Tíðindablaðið - 14.02.1975, Page 6
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975
Síða 6
STUTT
UTTANEFTIR
Biðja aðrar
leggja uppí
Eitt av teimum størstu
partisanfeløgunum,
sum taka lut í bardøg-
unum í Eritrea í Etiop-
ia, hevur mælt til at
onnur lond royna at
leggja uppí fyri at fáa
íeina vápnahvíld í lag.
Felagsskapurin hevur
sent út eina kunngerð í
Beirut og heitir á friðar-
elskandi tjóðir um at
taka undir við áheitan-
:Um um, at bardagamir
halda uppat og at sam-
ráðingar byrja. Parti-
sanamir krevja, at
landsluturin fær sjálv-
stýri.
Eingin skjót
loysn
Bretski ráðharrin fyri
Norðurírland, Mervin
Rees, hevur greitt parl-
amentinum frá tí sein-
astu vapnahvildini,
sum fingin er í lag har.
Hann sigur, at kann
vápnahvíldin fáast at
standa við, so kunnu
bretskir hermenn skjótt
takast burtur úr Norð-
urírlandi. Men hann
segði, at tað finst eing-
in skjót og løtt loysn av
stríðnum, og tað gerst
ikki eftir eini løtu heilt
at fáa enda á ófriðinum.
Vórðu ikki
loystir
: Ein frágreiðing frá fel-
agsmarknaðinum sigur,
at tað eydnaðist ikki
samgonguni í 1974 at
loysa nakran av teim-
um stóm búskaparligu
\ spummgunum, sum
t.d. at stýra inflatión-
ini, at fáa javnvág i inn-
og útflutning ella at
tryggja búskaparligan
vøkstur. Tað verður tó
sagt, at viðurskiftini
batnaðu nakað í seinnu
helvt av árinum.
Hava utsett
uppskotið
Gerald Ford forseti
hevur skuldsett demo-
kratiskar kongresslimir
;fyri at vera ábyrgdar-
lpysar, tí teir hava sett
seg upp ímóti hansara
orkupolitikki. Forsetin
sigur, at tað er neyðugt
at skerja oljuinnflutn-
ingin, um ikki arabarar
og aðrir oljuframleiðar-
|ar skulu ráða yvir amer-
ikanarunum. Umboðs-
mannatingið hevur at-
kvøtt fyri, at uppskotið
hjá forsetanum um at
seta hægri gjøld á inn-
flutta olju skal útsetast
í 90 dagar. Uppskotið
er nú farið fyri senatið.
Neyðsemja
Tíðindi úr New Delhi _
siga, at indiska stjómin
hevur góðkent eina
neyðsemjuloysn um
politisku skipanina í
Kashmir. Greitt verður
nærri frá hesum sátt-
mála í næstu viku, men
bløð skriva, at Ab-
dullah sheikur, sum
varð frákoyrdur av ind-
isku stjórnini fyri 22
ámm síðani, skal um
fjúrtan dagar setast
sum leiðari av stjómini
í Kashimir. Tað verður
sagt, at hann hevur
slept kravinum um, at
ein fólkaatkvøða í Kas-
himir skal taka endalig-
a avgerð, um landslut-
urin skal verða verandi
partur av India, ella um
hann skal hoyra til
Pakistan ella hava fult
sjálvstýri.
Mugu sleppa
krígsætlanini
Amerikanski uttanrík-
isráðharrin, Henry
Kissinger, hevur verið
bæði í Jerusalem og
Kairo. Hann var fyrst í
Jerusalem og kom síð-
ani til Kairo fyri at
hoyra, hvat ið egyptar
vilja bjóða afturfyri ein-
a ísraelska afturtøku.
Henry Kissinger sigur,
at hann heldur, at møg-
uleiki er fyri at fáa eina
semju.
ísraelski forsætisráð-
harrin, Rabin, hevur
sagt i tjóðartinginum,
at sleppur Egyptaland
ikki ætlanini um kríggj
við ísrael, so taka ísra-
elsmenn seg ikki aftur á
Sinai.
Grundlógar-
broyting
í Suðurkorea hevur
Park Chung Hee forseti
vunnið eina fólkaat-
kvøðu um grundlógina.
Henda grundlógar-
broyting gevur honum
næstan óavmarkað
vald. Tað var bert
neyðugt at ein vanligur
meiriluti av teimum,
sum vóru á vali, at-
kvøddu fyri, og hetta
markið var longu nátt,
tá 70 prosent av at-
kvøðunum vóm upp-
tald.
naMMnn
Tann fyrsti
kvinnuligi
floksleiðari
í Bretlandi
Margaret Tatcher formaður
í konservativa flokkinum
Tað verður sagt um Tatc-
her, at hon er ógvuliga
evnarík og stendur seg
avbera væl í orðaskiftum.
Hon er eisini sterk og støð-
uføst, og tað verður spátt,
at forsætisráðharrin. Har-
old Wilson, sum eisini hev-
ur slikar eginleikar og
størri politiskar royndir,
fer at finna ein harðan
mótstøðumann í henni.
Valið av Margaret Tat-
cher kemur at føra til
broytingar í bretskum pol-
itikki. Hon hevur skapt
søgu við at gerast tann
fyrsti kvinnuligi politiski
leiðarin í Bretlandi, og hon
dylir ikki fyri, at hon eisini
miðar imóti at gerast tann
fyrsti kvinnuligi forsætis-
ráðharri i landinum.
Dupult so nógvar
atkvøður
Tað var týsdagin, at Mar-
garet Tatcher varð vald til
leiðara í tí konservativa
flokkinum. Hetta var ann-
að umfar av formansvalin-
um, og hon fekk 146 at-
kvøður, næstan tvær ferð-
ir so nógv sum fyrrverandi
ráðharrin fyri Norðurír-
land, William Whitelaw, ið
fekk 79 atkvøður. Onki av
hinum trimum valevnun-
um fekk yvir 20 atkvøður.
Margaret Tatcher er 49
ára gomul og hevur verið
kenslumálaráðharri í
stjómini hjá Heath. Hon
hevur universitetsprógv í
list og kemi. og er har-
umframt eisini løgfrøðing-
ur og hevur starvast sum
sakførari.
Ikki roynd
í uttanríkis-
politikki
Ein av teimum fyrstu at
ynskja Margaret Tatcher
tillukku við sigrinum var
maðurin, sum tapti fyri
henni, Edward Heath. Tá
hann við fyrstu atkvøðu-
greiðsluna í síðstu viku
fekk færri atkvøður enn
hon, tók hann seg beinan-
vegin aftur sum formaður.
Á tíðindafundi eftir val-
ið týsdagin segði Margaret
Tatcher, at tað skuldi vera
sær ein gleði at biðja Ed-
ward Heath um at vera
ráðharra í skuggastjórnini,
men tað má so standa til
hansara, um hann tekur
við.
Tað hevur fleiri ferðir
verið ført fram ímóti Mar-
garet Tatcher, at tað var
skeivt at velja hana til
leiðara í flokkinum, av tí at
hon kennir ov lítið til utt-
anríkispolitikk. Á tíðinda-
fundinum segði hon, at tað
var rætt at hennara roynd-
ir liggja mest á tí innan-
ríkispolitiska økinum, og
at hon var onki roynd í
uttanrikispolitikki, men so
skoytti hon uppí, at ein
kann ikki vænta av einum
menniskja, at tað skal
hava nógvar royndir á øll-
um økjum. Hon helt fyri,
at konservativi flokkurin
fyrr hevur átt frálíkar utt-
anri kis ráðharrar.
Sinnaður til
broyting
Tað verður hildið, at dirvi
var tann eginleiki, sum
fekk nógvar konservativar
tinglimir at atkvøða fyri
Margaret Tatcher. Ein
kvinna, sum tordi at taka
dystin upp við Edward
Heath, var verd at fáa
stuðul, sum ein teirra tók
til. Við fyrra umfar av val-
inum vóru tað nógvir ting-
limir, sum ikki trúðu, at
hon hevði nakran møgu-
leika at vinna á Edward
Heath, men tá hon kortini
vann á tí fyrrverandi for-
sætisráðharranum, fóru
nógvir í part við henni.
Eygleiðarar halda, at ein
grund til at William Whit-
elaw ikki fekk størri undir-
tøku var, at hann var
roknaður at vera maðurin
hjá Edward Heath, og
flokkurin var nú sinnaður
til eina størri broyting fyri
at hann skal hava møgu-
leika at vinna næsta val.
Sjálv roknar Margaret
Tatcher ikki við, at nakrir
trupulleikar skulu stand-
ast av, at tað er ein
kvinna, sum er vald í for-
manssessin, men valið av
eini kvinnu hevur í hvussu
er ført til ein lítlan trupul-
leika fyri ein av teimum
gomlu klubbunum í Lon-
don. Klubbin hevur tvær
gamlar traditiónir: at kon-
servativi floksleiðarin altíð
skal vera limur, og at
kvinnur ikki kunnu vera
limir.
Anker skipar
aftur stjórn
Tað eydnaðist heldur ikki
hesa ferð at fáa eina meiri-
lutastjórn í Danmark.
Mikudagin frættist, at
sosialdemokratiski leiðar-
in, Anker Jørgensen,
skuldi skipa eina sosial-
demokratiska minniluta-
stjórn.
Stjórnarsamráðingarnar
hava verið drúgvar hesa
ferð, og teir politisku leið-
ararnir hava fleiri ferðir
verið hjá drotningini fyri
at ráða henni til, hvønn
hon skuldi biðja skipa
stjórn.
Fyri at fáa eina meirilut-
astjórn skipaða var enntá
heitt á fólkatingsformann-
in, Karl Skytte, um at
kanna møguleikarnar fyri
eini breiðari stjórn, men
hann mátti boða frá, at
hann fekk hetta ikki at
bera til.
Vildi ikki hava
Glistrup við
Flokkarnir fóru so aftur til
drotningina, og tá heitti
hon á Poul Hartling um at
royna einaferð aftrat. Poul
Hartling royndi so at skipa
eina stjóm av fýra flokk-
um, sum høvdu 65 mans
aftanfyri seg. Týsdagin
var tað komið so langt við
hesum samráðingunum
millum hesar fýra flokkar
— vinstra, konservativa,
kristiliga fólkaflokkin og
sentrumsdemokratarnar
— at samarbeiðsgrundar-
lagið var avtalað og kallað
var saman til tíðindafund-
ar, har Poul Hartling
skuldi greiða frá samar-
beiðssáttmálanum millum
hesar flokkar.
Men framburðsflokkurin
við Mogens Glistrup á
odda vildi ikki geva lyfti
um, at hann fór at styðja
hesa minnilutastjórn, hó-
ast hann hevði biðið drotn-
ingina um at heita á Hart-
ling um at skipa stjórn.
Poul Hartling segði, at
Glistrup fullvæl visti, áð-
renn hann var hjá drotn-
ingini, at hann fór ikki at
skipa stjórn saman við
flokkinum hjá Glistmp.
- Eg ynski ikki Glislrup
við í stjórnina, tí politikk-
urin hjá framburðsflokkin-
um liggur ikki so nær við
okkara politikk, at vit
kunnu samarbeiða í eini
stjórn, segði Poul Hart-
ling.
Aftur til
drotningina
Heldur ikki Anker Jørgen-
sen vildi lova, at hann fór
at styðja stjórnina. Hart-
ling vendi sær til ha'nsara
fyri at fáa at vita, um
javnaðarflokkurin fór at
fella stjórnina, og Anker
Jørgensen svaraði, at Poul
Hartling kundi leita sær
stuðul frá teimum flokk-
um, sum høvdu mælt til,
at hann skuldi vera leiðari
fyri royndunum at skipa
nýggja stjórn.
Hóast tað var so gott
sum avgjørt, hvussu ráð-
harrasessirnir skuldu být-
ast, mátti Poul Hartling
tískil aftur til drotningina
at boða henni frá, at hann
kundi ikki skipa stjóm, av
tí at vandi var fyri, at hon
fór at verða feld beinan-
vegin.
75 tinglimir
Tá umboðsmenn fyri
flokkarnar so aftur fóm til
drotningina, vóm tað 75
tinglimir, sum stóðu aft-
anfyri áheitanir um at
biðja hana lata Anker
Jørgensen royna at skipa
stjórn, meðan 65 stóðu
aftanfyri Poul Hartling.
Anker Jørgensen royndi
í síðstu viku at skipa eina
meirilutastjórn, men hetta
eydnaðist honum ikki, og
hesa ferð hevur hann so
boðað frá, at ein sosial-
demokratisk minniluta-
stjórn verður skipað. Tað
er ikki nøkur long livitíð,
ið verður spádd hesi stjór-
nini hjá Anker Jørgensen,
og tað verður framvegis
nógv talað í Danmark um
tørvin á eini meiriluta-
stjórn, har báðir teir
størstu flokkarnir — javn-
aðarflokkurin og vinstri-
flokkur — eru við.