Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 05.02.1975, Síða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 5. februar 1975 Útlendingar vilja keypa føroyska framleiðsiu Kemilux arbeiðir undir trongum húsa- viðurskiftum, men framleiðslan veksur, og teir eru klárir at byggja, so skjótt grundstykki er klárt Var pláss fyri eini tappimaskinu, hevði framleiðslan kunnað verið munandi størri Eitt av teimum nýggjaru virkjunum í Føroyum er Kemilux, sum Schønning Eysturoy stendur fyri. - Hetta virkið hevur fimm ár á baki, sigur Schønning, og tað hevur gingið rættuliga væl, men tað er ikki arbeiðsumstøð- unum fyri at takka. Kemilux heldur til í ein- um leigaðum kjallarahøli í Havn upp á 75 kvadrat- metrar. Tað hevur leingi verið í umbúna at byggja eini hús, og alt er klárt at byrja í tí løtu, eitt grund- stykki fæst. - Tað eru trý ár síðani, at eg fyrstu ferð sendi um- sókn til býráðið um at fáa grundstykki onkunstaðni. Tað endaði við, at talan bleiv um eitt stykki úti við Velbastaðvegin, men har var ongin kloakk. Nú sær tað tó út til, at vit fara at fáa eitt stykki at byggja á. - Hvussu stórt ætlar tú at byggja? - Tað verða eini hús uppá 12 x 30 metrar í ein- ari hædd, men tað verður gjørt soleiðis, at møguleiki verður fyri at byggja størri seinni um neyðugt. Eitt slag í senn Kemilux framleiðir 26 ym- isk vaskievnir og tílíkt. Receptin, sum vit fram- leiða eftir, er svensk, men vit eru annars als ikki heft- ir av nakrari svenskari fyr- itøku, sigur Schønning Eysturoy. Ráevnini keypa vit úr Svøríki, Danmark og nakað fáa vit frá SHELL. - Vit framleiða bert eitt slag í senn, og tað er ógvu- liga torført at leggja fram- leiðsluna til rættis, tí um tað hendir, at vit hava út- selt av fleiri evnum í senn, so má tað altíð taka nakrar dagar, til vit hava fingið framleitt øll sløgini aftur. Tangin, sum evnini verða blandað í, tekur 600 litrar, og haðani verður tað fylt í 25 liturs dunkar, sum tað verður goymt í, til tað verður tappað í tey smærr- u íløtini, sum vøran verður seld í. - Hevði eg havt pláss fyri eini tappimaskinu fyri eini 16.000 krónur, so hevði framleiðslan kunnað vaksið við 20 prosentum. - Tá eg skal blanda vaskievni, er ikki pláss fyri øðrum at arbeiða her, og tað má ti ofta gerast um kvøldið, sigur Schønning Eysturoy. Goymslurúmini eru spjadd ymsastaðni um landið. Vit hava goymslu í tveimum kjallarum í Havn einum fjósi í Kvivík og hava eina goymslu á Oyri. - Eg seti stórar vónir til at fáa hjálp frá tí labora- toriinum, sum nú kemur her í Havn. Vit senda av og á royndir niður bæði til Danmarkar og Svøríkis fyri at fáa at vita, um vøran er í lagi, men hetta er bæði dýrt og seintvirk- andi. Kundu útflutt - Hvussu nógv fólk eru tit her? - Vit eru upp til fýra. Or- sakað av umstøðunum kunnu ikki altíð øll ar- beiða, og tað verður tí ikki fult tímatal. í fjør rindaði eg 100.000 krónur út í ar- heiðsløn. - Hevur príshækkingin verið stór? - Emballagan, sum vit keypa úr Danmark og Svøríki, er trífaldað i prísi, men ráevni er fallið, og vit kunnu ti halda gamlan prís á teimum flestu vørunum. - Tað hendir tíverri ofta, at fólk taka feil av evnun- um og brúka tey skeivt, ti tey ikki lesa etikettina nóg væl, t.d. brúka tey Tarol til at vaska bilin við í staðin fyri 2000. - Er sølan vaksandi? - Hon er tíggju-faldað siðani vit byrjaðu. Tá niggju mánar vóru farnir av árinum i fjør, var fram- leiðslan 20 prosent størri enn fyri alt árið í 1973. Men tað hevði onki verið í vegin fyri at selt meira, um ein hevði havt tíð til at gjørt meira við tað og til at framleitt meira. - Hevur tú ongantíð út- flutt nakað? - Vit hava selt í smáum nøgdum til Grønlands, tað er tað einasta, sum vit hava sent av landinum, men fleiri fyrispurningar hava verið. Eg havi tríggj- ar ferðir fingið áheitanir úr íslandi um at selja teimum vørur, men tað hevur verið ógjørligt, tí vit framleiða ikki nóg mikið til okkara egna marknað. Eisini úr Noreg og Danmark eru fyrispurningar komnir, um vit kunnu selja, sigur Schønning Eysturoy. Tangin, har evnini verða blandað Síða 7 NÝTTFRÁ SKULUNUM Nýtt HF-skeið Frá 1. februar byrjaði tilmeldingarfrestin til HF-skeiðini, sum eru í Havn, Klaksvik og Suðuroy. Tilmeldingar- tíðin varar til 31. mars. Á teimum núverandi HF-skeiðunum eru til- samans umleið 90 næm- ingar. Tað einasta formliga krav, ið sett verður til HF-umsøkj- ara er, at hann skal hava fylt 18 ár í sein- asta lagi 1. februar í tí ári, próvtøkan verður tíkin. Viðvíkjandi kval- ifikatiónum er høvuðs- reglan tann, at real- prógv ella eitt 10. floks prógv geva atgongd. Tó skal 10. floks-prógv- ið umframt at hava eina vissa góðsku vera við jtveimum fremmanda- málum, enskum og týskum. T.v.s. at tey, ið ikki hava 10. floks- prógv við týskum mug- u útvega sær henda kunnleika annaðhvørt áðrenn tey koma á skeiðið ella, um til ber, við einum skjótum byrjunarskeiði, sum íverður lagt inn í skúla- Itíðina fyrst í 1. lestrar- hálvári. M atematikk krevst á sama stigi sum til tekniskt fyrireiking- arprógv. Men eisini onnur hava atgongd. Skeiðið vendir sær ikki bert til ung, sum fara út úr teimum elstu flokkun- jum í fólkaskúlanum, men eisini til teirra, sum hava verið stytri ella longri tíð burtur frá skúlanum og komin út í vinnulívið vera var við, íat tey hava evni ella ,hug til at fara undir aðra útbúgving. Tó verða viss krøv sett um forkunnleika í matema- tikk, fremmandum mál- um og fysikk. í mate- matikk krevst ein kunnleiki, ið samsvarar tí, ið krevst til tekniskt fyrireikingarprógv ella royndina eftir 2. real. í ■ enskum og týskum krevst kunnleiki, ið samsvarar tí, ið krevst til 10. floks-royndina ella realprógv, og i fys- ikk — um ein ynskir hetta sum valgrein — kunnleiki, ið svarar til tað, ið krevst til økt tekniskt fyrireikingar prógv ella realprógv. Hvussu fólk hava út- vegað sær henda kunn- leika mugu tey sjálvi I standa til svars fyri. Ongi serstøk prógv krevjast. Sjálvlestur Skeiðið í Hoydølum er regluligt skeið i øllum lærugreinum. Skeiðini í Klaksvík og Suðuroy eru eisini við regluligari skúlagongd, men i ávís- um lærugreinum fer undirvísingin fram við hjálparlærarum úr Hoydølum. í hesum lærugreinum verður farið til próvtøku í øll- um tí lisna. Tað er eisini møgu- ligt at taka HF sum reint sjálvstudium. Ein kann sjálvur innstilla seg til próvtøku, um ein heldur seg til. Rektarin fyri HF- skeiðið ger av, hvørjir umsøkjarar verð upp- tiknir. Henda avgerð verður grundað á eina meting av fakligum og persónligum kvalifika- tiónum hjá tí einstaka, og tí verða allir umsøkj - arar bidnir um at koma til eina persónliga sam- røðu við rektara og lestrarvegleiðarar. HF er 2-ára skeið, har hvørt árið er býtt sundur í tvey lestrar- hálvár. Fyrsta lestrar- hálvár eru allar læru- greinir felags. I 2. og 3. lestrarhálvári skal tann einstaki eftir evnum og áhuga í samráð við lestrarvegleiðararnar seta saman eitt tal av valgreinum. Valgreinir- nar eru annaðhvørt nakrar av felagsgrein- unum meira gjølla við- gjørdar ella eisini heilt aðrar lærugreinir, sum ikki eru felagslæru- greinir, t.d. fysikk, kemi, franskt, psykolo- gi og fiskivinna. Próvtøkan verður hildin í felagsgreinun- um og í teimum val- greinum, næmingurin hevur valt. Karakterir verða givnir eftir 13- stiganum. Fyri at standa royndina krevst minst 5,5 í miðal, og at tveir teir lægstu karak- terirnir tilsamans + miðalúrslitið av hinum karakterunum geva minst 13. í einum skrivi frá HF-skeiðinum verður sagt, at miðað verður imóti at leggja eitt før- oyskt innihald inn í undirvisingina, so at útbúgvingin sum best kann hósk til føroysk viðurskifti. Eitt stig í so máta er skipanin av lærugreinini «fiskivinn- u» sum valgrein.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.