Tíðindablaðið - 14.02.1975, Page 7
TÍÐiNDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975
1
Sflahyljarnir
verða skjótt
tiknir f brúk
Tóku 27 tons av sílum í fjør
Tann ytri sílahylurin er so gott sum klárur at taka í brúk
Annar av leimum nýKKju
sílahyljunum, sum verða
gjørđir sunnanfyri brúnna
um Streymin, er nú um at
vera klárur at taka í brúk.
Tað er tann ytri, ið er so
gotl sum liðugur, men síl
verða ikki slept í hann,
fyrr enn teir hava fingið
net til at býta hylin sundur
við, so at tær ymsu stødd-
irnar av sílum kunnu hald-
ast fyri seg.
Hesi netini eru umbiðin
úr Noreg, men. tey eru ikki
komin enn. í fyrsta umfari
verða tvær støddir av sil-
um slept í henda hylin.
Tað eru fyri tað mesta síl,
sum verða flutt úr teimum
núverandi hyljunum har
norðuri, men nøkur skulu
eisini flytast úr Skálabotn-
3 ferðir
so nógv
Tann innari av teimum
báðum nýggju hyljunum
verður ikki liðugur at taka
í brúk fyrr enn um okkurt
um ein mána. Har skal
dýpast nakað aftrat.
Hyljarnir eru 165 x 15
metrar hvør til støddar.
Eftir hesa útbyggingina
rokna teir við at kunna
hava meira enn tríggjar
ferðir so nógv síl í hyljun-
um sum nú. I teimum
gomlu hyljunum har norð-
uri kunnu teir hava 30 tons
av sílum í senn.
Teir siga, at sílini hava
vaksið væl í fjør. Teir tóku
27 tons í fjør móti 18
tonsum árið fyri.
í tí broytta fíggjarlógar-
uppskotinum, sum varð
lagt fram á tingi í farnu
viku, varð skotið upp at
hækka játtanina til P/F
Sílaaling við 250.000 krón-
um at gera byrgingarnar á
Oyrabakka lidnar fyri.
Seta nýtt
flogfar
í flúgving
Tvær tær seinastu week-
endirnar hava seinkingar
verið í flogferðsluni av tí at
tað ikki hava verið floglík-
indi. Hetta komst av, at
tað hevur verið so lýtt í
veðrinum og támut. Tað er
ikki vanligt, at flogferðsl-
an til Føroya plagar at
vera tarna av hesi orsøk á
vetri.
Síðani óhappið hendi
vesturi í Vágum undir
lendingini hjá Føroya-flog-
farinum hava broytingar
verið i ferðaætlanini. Flog-
farið fer næstan tveir tím-
ar seinni úr Keypmanna-
havn enn ásett í ferðaætl-
anini, men hetta kemur
helst ikki at standa við so
leingi aftrat. Tá landsstýr-
ismenninir nú vóru niðri,
hittu teir umboð fyri Dan-
air, sum lovaðu at eitt
flogfar aftrat skal setast
inn í flúgvingina innan 1.
apríl.
Enn er ongin frágreiðing
kunngjørt frá nevndini,
sum var her uppi og kann-
aði lendingaróhappið í
farna mána. Tað verður
roknað við, at flogfarið
verður uppgivið sum vrak,
men endalig boð eru ikki
komin um hetta enn.
Volleybóltur
Hesi bæði komandi viku-
skiftini verður føroya-
meistarakapping í volley-
bólti. Komandi leygardag
og sunnudag verður kapp-
ing í ítróttarhøllini í Havn,
tá eru tað gentu-, kvinnu-
og unglingaliðini, sum
leika, og 22. og 23. verða
dystirnir í meistara- og
meðaldeildini fyri menn.
Hesir dystir verða í Klaks-
vík.
í føroyameistarakapp-
ingini luttaka sjey ung-
lingalið, fimm damulið,
fimm manslið í meðaldeild
og seks i meistaradeildini.
Eftir dystirnar í Klaksvík
verður ársfundur hildin
har norðuri , og tá verður
nýgg volleybóltnevnd
vald.
Garnasteinar
bíliga til sølu.
Tlf. 52011
Huannasund
Síða 7
TIÐINDI
UR
NORÐOYUM
„* ; ií *
'l ■
Forn hús
Tey gomlu bóndahúsini í
Depli eru eitt av tí, sum
fremmandum gestum
dámar at siggja, tá teir
vitja Norðoyggjar.
Guttormur bóndi og
húski hansara býr fram-
vegis í húsunum, men
tað hevur verið frammi á
tingi at fáa húsini sett í
stand og at hava tey so,
at vitjandi altið kundu
fara inn uttan at órógva
fastbúgvandi. Lands-
stýrið hevur eisini um-
hugsað spurningin um
hesi og onnur hús, og tað
Ósemja um
svimjihøllina
I Klaksvík hevur ósemja
verið millum býráðið og
tað nýstovnaða svimji-
felagið Ægir um rættin
hjá svimjifelagnum at
nýta høllina. Eitt upp-
skot varð gjørt til eina
ætlan um, hvussu høllin
skuldi vera opin, og hvør
ið skuldi sleppa at nýta
hana til tær ymsu tíðir-
nar, men hetta uppskot
varð seinni vrakað. Mál-
ið og opningartíðir var
aftur fyri á býráðsfundi-
num seinasta týskvøld,
og eftir tí nýggja upp-
skotinum skal svimji-
felagið sleppa at nýta
høllina í tríggjar timar
um vikuna frá kl. 20—23
mikukvøld. Tað hevur
eisini verið strið um limir
í svimjifelagnum skulu
gjalda fyri at sleppa inn,
men hesin spurningur
varð ikki greiddur, tá vit
frættu.
Skal reinsa
býin
Mentunnarnevndin hjá
Klaksvikar býráð hevur
fingið samtykt eitt upp-
skot um at boðið verður
út til kappingar um at
gera eitt slagorð um at
halda býin reinan.
Trolararnir
Fyrst í vikuni frættist
frá teimum báðum trol-
arunum Sjúrðarberg og
frættist, at møguliga
verður roynt at fáa eina
skipan, har bæði komm-
unurnar og landið taka
sær av varðveitsluni.
í Norðoyggjum er
annars eitt fornminnis-
felag, sum ivaleyst eisini
kemur inn í myndina.
Sunáaberg. Teir royna
yviri í St. Lawrence-
flógvanum, og annar
hevði 260 og hin 270
tons.
Endurnýggja
sáttmálan
Pf. Kjølbro hevur endur-
nýggjað sáttmálan við
Noreg um sølu av mink-
afóðri. Hesin sáttmáli
plagar at vera gjørdur
fyri eitt ár í senn, og
minkafóðrið hevur verið
selt til Noregs øll árini,
síðani flakavirkið á Kós-
ini var bygt. í hesum
sáttmálanum er talan
um somu nøgd sum í fjør
millum 3 og 4.000 tons,
men prísurin í ár er 25
prosent lægri enn í 1974.
Billard-
kapping
í Klaksvíkar klubba
verður billard-kapping í
dag og leygardagin. Tey
luttakandi liðini eru
Havnar Kiubbi, Mimir
og Klaksvíkar Klubbi.
Kappingin er ikki al-
menn.
Skúlatannlæknín
flytir
Skúlatannlæknin í
Klaksvík skal um stutta
tíð flyta niðan í tann-
læknahølini i tí nýggja
skúlanum. Skúlatann-
læknin varð settur við
Klaksvíkar skúla frá 1.
januariár TaðerBogiá
Steig. sum hevur hetta
starv, og hann tekur sær
einans av skúlabørnun-
um. Hann starvast enn i
teimuin gomlu hølunum
í Norðoya banka.
Vatnmeistari
Klaksvikar býráð hevur
avgjørt at lýsa eftir ein-
um manni til at hava
vatnveitingina hjá
kommununi nm hendur
og til at ha. ,i eftirlit við
amboðum hjá kommun-
uni. Hetta varð samtykt
á liýráðsfundi týskvøld-
ið.
Útróður
Fyrst í vikuni kom nógv-
ur fiskur upp á land í
Klaksvik frg útróðrar-
bátunum. Mánadagin
komu bátarnir, sum
royndu við línu. upp í
6.500 pund. Aarberg og
Dragasur 1 avreiddu á-
vikavist 7.800 og 4.000
pund a\ upsa av snellu-
vniðu.
Týsdagin komu bát-
arnir, sum avreiddu til
Kósavirki upp i 13.200
pund. Mikudagin vóru
færri bátar, sum av-
reiddu, teir
1.000 upp í 6.800 pund.