Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 4

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Blaðsíða 4
Síða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 ^ Skráseting Handilsregistarið boðar frá, at Snæbjøm Han- sen, Leirvík og Poul Olaf Emil Sundar Han- sen í Tórshavn reka handil og handverk í Tórshavnar kommunu sum einastu ansvarligu innihavarar av firma Frystiservice v/S. & O. Hansen, Tórshavn. Fir- maið verður bundið av innihavarunum saman. Missiónsvika í Rituvík er missións- vika frá 4. til 9. februar. Á Argjum verður miss- iónsvika í næstu viku. Vallisti Býráðið kunngerð, at fólka- og løgtingslistin fyri valárið 1975/76 í Tórshavnar kommunu er til skjals á skriv- stovu fólkayvirlitsins á Vaglinum til 8. februar. Kæra um gildi vallist- anna má sendast býráð- num innan 12. februar. Sjónleikur Sjónleikirnir Ánanias og Jákup Sibbi verða framførdir í kvøld og í annaðkvøld kl. 20. Bí- legging og søla av at- gongumerkjum er í leik- húskioskini frá kl. 14 til 17.30, tlf. 1.4504. Við inngongdina ein tíma undan hvørji sýning og bilegging tvær sýning- ar fram, tlf. 1.1131. Næmingur Royndarstøðin í Hoy- vík lýsir eftir næmingi. Upplæringin umfatar eisini arbeiði í vakstrar- húsi. Kvøldseta Nes Sóknar Musikkfel- ag hevur kvøldsetu í Glyvra Bio føstuláv- intsleygarkvøld kl. 19.30. Har verður kaffi- borð, tónleikur, sangur og annað. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend gudstænastu í Rituvíkar kirkju, Jóhan Weihe í Havnar kirkju og Frímann á Brúnni í Skopun. Filadelfia Frítíðararbeiðið er seinnapartin í dag kl. 16 fyri gentur og kl. 18 fyri dreingir. Telefon- andaktin hevur nr. 1.4880. Frelsunar- herurin Kl. 17 verður bama- møti við filmi kl. 18 skótagentur undir 13 ár, kl. 19.30 ungdóms- møti. í annaðkvøld kl. 20 heimaforbundsmøti. Sjómanskvinnu- ringurin Sjómanskvinnuringur- in í Havn kemur saman á sjómansheiminum í kvøld kl. 20. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kvøld kl. 20. Ebenezer Møti verður í kvøld kl. 20. Útflutningur Føroyar útfluttu í fjør fyri 485,9 miljónir krón- ur. Hetta er størsti út- flutningur Føroyar hav- a havt (14,5 miljónir meira enn í 1973), men seinna helvt av árinum í fjør royndist ikki so væl sum fyrra helvt, so tað endaliga úrslitið kom ikki at vera so gott, sum grund var til at vænta fyrr á árinum. Sovjetsamveldið og Sýrialand hava mælt til, at Geneve-fundurin um Miðeystur kemur saman aftur innan ein mánað. Ein kunngerð, sum varð send út í Da- maskus eftir vitjanina hjá sovjettiska uttan- ríkisráðharranum, An- drei Gromyko, sigur, at í Geneve-fundinum eiga allir partar at luttaka, eisini palestinsku part- isanarnir. Eftir vitjanina í Sýri- alandi fór Gromyko til Kairo. Anwar Sadat forseti vónar, at Henry Kissinger kann fáa ein nýggjan sáttmála í lag millum Egyptaland og ísrael, áðrenn Geneve- fundurin verður tikin uppaftur. Gromyko í Miðeystri Kanningar av garnasótt verða um alt landið Kanningarnar kunnu gerast á evnafrøðiligu starvsstovuni, tá hon verður tikin í hrúk Landsdjóralæknin, Dánjal Bærentsen, hevur verið yviri í íslandi og fingið at vita, hvussu íslendingar bera seg at i bardaganum móti garnasótt. Tað var í desember mánað í fjør, at vissa fekst fyri at henda sjúka var í Føroyum, men í íslandi hevur hon verið kend í meira enn 40 ár. í fyrstuni royndu islending- ar at berja sjúkuna niður, men í seinastuni hava teir roynt at hava tamarhald á henni og minka um skað- an, sum hon ger. í Íslandi er tvungin koppseting fyri gamasótt, og teir hava strangar lógir fyri at royna at avmarka skaðan av sjúkuni. 011 dýr, sum eru 1 ár ella meira, og koma inn á sláturhúsini í íslandi verða kannað fyri sjúkuna. Tað em eini 100.000 slíkar royndir, sum verða tiknar, og verða teir varir við, at sjúkan er komin til eitt nýtt stað, verður forboð beinanvegin sett fyri at flyta djór burtur haðani, og so verður koppsett. Kanningar í heyst Her hjá okkum er Vág- oyggin framvegis avsperr- að, og flutningur av seyði, neyti, ull og hoyggi er framvegis forboðin úr Vág- um, og hetta forboð kemur at vera í gildi. Tað var bert tann eini seyðurin, sum varð sendur niður til kann- ingar fyri sjúkuna í fjør, men eftir frásøgn frá monnum vita teir um eini fýra-fimm seyðir í Vágum, sum høvdu sjúkuna í fjør. í ár koma kanningar at verða gjørdar um alt land- ið fyri at fáa at vita, um sjúkan eisini finst aðra- staðni. Landsdjóralæknin sigur, at tað em eini 10.000 gamlir seyðir dripn- ir um árið í Føroyum, og kanningar koma møguliga at vera gjørdar við helvtini av teimum. Verður tað eitt ringt vár i ár, so at nógvur seyður doyr í raki, so verður ikki lætt at fáa eyga á tann sjúka seyðin, men um heystið er nógv lættari at síggja, um onkur seyður er sjúkur, tí tá er seyðurin í nógv betri standi enn um várið, sigur landsdjóra- læknin. Leiðarin kemur í mars Tær flestu av teimum kanningum, sum skulu gerast í samband við kann- ing av sjúkuni, fara at kunna gerast á evnafrøðis- ligu starvsstovuni, tá hon er komin í gongd. Einstak- ar kanningar mugu gerast uttanlands, og tær hava bæði danir og íslendingar boðið seg til at gera. Ein djóralækni er settur til at arbeiða á starvsstov- uni. Tað er norðmaðurin, Brynjulf Melhuus, og hann kemur higar fyrst í mars. Enn er ikki greitt, hvussu tað verður við rest- ini av starvsfólkinum á starvsstovuni. Landsstýr- ið skal gera eina skipan fyri starvsstovuna, og hon er ikki liðug enn. Har seyður hevur fingið garnasótt, er eisini v.andi fyri at neyt fáa sjúkuna Forvaskaði cowboy-klæði Vit hava beint nú fingið heim ørgrynni av forvaskaðum cowboy-buksum og - jakkum. ♦

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.