Tíðindablaðið - 14.02.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
Nr. 12 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr.
Friggjadagur 14. februar 1975
Telefon 1 48 49
Nordafar
Umboð eru farin úr Før-
oyum til Noreg at ting-
ast um framhald av
Nordafar-støðini i Før-
oyingahavnini. Síðani
útróðurin fór at minka
fyri nøkrum árum síðani,
hevur støðin verið rikin
við undirskoti. Norð-
menn vilja nú sleppa
burtur úr fyritøkuni, og
samráðst verður um eina
føroyska yvirtøku.
Støðin í Føroyinga-
havnini hevur týdning
fyri tann føroyska flot-
an, sum roynir undir
Grønlandi.
Kaldari
Eftir tað lýggja veðri,
sum lá i nakrar dagar,
var kaldari aftur í gjár,
og nakað av kava kom
niður. Ferðslan gekk tó
ótarnað allastaðni.
2 milj. orð
Aðrastaðni í blaðnum
verður greitt frá útgáv-
uni av Tíðindablaðnum,
sum heldur uppat.
Her kann skoytast
uppí, at hesar 11 mánar-
nar hava vit havt útivið
1.000 siðir av teksti um-
framt lýsingarsíðurnar.
Leysliga roknað gevur.
hetta eina hálva miljón
reglur — og meira enn
tvær miljónir orð, sum
eru komin á prent.
Ov trongt
Felagsskúlin á Oyra-
bakka, sum kommunur í
Streymoynni og Eystur-
oynni saman stovnaðu,
er ov trongur. Arbeitt
verður nú við einari út-
bygging, so at fleiri
skúlastovur kunnu fáast
aftrat.
Undan íslandi
Jákup B kom undan Is- |
landi í gjár við 200.000
pundum. Hann fór úr
Føroyum 25. januar.
Klakkur og Polarstjørn- I
an koma væntandi fyrst
í næstu viku.
Hetta er okkara
SGinðsfð I71viM.1..4
Vilja vera við
til at gera
heildarloysnina
Tað komu nógvir útróðrarbátar til Havn-
ar mikudagin í samband við fundin, sum
Meginfelag Útróðrarmanna skipaði fyri.
Einir 500 mans vóru á fundinum, sum
vardi í hálvanfjórða tíma, og luttakarar
vóru úr øllum Føroyum.
Á fundinum vóru fleiri røðarar, og
støðan hjá útróðrinum sum heild varð
viðgjørd. Samtyktin, ið gjørd var á fund-
inum er send landsstýrinum og løg-
tinginum.
Samtyktin er henda:
Fundurin krevur, at Meg-
infelag Otróðrarmanna
verður við til at gera ta
heildarloysn fyri útróður-
in, sum landsstýrið hevur
lovað at leggja fyri løg-
tingið innan 1. apríl 1975.
Allir avreiðingarprísir
verða ásettir eftir reglu-
gerð, sum meginfelagið
kann góðtaka. Hesir prísir
mugu ongatíð fara niður
um ein ásettan minstaprís,
ið verður settur soleiðis, at
Adolf V. Hansen
útróðurin skal bera seg.
Omanfyri nevndi lág-
marksprísur skal prístals-
viðgerast hvørt fjórðings-
ár. Og hann skal endur-
skoðast annaðhvørt ár.
011 studningsskipan til
fiskaprísir skal flytast
burtur frá fyrsta liðnum
(manning og bátum).
Fundurin vísir til sam-
gonguskjalið millum
landsstýrisflokkarnar, har
sagt verður, at fiskimonn-
um og tí almenna verður
tryggjað best moguligt
innlit í fiskasølumálum.
Meginfelagið skal, í sam-
ráð við landsstýrið, skipa
fyri einari handilsmiðstøð,
ið skal sai :-.kipa sølu av
fiskavørum og keypi av út-
gerð, agni 0.0. Samanber í
hesum sambandi eisini
samgonguskjalið deild 4
viðvíkjandi handilsmálum.
Fundurin krevur, at í
heildarloysnini verða á-
settar regiur fyri sjúkra-
trygging, feriuløn og
minstuløn til útróðrar-
menn.
Fundurin krevur laga-
ligari tryggingartrey tir og
lægri trj’ggingargjøld.
Ella eisini at einkarrætt-
urin hjá Tryggingarsam-
bandinum verður avtikin.
Sílini
verða
skjótt
flutt
Tað líður væl við
teimum nýggju
sílahyljunum
norðuri við
Streymin, annar
hylurin er næstan
klárur at taka í
brúk. Siða7
Kannar
rákið
norðan-
fyri
Fischer Heinesen
hevur gjørt
streymkanningar
á Norðhavinum
og ætlar at halda
fram við slíkum
kanningum.
Síða 3
Hevur
tvey
pípu-
orgul
í gerð
Verland Johan-
sen ger pípuorgul
til missiónshúsið
á Argjum og kirkj-
una á Eiði.
Síða 8