Tíðindablaðið - 14.02.1975, Page 4

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Page 4
Síða 4 TÍÐIIMDABLAÐIÐ friggjadagin 14. februar 1975 Her er søgan um Tíðindablaðið Árni Absalonsen —við mikrofonina í útvarpinum — áð- renn hann fór á Tíðindablaðið Blaðið í dag — nr. 12 av øðrum árgangi — verður tað seinasta. 11 mánar eftir, at tað fyrsta nummarið kom út, heldur Tíðindablaðið nú uppat. Hvussu hevur henda tíðin verið? Hvussu hevur tað gingið? Her skulu vit í stuttum greiða okkara trúgvu lesarum frá tí. Landsfundur Sambandsflokkurin fer at hava landsfund í Havn fyrst í næsta mánað. Fundurin verð- ur 7. og 8. mars. Fundir Tórshavnar Skipa- smiðja hevur ársaðal- fund á skrivstovuni 28. februar kl. 17. Tænastumannafelag- ið hevur aðalfund friggjadagin 21. februar kl. 19.39 á Hotel Haf- nia. Á dagsskránni er m.a. sáttmálin frá 14. mei 1973 og uppskot frá limunum. Gøtu ítróttarfelag hevur ársaðalfund í fel- agshúsunum 28. febru- ar kl. 20. NSÍ hevur ársaðal- fund hósdagin 27. feb- ruar kl. 20 á Sjómans- heiminum í Runavík. Havnar Sjúkrakassi lýsirtil fundar 17. mars til val av umboðsmonn- um. Uppskot skulu sendast skrivliga innan 1. mars. Tað skulu velj- ast fýra umboðsmenn í Tórshavnar valdømi, ein í Nólsoyar valdømi, ein í Kaldbaks valdømi og ein í Hests valdømi. Skrásetingar Petur Reini?rt er farin úr nevndini og frá sum stjóri á P/F Norðís á Eiði. Orsølkin er, at hann er farin í lands- stýrið. Jqhan Petur Petersen keypmaður á Norðskála er nýggjur stjóri á Norðís, og Martin Theodor Ejdes- gaard á Eiði er komin í nevndina. í Suðuroýnni er stov- nað P/F Tvøroyrar Trolarafelag, sum skal keypa og rekia fiskiskip. Tann teknaði partapen- ingurin er 300.000 kr., harav 205.000 eru gold- nar kontant, og restin skal verða goldin innan 1. apríl í ár. Stovnarar- nir eru Poul Eli Bær- entsen, Thorbjøm Djurhuus, Sverri Hammer, Sverri Magni Jacobsen, Kaj Vilhelm Meyer, Jenp Mohr Mortensen, Niels Juel Thomsen og Anton Strøm. Nevndarfor- maður er Jens Mohr Kíortensen, og Sverri Hammer er stjóri. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend gudstænastu á Giyvrum. Torkil Beder hevur altargongd í Lor- vík. K.O. Viderø hevur altargongd í Fámjin. Kjartan Mørkøre hevur altargongd á Argjum. Jóhan Weyhe verður i Kaldbak. Eivind Vil- helm varabispur hevur altargongd í Havn. Jákup Joensen, fyrrv. varabispur verður í Klaksvik. Niels Pauli Danielsen hevur altar- gongd á Skála. Salo- mon Joensen hevur alt- argongd í Hattarvík. Martin Restorff Jacob- sen verður i Vági kl. 12 og á Leiti kl. 18. G. Hansen hevur familju- gudstænastu i Øravík — barnakór syngur, talvan gongur til frama fyri sunnudagsskúlan. Møtir í Missiónshúsinum við Landavegin verður sunnudagsskúli kl. 14 og møti kl. 19. Missiónsvikan á Argjum heldur fram. 1 kvøld talar Adrian í Homrum, og Kolla- fjarðar Streingjakór syngur. Á adventistaskúlan- um við Hoyvíkstjørn hevur A. Sandbeck Bíbliugransking leygar- dagin kl. 9.30, og H. Fređeriksen hevur gudstænastu kl. 10.45. Sangvenjing verður í Filadelfia í kvøld kl. 20. Andakt á tlf. 1.4880. Frelsunarherurin hevur soldátarmøti (Bíbliugransking) í kvøld kl. 20, og møti verður á Vaglinum kl. 21.45. Sunnudagin kl. 11 verður halgimøti, kl. 14 verður sunnudags- skúli og Bíbliuflokkur, kl. 17 verður møti á Vaglinum, kl. 19.30 bønarmøti og kl. 20 møti. 1 KFUM í Havn fyri- reika tey ungu kvøldið í kvøld kl. 20, og leyg- arkvøldið er opið hús. í KFUK í Havn verð- ur felagsfundur sunnu- dagin kl. 20.30. í Ebenezer er sunnu- dagsskúli kl. 12 og ev- angeliskt møti kl. 18. Steðgur Tað verður steðgur í tingarbeiðinum í nakrar dagar, av ti at allir tingmenn eru ikki heim- a. í næstu framtíð verða samráðingar við ísland, luttøku á fundi í Norðurlandaráðnum og tingingar um ymisk mál í Keypmannahavn. Blaðútgáva í Føroyum hevur altíð havt ringt orð á sær. Tær fíggjarligu um- støðurnar hava verið ó- møguligar, arbeiðsumstøð- urnar trongar og undirtøk- an sum oftast lítil. Hetta er tann vanliga metingin av einum blað í Føroyum. Starturin Soleiðis varð eisini sagt við blaðstjórarnar Árna Absa- lonsen og Finnboga Isak- sen, tá teir 1. mars í fjør fóru úr einum góðum starvi í útvarpinum við ti ætlan at geva blað út. Tað fór ikki at ganga, onki so vist sum tað. Úrslitið hevur ikki verið so vánaligt. Nýggjur prentteknikkur, ið er um- talaður niðanfyri, elvdi til at fara undir útgávuna, og eitt umfatandi plánlegg- ingararbeiði varð gjørt frammanundan. Ein føst ætlan varð løgd fyri, hvat innihaldið skuldi vera, hvaðani tað skuldi fáast, og væl av myndum ymsa- staðni úr landinum vórðu fingnar til vega at hava niðurfyri, so at lív kundi fáast í tilfarið. Hetta fyrireikingarar- beiðið hevur ivaleyst havt avgerandi týdning fyri, at ikki alt stóð í botni beinan- vegin. Teknikkurin Blaðútgáva nú er ikki tað sama sum fyrr. Tær stóru og dýru blýggjsetimaskin- urnar eru avloystar av smærri og handigari foto- satsmaskinum, og í staðin fyri at arbeiða við tungum og dálkanđi blýggi, verður nú arbeitt við pappiri, fotografering og lími. So- leiðis verður tað fyrsta ein- takið av blaðnum sett saman við teksti, yvir- skriftum, myndum, rammum og lýsingum. Leiðin gekk síðani oman á Dimmalætting, ið skuldi framleiða tey 6.200 eintøk- ini, sum blaðið nú verður prentað í. Dimmalætting hevur keypt off-set prent- maskinur fyri — gita vit — okkurt um eina miljón krónur, og orkan er so stór, at maskinan lættliga kann klára øll dagbløð, sum koma út í Føroyum i dag. Samvinnan spardi tí útgevararnar fyri ta stóru íløguna og gav samstundis Dimmalætting møguleika at fáa brúkt sína dýru út- gerð betur. Eitt press Avtalan við Dimmalætt- ing hevur verið, at teir skuldu hava tilfarið til av- fotografering og prenting kl. 15 týsdag og hósdag. Hetta merkir, at blaðstjór- nin og starvsfólkið á Tíð- indablaðnum hevur mána- dagin og góðan hálvan týsdagin til 12 síður og mikudagin og góðan hálv- an hósdagin til 16 siður. Skilligt er, at hetta mangan hevur ført til eitt press. Arbeiðstíðin hevur vanliga ligið til kl. 22 mán- akvøld og mikukvøld, men afturfyri hevur so verið møguligt at hildið frí frigg- jadag, leygardag og sunn- udag. Tó hevur sjálvsagt \-erið neyðugt at gera nak- að við skriving og foto- grafering hesar dagarnar, so samanlagt hevur ar- beiðsvikan verið rættiliga long. Innihald Blaðið hevur verið óheft av nllum politiskum flokkum, og roynt hevur verið so væl surri gjørligt at lata tilfarið vera uttanveltað — orienterandi. Størstur dentur hevur verið lagdur á tíðindaflutning úr øllum landinum, eins og Friløtan i fríggjadagsblaðnum mest hevur havt undirhaldandi og mennandi lesitilfar, m.a. við frásøgn frá Forn- minnissavninum um onkr- an fornan lut og við sam- røðum við menn um gaml- ar dagar og hendingar. Haraftrat hevur dentur verið lagdur á at lata ym- isk sjónarmið sloppið framat. Her er fyrst at nevna tað stóra og ókeypis arbeiðið, sum tey 44 fólkini hava gjørt, ið hava havt orðið undir teiginum Dag- sins Mál í teimum tilsam- ans 85 bløðunum, ið eru komin út. Ymsar meining- ar eru eisini komnar fram í lesarabrøvunum (sum øll hava havt navn undir) og í sjónarmiðunum á síðu 2, har brot úr øðrum bløðum hava fingið innivist. Av øðrum føstum tJlfari, ið ætlandi hevur havt ein stóran lesaraskara, fara vit at nevna brævkassan, sum Mamer Simonsen yvir- lækni so trúliga hevur røkt í øðrum hvørjum blað. Uppseting Ein loynidómur við blað- útgávu er — eftir okkara fatan — uppsetingin. Inn- ihaldið er ikki alt. Eitt blað skal seljast. Og ein vøra verður ikki seld, uttan fólki dámar at síggja hana. Tað varð tí framman- undan avgjørt, hvussu Finnbogi Isaksen — í landsstýrinum — eftir at hann fór av Tíðindablaðnum

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.