Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 2

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Qupperneq 2
TÍDINDABLADID mikudagin 6. februar 1975 Tíðindablaóið Útgevari og blaðstjórn: Árni Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Uttanbíggjajørð í samgongusáttmálanum verður skrivað um bygdamenningarpolitikk, og lands- stýrið lovar at kanna eftir, hvat virksemi er best hóskandi í bygdum og økjum i landinum, har lítið arbeiði er. Tað er onki at ivast í, at skipast kann fyri onkrum virksemi í bygdum, har onki arbeiði er, men leingi hevur tað verið so, at jørðin hevur verið ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá einum stór- um parti av bygdafólkinum. Eina aðrastaðni í samgonguskjalinum lovar landsstýrið at virka fyri, at búnað- arjørð verður í nýtslu hjá jarðarbrúkar- unum á staðnum, og tí skal spurningurin um uttanbíggjajørð takast til umhugsun- ar. Tann veika formuleringin av hesum parti av samgongusáttmálanum kundi bent á, at tað ikki hevur eydnast flokkun- um undir samráðingunum at semjast um, hvat ið gerast skal við uttanbíggjajørð- ina. Tað rætta má vera, at jørðin kemur aftur til teirra, sum á bygdunum búgva og ger tað meira liviligt hjá teimum. Tað finnast eisini menn á stórplássunum, sum høvdu viljað farið út á bygdimar, um teir høvdu havt jørð at farið til. Her eigur tað almenna at leggja upp í leikin við at keypa ta sundurpettaðu jørðina upp og leggja hana saman í størri eindir, sum kunnu leigast monnum, ið áhuga hava. Harvið hevði eisini meira fingist burt- urúr henni. Tann dýri peningurin Tað er synd at siga, at árið 1975 tykist búskapi okk- ara vinarligt sinnað. Janu- ar er farin og ein fíggjar- kreppulóg er samtykt í tinginum. Hvat nú restin av árinum ber í sær av góðum og ringum, tað fer at vísa seg. Kanna vit, hvat eyðkennir fíggjarvið- urskiftini í dag, so er tað greitt, at talan er um eina kostnaðarkreppu, ein kost- naðarhækking, sum er komin inn í búskap okkara frá útherminum. Hetta er vert at leggja sær i geyma, tí innanlendis figgjarligu viðurskfti okkara eru ikki skuld i hesum, men eru tey nógv ávirkaði harav. Spurningurin í fíggjar- kreppum er: Hvør skal gjalda, hvussu kann gjald- megi útvegast, og hvat kostar hetta. Sæð frá ein- um heildarsjónarmiði er tørvurin: Útvegan av gjaldorku og kostnaðurin fyri hana. Peningamarkn- aðurin gevur svarið. Her heima er einki at tosa um, tí lánitørvurin hjá stovn- um, virkjum og borgarum er tað størri enn útlánsork- an hjá peningastovnunum, at neyðugt er at sýta fyri flestu lániumsóknum í dag. Tá kreppa er íkomin, er tí neyðugt at kanna, hvørji tiltøk kunnu fremj- ast, so at vunnið verð- ur á kreppuni. 1 hesum taka tvey viðurskifti seg fram: 1. Ber tað til at lána, og eru ráð at rinda og renta hetta? 2. Kann framleiðsluúr- tøkan broytast samsvar- andi so mikið at neyðugur vinningur verður varð- veittur? Hesi viðurskifti eru av lika stórum týdningi fyri DAGSINS MAL / Føroyum er lánitørvurin í dag størri enn útlánsorkan hjá peningastovnunum, og tað er neyðugt at umhugsa møguleikan at taka uttan- landalán; lángevarin vil seta sínar treytir, men undir øllum umstøðum verða rentu- og aftur- gjaldstreytirnar betri enn tær, ið føroyskir ella danskir peningastovnar kunnu bjóða, skrivar Kris- toffur Thomasen, fulltrúi lántakara sum fyri lángev- ara. Tá Danmark fór uppí EF, var serliga umrøtt, at tann lága rentan í lima- londunum fór at fáa ta høgu rentuna í Danmark munandi niður, at bíligur peningur fór at floyma inn í landið. Men rentan í Dan- mark fall ikki, hon fór upp. Orsøkin er inflatiónin. Danmark er eitt tað land- ið, har inflatiónin er vorðin serliga høg. Og tað fær av- leiðingar fyri rentuna. Rentan er prísurin fyri pening og verður sum aðrir prísir sett av útboði og eftirspurningi. Útboðið kemur frá teimum, sum hava spart upp, og eftir- spurningurin frá teimum, ið vilja lána. Tá prisurin alla tíðina fer upp, ávirkar hetta bæði útboð og eftir- spurning. Veit lángevarin, at ogn hansara missir virði vegna inflatiónina, so krevur hann enn meira gjald fyri útlán sítt, og er lántakarin greiður yvir, at skuld hansara alla tíðina verður lættari at bera vegna inflatiónina, er hann fúsur at lata hetta eyka- gjald. Príshækkingarnar fáa ta avleiðing, at teir, ið bjóða út pening, og teir, ið leita eftir peningi, hittast við eina rentuupphædd, ið er munandi hægri enn um støðan var tann, at prís- legan var føst. Um inflati- ónin var eitt fíggjarligt fyribrigdi bert i Danmark, er eingin ivi um, at EF sáttmálagerð teirra hevði fingið rentu teirra niður. Men inflatiónin er altjóða í dag, og fór tí útlandarent- an eisini upp. Fyri at venda aftur til kostnaðarhækking i vinn- ulívi, so er tað greitt, at um okkara framleiðsluvør- ur, ið eru kostnaðir fyri keyparar, koma so høgt í gjaldvirði, at annað keyps- evni er biligari, minkar sølan, og útsøluprísurin má fara niður eftir markn- aðarreglunum. Ásannandi at heimligi peningamarkn- aðurin í veruleikanum ong- a orku hevur til taks nú koma kann á at standa, er neyðugt at umhugsa møg- uleikan at taka uttan- landalán. Oljukreppan hevur íbirt eina prís- og fíggjanar- kreppu, serliga i Europa. Tað var at vænta, at teir nógvu Petrodollars fóru í heimspeningamarknaðin alt fyri eitt, men tað hendi ikki i fyrsta umfari. Fyrst umfluttu arabaralondini innskot teirra í stórbank- unum. Hetta kom stovn- unum illa við og kom allur altjóða útlánsmarknaðurin í ólag, við teirri fylgju, at teir vanligu investerarnir (sparipeningur, ætlaður til innskotsiløgu) hildu aftur og framvegis halda aftur við at veita lán. Nú eru arabaralondini so smátt byrjaði at leggja pening ymsastaðni, og frætt er um stórar ætlanir um inn- anlendis íløgur hjá teimum sjálvum. Men ivasamt er, um hesi lond fáa tamar- hald á egnum búskapi, og eru longu altjóða metingar um, at tann vaksandi inflatiónin í arabaralond- unum verður torfør at basa. í dag meta serkønir um altjóðaútlánsstøðuna, at um eina tíð, kanska mitt í 1975, fer hesin marknaður- in at lættna, og er tá útlit til fallandi rentu. Havast má í huga, at trot er ikki á útlánspeningi, men tað eru investerararnir, ið hava hildið aftur. So mikið er í hesum metingum, at út- lánsrentan er fallandi í smáum um alt Europa. Tað er beinast at siga, at vanligi altjóðapeninga- marknaðurin ikki hevur torað at virka leingi. Al- tjóða gjaldoyramarknað- urin hevur verið meint raktur, fleiri bankar eru stongdir og nógvir hava mist. Hesin marknaður, ið er ringur at stýra, er fyri Framhald á bls. 9 Einki at eta Dagblaðið skrivar, at tað nýggja landsstýrið kom beinanvegin í ódnarveður viðvíkjandi spurninginum um at uppihalda skipum og manning teirra í fiski- vinnuni: Spurningurin er vorðin aktuellur, tí at útróðrar- menn hava tikið seg saman í meginfelag og hava kravt at fáa tryggjað síni viður- skifti gjøgnum landskass- an. Tað vil við øðrum orð- um siga, at hetta vanda- mál longu hevur verið SJÓNARMIÐ aktuelt undir fyrra lands- stýrinum, sum tá einki gjørdi við málið, men hev- ur latið henda ringa arv til nýggja landsstýrið. Vit hava áður víst á, at avlopið á fíggjarlógunum formelt hevur verið vaks- andi seinastu árini, sam- stundis við, at inntøkurnar hava verið vaksandi, so at borið hevur til at gera eina størri fíggjarætlan fyri hvørt árið. Tær sjey soltnu kýrnar eta tær feitu, verð- ur tikið ti', men her er eink'i at eta. I farnu árun- um undir fráfamu lands- stýmnum er vist munandi meira avsett til almenn ar- beiði, men samstundis er eisini stómr partur av av- lopum landskassans nýtt- ur til somu almennu ar- beiði. Veldug uppgáva Tað má til at hjálpa neyð- staddari vinnu og neyð- støddum monnum úr bráð- ari kreppu, skrivar 14. September: Men kortini eigur høv- uðsáherðsla at verða løgd á at skapa framtíðar grund- arlag undir rakstrinum og undir inntøkum útróðrar- manna. Hvussu hetta gmndarlag skal leggjast, veit eingin í dag, hvørki teir, sum umboða útróður- in og útróðrarmenn, lands- stýrið ella nakar annar. Men, tað er hetta, ið allar góðar kreftir mugu fara undir at finna. Hetta verð- ur veldug uppgáva, sum ikki bert avmarkast til nøkur rakstrar- og lønartøl men fevnir nógv, nógv víð- ari. Og tað snýr seg ikki bert um útróðurin einsa- mallan. Tað snýr seg um okkara fiskivinnu — bæði sjálva veiðuna og tað, sum fram fer aftan á at veiðan er komin upp á land, t.e. fiskavirking og fiskasølu. Tað løgna við uppskotunum Um uppskot sambands- floksins um at hækka pris- viðbótina og at gera fimm ára fíggjarætlan skrivar Sosialurin, at nátúrligt vildi verið fyrst at latið landsstýrið spælt út, tí andstøðupolitikkur skuldi helst verið eitt alternativ til politikk landsstýrisins: Tað løgna við báðum hesum uppskotum er, at bæði hesi málsøkir — fisk- ivinnumál og fíggjarmál — hava verið umsitin av sambandsflokkinum sjálv- um í landsstýrinum líka fram til 7. januar í ár. Fiskivinnumálini hevur flokkurin umsitið í fýra ár, og figgjarmálini hevur hann umsitið í heili átta ár. Uppskotini bæði kunnu tí takast sum eitt alternativ ella ein atfinning til tann førda fiskivinnu- og fíggj- arpolitikkin hjá sambands- flokkinum. Ring gerð Dimmalætting skrivar, at meðan Jóhan Nielsen í fjør ikki vildi vera við til at koyra stjórnina umkoll __ tí hann segði Poul Hart- ling at hava verið ein góð- an mann fyri Føroyar — so hevði hann broytt støðu nú og var við til at fella stjórnina hjá Poul Hart- ling: Tað er eingin grund til at harmast tann falna danska forsætisráðharran; hann skal nokk klára seg, um tað so verður boð eftir honum aftur sum forsætis- ráðharri ella til eitt annað týðandi starv í tí stjórnini, sum kemur eftir ta, ið hann leiddi. Men tað var ein ring gerð, Jóhan Nielsen gjørdi móti Føroyum við at taka lut í atsóknunum á Poul Hartling.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.