrinum, sum tá einki
gjørdi við málið, men hev-
ur latið henda ringa arv til
nýggja landsstýrið.
Vit hava áður víst á, at
avlopið á fíggjarlógunum
formelt hevur verið vaks-
andi seinastu árini, sam-
stundis við, at inntøkurnar
hava verið vaksandi, so at
borið hevur til at gera eina
størri fíggjarætlan fyri
hvørt árið. Tær sjey soltnu
kýrnar eta tær feitu, verð-
ur tikið ti', men her er
eink'i at eta. I farnu árun-
um undir fráfamu lands-
stýmnum er vist munandi
meira avsett til almenn ar-
beiði, men samstundis er
eisini stómr partur av av-
lopum landskassans nýtt-
ur til somu almennu ar-
beiði.
Veldug uppgáva
Tað má til at hjálpa neyð-
staddari vinnu og neyð-
støddum monnum úr bráð-
ari kreppu, skrivar 14.
September:
Men kortini eigur høv-
uðsáherðsla at verða løgd á
at skapa framtíðar grund-
arlag undir rakstrinum og
undir inntøkum útróðrar-
manna. Hvussu hetta
gmndarlag skal leggjast,
veit eingin í dag, hvørki
teir, sum umboða útróður-
in og útróðrarmenn, lands-
stýrið ella nakar annar.
Men, tað er hetta, ið allar
góðar kreftir mugu fara
undir at finna. Hetta verð-
ur veldug uppgáva, sum
ikki bert avmarkast til
nøkur rakstrar- og lønartøl
men fevnir nógv, nógv víð-
ari. Og tað snýr seg ikki
bert um útróðurin einsa-
mallan. Tað snýr seg um
okkara fiskivinnu — bæði
sjálva veiðuna og tað, sum
fram fer aftan á at veiðan
er komin upp á land, t.e.
fiskavirking og fiskasølu.
Tað løgna við
uppskotunum
Um uppskot sambands-
floksins um at hækka pris-
viðbótina og at gera fimm
ára fíggjarætlan skrivar
Sosialurin, at nátúrligt
vildi verið fyrst at latið
landsstýrið spælt út, tí
andstøðupolitikkur skuldi
helst verið eitt alternativ
til politikk landsstýrisins:
Tað løgna við báðum
hesum uppskotum er, at
bæði hesi málsøkir — fisk-
ivinnumál og fíggjarmál —
hava verið umsitin av
sambandsflokkinum sjálv-
um í landsstýrinum líka
fram til 7. januar í ár.
Fiskivinnumálini hevur
flokkurin umsitið í fýra ár,
og figgjarmálini hevur
hann umsitið í heili átta ár.
Uppskotini bæði kunnu tí
takast sum eitt alternativ
ella ein atfinning til tann
førda fiskivinnu- og fíggj-
arpolitikkin hjá sambands-
flokkinum.
Ring gerð
Dimmalætting skrivar, at
meðan Jóhan Nielsen í fjør
ikki vildi vera við til at
koyra stjórnina umkoll __
tí hann segði Poul Hart-
ling at hava verið ein góð-
an mann fyri Føroyar — so
hevði hann broytt støðu nú
og var við til at fella
stjórnina hjá Poul Hart-
ling:
Tað er eingin grund til
at harmast tann falna
danska forsætisráðharran;
hann skal nokk klára seg,
um tað so verður boð eftir
honum aftur sum forsætis-
ráðharri ella til eitt annað
týðandi starv í tí stjórnini,
sum kemur eftir ta, ið
hann leiddi.
Men tað var ein ring
gerð, Jóhan Nielsen gjørdi
móti Føroyum við at taka
lut í atsóknunum á Poul
Hartling.