Tíðindablaðið - 14.02.1975, Qupperneq 4
Síða 4
TÍÐIIMDABLAÐIÐ friggjadagin 14. februar 1975
Her er søgan um
Tíðindablaðið
Árni Absalonsen —við mikrofonina í útvarpinum — áð-
renn hann fór á Tíðindablaðið
Blaðið í dag — nr. 12 av øðrum árgangi
— verður tað seinasta. 11 mánar eftir, at
tað fyrsta nummarið kom út, heldur
Tíðindablaðið nú uppat. Hvussu hevur
henda tíðin verið? Hvussu hevur tað
gingið? Her skulu vit í stuttum greiða
okkara trúgvu lesarum frá tí.
Landsfundur
Sambandsflokkurin fer
at hava landsfund í
Havn fyrst í næsta
mánað. Fundurin verð-
ur 7. og 8. mars.
Fundir
Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur ársaðal-
fund á skrivstovuni 28.
februar kl. 17.
Tænastumannafelag-
ið hevur aðalfund
friggjadagin 21. februar
kl. 19.39 á Hotel Haf-
nia. Á dagsskránni er
m.a. sáttmálin frá 14.
mei 1973 og uppskot frá
limunum.
Gøtu ítróttarfelag
hevur ársaðalfund í fel-
agshúsunum 28. febru-
ar kl. 20.
NSÍ hevur ársaðal-
fund hósdagin 27. feb-
ruar kl. 20 á Sjómans-
heiminum í Runavík.
Havnar Sjúkrakassi
lýsirtil fundar 17. mars
til val av umboðsmonn-
um. Uppskot skulu
sendast skrivliga innan
1. mars. Tað skulu velj-
ast fýra umboðsmenn í
Tórshavnar valdømi,
ein í Nólsoyar valdømi,
ein í Kaldbaks valdømi
og ein í Hests valdømi.
Skrásetingar
Petur Reini?rt er farin
úr nevndini og frá sum
stjóri á P/F Norðís á
Eiði. Orsølkin er, at
hann er farin í lands-
stýrið. Jqhan Petur
Petersen keypmaður á
Norðskála er nýggjur
stjóri á Norðís, og
Martin Theodor Ejdes-
gaard á Eiði er komin í
nevndina.
í Suðuroýnni er stov-
nað P/F Tvøroyrar
Trolarafelag, sum skal
keypa og rekia fiskiskip.
Tann teknaði partapen-
ingurin er 300.000 kr.,
harav 205.000 eru gold-
nar kontant, og restin
skal verða goldin innan
1. apríl í ár. Stovnarar-
nir eru Poul Eli Bær-
entsen, Thorbjøm
Djurhuus, Sverri
Hammer, Sverri Magni
Jacobsen, Kaj Vilhelm
Meyer, Jenp Mohr
Mortensen, Niels Juel
Thomsen og Anton
Strøm. Nevndarfor-
maður er Jens Mohr
Kíortensen, og Sverri
Hammer er stjóri.
Gudstænastur
Sunnudagin hevur J.
Follend gudstænastu á
Giyvrum. Torkil Beder
hevur altargongd í Lor-
vík. K.O. Viderø hevur
altargongd í Fámjin.
Kjartan Mørkøre hevur
altargongd á Argjum.
Jóhan Weyhe verður i
Kaldbak. Eivind Vil-
helm varabispur hevur
altargongd í Havn.
Jákup Joensen, fyrrv.
varabispur verður í
Klaksvik. Niels Pauli
Danielsen hevur altar-
gongd á Skála. Salo-
mon Joensen hevur alt-
argongd í Hattarvík.
Martin Restorff Jacob-
sen verður i Vági kl. 12
og á Leiti kl. 18. G.
Hansen hevur familju-
gudstænastu i Øravík
— barnakór syngur,
talvan gongur til frama
fyri sunnudagsskúlan.
Møtir
í Missiónshúsinum við
Landavegin verður
sunnudagsskúli kl. 14
og møti kl. 19.
Missiónsvikan á
Argjum heldur fram. 1
kvøld talar Adrian í
Homrum, og Kolla-
fjarðar Streingjakór
syngur.
Á adventistaskúlan-
um við Hoyvíkstjørn
hevur A. Sandbeck
Bíbliugransking leygar-
dagin kl. 9.30, og H.
Fređeriksen hevur
gudstænastu kl. 10.45.
Sangvenjing verður í
Filadelfia í kvøld kl. 20.
Andakt á tlf. 1.4880.
Frelsunarherurin
hevur soldátarmøti
(Bíbliugransking) í
kvøld kl. 20, og møti
verður á Vaglinum kl.
21.45. Sunnudagin kl.
11 verður halgimøti, kl.
14 verður sunnudags-
skúli og Bíbliuflokkur,
kl. 17 verður møti á
Vaglinum, kl. 19.30
bønarmøti og kl. 20
møti.
1 KFUM í Havn fyri-
reika tey ungu kvøldið í
kvøld kl. 20, og leyg-
arkvøldið er opið hús.
í KFUK í Havn verð-
ur felagsfundur sunnu-
dagin kl. 20.30.
í Ebenezer er sunnu-
dagsskúli kl. 12 og ev-
angeliskt møti kl. 18.
Steðgur
Tað verður steðgur í
tingarbeiðinum í nakrar
dagar, av ti at allir
tingmenn eru ikki heim-
a. í næstu framtíð
verða samráðingar við
ísland, luttøku á fundi í
Norðurlandaráðnum og
tingingar um ymisk
mál í Keypmannahavn.
Blaðútgáva í Føroyum
hevur altíð havt ringt orð á
sær. Tær fíggjarligu um-
støðurnar hava verið ó-
møguligar, arbeiðsumstøð-
urnar trongar og undirtøk-
an sum oftast lítil.
Hetta er tann vanliga
metingin av einum blað í
Føroyum.
Starturin
Soleiðis varð eisini sagt við
blaðstjórarnar Árna Absa-
lonsen og Finnboga Isak-
sen, tá teir 1. mars í fjør
fóru úr einum góðum
starvi í útvarpinum við ti
ætlan at geva blað út. Tað
fór ikki at ganga, onki so
vist sum tað.
Úrslitið hevur ikki verið
so vánaligt. Nýggjur
prentteknikkur, ið er um-
talaður niðanfyri, elvdi til
at fara undir útgávuna, og
eitt umfatandi plánlegg-
ingararbeiði varð gjørt
frammanundan. Ein føst
ætlan varð løgd fyri, hvat
innihaldið skuldi vera,
hvaðani tað skuldi fáast,
og væl av myndum ymsa-
staðni úr landinum vórðu
fingnar til vega at hava
niðurfyri, so at lív kundi
fáast í tilfarið.
Hetta fyrireikingarar-
beiðið hevur ivaleyst havt
avgerandi týdning fyri, at
ikki alt stóð í botni beinan-
vegin.
Teknikkurin
Blaðútgáva nú er ikki tað
sama sum fyrr. Tær stóru
og dýru blýggjsetimaskin-
urnar eru avloystar av
smærri og handigari foto-
satsmaskinum, og í staðin
fyri at arbeiða við tungum
og dálkanđi blýggi, verður
nú arbeitt við pappiri,
fotografering og lími. So-
leiðis verður tað fyrsta ein-
takið av blaðnum sett
saman við teksti, yvir-
skriftum, myndum,
rammum og lýsingum.
Leiðin gekk síðani oman
á Dimmalætting, ið skuldi
framleiða tey 6.200 eintøk-
ini, sum blaðið nú verður
prentað í. Dimmalætting
hevur keypt off-set prent-
maskinur fyri — gita vit
— okkurt um eina miljón
krónur, og orkan er so
stór, at maskinan lættliga
kann klára øll dagbløð,
sum koma út í Føroyum i
dag. Samvinnan spardi tí
útgevararnar fyri ta stóru
íløguna og gav samstundis
Dimmalætting møguleika
at fáa brúkt sína dýru út-
gerð betur.
Eitt press
Avtalan við Dimmalætt-
ing hevur verið, at teir
skuldu hava tilfarið til av-
fotografering og prenting
kl. 15 týsdag og hósdag.
Hetta merkir, at blaðstjór-
nin og starvsfólkið á Tíð-
indablaðnum hevur mána-
dagin og góðan hálvan
týsdagin til 12 síður og
mikudagin og góðan hálv-
an hósdagin til 16 siður.
Skilligt er, at hetta
mangan hevur ført til eitt
press. Arbeiðstíðin hevur
vanliga ligið til kl. 22 mán-
akvøld og mikukvøld, men
afturfyri hevur so verið
møguligt at hildið frí frigg-
jadag, leygardag og sunn-
udag. Tó hevur sjálvsagt
\-erið neyðugt at gera nak-
að við skriving og foto-
grafering hesar dagarnar,
so samanlagt hevur ar-
beiðsvikan verið rættiliga
long.
Innihald
Blaðið hevur verið óheft av
nllum politiskum flokkum,
og roynt hevur verið so
væl surri gjørligt at lata
tilfarið vera uttanveltað —
orienterandi. Størstur
dentur hevur verið lagdur
á tíðindaflutning úr øllum
landinum, eins og Friløtan
i fríggjadagsblaðnum mest
hevur havt undirhaldandi
og mennandi lesitilfar,
m.a. við frásøgn frá Forn-
minnissavninum um onkr-
an fornan lut og við sam-
røðum við menn um gaml-
ar dagar og hendingar.
Haraftrat hevur dentur
verið lagdur á at lata ym-
isk sjónarmið sloppið
framat. Her er fyrst at
nevna tað stóra og ókeypis
arbeiðið, sum tey 44 fólkini
hava gjørt, ið hava havt
orðið undir teiginum Dag-
sins Mál í teimum tilsam-
ans 85 bløðunum, ið eru
komin út. Ymsar meining-
ar eru eisini komnar fram í
lesarabrøvunum (sum øll
hava havt navn undir) og í
sjónarmiðunum á síðu 2,
har brot úr øðrum bløðum
hava fingið innivist.
Av øðrum føstum tJlfari,
ið ætlandi hevur havt ein
stóran lesaraskara, fara vit
at nevna brævkassan, sum
Mamer Simonsen yvir-
lækni so trúliga hevur røkt
í øðrum hvørjum blað.
Uppseting
Ein loynidómur við blað-
útgávu er — eftir okkara
fatan — uppsetingin. Inn-
ihaldið er ikki alt. Eitt blað
skal seljast. Og ein vøra
verður ikki seld, uttan
fólki dámar at síggja hana.
Tað varð tí framman-
undan avgjørt, hvussu
Finnbogi Isaksen — í landsstýrinum — eftir at hann fór
av Tíðindablaðnum