Tíðindablaðið - 14.02.1975, Side 3
t TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975
Síða 3
%
%
*
Karining av streyminum
á IMorðhavinum
Arbeitt verður eisini við at gera
rættingar til føroyska loðsin
I fjørsummar skipaði Fis-
cher Heinesen fyri eini
streymkanning norður úr
Kallinum. Tað vóru fyra
bátar, sum tóku lut í hesi
kanning, sum varð gjørd
náttina millum 22. og 23.
juli, 6,3 fjórðingar norður
úr Kallinum, og landsstýr-
ið játtaði pening til kann-
ingina.
Á kortinum, sum her er
prentað, sæst úrslitið av
kanningini. Mált varð,
hvussu skjótt tað rak, og
mátingar vórðu gjørdar
hvønn tíma. Sum menn
vistu rak skjótari eystur-
eftir, og grundin til hetta
er golfstreymurin.
Fischer Heinesen sigur,
at hann hevur ætlanir um
at gera aðrar slíkar kann-
ingar og umhugsar at
kanna streymin í Harald-
sundi, men kanningar
skuldu helst verið í tveim-
um støðum í senn, t.d. í
Haraldsundi og Suðuroy-
arfirði.
Vaðagot
Hann sigur, at hann veit
onki um, at slíkar kann-
ingar nakrantíð eru gjørd-
ar í Føroyum, men í Dan-
mark hava teir kannað
streym í mong ár frá fýr-
skipum. Nú hava danir
fyri fimm tey komandi ár-
ini játtað 30 miljónir til
streymkanningar umframt
tær kanningar, sum van-
liga verða gjørdar.
Fischer Heinesen hevur
m.a. spurt sjókortarkivið
um vaðagot, men tað siga
teir seg onki vita um.
Vaðagot er tá streymur
knappliga kemur í støðum,
har streymur vanliga ikki
er. Tað er ofta hent, at
menn hava mist sildagøm
inni á firðum av hesi
grund, og tað kann reka
rættuliga hart.
Tann gamli
føroyski tímin
Fischer Heinesen arbeiðir
eisini við at gera nýggj
streymkort. Hann sigur,
at í loðsinúm eru nógvir
feilir.
- Tað slepst ikki undan,
at feilir kunnu koma i, men
har er nógv sum kann
rættast, sigur hann.
Tað vísir seg, at tá
streymkønir menn verða
spurdir um streym em teir
ikki altíð á einum máli,
men teir fara kortini ikki
skeivir av honum, og hetta
kundi bent á, at tann
gamli føroyski tímin ikki
er heilt avlagdur, sigur
Fischer Heinesen.
Tað var 1. januar í 1908,
at lóg kom í gildi um at
klokkan í Føroyum skuldi
flytast til at svara til
Greenwich-tíðina. Hetta
varð gjørt í samband við
telefonina, men nógva-
staðni hildu menn fram við
at brúka ta gomlu tiðina.
T.d. fluttu teir ikki klokk-
una í Fugloy fyrr enn eini
20 ár seinni, tá telefonin
kom hagar.
Myndin vísir, hvussu tað rak
á Norðhavinum náttina millum
tann 22. og 23. juli 1974
-90°
1. ein tími runnin av vestfallinum - ,
2 tveir tímar runmr av vestfalhnum ^
3 vestfallið hálvrunmð
4 tveir timar eftir av vestfallinum /
5 ein tími eftir av vestfallmum /
1. ein tími runnin av eystfallinum
2. tveir tímar runnir av eystfallinum
3. eystfallið hálvrunnið
" 4. tveir tímar eftir av eystfallinum
X 5. ein tími eftir av eystfallinum
V
/
\
0.1
* I 1
0.1 0,v O.u M/j.O
Á°
1.0
*X
X
Framhald av bls. 2
ur tí at taka longri tíð, men
annars hevði verið neyð-
ugt, at fáa vend í.
Undir øllum umstøðum
verður tað at taka tíð at
fáa hjólini at mala skjótari
aftur, við ella uttan prís-
bólgnan, og meginparturin
av 1975 fer helst aftur um
bak, áðrenn tað eydnast.
Tað, sum hent er í
Føroyum, er, at fram-
gongdin í býtislutfallinum
fyrst í sjeytiárunum nú er
viðvend. Landbúnaðarvør-
umar vuksu í prisi næmm
líka so skjótt sum fiska-
vørurnar, og summar (suk-
ur) skjótari. ídnaðarvømr-
nar dýrka alsamt, men
serliga meint kendist olju-
príshækkingin, tí at oljan
er so týdningarmikil kost-
naður hjá fiskiflotanum.
Og, nú í 1975 er so tað
hent, at prísimir á fleiri
fiskavørum eru niðurfam-
ir, m.a. tí at dollarin er
lækkaður í mun til krón-
una, men eisini sum úrslit
av lágkonjunkturinum úti
í stóm verð. Sostatt em
Føroyar enn einaferð kom-
nar inn í eina búskaparliga
kreppu.
Árni Olafsson
Lívverjur
Líwerjar frá Secret
Service fylgja altíð am-
erikansku forseta- og
varaforsetafamiljunum,
hvar tær enn em. Teir
em eisini altíð í hølun-
um á Henry Kissinger
uttanríkisráðharra.
Men almenningurin
hevur nústani fingið at
vita, at lívverjar somu-
leiðis elta konu hans-
ara, Nancy Kissinger
— men onki verður sagt
um, at hóttanir hava
verið settar fram ímóti
henni.
Útvarpið
Týskvøldið og miku-
kvøldið varð orðaskiftið
á tingi um fíggjarlógina
sent. Hetta orðaskiftið
var ikki av teimum
drúgvastu, og tað var
heldur ikki serliga hart.
Tað seinna kvøldið varð
sent til út ímóti mid-
nátt.
Á skránni í kvøld
hevur útvarpið fyrilest-
ur, og siðani kemur
kvintett í C-dur av
Franz Schubert. Sein-
ast á skránni er send-
ingin friggjakvøld kl.
I 20.
NÝTT
UM NØVN
Vitjan
Frelsunarhemrin í Før-
oyum hevur í døgunum
frá 17. til 26. í hesum
vitjan av Arne Fiskaa
obersti, ið hevur verið
kendur her í mong ár.
Hann kom til Føroya í
1934 sum ungur kap-
teynur at vera leiðari í
Havn og var fyrsti
norðmaður, ið hevði
hetta starv.
Síðani hevur mangt
hent, bæði innan Frels-
unarherin í Føroyum og
hjá oberstinum persón-
liga. Hann er ein av
teimum fáu, ið hava
fingið litið leiðandi
starv upp í hendi innan
Frelsunarherin í Norra.
Hann hevur verið divi-
sjónsleiðari og hevur
staðio tyn ungdomsar-
beiðinum hjá Frelsun-
arherinum í Norra, ís-
landi og Føroyum. Tað
seinasta leiðarastarvið,
hann hevði, var at
standa fyri upplæring-
ini av offiserum í Norra.
Har hevði hann eisini
triggjar føroyskar kh-
dettar, sum nú em úti
og virka. Nú arbeiðir
Ame Fiskaa yvirtíð,
t.v.s. at hann er farin
um pensjónsaldurin hjá
Frelsunarherinum, sum
er 65 ár.
Á vitjanini í Føroy-
um hesaferð verður
hann í Havn mánađag-
in 17., í Vági 18., 19. og
20. og so aftur í Havn
frá 21. til 26. Á møgun-
um fer hann eisini at
vísa film.
Føðingar
13. januar fingu Borg-
hild og Joen P. Høgne-
sen, Argir, eina dóttur.
9. febmar fingu Mar-
gretha og Thorvald
Rasmussen í Fuglafirði
eina dóttur.
9. febmar fingu
Kristrun Einarsdóttir
og Osvald Kjærbo í
Skopun ein son.
10. februar fingu
Olga og Jóhannes R.
Hansen í Fuglafirði ein-
a dóttur.
10. februar fingu
Betty og Kristmund
Kunoy, Klokkaragøtu,
Tórshavn, eina dóttur.
Brúdleyp
í dag giftast í Havn
Meta Thomsen sjúkra-
systranæmingur úr
Porkeri og Hans av
Fløtum stýrimansnæm-
ingur úr Havn. Adr.; Á
Fløtum.
Leygardagin giftast í
-Treenighedskirken í Es-
bjerg Charlotta Matras
úr Klaksvík og William
Lindberg úr Esbjerg.
Adr.: Strandvejen 87,
Esbjerg.
Andlát
Mikudagin 12. febmar
andaðist Fritz Busch,
fyrrverandi prestur í
Klaksvík, 68 ára gamal.
Faðir hansara var dani
og var eitt skifti prestur
í Hvalba. Móður hans-
ara var føroysk, hon
var Marianna Dahl,
ættað úr Vági. Busch
var prestur í Norð-
oyggjum frá 1949 til
1969, tá hann fór til
Endelave í Danmark at
vera prestur. Áðrenn
hann knm til Føroyar,
stárvaðist hann sum
háskúlalærari niðri og
var eisipi hjálparprest-
ur ymsastaðni niðri.
Busch var ógiftur.
Mánadagin 10. febmar
andaðist Dávur Magn-
ussen, fyrrverandi
landsapotekari í Havn.
Mikudagin 12. andaðist
Hans Pauli Joensen á
Bø í Haldórsvík, 82 ára
gamal.