Tíðindablaðið - 05.02.1975, Side 5

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Side 5
Síða 5 TÍÐIIMDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 * Fekk meira fisk enn nakrantíð fyrr í januar Jiingt útlit fyri fiskamjølsprísinum lcir komandi tríggjar-fýra mánarnar ø ♦ Tann 1. februar fall prísur- in á hvítingsbróður og slík- um fiski frá 33 til 27 oyru, og um miðjan hendan mánan fellur hann aftur til 23 oyru fyri kilo. Her er talan um fyrsta floks fisk, hann má ikki vera oman- fyri 9 hitastig, men hesa árstíðina er næstan bara talan um slíkan fisk, av tí at tað er so mikið kalt í veðrinum, at tað eru ikki nógvir trupulleikar at halda fiskin so kaldan. Longu tá prísurin sein- ast fall niður í 33 oyru, søgdu menn, at tað var iv- ingarsamt, um tað kundi loysa seg at halda fram at fiska fyri henda prísin, og eftir hetta seinasta prís- fallið tykist í hvussu so er einki at vera at gera. Fund við landsstýrið I síðstu viku høvdu umboð fyri idnaðartrolarar fund við landsstýrið og greiddu frá tí álvarsligu støðuni hjá skipunum. Petur Rein- ert landsstýrismaður sig- ur, at landsstýrið arbeiðir við málinum og roynt verður at finna fram til, hvat ið kann gerast. Tað eru umleið 30 ídnað- arskip í Føroyum í dag, og okkurt er í gerð. Tað hevur ikki verið óvanligt, at prís- urin hevur verið lágur, fyri fáum árum síðani var hann niðri á 17 oyrum fyri kg, men útreiðslurnar eru so nógv hækkaðar síðani tá, at í mun til útreiðslurnar hevur prísurin ongantíð verið so langt niðri sum nú. Fleiri av teimum skip- um, sum trola eftir ídnað- arfiski, eru rættuliga nýggj skip, sum ikki høvd- u møguleikar at standa seg, sjálvt áðrenn ta sein- astu príslækkingina. Eitt taldømi Tey bestu ídnaðarskipini í fjør høvdu eina veiðu nak- að omanfyri 5.000 tons. Verðr prísurin settur til 55 oyru fyri kg, sum hann hevur verið fyrr í ár, so hevur eitt slíkt skip — burtursæð frá tí, sum tað hevur avreitt av ísfiski — selt fyri einar 3 miljónir krónur í árinum. Roknað vit nú við, at hetta skip skal gjalda eini 500.000 krónur í rentum og av- drátti, so kann tað hava eitt nettoúrslit uppá eini 400.000 krónur, tá allar út- reiðslur eru drignar frá. Eitt skip við hesum út- reiðslum vil longu hava ilt við at standa seg, tá prís- urin fer niður um 40 oyru fyri kg, og tá prísurin kemur so langt niður sum í dag, so eru als ongir møg- uleikar at fáa nakað yvir- skot longur. Ringt at selja fyri jól Frá sildavirkinum í Fugla- firði verður upplýst, at tað er longu nakað síðani at prísurin á heimsmarknað- inum fall so mikið at teir noyddust at koma við hesi seinastu lækkingini. Teir hava ongan framtiðarsátt- mála havt um sølu av mjøli síðani seinasta heyst. Av tí at keypararnir hava vit- að, at prísurin hevur verið fallandi. hava teir bíðað við at keypt. Beint fyri jól var ringt at sleppa av við fiskamjøl uttan mun til prísin, men nú er nakað selt. I Fugla- firði hava teir verið noydd- ir til at selja, av tí at teir hava havt so nógv mjøl á goymslu. Teir hava tikið ímóti sløkum 12.000 tons- um av ráevni í januar mán- að í ár, og tað er tað mesta teir nakrantíð hava fingið í januar. I fjør tóku teir í- móti umleið 3.500 tonsum í januar. Januar mánaður í ár royndist sum ein av teimum góðu summarmán- aðunum. í hesi vikuni avskipar sildavirkið 500 tons av mjøli til Ungarn, og í næstu viku fara 1000 tons til Polands og 1000 tons til Jugoslavia. Av tí at hvítingsbróður inniheldur so lítið lýsi hesa árstíðina, er prísurin á honum nógv minni enn prísurin á brislingi, tí bris- lingur inniheldur nakað av lýsi, og lýsiprísurin er góð- ur. Frá virkinum í Fugla- firði verður sagt, at tað sær ikki gott út fyri mjøl- prísinum teir fyrstu tríggj- ar mánarnar. Ein grundin til tann fallandi prísin er, at nógv kjøt er á marknað- inum, og mjøli verður brúkt til djóraføði í kjøt- framleiðsluni, men av tí at kjøtprísurin er fallin, er framleiðslan av kjøti eisini minkað, og harvið er eftir- spurningurin eftir fiska- mjøli eisini minkaður. Men høvuðsorsøkin er, at keyp- iorkan er viknað, verður sagt. Tann brendi trolarin kom á Fuglafjørð Tann russiski trolarin, sum eldur kom í í siðstu viku, kom leygarkvøldið á Fuglafjørð. Hann varð sleipaður inn á Fugla- fjørð av einum øðrum hekkutrolara og ein stór- ur sleipibátur fylgdi við. Skipini komu ikki til bryggju, og tá menn skuldu fara umborð vórðu teir vístir burtur og sluppu ikki at borði. Teir siga, at skipið sær út til at vera illa brent, tað sæst t.d. at kúgva- eyguni eru brend burtur. Tað reyk framvegis úr trolaranum, tá hann kom á Fuglafjørð. Síðani Ikki tikið støðu til sølu komu tvey onnur russisk skip inn. Umframt tann brenda trolaran lógu mánađagin ein annar russiskur hekkutrolari av somu stødd sum tann brendi á Fuglafirði, sleipibáturin og ein ann- ar minni trolari. Tað sást, at teir sveisaðu umborð á tí brenda trol- aranum. Hetta er ein stórur trolari, nakað størri enn Sjúrðarberg. Fyrr komu ofta nógv russisk skip á Fugla- fjørð, men nú er tað meira sjáldsamt at siggj- a russarar har, verður sagt úr Fuglafirði. Tónleikalærari burturav TÍÐINDI ÚR EYSTUROY tað eru eini 20 fólk mest genturí hesum kórinum, og eini 10 fáa undirvís- ing í klaverspæli. Eitt blandað kór hevur hann, umframt kór Glyvra kirkju, og aftrat hesum er hann eisini leiðari fyri Nes Sóknar Musikkfel- ag. Tað var hettá felag, sum vendi sær til lands- stýrið fyri at biðja teir stuðla einum tiltaki um at fáa ein mann til at taka sær av tónleikinum burturav. Landsstýrið játtaði 30.000 krónur, treytað av at kommunan vildi átaka sær at gjalda restina. Henda skipan kemur væntandi at hald- a fram næsta ár, so at Simun Nónklett eisini næsta skúlaár kann taka sær av kórleiðslu ig tónleikaundirvísing. Útróður Mánadagin avreiddi Dragin 4.200 pund á Fuglafirði av linuveiðu. Uranus avreiddi 6.600 pund av trolveiðu í síðstu viku, hann var úti eitt samdøgur. Á ísvirkinum tóku teir í síðstu viku ímóti 7.500 pundum frá Fugl- firðingi, 8.000 pundum frá Polarfisk, og Gracie avreiddi 3.000 pund. Tað hevur verið talan um at selja Columbus, hann var boðin út til sølu herfyri, og boð hava verið upp á hann, men enn er ongin avgerð tikin um sølu, frættist úr Runavík. Columbus skuldi á beding í gjár, og síðani er talan um, at hann skal við gørnum. í vetur hava teir i Runa- vik ein mann, sum bert arbeiðir sum serkønur í tónleiki. Tað er Símun Nónklett, ið er lærari, men hevur orlov í ár. Hann undirvísir eini 20 —30 ungum í blokk- floytuspæli, eitt ung- dómskór hevur hann við fólki undir 14 ára aldur, Verður liðugur í næstu viku Ólavur Halgi liggur framvegis á Fuglafirði, men teir vænta, at hann verður klárur at fara av- stað aftur í næstu viku. Hann var eystanfyri seinasta túrin, men mátti venda aftur, tí aksul-generatorurin brendi yvir. Tað eru tríggjar vikur síðani, at hann kom aftur. Teir vóru komnir á fiskileið, tá óhappið hendi. Veðrið var gott, tað var væl av fiski, og teir høvdu gjørt klárt at kasta, men høvdu onki hál havt, tá generatorurin brendi saman. Tað kostar eini 50.000 krónur at umvæl- a skaðan.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.