Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 6

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Síða 6
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 Síða 6 STUTT UTTANEFTIR Biðja aðrar leggja uppí Eitt av teimum størstu partisanfeløgunum, sum taka lut í bardøg- unum í Eritrea í Etiop- ia, hevur mælt til at onnur lond royna at leggja uppí fyri at fáa íeina vápnahvíld í lag. Felagsskapurin hevur sent út eina kunngerð í Beirut og heitir á friðar- elskandi tjóðir um at taka undir við áheitan- :Um um, at bardagamir halda uppat og at sam- ráðingar byrja. Parti- sanamir krevja, at landsluturin fær sjálv- stýri. Eingin skjót loysn Bretski ráðharrin fyri Norðurírland, Mervin Rees, hevur greitt parl- amentinum frá tí sein- astu vapnahvildini, sum fingin er í lag har. Hann sigur, at kann vápnahvíldin fáast at standa við, so kunnu bretskir hermenn skjótt takast burtur úr Norð- urírlandi. Men hann segði, at tað finst eing- in skjót og løtt loysn av stríðnum, og tað gerst ikki eftir eini løtu heilt at fáa enda á ófriðinum. Vórðu ikki loystir : Ein frágreiðing frá fel- agsmarknaðinum sigur, at tað eydnaðist ikki samgonguni í 1974 at loysa nakran av teim- um stóm búskaparligu \ spummgunum, sum t.d. at stýra inflatión- ini, at fáa javnvág i inn- og útflutning ella at tryggja búskaparligan vøkstur. Tað verður tó sagt, at viðurskiftini batnaðu nakað í seinnu helvt av árinum. Hava utsett uppskotið Gerald Ford forseti hevur skuldsett demo- kratiskar kongresslimir ;fyri at vera ábyrgdar- lpysar, tí teir hava sett seg upp ímóti hansara orkupolitikki. Forsetin sigur, at tað er neyðugt at skerja oljuinnflutn- ingin, um ikki arabarar og aðrir oljuframleiðar- |ar skulu ráða yvir amer- ikanarunum. Umboðs- mannatingið hevur at- kvøtt fyri, at uppskotið hjá forsetanum um at seta hægri gjøld á inn- flutta olju skal útsetast í 90 dagar. Uppskotið er nú farið fyri senatið. Neyðsemja Tíðindi úr New Delhi _ siga, at indiska stjómin hevur góðkent eina neyðsemjuloysn um politisku skipanina í Kashmir. Greitt verður nærri frá hesum sátt- mála í næstu viku, men bløð skriva, at Ab- dullah sheikur, sum varð frákoyrdur av ind- isku stjórnini fyri 22 ámm síðani, skal um fjúrtan dagar setast sum leiðari av stjómini í Kashimir. Tað verður sagt, at hann hevur slept kravinum um, at ein fólkaatkvøða í Kas- himir skal taka endalig- a avgerð, um landslut- urin skal verða verandi partur av India, ella um hann skal hoyra til Pakistan ella hava fult sjálvstýri. Mugu sleppa krígsætlanini Amerikanski uttanrík- isráðharrin, Henry Kissinger, hevur verið bæði í Jerusalem og Kairo. Hann var fyrst í Jerusalem og kom síð- ani til Kairo fyri at hoyra, hvat ið egyptar vilja bjóða afturfyri ein- a ísraelska afturtøku. Henry Kissinger sigur, at hann heldur, at møg- uleiki er fyri at fáa eina semju. ísraelski forsætisráð- harrin, Rabin, hevur sagt i tjóðartinginum, at sleppur Egyptaland ikki ætlanini um kríggj við ísrael, so taka ísra- elsmenn seg ikki aftur á Sinai. Grundlógar- broyting í Suðurkorea hevur Park Chung Hee forseti vunnið eina fólkaat- kvøðu um grundlógina. Henda grundlógar- broyting gevur honum næstan óavmarkað vald. Tað var bert neyðugt at ein vanligur meiriluti av teimum, sum vóru á vali, at- kvøddu fyri, og hetta markið var longu nátt, tá 70 prosent av at- kvøðunum vóm upp- tald. naMMnn Tann fyrsti kvinnuligi floksleiðari í Bretlandi Margaret Tatcher formaður í konservativa flokkinum Tað verður sagt um Tatc- her, at hon er ógvuliga evnarík og stendur seg avbera væl í orðaskiftum. Hon er eisini sterk og støð- uføst, og tað verður spátt, at forsætisráðharrin. Har- old Wilson, sum eisini hev- ur slikar eginleikar og størri politiskar royndir, fer at finna ein harðan mótstøðumann í henni. Valið av Margaret Tat- cher kemur at føra til broytingar í bretskum pol- itikki. Hon hevur skapt søgu við at gerast tann fyrsti kvinnuligi politiski leiðarin í Bretlandi, og hon dylir ikki fyri, at hon eisini miðar imóti at gerast tann fyrsti kvinnuligi forsætis- ráðharri i landinum. Dupult so nógvar atkvøður Tað var týsdagin, at Mar- garet Tatcher varð vald til leiðara í tí konservativa flokkinum. Hetta var ann- að umfar av formansvalin- um, og hon fekk 146 at- kvøður, næstan tvær ferð- ir so nógv sum fyrrverandi ráðharrin fyri Norðurír- land, William Whitelaw, ið fekk 79 atkvøður. Onki av hinum trimum valevnun- um fekk yvir 20 atkvøður. Margaret Tatcher er 49 ára gomul og hevur verið kenslumálaráðharri í stjómini hjá Heath. Hon hevur universitetsprógv í list og kemi. og er har- umframt eisini løgfrøðing- ur og hevur starvast sum sakførari. Ikki roynd í uttanríkis- politikki Ein av teimum fyrstu at ynskja Margaret Tatcher tillukku við sigrinum var maðurin, sum tapti fyri henni, Edward Heath. Tá hann við fyrstu atkvøðu- greiðsluna í síðstu viku fekk færri atkvøður enn hon, tók hann seg beinan- vegin aftur sum formaður. Á tíðindafundi eftir val- ið týsdagin segði Margaret Tatcher, at tað skuldi vera sær ein gleði at biðja Ed- ward Heath um at vera ráðharra í skuggastjórnini, men tað má so standa til hansara, um hann tekur við. Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram ímóti Mar- garet Tatcher, at tað var skeivt at velja hana til leiðara í flokkinum, av tí at hon kennir ov lítið til utt- anríkispolitikk. Á tíðinda- fundinum segði hon, at tað var rætt at hennara roynd- ir liggja mest á tí innan- ríkispolitiska økinum, og at hon var onki roynd í uttanrikispolitikki, men so skoytti hon uppí, at ein kann ikki vænta av einum menniskja, at tað skal hava nógvar royndir á øll- um økjum. Hon helt fyri, at konservativi flokkurin fyrr hevur átt frálíkar utt- anri kis ráðharrar. Sinnaður til broyting Tað verður hildið, at dirvi var tann eginleiki, sum fekk nógvar konservativar tinglimir at atkvøða fyri Margaret Tatcher. Ein kvinna, sum tordi at taka dystin upp við Edward Heath, var verd at fáa stuðul, sum ein teirra tók til. Við fyrra umfar av val- inum vóru tað nógvir ting- limir, sum ikki trúðu, at hon hevði nakran møgu- leika at vinna á Edward Heath, men tá hon kortini vann á tí fyrrverandi for- sætisráðharranum, fóru nógvir í part við henni. Eygleiðarar halda, at ein grund til at William Whit- elaw ikki fekk størri undir- tøku var, at hann var roknaður at vera maðurin hjá Edward Heath, og flokkurin var nú sinnaður til eina størri broyting fyri at hann skal hava møgu- leika at vinna næsta val. Sjálv roknar Margaret Tatcher ikki við, at nakrir trupulleikar skulu stand- ast av, at tað er ein kvinna, sum er vald í for- manssessin, men valið av eini kvinnu hevur í hvussu er ført til ein lítlan trupul- leika fyri ein av teimum gomlu klubbunum í Lon- don. Klubbin hevur tvær gamlar traditiónir: at kon- servativi floksleiðarin altíð skal vera limur, og at kvinnur ikki kunnu vera limir. Anker skipar aftur stjórn Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð at fáa eina meiri- lutastjórn í Danmark. Mikudagin frættist, at sosialdemokratiski leiðar- in, Anker Jørgensen, skuldi skipa eina sosial- demokratiska minniluta- stjórn. Stjórnarsamráðingarnar hava verið drúgvar hesa ferð, og teir politisku leið- ararnir hava fleiri ferðir verið hjá drotningini fyri at ráða henni til, hvønn hon skuldi biðja skipa stjórn. Fyri at fáa eina meirilut- astjórn skipaða var enntá heitt á fólkatingsformann- in, Karl Skytte, um at kanna møguleikarnar fyri eini breiðari stjórn, men hann mátti boða frá, at hann fekk hetta ikki at bera til. Vildi ikki hava Glistrup við Flokkarnir fóru so aftur til drotningina, og tá heitti hon á Poul Hartling um at royna einaferð aftrat. Poul Hartling royndi so at skipa eina stjóm av fýra flokk- um, sum høvdu 65 mans aftanfyri seg. Týsdagin var tað komið so langt við hesum samráðingunum millum hesar fýra flokkar — vinstra, konservativa, kristiliga fólkaflokkin og sentrumsdemokratarnar — at samarbeiðsgrundar- lagið var avtalað og kallað var saman til tíðindafund- ar, har Poul Hartling skuldi greiða frá samar- beiðssáttmálanum millum hesar flokkar. Men framburðsflokkurin við Mogens Glistrup á odda vildi ikki geva lyfti um, at hann fór at styðja hesa minnilutastjórn, hó- ast hann hevði biðið drotn- ingina um at heita á Hart- ling um at skipa stjórn. Poul Hartling segði, at Glistrup fullvæl visti, áð- renn hann var hjá drotn- ingini, at hann fór ikki at skipa stjórn saman við flokkinum hjá Glistmp. - Eg ynski ikki Glislrup við í stjórnina, tí politikk- urin hjá framburðsflokkin- um liggur ikki so nær við okkara politikk, at vit kunnu samarbeiða í eini stjórn, segði Poul Hart- ling. Aftur til drotningina Heldur ikki Anker Jørgen- sen vildi lova, at hann fór at styðja stjórnina. Hart- ling vendi sær til ha'nsara fyri at fáa at vita, um javnaðarflokkurin fór at fella stjórnina, og Anker Jørgensen svaraði, at Poul Hartling kundi leita sær stuðul frá teimum flokk- um, sum høvdu mælt til, at hann skuldi vera leiðari fyri royndunum at skipa nýggja stjórn. Hóast tað var so gott sum avgjørt, hvussu ráð- harrasessirnir skuldu být- ast, mátti Poul Hartling tískil aftur til drotningina at boða henni frá, at hann kundi ikki skipa stjóm, av tí at vandi var fyri, at hon fór at verða feld beinan- vegin. 75 tinglimir Tá umboðsmenn fyri flokkarnar so aftur fóm til drotningina, vóm tað 75 tinglimir, sum stóðu aft- anfyri áheitanir um at biðja hana lata Anker Jørgensen royna at skipa stjórn, meðan 65 stóðu aftanfyri Poul Hartling. Anker Jørgensen royndi í síðstu viku at skipa eina meirilutastjórn, men hetta eydnaðist honum ikki, og hesa ferð hevur hann so boðað frá, at ein sosial- demokratisk minniluta- stjórn verður skipað. Tað er ikki nøkur long livitíð, ið verður spádd hesi stjór- nini hjá Anker Jørgensen, og tað verður framvegis nógv talað í Danmark um tørvin á eini meiriluta- stjórn, har báðir teir størstu flokkarnir — javn- aðarflokkurin og vinstri- flokkur — eru við.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.