Tíðindablaðið - 14.02.1975, Side 1

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Side 1
Tíðindablaðið Nr. 12 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Friggjadagur 14. februar 1975 Telefon 1 48 49 Nordafar Umboð eru farin úr Før- oyum til Noreg at ting- ast um framhald av Nordafar-støðini i Før- oyingahavnini. Síðani útróðurin fór at minka fyri nøkrum árum síðani, hevur støðin verið rikin við undirskoti. Norð- menn vilja nú sleppa burtur úr fyritøkuni, og samráðst verður um eina føroyska yvirtøku. Støðin í Føroyinga- havnini hevur týdning fyri tann føroyska flot- an, sum roynir undir Grønlandi. Kaldari Eftir tað lýggja veðri, sum lá i nakrar dagar, var kaldari aftur í gjár, og nakað av kava kom niður. Ferðslan gekk tó ótarnað allastaðni. 2 milj. orð Aðrastaðni í blaðnum verður greitt frá útgáv- uni av Tíðindablaðnum, sum heldur uppat. Her kann skoytast uppí, at hesar 11 mánar- nar hava vit havt útivið 1.000 siðir av teksti um- framt lýsingarsíðurnar. Leysliga roknað gevur. hetta eina hálva miljón reglur — og meira enn tvær miljónir orð, sum eru komin á prent. Ov trongt Felagsskúlin á Oyra- bakka, sum kommunur í Streymoynni og Eystur- oynni saman stovnaðu, er ov trongur. Arbeitt verður nú við einari út- bygging, so at fleiri skúlastovur kunnu fáast aftrat. Undan íslandi Jákup B kom undan Is- | landi í gjár við 200.000 pundum. Hann fór úr Føroyum 25. januar. Klakkur og Polarstjørn- I an koma væntandi fyrst í næstu viku. Hetta er okkara SGinðsfð I71viM.1..4 Vilja vera við til at gera heildarloysnina Tað komu nógvir útróðrarbátar til Havn- ar mikudagin í samband við fundin, sum Meginfelag Útróðrarmanna skipaði fyri. Einir 500 mans vóru á fundinum, sum vardi í hálvanfjórða tíma, og luttakarar vóru úr øllum Føroyum. Á fundinum vóru fleiri røðarar, og støðan hjá útróðrinum sum heild varð viðgjørd. Samtyktin, ið gjørd var á fund- inum er send landsstýrinum og løg- tinginum. Samtyktin er henda: Fundurin krevur, at Meg- infelag Otróðrarmanna verður við til at gera ta heildarloysn fyri útróður- in, sum landsstýrið hevur lovað at leggja fyri løg- tingið innan 1. apríl 1975. Allir avreiðingarprísir verða ásettir eftir reglu- gerð, sum meginfelagið kann góðtaka. Hesir prísir mugu ongatíð fara niður um ein ásettan minstaprís, ið verður settur soleiðis, at Adolf V. Hansen útróðurin skal bera seg. Omanfyri nevndi lág- marksprísur skal prístals- viðgerast hvørt fjórðings- ár. Og hann skal endur- skoðast annaðhvørt ár. 011 studningsskipan til fiskaprísir skal flytast burtur frá fyrsta liðnum (manning og bátum). Fundurin vísir til sam- gonguskjalið millum landsstýrisflokkarnar, har sagt verður, at fiskimonn- um og tí almenna verður tryggjað best moguligt innlit í fiskasølumálum. Meginfelagið skal, í sam- ráð við landsstýrið, skipa fyri einari handilsmiðstøð, ið skal sai :-.kipa sølu av fiskavørum og keypi av út- gerð, agni 0.0. Samanber í hesum sambandi eisini samgonguskjalið deild 4 viðvíkjandi handilsmálum. Fundurin krevur, at í heildarloysnini verða á- settar regiur fyri sjúkra- trygging, feriuløn og minstuløn til útróðrar- menn. Fundurin krevur laga- ligari tryggingartrey tir og lægri trj’ggingargjøld. Ella eisini at einkarrætt- urin hjá Tryggingarsam- bandinum verður avtikin. Sílini verða skjótt flutt Tað líður væl við teimum nýggju sílahyljunum norðuri við Streymin, annar hylurin er næstan klárur at taka í brúk. Siða7 Kannar rákið norðan- fyri Fischer Heinesen hevur gjørt streymkanningar á Norðhavinum og ætlar at halda fram við slíkum kanningum. Síða 3 Hevur tvey pípu- orgul í gerð Verland Johan- sen ger pípuorgul til missiónshúsið á Argjum og kirkj- una á Eiði. Síða 8

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.