Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 2

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 2
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 Tíðindablaðið Útgevari og blaðstjórn: Ámi Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Krepputíðir Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Vit gevast Tað eru gingnir ellivu mánar og ein dag- ur, síðani Tíðindablaðið fyrstu ferð sá dagsins ljós 13. mars 1974. Nú halda vit uppat. Blaðið gjørdist ikki ársgamalt. Ikki var tað heilt sørt av einari roynd fyri okkum at fara undir útgávuna av einum nýggjum blað. Tað var onki duls- mál, at blaðútgáva í Føroyum var ikki nakað, sum bar orð fyri at loysa seg. Tað vísti seg skjótt, at Tiðindablaðið hevði undirtøku millum fólk. Tá haldara- gjald fyrstu ferð várð goldið 1. apríl, lá upplagið um 4.000, og síðani vaks tað støðugt og hevur nú i eina tíð ligið rættuliga fast a 6.200 sum landsins næst- størsta. Roynt hevur verið so væl sum gjørligt at halda blaðið leyst av politiskum flokk- um. Vit hava lagt dent á tíðindi, á upplýsandi og mennandi tilfar. Og tær kreftir hava verið nógvar og góðar, sum til eina og hvørja tíð hava viljað rætt okkum eina hjálpandi hond. 011 hesi ó- nevndu eiga okkara tøkk uppiboma. Ta somu tøkk veita vit starvsfólkinum, sum hevur lagt rygg til at fáa tað at ganga, og til Dimmalætting, sum vit hava havt góða samvinnu við í prenting. Helst er óneyðugt at siga, at tann bein- leiðis gmndin til, at vit nú halda uppat, er at annar av blaðstjómnum hevur fing- ið politiskt heildagsstarv. Ongin onnur beinleiðis gmnd er. Vit takka haldamm og lesamm fyri goðan Stuðul. ÁrniAbsalonsen Finnbogi Isaksen Nú herjar búskaparliga kreppan aftur londini. Ar- beiðsloysi og dapurskygni valda, men tað løgna er við hesi kreppuni, at hon ikki higartil hevur kunnað tarnað prísvøkstrinum. Við fáum undantøkum verða londini plágaði av vinnuloysi, prísvøkstri og undirskoti á gjaldjavnan- um ísenn. Higartil hevur tað annars verið hildið næstan ógjørligt at fingið hesar triggjar plágumar at dragast við samstundis. Føroyska vinnulivið er so serstakt, at konjunktur- rørslurnar í Føroyum ikki nýtast at svara til alheims- konjunkturin. Tær laga seg t.d. eftir náttúrgivnum veiðilíkindum, men serliga eftir broytingum i inn- og útflutningsprísunum. Her er tað lutfallið millum út- og innflutningsprísir, tað sonevnda «býtislutfallið», ið er avgerandi. Vónandi verður skjótt gjørligt hjá Búskaparráðnum at út- rokna vísitøl fyri «býtis- fallið», ið er eitt lyklatal fyri føroyska búskapin. Tann heimsumfatandi hákonjunktumrin, sum náddi hæddina á heysti í 1973, bar óvanliga nógvan prísvøkstur við sær. Av ymsum orsøkum vuksu prísirnir á matvøram og rávøram serliga skjótt, og tey lond, ið framleiddu hesar vørar, bøttu tí mun- andi um býtislutfall sítt mótvegis ídnaðarlondun- um. Føroyar era stórar nettoútflytari av slíkum vøram, og batnaði býtis- lutfall Føroya munandi (men, sum áður nevnt, vit hava onki tal fyri, hvussu nógv). Føroyska vinnulívið er so serstakt, at konjunktur- rørslur í Føroyum ikki nýt- ast at svara til alheims konjunkturin, skrivarÁmi Olafsson, cand. polit. Men, so kom oljuprís- vøksturin, ið skerdi býtis- lutfallið hjá øllum uttan oljuframleiðaranum. Tann prísdoyvingarpolitikkur, ío londini høvdu roynt at seta i verk, fór so smátt at virka, og so kom bakslátt- urin. Enn heldur niður- gongdin fram. Menn era ójavnir á máli um fram- tíðarútlitið. Tað velst um, hvønn búskaparpolitikk tey størstu ídnaðarlondini, fremst USA og Vestur- týskland, fara at føra. Skulu teir basa vinnuloys- inum, skulu teir lækka rentuna, krevja minni inn í skatti og vaksa um al- mennu útreiðslumar? Tað, ið fær teir at himprast, er óttin fyri framhaldandi prísvøkstri. í øðram londum er tað meira spurningurin um, hvussu hallið á gjaldjavn- anum kann fíggjast, ið fær teir at halda aftur. ídnað- arlond, ið áður høvdu javnvág, fingu hall, tá ið oljuprísirnir fóru upp. Skulu teir nú økja um inn- lendska eftirspurningin fyri at minka um arbeiðs- loysið, so slepst ikki undan vaksandi innflutningi (ti handilsforðandi tiltøk sum eykatoll og innflutnings- bann tykjast flestu ídnað- arlondum óhugsandi av ótta fyri móttiltøkum), og hvør skal so fíggja hallið? Sviar t.d. hava havt eina rættuliga stóra nøgd av útlendskum gjaldoyra, sum teir nú brúka dúgliga av. Fransar sleptu frank- inum «á flot» og lótu hann minka í virði osfr. Sam- stundis royna allir at fáa sum mest av figgjan frá teimum, ið nú hava yvir- skot, oljuframleiðaranum. Men teir era vamir og læna helst til teir, ið tørva minst: USA, Týskland, Sveits. Ein treyt fyri fram- gongd av nýggjum er tí, at tey oljuframleiðandi lond- ini antin brúka meir av sínum innløgum ella geva ella læna fæ til teir, ið hava ilt við at fíggja sína nýtslu. Á hesum økinum er út- litið batnað nakað i sein- astuni. Nýggjastu tølini benda á, at tey oljufram- leiðandi londini era før fyri at keypa væl meira frá íđn- aðarlondunum enn áður mett (vápn m.a.!), og at tey hava givið og lænt meira til tey fátæku lond- ini, enn hildið varð. Har- umframt eru teir í Altjóða Gj aldoy ragrunninum (IMF) nú vorðnir samdir um at framlongja ta ser- ligu lániskipanina fyri olj- .uinnflytandi lond, og í OECD (Samgonguni fyri Búskaparliga Samvinnu og Menning), ið umfatar øll idnaðarlond við markn- aðarstýrdum búskapi, fyr- ireika teir eina skipan, ið skal gera tað møguligt hjá limalondum, ið hava ilt við at læna, at fáa fíggjan frá teimum londum, ið era betri fyri. Eftiri stendur kortini prísvøksturin, ið er trapul at basa. Frægastu ráðini era at føra sonevndan inn- løgupolitikk, t.e. fyrst og fremst at minka um løn- arvøksturin. Men, hetta er lættari sagt enn gjørt, ti her renna menn seg á hin altíð eyma spurningin um inntøkubýtið í samfelag- num. Bæði tað versnaða býtislutfallið og tann framleiðsluniðurgon^ci, ið stendst av vinnuloysinum, hava ført til niðurgongd í realinntøkuni, t.e. eina minking i ti nøgd av vør- um og tænastum, ið era at ráða yvir í samfelagnum. At býta hesa niðurgongd er trapult, ikki minst um ein stórar partur av fólkin- um frammanundan helt býtið vera órættvíst. Tað, at kapprenningin millum prísir og lønir er so torfør at steðga, forðar tí fyri einum politikki, ið kann økja um veraliga eftirspurningin eftir vøram og tænastum, og tað verð- Framhald á bls. 3 Yvirtøka av skúlanum Umsitingin av skúlanum skal yvirtakast, og tað merkir, at skúlin verður stýrdur úr Føroyum og eftir føroyskum tørvi, skrivar 14. September: Tað er sjónligt, at so- leiðis er ikki í dag. í dag er tað ríkisumboðið, sum er ovasti myndugleiki i skúl- amálum. Haðani verða so ymiskar nevndir settar at leggja til rættis framtíðar skúlaskap. Og úrslitið verður so í mongum føram og í høvuðsheitum tað, at vit fáa. dopsk. .skúlaup^. SJONARMIÐ skot við smávegis broyt- ingum. Veraleikin sjálvur er besta prógvið fyri hes- um. Men við at leggja skúlaskap okkara undir fyrisæti landsstýrisins, hava vit fingið tað amboð, sum kann fáa okkum burt- ur úr hesi støðu. Og tað er hetta, sum eigur at vera stavnhaldið. Tá hetta er fingið í rætt- lag, kann farast undir að- rar spurningar viðv. skúl- anum, sum hava ligið á láni. Her hugsa vit eina- heíst um skúlabøkur á føroyskum og um útgávu .•JWrøv.vc.v.'- Ak, hvor forandret Undir hesi yvirskrift skriv- ar Dimmalætting, at Hák- un Djurhuus fyri fólka- flokkin koyrdi valstríðið uppá lægri skatt, men at nú hevur fólkafloksmaður- in Demmus Hentze fyri landsstýrið skotið upp at veksa fíggjarlógina við 21 milj. kr.: Har viðurskiftini gera tað neyðugt hjá tí almenna at leggja nýggjar byrðar á landsins borgarar, er onki at siga til tað. Men hava vit i huga, at tað var fólka- flokkurin, sum yvirlivdi við at føra valstríðið upp á lægri skatt og størri stud- ning, má halđast, at tann nýggi fíggjarnevndarfor- maðurin Hákun Djurhuus hevur havt ein undarligan smakk í munninum, tá hann hoyrdi partamann sín i landsstýrinum greiða frá nýggjum útreiðslu- hækkingum og lein- ging teirra sum møguliga avgjaldshækkingar. Ak hvor forandret. Tað er júst nettupp alt tað, sum bar smakk av útreiðsluhækk- ingum, sum hesin floks- leiðarin brynjaði flokk sín imóti og sum førdi til, at fólkaflokkurin kom heil- skapaður ígjøgnum løg- tingsvalið. Standa saman Útróðrarmenn vilja hava, at skal nakað takast frá til teirra, so skal tað vera av teimum høgu lønunum, skrivar sosialistiska blaðið Roðin: Teir halda seg hava krav upp á ein prís fyri fiskin, teir avreiða, sum gevur teimum eina hampuliga ársúrtøku, samanborið við aðrar stættir í samfelag- num. Og sum geva bátun- um tað teir skulu hava til at svara seg. Her standa bátar og manningar saman. Menn koma onga leið við at royna at seta kílar imillum her. Sjálvandi skulu fiska- virkini eisini mala. Eisini her hongur alt saman, útróðrarmenn, bátar og ar- beiðsfólkið á virkjunum. Tað nyttar ikki at royna at seta kilar inn ímillum út- róðrarmannin og arbeiðs- mannin uppi á landi. Isolerað Tað er alt ov stórt glopp millum skúlan og tað prak- tiska lívið í samfelagnum, skrivar Sosialurin: Orsøkin til hetta glopp er, at lærarafólkini eru vorðin isolerað frá vinnu- livinum og tí praktiska lív- inum í samfelagnum ann- ars. Hví ikki seta sum treyt fyri upptøku á Føroya lær- araskúla, at viðkomandi í minsta lagi hevur starvast í eini tvey, trý ár innan handverk, fiskiídnað, fisk- iskap, matgerð o.s.fr. Og hvi ikki senda lærarafólk- ini út i praktikk i føroyska samfelagnutti, heldur enn at senda tey á Danmarks lærerhøjskole? . 4- i

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.