Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 3

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 3
t TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 Síða 3 % % * Karining av streyminum á IMorðhavinum Arbeitt verður eisini við at gera rættingar til føroyska loðsin I fjørsummar skipaði Fis- cher Heinesen fyri eini streymkanning norður úr Kallinum. Tað vóru fyra bátar, sum tóku lut í hesi kanning, sum varð gjørd náttina millum 22. og 23. juli, 6,3 fjórðingar norður úr Kallinum, og landsstýr- ið játtaði pening til kann- ingina. Á kortinum, sum her er prentað, sæst úrslitið av kanningini. Mált varð, hvussu skjótt tað rak, og mátingar vórðu gjørdar hvønn tíma. Sum menn vistu rak skjótari eystur- eftir, og grundin til hetta er golfstreymurin. Fischer Heinesen sigur, at hann hevur ætlanir um at gera aðrar slíkar kann- ingar og umhugsar at kanna streymin í Harald- sundi, men kanningar skuldu helst verið í tveim- um støðum í senn, t.d. í Haraldsundi og Suðuroy- arfirði. Vaðagot Hann sigur, at hann veit onki um, at slíkar kann- ingar nakrantíð eru gjørd- ar í Føroyum, men í Dan- mark hava teir kannað streym í mong ár frá fýr- skipum. Nú hava danir fyri fimm tey komandi ár- ini játtað 30 miljónir til streymkanningar umframt tær kanningar, sum van- liga verða gjørdar. Fischer Heinesen hevur m.a. spurt sjókortarkivið um vaðagot, men tað siga teir seg onki vita um. Vaðagot er tá streymur knappliga kemur í støðum, har streymur vanliga ikki er. Tað er ofta hent, at menn hava mist sildagøm inni á firðum av hesi grund, og tað kann reka rættuliga hart. Tann gamli føroyski tímin Fischer Heinesen arbeiðir eisini við at gera nýggj streymkort. Hann sigur, at í loðsinúm eru nógvir feilir. - Tað slepst ikki undan, at feilir kunnu koma i, men har er nógv sum kann rættast, sigur hann. Tað vísir seg, at tá streymkønir menn verða spurdir um streym em teir ikki altíð á einum máli, men teir fara kortini ikki skeivir av honum, og hetta kundi bent á, at tann gamli føroyski tímin ikki er heilt avlagdur, sigur Fischer Heinesen. Tað var 1. januar í 1908, at lóg kom í gildi um at klokkan í Føroyum skuldi flytast til at svara til Greenwich-tíðina. Hetta varð gjørt í samband við telefonina, men nógva- staðni hildu menn fram við at brúka ta gomlu tiðina. T.d. fluttu teir ikki klokk- una í Fugloy fyrr enn eini 20 ár seinni, tá telefonin kom hagar. Myndin vísir, hvussu tað rak á Norðhavinum náttina millum tann 22. og 23. juli 1974 -90° 1. ein tími runnin av vestfallinum - , 2 tveir tímar runmr av vestfalhnum ^ 3 vestfallið hálvrunmð 4 tveir timar eftir av vestfallinum / 5 ein tími eftir av vestfallmum / 1. ein tími runnin av eystfallinum 2. tveir tímar runnir av eystfallinum 3. eystfallið hálvrunnið " 4. tveir tímar eftir av eystfallinum X 5. ein tími eftir av eystfallinum V / \ 0.1 * I 1 0.1 0,v O.u M/j.O Á° 1.0 *X X Framhald av bls. 2 ur tí at taka longri tíð, men annars hevði verið neyð- ugt, at fáa vend í. Undir øllum umstøðum verður tað at taka tíð at fáa hjólini at mala skjótari aftur, við ella uttan prís- bólgnan, og meginparturin av 1975 fer helst aftur um bak, áðrenn tað eydnast. Tað, sum hent er í Føroyum, er, at fram- gongdin í býtislutfallinum fyrst í sjeytiárunum nú er viðvend. Landbúnaðarvør- umar vuksu í prisi næmm líka so skjótt sum fiska- vørurnar, og summar (suk- ur) skjótari. ídnaðarvømr- nar dýrka alsamt, men serliga meint kendist olju- príshækkingin, tí at oljan er so týdningarmikil kost- naður hjá fiskiflotanum. Og, nú í 1975 er so tað hent, at prísimir á fleiri fiskavørum eru niðurfam- ir, m.a. tí at dollarin er lækkaður í mun til krón- una, men eisini sum úrslit av lágkonjunkturinum úti í stóm verð. Sostatt em Føroyar enn einaferð kom- nar inn í eina búskaparliga kreppu. Árni Olafsson Lívverjur Líwerjar frá Secret Service fylgja altíð am- erikansku forseta- og varaforsetafamiljunum, hvar tær enn em. Teir em eisini altíð í hølun- um á Henry Kissinger uttanríkisráðharra. Men almenningurin hevur nústani fingið at vita, at lívverjar somu- leiðis elta konu hans- ara, Nancy Kissinger — men onki verður sagt um, at hóttanir hava verið settar fram ímóti henni. Útvarpið Týskvøldið og miku- kvøldið varð orðaskiftið á tingi um fíggjarlógina sent. Hetta orðaskiftið var ikki av teimum drúgvastu, og tað var heldur ikki serliga hart. Tað seinna kvøldið varð sent til út ímóti mid- nátt. Á skránni í kvøld hevur útvarpið fyrilest- ur, og siðani kemur kvintett í C-dur av Franz Schubert. Sein- ast á skránni er send- ingin friggjakvøld kl. I 20. NÝTT UM NØVN Vitjan Frelsunarhemrin í Før- oyum hevur í døgunum frá 17. til 26. í hesum vitjan av Arne Fiskaa obersti, ið hevur verið kendur her í mong ár. Hann kom til Føroya í 1934 sum ungur kap- teynur at vera leiðari í Havn og var fyrsti norðmaður, ið hevði hetta starv. Síðani hevur mangt hent, bæði innan Frels- unarherin í Føroyum og hjá oberstinum persón- liga. Hann er ein av teimum fáu, ið hava fingið litið leiðandi starv upp í hendi innan Frelsunarherin í Norra. Hann hevur verið divi- sjónsleiðari og hevur staðio tyn ungdomsar- beiðinum hjá Frelsun- arherinum í Norra, ís- landi og Føroyum. Tað seinasta leiðarastarvið, hann hevði, var at standa fyri upplæring- ini av offiserum í Norra. Har hevði hann eisini triggjar føroyskar kh- dettar, sum nú em úti og virka. Nú arbeiðir Ame Fiskaa yvirtíð, t.v.s. at hann er farin um pensjónsaldurin hjá Frelsunarherinum, sum er 65 ár. Á vitjanini í Føroy- um hesaferð verður hann í Havn mánađag- in 17., í Vági 18., 19. og 20. og so aftur í Havn frá 21. til 26. Á møgun- um fer hann eisini at vísa film. Føðingar 13. januar fingu Borg- hild og Joen P. Høgne- sen, Argir, eina dóttur. 9. febmar fingu Mar- gretha og Thorvald Rasmussen í Fuglafirði eina dóttur. 9. febmar fingu Kristrun Einarsdóttir og Osvald Kjærbo í Skopun ein son. 10. februar fingu Olga og Jóhannes R. Hansen í Fuglafirði ein- a dóttur. 10. februar fingu Betty og Kristmund Kunoy, Klokkaragøtu, Tórshavn, eina dóttur. Brúdleyp í dag giftast í Havn Meta Thomsen sjúkra- systranæmingur úr Porkeri og Hans av Fløtum stýrimansnæm- ingur úr Havn. Adr.; Á Fløtum. Leygardagin giftast í -Treenighedskirken í Es- bjerg Charlotta Matras úr Klaksvík og William Lindberg úr Esbjerg. Adr.: Strandvejen 87, Esbjerg. Andlát Mikudagin 12. febmar andaðist Fritz Busch, fyrrverandi prestur í Klaksvík, 68 ára gamal. Faðir hansara var dani og var eitt skifti prestur í Hvalba. Móður hans- ara var føroysk, hon var Marianna Dahl, ættað úr Vági. Busch var prestur í Norð- oyggjum frá 1949 til 1969, tá hann fór til Endelave í Danmark at vera prestur. Áðrenn hann knm til Føroyar, stárvaðist hann sum háskúlalærari niðri og var eisipi hjálparprest- ur ymsastaðni niðri. Busch var ógiftur. Mánadagin 10. febmar andaðist Dávur Magn- ussen, fyrrverandi landsapotekari í Havn. Mikudagin 12. andaðist Hans Pauli Joensen á Bø í Haldórsvík, 82 ára gamal.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.