Tíðindablaðið - 14.02.1975, Page 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975
Tíðindablaðið
Útgevari og blaðstjórn:
Ámi Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Krepputíðir
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Vit gevast
Tað eru gingnir ellivu mánar og ein dag-
ur, síðani Tíðindablaðið fyrstu ferð sá
dagsins ljós 13. mars 1974. Nú halda vit
uppat. Blaðið gjørdist ikki ársgamalt.
Ikki var tað heilt sørt av einari roynd
fyri okkum at fara undir útgávuna av
einum nýggjum blað. Tað var onki duls-
mál, at blaðútgáva í Føroyum var ikki
nakað, sum bar orð fyri at loysa seg.
Tað vísti seg skjótt, at Tiðindablaðið
hevði undirtøku millum fólk. Tá haldara-
gjald fyrstu ferð várð goldið 1. apríl, lá
upplagið um 4.000, og síðani vaks tað
støðugt og hevur nú i eina tíð ligið
rættuliga fast a 6.200 sum landsins næst-
størsta.
Roynt hevur verið so væl sum gjørligt
at halda blaðið leyst av politiskum flokk-
um. Vit hava lagt dent á tíðindi, á
upplýsandi og mennandi tilfar. Og tær
kreftir hava verið nógvar og góðar, sum
til eina og hvørja tíð hava viljað rætt
okkum eina hjálpandi hond. 011 hesi ó-
nevndu eiga okkara tøkk uppiboma. Ta
somu tøkk veita vit starvsfólkinum, sum
hevur lagt rygg til at fáa tað at ganga, og
til Dimmalætting, sum vit hava havt
góða samvinnu við í prenting.
Helst er óneyðugt at siga, at tann bein-
leiðis gmndin til, at vit nú halda uppat,
er at annar av blaðstjómnum hevur fing-
ið politiskt heildagsstarv. Ongin onnur
beinleiðis gmnd er.
Vit takka haldamm og lesamm fyri
goðan Stuðul. ÁrniAbsalonsen Finnbogi Isaksen
Nú herjar búskaparliga
kreppan aftur londini. Ar-
beiðsloysi og dapurskygni
valda, men tað løgna er við
hesi kreppuni, at hon ikki
higartil hevur kunnað
tarnað prísvøkstrinum.
Við fáum undantøkum
verða londini plágaði av
vinnuloysi, prísvøkstri og
undirskoti á gjaldjavnan-
um ísenn. Higartil hevur
tað annars verið hildið
næstan ógjørligt at fingið
hesar triggjar plágumar at
dragast við samstundis.
Føroyska vinnulivið er
so serstakt, at konjunktur-
rørslurnar í Føroyum ikki
nýtast at svara til alheims-
konjunkturin. Tær laga
seg t.d. eftir náttúrgivnum
veiðilíkindum, men serliga
eftir broytingum i inn- og
útflutningsprísunum. Her
er tað lutfallið millum út-
og innflutningsprísir, tað
sonevnda «býtislutfallið»,
ið er avgerandi. Vónandi
verður skjótt gjørligt hjá
Búskaparráðnum at út-
rokna vísitøl fyri «býtis-
fallið», ið er eitt lyklatal
fyri føroyska búskapin.
Tann heimsumfatandi
hákonjunktumrin, sum
náddi hæddina á heysti í
1973, bar óvanliga nógvan
prísvøkstur við sær. Av
ymsum orsøkum vuksu
prísirnir á matvøram og
rávøram serliga skjótt, og
tey lond, ið framleiddu
hesar vørar, bøttu tí mun-
andi um býtislutfall sítt
mótvegis ídnaðarlondun-
um. Føroyar era stórar
nettoútflytari av slíkum
vøram, og batnaði býtis-
lutfall Føroya munandi
(men, sum áður nevnt, vit
hava onki tal fyri, hvussu
nógv).
Føroyska vinnulívið er so
serstakt, at konjunktur-
rørslur í Føroyum ikki nýt-
ast at svara til alheims
konjunkturin, skrivarÁmi
Olafsson, cand. polit.
Men, so kom oljuprís-
vøksturin, ið skerdi býtis-
lutfallið hjá øllum uttan
oljuframleiðaranum. Tann
prísdoyvingarpolitikkur,
ío londini høvdu roynt at
seta i verk, fór so smátt at
virka, og so kom bakslátt-
urin. Enn heldur niður-
gongdin fram. Menn era
ójavnir á máli um fram-
tíðarútlitið. Tað velst um,
hvønn búskaparpolitikk
tey størstu ídnaðarlondini,
fremst USA og Vestur-
týskland, fara at føra.
Skulu teir basa vinnuloys-
inum, skulu teir lækka
rentuna, krevja minni inn í
skatti og vaksa um al-
mennu útreiðslumar? Tað,
ið fær teir at himprast, er
óttin fyri framhaldandi
prísvøkstri.
í øðram londum er tað
meira spurningurin um,
hvussu hallið á gjaldjavn-
anum kann fíggjast, ið fær
teir at halda aftur. ídnað-
arlond, ið áður høvdu
javnvág, fingu hall, tá ið
oljuprísirnir fóru upp.
Skulu teir nú økja um inn-
lendska eftirspurningin
fyri at minka um arbeiðs-
loysið, so slepst ikki undan
vaksandi innflutningi (ti
handilsforðandi tiltøk sum
eykatoll og innflutnings-
bann tykjast flestu ídnað-
arlondum óhugsandi av
ótta fyri móttiltøkum), og
hvør skal so fíggja hallið?
Sviar t.d. hava havt
eina rættuliga stóra nøgd
av útlendskum gjaldoyra,
sum teir nú brúka dúgliga
av. Fransar sleptu frank-
inum «á flot» og lótu hann
minka í virði osfr. Sam-
stundis royna allir at fáa
sum mest av figgjan frá
teimum, ið nú hava yvir-
skot, oljuframleiðaranum.
Men teir era vamir og
læna helst til teir, ið tørva
minst: USA, Týskland,
Sveits.
Ein treyt fyri fram-
gongd av nýggjum er tí, at
tey oljuframleiðandi lond-
ini antin brúka meir av
sínum innløgum ella geva
ella læna fæ til teir, ið
hava ilt við at fíggja sína
nýtslu.
Á hesum økinum er út-
litið batnað nakað i sein-
astuni. Nýggjastu tølini
benda á, at tey oljufram-
leiðandi londini era før fyri
at keypa væl meira frá íđn-
aðarlondunum enn áður
mett (vápn m.a.!), og at
tey hava givið og lænt
meira til tey fátæku lond-
ini, enn hildið varð. Har-
umframt eru teir í Altjóða
Gj aldoy ragrunninum
(IMF) nú vorðnir samdir
um at framlongja ta ser-
ligu lániskipanina fyri olj-
.uinnflytandi lond, og í
OECD (Samgonguni fyri
Búskaparliga Samvinnu
og Menning), ið umfatar
øll idnaðarlond við markn-
aðarstýrdum búskapi, fyr-
ireika teir eina skipan, ið
skal gera tað møguligt hjá
limalondum, ið hava ilt við
at læna, at fáa fíggjan frá
teimum londum, ið era
betri fyri.
Eftiri stendur kortini
prísvøksturin, ið er trapul
at basa. Frægastu ráðini
era at føra sonevndan inn-
løgupolitikk, t.e. fyrst og
fremst at minka um løn-
arvøksturin. Men, hetta er
lættari sagt enn gjørt, ti
her renna menn seg á hin
altíð eyma spurningin um
inntøkubýtið í samfelag-
num. Bæði tað versnaða
býtislutfallið og tann
framleiðsluniðurgon^ci, ið
stendst av vinnuloysinum,
hava ført til niðurgongd í
realinntøkuni, t.e. eina
minking i ti nøgd av vør-
um og tænastum, ið era at
ráða yvir í samfelagnum.
At býta hesa niðurgongd
er trapult, ikki minst um
ein stórar partur av fólkin-
um frammanundan helt
býtið vera órættvíst.
Tað, at kapprenningin
millum prísir og lønir er so
torfør at steðga, forðar tí
fyri einum politikki, ið
kann økja um veraliga
eftirspurningin eftir vøram
og tænastum, og tað verð-
Framhald á bls. 3
Yvirtøka av
skúlanum
Umsitingin av skúlanum
skal yvirtakast, og tað
merkir, at skúlin verður
stýrdur úr Føroyum og
eftir føroyskum tørvi,
skrivar 14. September:
Tað er sjónligt, at so-
leiðis er ikki í dag. í dag er
tað ríkisumboðið, sum er
ovasti myndugleiki i skúl-
amálum. Haðani verða so
ymiskar nevndir settar at
leggja til rættis framtíðar
skúlaskap. Og úrslitið
verður so í mongum føram
og í høvuðsheitum tað, at
vit fáa. dopsk. .skúlaup^.
SJONARMIÐ
skot við smávegis broyt-
ingum. Veraleikin sjálvur
er besta prógvið fyri hes-
um. Men við at leggja
skúlaskap okkara undir
fyrisæti landsstýrisins,
hava vit fingið tað amboð,
sum kann fáa okkum burt-
ur úr hesi støðu. Og tað er
hetta, sum eigur at vera
stavnhaldið.
Tá hetta er fingið í rætt-
lag, kann farast undir að-
rar spurningar viðv. skúl-
anum, sum hava ligið á
láni. Her hugsa vit eina-
heíst um skúlabøkur á
føroyskum og um útgávu
.•JWrøv.vc.v.'-
Ak, hvor
forandret
Undir hesi yvirskrift skriv-
ar Dimmalætting, at Hák-
un Djurhuus fyri fólka-
flokkin koyrdi valstríðið
uppá lægri skatt, men at
nú hevur fólkafloksmaður-
in Demmus Hentze fyri
landsstýrið skotið upp at
veksa fíggjarlógina við 21
milj. kr.:
Har viðurskiftini gera
tað neyðugt hjá tí almenna
at leggja nýggjar byrðar á
landsins borgarar, er onki
at siga til tað. Men hava
vit i huga, at tað var fólka-
flokkurin, sum yvirlivdi
við at føra valstríðið upp á
lægri skatt og størri stud-
ning, má halđast, at tann
nýggi fíggjarnevndarfor-
maðurin Hákun Djurhuus
hevur havt ein undarligan
smakk í munninum, tá
hann hoyrdi partamann
sín i landsstýrinum greiða
frá nýggjum útreiðslu-
hækkingum og lein-
ging teirra sum møguliga
avgjaldshækkingar. Ak
hvor forandret. Tað er júst
nettupp alt tað, sum bar
smakk av útreiðsluhækk-
ingum, sum hesin floks-
leiðarin brynjaði flokk sín
imóti og sum førdi til, at
fólkaflokkurin kom heil-
skapaður ígjøgnum løg-
tingsvalið.
Standa saman
Útróðrarmenn vilja hava,
at skal nakað takast frá
til teirra, so skal tað vera
av teimum høgu lønunum,
skrivar sosialistiska blaðið
Roðin:
Teir halda seg hava krav
upp á ein prís fyri fiskin,
teir avreiða, sum gevur
teimum eina hampuliga
ársúrtøku, samanborið við
aðrar stættir í samfelag-
num. Og sum geva bátun-
um tað teir skulu hava til
at svara seg.
Her standa bátar og
manningar saman. Menn
koma onga leið við at
royna at seta kílar imillum
her.
Sjálvandi skulu fiska-
virkini eisini mala. Eisini
her hongur alt saman,
útróðrarmenn, bátar og ar-
beiðsfólkið á virkjunum.
Tað nyttar ikki at royna at
seta kilar inn ímillum út-
róðrarmannin og arbeiðs-
mannin uppi á landi.
Isolerað
Tað er alt ov stórt glopp
millum skúlan og tað prak-
tiska lívið í samfelagnum,
skrivar Sosialurin:
Orsøkin til hetta glopp
er, at lærarafólkini eru
vorðin isolerað frá vinnu-
livinum og tí praktiska lív-
inum í samfelagnum ann-
ars.
Hví ikki seta sum treyt
fyri upptøku á Føroya lær-
araskúla, at viðkomandi í
minsta lagi hevur starvast
í eini tvey, trý ár innan
handverk, fiskiídnað, fisk-
iskap, matgerð o.s.fr. Og
hvi ikki senda lærarafólk-
ini út i praktikk i føroyska
samfelagnutti, heldur enn
at senda tey á Danmarks
lærerhøjskole?
. 4-
i